leygardagur 10. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 89 - 10. mai 2003
Jan Mortensen á
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag væntar eitt
drúgt verkfall
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Verða lønarkrøvini hjá
arbeiðarafeløgunum eftir-
líkað, hevði føroyski bú-
skapurin kollsiglt uppá
heilt stutta tíð.
Jan Mortensen á Føroya
Arbeiðsgevarafelag sigur, at
tað kemur aldrin upp á tal at
ganga krøvunum hjá ar-
beiðarafeløgun um á møti.
– Gera vit tað, koyra vit
føroyingar út av eggini. Og
so nyttar tað lítið, at vit fara
útav við fullum lumma av
pengum, sigur hann.
Hann sigur, at lønar-
hækkingarnar í Føroyum
hava verið ógvuliga stórar
seinastu árini.
– Og tað ber ikki til at
hækkinginarnar
skulu
halda fram við somu ferð.
Verða lønarhækkingarnar í
Føroyum áhaldandi nógv
størri enn í londunum rund-
anum okkum, missa vit
kappingarførið og so eru vit
í kreppu av álvara.
Hann sigur, at 99% av tí,
vit liva at, er fiskur og laks-
ur, sum vit flyta út og tí er
tað umráðandi hjá okkum
at varðveita kappingarfør-
ið, annars máa vit støðið
undan búskapinum.
Sostatt kemur tað aldrin
upp á tal at góðtaka eina løn-
arhækking sum líkist tí, ið
arbeiðarafeløgini hava kravt.
– So ger tað ikki mun um
maskinmeistararnir
hjá
SEV sløkkja ljósið ella
ikki, tí tá verða Føroyar
sløktar kortini, sigur hann.
Jan Mortensen sigur, at tí-
skil væntar hann eitt drúgvt
verkfall.
– Tað er lítil ivi um, at
verkfallið verður drúgt,
sigur hann.
Hann sigur at sjálvsagt
kostar eitt verkfall vinnu-
lívinum nógv
– Men Arbeiðsgevararnir
hava tvinnar kostir:
Antin velja teir tað løttu
loysnina og góðtaka krøv-
ini fyri at sleppa undan
verkfalli og sostatt fáa ein
løtuvinning.
Hin kosturin er at taka
samfelagsatlit og at taka
slagið nú, fyri at bjarga bú-
skapinum í longdini.
Hann sigur, at arbeiðs-
gevararnir velja seinnu
loysnina.
Stórur munur
Jan Mortensen sigur, at upp-
runaliga vildu arbeiðsgev-
ararnir lata 2,5% í lønar-
hækking um árið í tvey ár.
Hinvegin kravdu arbeiðara-
feløgini 16,48 krónur, sum
svarar til 17,9%.
– Eftir semingsuppskotin-
um skuldi lønarhækkingin
verða útvið 7% tilsamans
tey bæði næstu árini og tað
góðtóku arbeiðsgevarafel-
agið.
Arbeiðarafeløgini halda,
at Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, hevur havt størri leik-
lut í hesum samráðingum,
enn gott er?
– Vit leggj a okkum ikki
út í, hvat Karsten Hansen
ger. Men arbeiðsgevarafel-
øgini hava sagt, at sáttmál-
in ímillum SEV og maskin-
meistarafelagið, sum gav
sløk 11% tilsamans í tvey
ár, hevur lagt støðið. Nú
Fíggjarmálaráðið
hevur
ógildað tann tann sáttmál-
an, er tað trupult at verja so
stór lønarkrøv, sum arbeið-
arafeløgini eru komin við.
– Tey kunnu hvørki verj-
ast í búskaparligu gongdini,
prísvøkstrinum ella í lønar-
hækkingunum í granna-
londum okkara, sum eru
væl lægri enn í Føroyum,
sigur Jan Mortensen.
Fara út av eggini við fullum
lumma av pengum
Verða lønarkrøvini hjá arbeiðarafeløgunum eftirlíkað, fer tað
at kollsigla føroyska búskapin uppá nakrar mánaðir, sigur Jan
Mortensen á Føroya Arbeiðsgevarafelag
Arbeiðarafeløgini
standa sum ein mað-
ur og tað var ongin
ivi um at semings-
uppskotið skuldi
vrakast
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Samanhaldið hevur verið
ótrúliga gott.Vit standa sum
ein maður.
Nú verkfall er lýst um alt
landið, ásannar Ingeborg
Vinther, at samanhald gev-
ur styrki.
Øll fimm arbeiðarafel-
øgini í landinum hava lagt
arbeiðið niður og forkvinn-
an í Føroya Arbeiðarafelag
sigur, at tað var ongin
slingur í valsinum, tá ið
støða skuldi takast til sem-
ingsuppskotið týskvøldið.
– Tað var so vánaligt, at
tað kundi ikki koma uppá
tal at góðtaka tað, sigur
hon.
Semingsuppskotið líktust
mest tilboðnum frá arbeiðs-
gevarunum og tað kundu
vit ikki góðtaka.
Kravdu okkum niður um 10
krónur
Ingeborg Vinther sigur, at
upprunaliga kravdu arbeið-
arafeløgini 12 ,60 krónur
um árið í tvey ár.
– Men fyri at fáa samráð-
inagar í gongd, slakaðu vit
niður á 8, 24 krónur um ár-
ið, men tað segði tað sama.
– Vit loraðu nakað afturat
týskvøldið fyri at fáa gond
á, men semingsmaðurin
gjøri okkum púra greitt,at
vit skuldu í hvussu so er
niður um 10 krónur árið í
lønarhækking tilsamans.
Ingeborg Vinther sigur, at
sostatt ljóðaði semingsupp-
skotið uppá 3,20 um árið í
tvey ár, ella 6,40 tilsamans
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta er nógv minni enn tey
fingu seinast, tí tá ið tey
fingu yvir 10 krónur til-
samans.
Sostatt tók tað onga tíð at
taka støðu til semingsupp-
skotið.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, er púra samdur við
Ingeborg Vinther.
– Endamálið við verk-
fallinum er púra greitt og
tað er at forða fyri at lønar-
munurin ímillum arbeiðs-
fólk og tær hægru lønirnar
vekstur og at stættarmunur-
in sostatt eisini veksur.
Hann sigur annars, at tað
hevur gingið væl at skipa
fyri verkfallinum.
Tey høvdu fólk á vakt
alla hósnáttina, men tað
vóru ongir trupulleikar.
Norrøna fór av landinum
sum vant hóskvøldið, men
ongin farmur slapp við.
– Tríggir bilar, sum vóru
komnir við byggitilfarið til
Føroya Tele royndu at
sleppa niður aftur við.
– Tann eini bilurin var
farin umborð, men tá ið
hinir báðir bilførararnir
fingu at vita, at verkfall var
og at teir ikki sluppu um-
borð, góðtóku teir tað, uttan
at blunka, sigur Hans
Joensen. Føroyskt brak á
Fólkatingi.
Nú skulu hernaðarlógir-
nar, sum vóru settar í gildi
fyri Føroyar, standa sína
roynd á Fólkatingi. Eitt
samt løgting vil burtur-
beina lógirnar, sum lýstar
beint
ímóti
føroyskum
vilja.
Vit standa øksl við øksl
Samanhaldið ímillum
arbeiðarafeløgini hevur verið
fyrimyndarligt, sigur
Ingeborg Vinther
Vit fara ikki at
nokta børnum
at fáa mjólk
Tað er ein misskilj-
ing, tá ið sagt verður,
at ongin mjólk verð-
ur at fáa, ímeðan
verkfall er, tí mjólk-
in hevur fingið und-
antaksloyvi
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Allan samlan hósdagin
var tað endurtikið ferð
eftir ferð ímeðan verkfall-
ið er, verða bøndurnir
noyddir at stoyta mjólkina
á sjógv.
Orsøkin skuldi vera, at
teir, sum koyrdu mjólk og
tey, sum arbeiða mjólk á
mjólkarvirkinum, vóru í
verkfalli. Sostatt skuldi
heldur ongin mjólk vera
at fáa í handlunum kring
landið.’
Hetta
er
ein
stór
misskiljing.
– Vit fara ikki at nokta
børnunum mjólk, siga ar-
beiðarafeløgini púra samd.
Tey siga, at tey hava
givið mjólkini undantaks-
loyvi so at mjólk verður at
fáa sum vanligt.
Teir, sum koyra mjólk,
hava fingið undantaks-
loyvi at heint mjólk hjá
bøndrunum kring landið.
Strandfaraskipini
hava
fingið undantaksloyvi at
føra mjólk og tey, sum ar-
beiða á mjólkarvirkinum,
hava fingið undantaks-
loyvi at arbeiða mjólkina.
Sostatt verður mjólk at
fáa kring alt landið ímeð-
an verkfall er, akkurát
sum vanligt
Men arbeiðarafeløgini
gera samstundis greitt, at
verður undantaksloyvið
misbrúkt, verður tað aft-
urtikið alt fyri eitt.
– Undantaksloyvi um-
fatar bara mjólkarvørur.
Verður tað misbrúkt til at
flyta aðrar vørur kring
landið í bilunum, sum
koyra mjólk, verður flutn-
ingurin steðgaður alt fyri
eitt, leggja arbeiðarafel-
øgini í verkfalli dent á.
Skipini sigla
Annars
sleppa
bæði
Norrøna og Smyril at
sigla ótarnað, men treytin
er, at tey ikki flyta frakt.
Gera tey tað, verða tey
løgd við brestin.