leygardagur 10. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2003
7
Tað kemur ikki upp á
tal, at politiski mynd-
ugleikin leggur upp í
verkfalli. Í øllum
førum ikki enn. Tað
sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður, sum hevur
bæði vinnumál og
arbeiðsmarknaðar-
mál undir sær.
VERKFALL
Ingi Rasmussen
Verkfall er, og tað er so
langt millum partarnar, at
onki røkist fyri einari
semju.
Seinasta uppskotið frá
semingsmonnunum var ein
lønarhækking á 3,20 krónur
um árið. Arbeiðarafeløgini
siga 8,20 krónur um árið.
Sostatt er vandin fyri einum
langum verkfalli stórur.
Tað merkir, at vinnan í
Føroyum
bløðir.
Bjarni
Djurholm er landsstýris-
maður við vinnumálum og
skal syrgja fyri, at vinnan í
Føroyum hevur best møgu-
lig kor. Hann er eisini lands-
stýrismaður við arbeiðs-
marknaðarmálum og skal
síggja til, at arbeiðsmarkn-
aðurin hevur tað gott. Hann
sær onga orsøk til, at polit-
iski myndugleikin sparir
landinum pening við at
leggja út í eitt verkfall.
– Partarnir á arbeiðs-
marknaðinum hava nøkur
rættindi og nakrar skyldur
til at gera sáttamála sín-
ámillum. At vera ósamdir
er ein partur av rættindun-
um og eitt stig fram á leið-
ini at vinna sær góðar
sømdir. Politikarar eiga at
halda seg langt burtur, so
leingi sum til ber, sigur
Bjarni Djurholm.
Hinvegin er eitt mark
fyri, hvat landið tolir, sigur
hann. Hvar tað markið
gongur, dugir hann ikki
siga. Men greitt er, at eitt
verkfall kostar pengar. Ser-
liga hjá framleiðsluvinnuni,
har tíð eru pengar, og av-
talur verða forsømdar.
– Vit hava ongar útrokn-
ingar fyri, hvat eitt verkfall,
ið er so umfatandi sum
hetta, kostar. Men tað kostar,
tað vita vit. Tað er sjálvandi
spell, men tað er ivasamt,
um vit kunnu gera nakað,
sigur Bjarni Djurholm.
Verkfall er vorðin ein
afturvendandi
táttur
í
Føroyum, og tað harmast
landsstýrismaðurin um.
– Samanborið við tey
lond, sum vit vanliga sam-
anbera okkum við, so hava
vit rættiliga ofta verkfall í
Føroyum. Hvørki fyri vinn-
una ella fyri trivnaðin á
arbeiðsmarknaðinum. Tað
er ikki á øllum økjum, at
verkfall er ofta, so tað kann
valdast um, hvørjir persón-
ar samráðast, sigur Bjarni
Djurholm.
Sjálvur harmast Bjarni
Djurholm um, at tað ikki
hjálpti fyri samráðingarnar,
at samgongan hevur veitt
ein munadyggan skatta-
lætta.
– Eg kann bara staðfesta,
at arbeiðarafeløgini ikki
halda, at skattalættin lættir
stórvegis um hjá teimum.
Eftir mínum tykki kundi
hann eisini verið størri, tí
tað hevði bæði ført til
reallønarvøkstur og betri
kappingarføri, sigur Bjarni
Djurholm.
Ongin uppílegging í bræði
Nú skulu hernaðar-
lógirnar, sum vóru
settar í gildi fyri
Føroyar, standa sína
roynd á Fólkatingi.
Eitt samt løgting vil
burturbeina lógirnar,
sum lýstar beint
ímóti føroyskum
vilja. Fleiri danskir
andstøðuflokkar
halda hánt um leik-
lutin hjá stjórnini
HERNAÐARLÓGIR
Ingi Rasmussen
Mikudagin 14. mai verður
buldur og brak á Fólka-
tingi. Út ímóti kvøldi kem-
ur uppskotið fyri hjá Tór-
birni Jacobsen um at avtaka
hernaðarligu revsilógirnar
fyri Føroyar.
Uppskotið er eitt aftur-
svar til, at danska stjórnin
hevur sett eina røð av
hernaðarlógum og fyriskip-
anum í verk fyri Føroyar
beint ímóti løgtingsins
vilja. Síðan tá hevur løg-
tingið eisini einmælt sam-
tykt eitt ríkislógartilmæli
um at taka lógirnar av aftur.
Sostatt er tað eitt einmælt
løgting, ið reisir seg ímóti
donsku stjórnini, og fyri
einaferð skyld hevur før-
oyski fólkatingsmaðurin í
Norðuratlantsbólkinum all-
ar Føroyar aftan fyri seg.
Uppskotið er stutt og
ljóðar soleiðis: »Idet Folke-
tinget anerkender og re-
spekterer, at Færøerne er
en selvstændig juridisk en-
hed, pålægger Folketinget
regeringen at tilbagetrække
den militære straffelov fra
1973 med senere ændring-
er, som regeringen uden
landsstyrets viden og imod
et enigt Lagtings beslutn-
ing har bekendtgjort på
Færøerne.«
Í grundgevingunum til
uppskotið førir Tórbjørn
Jacobsen fram, at framferðin
hjá donsku stjórnini í hesum
máli er ódemokratisk. Víst
verður til, at málið tók seg
upp, tí føroyingar sjálvir
reistu
tað.
Landsstýr-
ismaðurin við lógarmálum
bað upprunaliga um, at
gamla hernaðarliga revsilóg-
in, sum loyvdi deyðarevsing
í krígstíð, varð tikin av.
Samstundis varð áherðsla
løgd á, at føroyingar onga
lóg nýttust á økinum. Hetta
var eisini í samsvari við eina
landsstýrissamtykt frá 1991,
har føroyingar frábóðu sær
at fáa nýggju hernaðarligu
revsilógin frá 1973 setta í
gildi.
Men
danska
stjórnin
gekk í móti hesum. Ríkis-
umboðið lýsti eina røð av
hernaðarligum lógum fyri
Føroyar.
Grundgevingin
var, at Føroyar sum tann
einasti parturin í danska
ríkinum ikki kundi liggja í
hernaðarligum lógloysi.
Tórbjørn Jacobsen stað-
festir í viðmerking til upp-
skotið, at verða lógirnar
ikki tiknar aftur, so hava
orðini um tríggir javnbjóðis
partar í ríkisfelagsskapin-
um fingið eitt álvarsligt
skot fyri bógvin.
Spennandi
verður
at
fylgja
orðaskiftinum
í
Fólkatinginum, tí fleiri
danskir
andstøðuflokkar
hava funnist harðliga at
donsku stjórnini fyri at seta
lógina í gildi uttan at spyrja
føroyingar eftir. Hetta er
annars ein siðvenja, sum
hevur verið galdandi líka
síðan
heimastýrislógin
kom í gildi í 1948.
Føroyskt brak
á Fólkatingi
Í næstu viku kemur
danski uttanríkisráð-
harrin, Per Stig Møll-
er, á almenna vitjan í
Føroyum. Anfinn
Kallsberg løgmaður
er vertur.
VITJAN
Ingi Rasmussen
Per Stig Møller kemur í
Vágar mánamorgunin 12.
mai klokkan 9.50 og fer
avstað aftur týsdagin 13.
mai klokkan 17. Á stuttu
føroyaferðini verða bæði
fundir og útferðir.
Mánadagin
verður
fundur millum løgmann og
uttanríkisráðharran í Tinga-
nesi. Síðan verður fundur
við landsstýrið og uttan-
landsnevndina hjá løgting-
inum. Tíðindafundur við
løgmanni og uttanríkisráð-
harranum verður á Løg-
mansskrivsstovuni
eftir
fundirnar.
Týsdagurin er settur av
til útferðir. Farið verður av
Vestmanna til Tjørnuvíkar.
Vitjað verður eisini í Hald-
órsvíkar kirkju, har høvið
verður at hoyra Kingo-
sálmar.
Uttanríkisráðharr-
in vitjar løgmann
Arbeiðarafeløgini eru
misnøgd við semings-
menninar og møgu-
leikin at klagað, hev-
ur eisini verið
nevndur
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Semingsmaðurin er bæði
partískur og kanska er hann
eisini ógegnigur.
Tað halda arbeiðarafel-
øgini.
Tey eru avbera misnøgd við
leiklutin hjá semingsmonn-
unum, Misnøgdin er so
stór, at at tað ljóðar, at tey
enntá hava umhugsað at
klaga hann fyri vinnumála-
ráðnum, hevur eisini verið
nevndur.
Men tað hevði Ingeborg
Vinther onga viðmerking á
gjáramorgunin.
Hon váttar tó, at tey eru
stak ónøgd við leiklutin hjá
semingsstovninum.
– Semingsmaðurin oyði-
legði stemningin við sam-
ráðingarborðið
beinan-
vegin.
– Tað fyrsta hann ætlaði
var at útseta samráðingar-
nar, tí hann skuldi til Dan-
markar.
– Tá ið vit noktaðu, ætl-
aði hann at stongja okkum
inni til samráðingar sjálvan
fyrsta mai, sum er altjóða
arbeiðaradagur.
Ingeborg Vinther sigur, at
fakfeløgini
søgu
bums
nei.Vit sótu ikki inni 1. mai
og samráddust, sama
hvørjar avleiðingar tað fór
at fáa.
– Dagin eftir endaði tað
við, at semingsmaðurin bað
um umbering. Men tá varð
tann góði stemningurin
longu farin.
–
Tað næsta var, at
semingsmaðurin var í øðini
um, at formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelagi í sjón-
varpinum hevði víst á, at
Karsten Hansen hevði lagt
seg út í samráðingarnar og
at endamálið var var minka
munin ímillum lág- og há-
inntøkur.
Inbgeborg Vinther sigur,
at avtalan við semings-
stovnin var at ongin skuldi
siga nakað alment um
sjálvar semingsroyndirnar.
Men vit far altíð at krevja
okkara rætt at siga okkara
hugsan um viðurskifti, sum
ikki hava við semingina at
gera.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað var ógvuliga trupult at
koma til eina semju við
hasum semingsmonnunum,
tí teir løgdu frá fyrsta degi
upp til stríð við arbeiðara-
feløgini.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, er púra samdur við
Ingeborg Vinther.
– Tað er týðiligt, at sem-
ingsmaðurin hellur arbeiðs-
gevaravegin og tað hava vit
verið sera misnøgd við,
sigur hann.
Ógegnigur
Arbeiðarafeløgini kanna nú
eisini eftir um semings-
maðurin, Suni Schwartz
Jacobsen
er
beinleiðis
ógegigur.
Hann er grannskoðari hjá
KPMG, sum eisini er
grannskoðari hjá Arbeiðs-
gevarafelagnum.
– Er hann ógegnigur,
verður tað als ikki góðtikið,
sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at arbeiðarafel-
øgini ætla at kanan málið.
Jan Mortensen á arbeiðs-
gevarafelagnum váttar, at
KPMG er grannkoðari hjá
arbeiðsgevarafelagnum,
men tað er ikki Suni
Schwarts Jacobsen, sum
grannskoðar roknskapin, tað
er ein annar grannskoðari.
Annars heldur hann, at
tað er lætt at vera eftirklók-
ur, tí eisini arbeiðara-
feløgini hava verið við til at
útnevna Suna Schwartz
Jacobsen til semingsmann
og hava góðtikið hann.
– Semingsmenninir hava
eina ógvuliga trupla upp-
gávu og tað er ongin orsøk
til at finnast at teimum,
sigur Jan Mortensen.
Vita til eina aðru ferð
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmananfel-
ag, váttar, at tey hava góð-
kent semingsmenninar.
– Men tá vistu vit ikki av
hesum her, sigur hann. Men
so vita vit tað til eina aðru
ferð, leggur hann afturat.
Síðani hava tey eisini
fingið at vita, at KPMG,
har Suni Swartz Jacobsen
arbeiðir, er grannskoðari
hjá bæði Føroya Arbeiðs-
gevarafelag og fleiri øðrum
stórum virkjum, eitt nú
stórum fiskavirkjum og tí
meta tey, at hann er ógegn-
igur.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Suna
Schwartz Jacobsen, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Ónøgd við semingsmenninar
C
M
Y
K
7