Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2003 9 Vágakórið fer seinnapartini dag at hava konsert á Giljanesi. Eisini verður klavertónleikur partur av skránni KONSERT Vágar: Vágakórið fer at enda vetrarskránna við eini konsert í auluni í skúlanum á Giljanesi. Konsertin verð- ur hildin í dag klokkan 16.00. Klaverleikarin Martin Pollard fer eisini at luttaka á konsertini. Vágakórið hevur bæði føroyskar vársangir, sum flestu kenna, og eisini okk- urt operettulag á skránni. Lættar dansir hjá Schubert, sum avgjørt ikki eru keði- ligir at lurta eftir. Kórið hevur í vetur og vár havt fleiri framførslur, har summar hava verið saman við Vestmanna Sangkóri. Eitt nú, tá Vága- tunnilin lat upp fyri jól, og eisini tvær konsertir við tónleiki hjá m.ø. Mozart á páskum. Umframt varð eis- ini sungið í kirkjum í Vág- um í adventini og um jólini. Tað er bretin Steve Foggin, sum stjórnar Vágakórinum. Eisini ein annar »før- oyskur« breti verður við á konsertini á Giljanesi í dag. Tað er musikskúlaleiðarin í Vágum, Martin Pollard, sum fer at spæla klaver. Martin Pollard hevur fyri stuttum verið á konsertferð í Australia, og hann fer á konsertini á Giljanesi at framføra verk, hann spældi á konsertferðini »down under«. ej Toll- og Skattstovan arbeiðir við at finna fram til eina felags vaktarskipan fyri Tolleftirlitini í Havn og í Vágum. Fasta sambandið um Vestmannasund ger tað møguligt at brúka tollararnar í vaktar- skipan í báðum støð- um, sigur leiðslan á Toll- og Skattstovuni TOLLEFTIRLIT Edvard Joensen Vágar: Tollararnir í Havn og í Vágum skulu eftir ætlan ganga í felags vaktar- skipan. Fasta sambandið um Vestmannasund ger tað møguligt at fáa væl tættari samstarv enn higartil, sigur stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya. Óli Heinesen, stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya, sigur, at arbeitt verður við at samskipa tolleftirlitini í Havn og á flogvøllinum, soleiðis at tollararnir í størri mun kunnu vera til arbeiðis á báðum stðøum. Talan er um vaktarskip- anir bæði í Havn og á flog- vøllinum, og ætlanin hjá Toll- og Skattsovuni gong- ur út uppá, at fá tollararnar at ganga inn í vaktirnar hjá hvørjum ørðum, sigur hann. Hann nevnir sum dømi, at eitt nú tollarin, sum hevur vakt í Vágum, kann fara til Havnar til abeiðis, tá Norrøna kemur tíðliga á morgni, og kortini vera aftur á flogvøllinum, tá flogførini koma og fara. Umvent ber so eisini til, at vakthavandi í Havn í størri mun verður til areiðis á flogvøllinum og soleiðis kann styrkja tolleftirlitið har. – Avstandurin er jú eingin í dag, nú fast sam- band er undir Vestmanna- sundi, so tað hindrar ikki at koyra ímillum, staðfestir stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya. Han vísir á, at neyðugt er við alt strangari eftirliti, sum støðan er í dag. Tí ikki er ókent, at eisini harðari narkotist evni verða flutt hendanveg. Og Tolleftilritið tekur slíkt í álvara og vil styrkja eftirlitið í allar- størsta mun, sigur Óli Heinesen. Hann sigur, at í dag eru fýra tollarar í starvi við Tolleftirlitið í Vágum. Men ein teirra fer úr starvi í næstum, og enn er ikki støða tikin til, um nýtt fólk skal setast, ella vaktarskip- anin skal leggjast so, at samskipanin við Havnina fer at røkja tað starvið eisini. – Men einki verður gjørt uttan í neyvum samstarvið við tey, sum arbeiða á Toll- efirlitinum, sigur Óli Heinesen. Samskipa Tolleftirlitið í Havn og Vágum Arbeitt verður við at leggja tollefirlitini í Havn og á flogvøllinum saman í eina felags vaktarskipan Kórkonsert í Vágum Bretin Steve Foggin stjórnar Vágakórinum Mynd: Edvad Joensen Páll á Reynatúgvu landsstýrismaður í almannamálum ein neyðug almenn útreiðsla? Tá samgongan fyri ein- um knøppum ári síðani fór til arbeiðis, var eitt av aðalmálunum at arbeiða fram móti einum sjálv- berandi búskapi. Í sam- gonguni var semja um, at allir landsstýrismenninir skuldu koma við upp- skotum um at tillaga samfelagið og harvið almennu útreiðslurnar til ein sjálvberandi búskap og tryggja, at fíggjarligi førleikin gagnaði so væl og rætt, sum gjørligt. Millum tær ætlanir um sparingar, ið eg sum landsstýrismaður í al- mannamálum legði fram fyri samgongufelagar mínar, var uppskot um at avtaka stuðulin úr lands- kassanum til uppihalds- peningin. Hetta hevði sambært metingum spart landskassanum einar 6 mió kr. um árið. Sambært løgtingslóg um stuðul til uppihalds- pening rindar landskass- in 50% av teirri upp- hædd, sum persóni er álagt at gjalda, og sum hann hevur goldið. Við øðrum orðum fáa tey, ið ikki longur liva saman við børnum og hjúna- felaga, helvtina av peng- unum, sum tey gjalda til uppihald, aftur frá land- inum. Fyri at gera hesa lóg meira ítøkiliga kunnu vit taka eitt dømi. Um talan er um barnapengar, er grundupphæddin til hvørt barnið í dag 811 kr. um mánaðin. Hesa mán- aðarligu upphædd skulu mammur og pápar, sum ikki búgva saman við barni sínum, gjalda til tað húsarhaldið, har barnið veksur upp. Eftir at tey gjaldsskyl- dugu hava fingið stuðul til uppihaldspening úr landskassanum, sita tey í dag við eini útreiðslu fyri hvørt barnið, sum er góðar 400 kr. um mánað- in. Tað er eftir mínum tykki eingin orsøk til, at allir landsins skattaborg- arar skulu gjalda fyri, at henda útreiðslan skal vera so lág. Eg eri væl vitandi um, at tað eisini eru fólk, ið gjalda hækkaðan barna- pening og konupening. Men hesar upphæddir verða ásettar í mun til samlaðu fíggjarstøðuna hjá gjaldsskylduga, sum sostatt eigur at megna hesa útreiðslu. Samgongan var samd um at taka undir við at avtaka landskassans stuðul til uppihaldspen- ing. Eisini í Trivnaðar- nevndini í Løgtinginum var breið semja: bæði samgongulimir og ting- limir Sambandsfloksins tóku undir við uppskot- inum. Kortini gjørdi eg av at taka uppskotið aftur undir 2. viðgerð í Løg- tinginum 2. mai. Tí tá vísti tað seg, at tann sem- jan, sum samgongan hevði gjørt, kortini ikki helt. Hetta var harmiligt, serliga tí at fólk síðani tá ikki tóktust vera áhugað í, hvat hetta lógarupp- skotið, sum samstundis var eitt ætlað stig fram móti einum sjálvberandi búskapi, snúði seg um. Tann breiða semjan, bæði í samgonguni og í Løgtingsins Trivnaðar- nevnd, sannførdi meg kortini um, at tað er rætt at leggja uppskotið fyri aftur á ólavssøku. Tá man fara at ganga betur at halda ta semju, ið vit gjørdu í samgonguni um uppihaldspeningin. VIÐMERKINGAR Stuðul úr landskassan- um til uppihaldspening C M Y K 9