leygardagur 10. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 89 - 10. mai 2003
SEV boðaði í tíðinda-
skrivi hósdagin frá, at
tað nú aftur fer at
umsita eftir gamla
sáttmálanum við
Maskinmeistarafelagi
ð, men tað góðtekur
formaðurin í
felagnum undir
ongum umstøðum
SÁTTMÁLATRÆTA
Stefan í Skorini
Mitt í sáttmálatrætuni og
verkfalsrokinum á privata
arbeiðsmarknaðinum er ein
annar torførur sáttmála-
knútur, sum skal loysast.
Nú landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum ikki góð-
kennir nýggja sáttmálan
millum SEV og Maskin-
meistarafelagið,
mugu
partarnir eftir øllum at
døma finna eina aðra loysn,
sum Karsten Hansen kann
góðtaka.
SEV boðaði í tíðinda-
skrivi hósdagin frá, at tað
nú fer aftur til tann gamla
sáttmálan, og SEV ásannar
eisini, at tað var skeivt at
gjalda lønir eftir nýggja
sáttmálanum uttan lands-
stýrisins góðkenning.
– Vit góðtaka undir ong-
um umstøðum, at farið
verður aftur til tann gamla
sáttmálan, sigur ein av-
gjørdur Jógvan Nybo, for-
maður í Maskinmeistara-
felagnum.
Hesin trupulleiki verður
tó ikki aktuellur fyrr enn
síðst í mánaðinum, tá SEV
aftur skal gjalda sínum
maskinmeistarum løn. Tí er
líkt til, at partarnir eru
komnir fram til eina aðra
loysn, áðrenn næstu lønarú-
tgjaldingar frá SEV.
Nógv fundarvirksemi
Fríggjamorgunin
var
øgiligt fundarvirksemi í
bygninginum hjá SEV á
Landavegnum.
Klokkan
hálvgum níggju var fundur
millum SEV og embætis-
fólk á Fíggjarmálastýrin-
um.
Landsstýrismaðurin
sjálvur var ikki við á fund-
inum.
– Einki nýtt kom fram á tí
stutta fundinum, sigur Petur
Alberg, aðalstjóri í fíggj-
armálaráðnum. Hann sigur,
at landsstýrismaðurin langt
síðan hevur gjørt greitt, at
hann ikki fór at góðkenna
sáttmálan.
– SEV fekk munnliga at
vita á fundi tann 28. mars
frá landsstýrismanninum,
at hann ikki fór at góð-
kenna sáttmálan, tí lønar-
vøksturin var ov høgur,
sigur Petur Alberg. Tó fekk
SEV ikki skrivliga fráboð-
an um hetta fyrr enn hós-
dagin í hesi vikuni.
Síðani varð nevndin í
Maskinmeistarafelagnum
boðsend á fund við SEV
klokkan
níggju.
Hesin
fundurin endaði stutt fyri
klokkan tíggju, tá umboðs-
ráðið hjá SEV hevði fund.
SEV og Maskinmeistar-
arnir samdust um nýggjan
fund klokkan 14 seinna-
partin fríggjadagin.
– Vit fara á fundin fyri at
lurta eftir, hvat SEV hevur
at siga okkum, sigur Jógvan
Nybo undan fundinum.
Onga viðmerking
Annars høvdu høvuðsper-
sónarnir ikki nakrar við-
merkingar
til
støðuna
fríggjamorgunin. Poul Arni
Jacobsen, stýrisformaður í
SEV, boðaði frá, at hann
ongar viðmerkingar hevði
til nakran av fjølmiðlunum.
– Vit hava avtalað nýggj-
an fund klokkan 14, er tað
einasta, eg vil siga, segði
Jógvan Nybo, formaður í
Maskinmeistarafelagnum.
Hann legði tó afturat, at
nýggjar sáttmálasamráð-
ingar als ikki vóru á skránni
á fundinum fríggjadagin.
Talan er tí enn ikki um, at
SEV og Maskinmeistar-
arnir fara undir nýggjar
samráðingar, hóast núver-
andi sáttmáli ikki verður
góðkendur.Teir 45 maskin-
meistararnir, sum starvast
hjá SEV, hava longu fingið
løn tvær ferðir eftir nýggja
sáttmálanum.
Sáttmálin
var
annars
galdandi í tvey ár frá 1.
mars at rokna. Lønirnar hjá
maskinmeistarunum skuldu
hækka 4,3% 1. mars 2003
og 4,3% 1. mars 2004.
Eftirlønargjøldini skuldu
hækka 1% svarandi til
0,8% í virði tann 1. mars í
ár og tað sama aftur kom-
andi ár. Nú er óvist, hvussu
verður við hesum sáttmál-
anum.
Tá arbeiðarafeløg-
ini boðaðu frá sín-
um lønarkrøvum,
gjørdu tey greitt, at
sáttmálin millum
SEV og Maskin-
meistarafelagið,
hevði lagt støðið
fyri teirra krøvum
SÁTTMÁLATRÆTA
Stefan í Skorini
Tað er øllum greitt, at
sáttmálin, sum SEV og
maskinmeistararnir und-
irskrivaðu í mars, hevur
stóran týdning á nógvum
øðrum økjum í samfelag-
num.
Hann hevur eitt nú lagt
støðið undir lønarkrøv-
unum hjá arbeiðarafeløg-
unum, sum nú eru í verk-
falli. Hetta er orsøkin til,
at Karsten Hansen ikki
vildi góðkenna sáttmál-
an, tí hann óttaðist fyri
ovurstórum lønarhækk-
ingum í øðrum sáttmála-
samráðingum.
Tí er spurningurin nú,
um arbeiðarafeløgini fara
at slaka í sínum lønar-
krøvum, um maskin-
meistararnir fara góðtaka
eina lægri lønarhækkan
enn upprunaliga avtalað.
– Hatta fái eg ikki gjørt
viðmerkingar til, tí enn er
einki ítøkiligt hent á tí
økinum. Vanligt er at tá
ein sáttmáli er undir-
skrivaður, so verður ar-
beitt út frá honum, sigur
Ingeborg Winther, for-
kvinna í Føroya Arbeið-
arafelag.
Hon hevur áður sagt og
endurtekur enn einaferð,
at støðið bleiv lagt við
sáttmálanum
millum
SEV og Maskinmeist-
arafelagið.
Maskinmeistararnir
í lyklastøðu
Tí kunnu maskinmeist-
ararnir nú koma í eina
lyklastøðu viðvíkjandi
sáttmálasamráðingunum
á privata arbeiðsmarkn-
aðinum.
Um teir góðtaka eina
lægri lønarhækkan, enn
sáttmálin, sum var gald-
andi frá 1. mars, sigur,
kann tað geva semings-
monnunum grundarlag
fyri at kalla partarnar
innaftur til samráðingar.
Sáttmálin hjá maskinmeistarunum:
Støðið bleiv
lagt
Formaður í Maskinmeist-
arafelagnum Jógvan Nybo,
her á veg á fund við SEV,
er veruliga komin í
andglettin seinastu
dagarnar, nú sáttmáli hjá
felagnum við SEV ikki
verður góðkendur av
Karsten Hansen,
samstundis sum Ingeborg
Winther vísir til henda
sáttmála, tá hon
grundgevur fyri sínum
lønarkrøvum
Mynd: Jens Kr. Vang
Jógvan Nybo avgjørdur:
Fara ikki aftur til
gamla sáttmálan
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, og Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum taka í
hondina á hvørjum øðrum eftir fundin fríggjamorgunin. Allir vóru teir tættir sum tunnan og
søgdu "onga viðmerking", tá spurt var um, hvat farið varð fram á fundinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum sita á fundi við stýrið í SEV fríggjamorgunin
Mynd: Jens Kr. Vang