leygardagur 10. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2003
11
- Hetta var ógvuliga
ringt at svølgja. Eg
gjørdist turrur niður í
hálsin, tá ið úrslitið
fyrilá og noyddist at
ásanna, at veljararnir
í Hósvíkar kommunu,
har eg eri formaður,
høvdu atkvøtt seg
uttanfyri saman-
leggingina, sigur
Jógvan Mørkøre,
bygdarráðsformaður
í Hósvík
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Eftir at Sosialurin hevði
frætt, at fólk í Hósvíkar
kommunu fara at taka stig
til at savna inn undirskriftir,
nú fólkaatkvøðan seinasta
týsdag atkvøddi Hósvíkar
kommunu, sum hina ein-
astu av teimum seks, uttan-
fyri samanleggingina í eina
stóra Sunda kommunu,
vendu vit okkum til bygd-
arráðsformannin, Jógvan
Mørkøre.
- Eg havi eisini frætt, at
hetta er í umbúna, sigur
hann.
Nýggj støða
Spurdur, hvønn týdning
hesar undirskriftir kunnu
fáa, um tær verða nóg
nógvar, sigur bygdarráðs-
formaðurin:
- Tað er sjálvandi ilt hjá
mær at siga beint nú, men
koma hesar undirskriftir
við áheitan um, at Hósvíkar
kommuna - hóast fólkaat-
kvøðuna - kortini vil verða
við í Sunda kommunu,
hava vit eina nýggja støðu.
Jógvan sigur, at verða
undirskriftir
savnaðar,
verða tær eisini handaðar
kommununi, og síðan verð-
ur eitt slíkt mál í fyrsta lagi
lagt fyri bygdarráðið.
Spurdur, um hann væntar
eina nýggja fólkaatkvøðu
millum fólkið í kommun-
uni, nú bert 10 atkvøður
vóru á muni millum nei-og
ja-atkvøðurnar,
og
ein
meiriluti av fólkinum í øll-
um hinum kommununum
avgjørdi at leggja saman,
sigur Jógvan, at tað væntar
hann ikki.
- Ein fólkaatkvøða, sum
hendan, er í fyrsta lagi veg-
leiðandi.
Hann vísir á, at av teim-
um umleið 180 veljarunum
í Hósvíkar kommunu, vóru
152 vóru á vali. 81 søgdu
nei og 71 ja.
- Í dag ljóðar, at ikki so fá
av teimum, sum atkvøddu
nei, angra og vísa á, at tey
ikki væntaðu, at allar hinar
kommunurnar
fóru
at
ganga saman. Nú veruleik-
in er á borðinum, har Hós-
víkar kommuna er hin ein-
asta av teimum seks, sum
stendur uttanfyri, er ikki
óvist, at tey 10 fleiri, sum
vóru ímóti, nú høvdu verið
fyri - og kanska uppaftur
fleiri enn hesi.
Jógvan sigur, at komm-
unulógin forðar ikki fyri, at
Hósvíkar kommuna fer
uppí Sunda kommunu, men
í løtuni er ilt at siga, hvussu
hetta málið fer at taka seg
út.
- Tá ið málið um saman-
legging av álvara gjørdist
aktuelt, samtykti bygdar-
ráðið í Hósvík einmælt ein
samráðingarleist,
sum
skuldi nýtast, um meirilutin
av veljarunum í bygdini
tóku undir við at leggja
saman við hinum kommun-
unum.
Óheppin støða
Bygdarráðsformaðurin
undrast yvir, at fólk í Hós-
vík halda seg hava fingið
ov fáa upplýsingar um
ætlaðu samanleggingina.
- Fram um fólkið í hinum
kommununum, fingu øll
húski í Hósvík borið á
dyrnar skrivliga uppleggið,
sum lá til grunds fyri sam-
anleggingini. Í uppleggin-
um er greitt frá, hvussu
sameiningarbólkurin, sum
hevði umboðan úr øllum
kommununum,
ímyndar
sær, at økið í Sundalagnum
fer at síggja út eftir saman-
leggingina.
Jógvan heldur, at kanska
var orsøkin til úrslitið hon,
at fólk fingu ov »nógv« av
vita í senn og tískil ikki
dugdu at yvirskoða, hvussu
ætlanin var at fara fram
eftir fólkaatkvøðuna.
- Nústaðni fara samráð-
ingarnar millum kommun-
urnar, sum avgjørdu at
leggja saman, at byrja, og
her er Hósvíkar kommuna
ikki við, nú ein meiriluti av
íbúgvunum avgjørdu at
standa uttanfyri.
Hann heldur, at hetta er
ein ógvuliga óheppin støða.
- Eg haldi, at tað er ógvu-
liga umráðandi hjá eini
kommunu at verða við í
byrjanini av hesum arbeiði,
tí tað er tá, at sett verður út
í kortið.
Ringt at svølgja
Spurdur, hvussu kvøldið
var, tá ið úrslitið fyrilá,
hevur Jógvan ilt við at seta
orð á tær kenslur, ið bylgd-
ust í hansara brósti:
- Vit, sum umboða kom-
munurnar, vóru samlaðir, tá
ið úrslitini komu. Eg gledd-
ist vegna hinar kommun-
urnar, sum søgdu ja til sam-
anlegging, men noyddist at
ásanna, at ein meiriluti av
veljarunum
í
Hósvíkar
kommunu, har eg eri for-
maður, høvdu atkvøtt seg
uttanfyri samanleggingina.
Hetta var ógvuliga ringt at
svølgja, og eg gjørdist
turrur niður í hálsin. Vón-
brotið var stórt, sigur
Jógvan Mørkøre, bygdar-
ráðsformaður í Hósvík,
sum hevur verið ein týð-
andi partur av ímyndini av
samstarvinum
millum
kommunurnar í Sundalagn-
um.
Eftir at úrslitið fyrilá,
segði hann í samrøðu við
útvarpið, at kundi hann lagt
frá sær sum bygdarráðs-
formaður, hevði hann tikið
avleiðingarnar av, at »aftur-
haldið hevði sigrað«, sum
hann tók til.
- Men tað er ikki rættiliga
tað sama í kommunalpolit-
ikki, sum í landspolitikki,
har tann, ið er fyri slíkum
ósigri, kann leggja frá sær.
Jógvan er tó avgjørdur
um, at hann verður ikki sit-
andi sum formaður í Hós-
víkar kommunu uttanfyri
Sunda kommunu, tá ið
kommunuval verður aftur.
- Tá kunnu tey taka um
stýrisvølin, sum halda tað
vera betur fyri Hósvíkar
kommunu, at hon stendur
einsamøll
millum
tvær
stórar kommunur, Tórs-
havnar kommunu og Sunda
kommunu.
Umhugsar støðuna
Í samrøðu við Sosialin,
sigur hann, at soleiðis, sum
dagarnir eru gingnir síðan
fólkaatkvøðuna, er støðan
broytt alla tíðina - ja,
næstan frá tíma til tíma.
- Nógv fólk hava heitt á
meg um at halda fram og
framhaldandi stríðast fyri,
at
Hósvíkar
kommuna
verður við í Sunda komm-
unu.
Jógvan sigur, at hann fer
at umhugsa sína støðu í
framhaldandi kommunal-
politikki, um tíðin, sum
kemur, greitt visir, at
íbúgvarnir í Hósvík vilja
hava hann at halda fram og
fara at stuðla uppundir, at
kommunan
kortini
vil
verða ein partur av Sunda
kommunu.
- Eg vil ofra meg í fýra ár
aftrat eftir komandi komm-
unuval, um fólkið ynskir
tað og stuðlar mær. Men
stilli eg uppaftur, verður tað
ikki bara sum hósvíkingur,
men umboðandi alt økið,
sum er fevnt av Sunda
kommunu.
Jógvan ivast onga løtu í,
at tað bara er ein spurn-
ingur um tíð, nær Hósvíkar
kommuna eisini er við í
Sunda kommunu.
Útjaðarin
Hann heldur ikki, at óttin -
ella afturhaldið - um, at
Hósvíkar kommuna hevði
mist nakað, um kommunan
var við í Sunda kommunu,
er serliga væl grundaður, tí
kommunan liggur væl fyri,
og er nærmasta bygdin til
høvuðsstaðarøkið.
- Eg haldi tað hinvegin
vera ógvuliga umráðandi,
at vit her í Hósvík eisini
hugsa um útjaðararnar í
Sunda kommunu, eitt nú
Gjógv, Tjørnuvík og Sak-
sun, tá ið vit einaferð verða
ein partur av hesi komm-
unu, sigur Jógvan Mørkøre,
bygdarráðsformaður
í
Hósvík, at enda.
Fara at savna undirskriftir
til frama fyri samanlegging
- Eg vil ofra meg í fýra ár aftrat eftir komandi kommunuval, um fólkið ynskir tað og stuðlar mær.
Men stilli eg uppaftur, verður tað ikki bara sum hósvíkingur, men umboðandi alt økið, sum er
fevnt av Sunda kommunu, sigur Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík
Mynd: Jens Chr. Vang
C
M
Y
K
11