leygardagur 10. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 89 - 10. mai 2003
Hvørja ferð landið liggur í verkfalli, kostar tað sam-
felagnum milliónir í mistari arbeiðsinntøku og mist-
um útflutningsvirði, eftirsum føroyska umdømið hjá
keyparum uttanlands versnar. Eitt verkfall er sera
álvarsamt, og eigur at verða nakað, ið hendir
undantaksvís. Hetta tykist ikki verða fremst í
huganum hjá sitandi landsstýrismanni í fíggjar-
málum, ið helst man hava met í medábyrgd av
verkføllum, ið eru nærum hvørja ferð samráðingar
eru á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.
Hetta er syrgiligt og bløðir skattgjaldarin fyri hetta
antin so ella so. Munnu spardu upphæddirnar hjá
Karsteni standa mát við mistu milliónirnar av tí, at
landið hevur ligið lamið so ofta? Neyvan.
Eitt er, at Karsten Hansen eftir øllum at døma dugir
illa at samráðast við fakfeløg á almenna arbeiðs-
marknaðinum, og ótaktiskt tosar um fólk, ið mala
millum húsini í Havn, men tað má sigast at verða eitt
avrik av teimum heilt stóru, at hann nú eisini megn-
aði at medvirka til eitt verkfall á privata arbeiðs-
marknaðinum.
Tað er einki minni enn ein brølari at koma sum ketta
burtur úr høvdatrog og nokta at góðkenna sáttmálan
hjá SEV langt aftaná, hann er undirskrivaður og
eisini aftaná, at maskinmeistarnir hjá SEV hava
fingið útgoldið løn eftir nýggja sáttmálanum. Um
Karsten Hansen gongur ørindi fyri Arbeiðs-
gevarafelagið skulu vit ikki siga, men sína vitj-
unartið kendi hann so ikki í hesum førinum.
Karsten Hansen hevði staðið seg best við at sitið
kúrrur, nú samráðingarnar vóru á privata arbeiðs-
marknaðinum, og latið partarnar samráðst í frið.
SEV málið átti at verið farið, tí Karsten Hansen var
ov seinur á sjóvarfallinum.
Tað eru altíð fleiri partar í einum verkfalli, men nú
hava vit so løgnu støðuna við einum verkfalli á
privata arbeiðsmarknaðinum, har landsstýrismaður-
in í fíggjarmálum eigur sín stóra part av skyldini. Nú
er bara at vóna, at landið ikki harafturat missir
streymin av framferðini hjá landstýrismanninum. So
hevur hann sligið allar rekordir í vánaligari
handfaring av málum, ið hava við arbeiðsmarknaðin
at gera. U-lands viðurskifti sum streymloysi av, at
ein landstýrismaður ikki dugir at avmarka seg til
tað, hann eigur at avmarka seg til, kunnu skatt-
gjaldarar snøgt sagt ikki liva við í einum fram-
komnum Norðureuropeiskum samfelag í 2003.
Karsten hevur vassað á bláman og hevur drigið
arbeiðsmarknaðin við sær. Nú mugu allar góðar
kreftir til, soleiðis at hann og arbeiðsmarknaðurin
koma uppá turt aftur skjótast gjørligt. Føroyska
samfelagið hevur ikki ráð til verkfall, óansæð hvør
hevur feilin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Karsten enn einaferð
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Martin Sømark
Bygdaráðslimur
Tað kom sera óvart á meg,
at vit í Hósvík koma at
standa einsamøll úti í kuld-
anum.
Altíð havi eg sum gamal
sambandsmaður hildi, at
tað sum er mest umráðandi
í útjaðaranum, er at standa
saman, tá ið tað kemur til
trivnað og tað fíggjarliga.
Heilt nógvir sambands-
menn í Hósvík stóðu saman
um at tey/teir ikki vildu
hava nakrar broytingar í
framtíðini. Hetta er ikki
óvanligt fyri sambands-
menn.
Tó skal sigast, at tað
finnast tvey sløg av sam-
bandsmonnum í dag. Hetta
er fólk ið vilja hava broyt-
ingar, onnur ikki.
Vit sum sita í bygdaráð-
num vita, at vit hava fingið
ábyrgdina av at reka og
menna bygdina fyri eitt
valskeið ísenn.
Bygdaráðið hevur tosað
nógv um, at tað er rætt at
royna at leggja saman
kommununar í Sundalag-
num. Her vóru vit ikki heilt
samd at byrja við. Hetta er
tó broytt nógv ta síðstu
tíðina, tí vit síggja at hetta
er neyðugt, fyri at vit ikki
skulu fáa alt ov nógva
umsiting
og
møguliga
fíggjarligar trupulleikar í
kommununi.
Eitt komandi bygdaráð
fær at síggja, hvussu trup-
ult tað verður at fáa end-
arnar at røkka saman, tá ið
Landsstýrið er liðugt at
leggja allar uppgávurnar út
á kommununar.
Hetta er nakað sum
Landstýrið arbeiðir nógv
við í løtuni.
Eg vóni, at vit í bygda-
ráðnum framvegis kunnu
arbeiða fyri einum møgu-
ligum barnagarði/vøggu-
stovu/frítíðarskúla í Hós-
vík.
Tey flestu sum búgva í
Hósvík, vilja hava ein ans-
ingarstovn, sum skjótast.
Hetta verður sjálvandi
ikki lætt, tí hesin fer at
kosta kommununi nógvan
pening.
Vit skulu tó klára at
gjalda byggingina.
Tað sum eg síggi fyri
mær er, at tað verður sera
trupult at reka henda stovn
og møguliga núverandi
dagrøkt, tí vit eru so fá fólk
í Hósvík til at fáa hetta at
bera til.
Vit skulu heldur ikki
gloyma, at vit hava í løtuni
ein barnaskúla, sum er ov
lítil í dag.
Skúlin má møguliga út-
byggjast longu komandi
valskeið.
At bara Hósvík segði nei,
tá ið atkvøðugreiðslan var
um
samanlegging,
má
koma sera óvart á nøkur/
nakrar nei-veljarar. Og sera
óvart á okkum, sum søgdu
ja.
Eitt er heilt greitt, at
Hósvík kemur ikki at hava
eitt skattaprosent á 17%
ella 17,5% í framtíðini við
at standa einsamøll.
Vit í bygdaráðnum gera
ikki meira við málið um
samanlegging við Sunda
kommunu á hesum sinni.
Vit mugu góðtaka at meiri-
lutin av Hósvíkingum ikki
vil
leggja
saman
við
kommunum
norðanfyri.
Tað fer bara at krevja nógv
meira av okkum, sum sita í
bygdaráðnum nú og teim-
um, sum til næsta valskeið
skulu yvirtaka.
Men fáa vit eina sterka
áheitan frá bygdafólkinum,
um at gera meira við málið,
so fara vit at umhugsa støð-
una.
Eg vil bara til síðst vóna,
at bæði ung sum gomul
framvegis fara at støðast í
Hósvík.
Hósvík í tvíningar
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Peter Sofus Eliasen
vanliga nevndur Dosi, Klaksvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk tit á Vistarheiminum, bæði starvsfólk
og búfólk, fyri, at tit vóru so góð við hann
og tóku tykkum so væl av honum.
Somuleiðis ein tøkk til tykkum
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann lá eina tíð.
Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest,
kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara.
Takk fyri blómur, kransar og gávur.
Stóra tøkk øll tit, sum hjálptu okkum so væl
á ymiskan hátt og annars øll tit mongu,
ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartan tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Peter Ove Eliasen
Tøkk
Hjartaliga verður takkað fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá ið kæra kona mín, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Nanna E. Olsen
Á Hellu,Toftum
andaðist varð jarðað pálmasunnudag.
Takk fyri blómur og kransar, heilsanir
og gávur til Heim fyri eldri á Toftum.
Takk øll á Vistarheiminum við Toftavatn fyri kærleika
og umsorgan, og Røktarheimið fyri umsorgan
og hjálp meðan hon lá sjúk.
Takk øll, ið vóru við til andaktina á Røktarheiminum,
tá steðgað var á við heimið á Hellu og kórsetingina.
Takk Martin R. Jacobsen og Poul Færø,
takk kirkjutænarar, sangarar, bilførari og gravari
og øll, sum vóru við til jarðarferðina.
Takk øll, ið stákaðust við ervinum
og øll, ið vóru saman við okkum har.
Hjartans tøkk øll somul.
Axel, Gunnar, Josefina og Poul Johan