leygardagur 10. mai 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 89 - 10. mai 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
10. mai. Gordianus, deyður í umleið 362. Heiðin rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og varð hálshøgdur.
11. mai. Mamertus, deyður í 475. Biskupur í Suðurfraklandi; tikin av døgum.
12. mai. Pancratius, deyður í umleið 300. 13 ára gamal drongur, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
So fór hann um sýnina, um tað liðið, ið bert gongur
tann eina vegin. Tú var alt ov ungur at fara. Hvussu
long lívsleið er einum tillutað, vita vit ikki. Orðini,
sum prestur segði, eru røtt. Tað er ikki spurningurin
um longdina av lívinum, men innihaldið, tað, ið ein
fremur. Lívið er ein Guds gáva, eitt lán, sum vit sjálv,
hvør á sín hátt, eiga at varða um. Lívsleiðin er ymisk,
hjá nøkrum røkkur hon til ellisár, og hjá øðrum er hon
stutt.
Soleiðis var hjá vini mínum Bjarta. Bert 40 ár, so var
hansara skeið runnið. Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Bjarti var sjúkur í nógv ár, men eftir skurðviðgerð
vóru vónirnar góðar. Men so bleiv ikki, sum áður sagt,
tað eru ikki tey nógvu árini, men hvussu ein ger brúk
av tíðini, einum er tillutað.
Bjarti arbeiddi hjá R. B. Thomsen í nógv ár. Ein
álitismaður, har vísti hann í verki sína dygd. Meðan
hann var virkin gjørdi Bjarti eitt stórt felagsarbeiði,
ikki í fremstu røð, men aftanfyri, har ikki altíð er so
lætt. Men áhugin drívur verkið. Bæði Róðrarfelagið og
TB vóru hansara, men sjálvandi stóð TB honum næst.
Har var hann altíð tøkur til hjálpar, ikki har sum
gullkrónurnar vóru, men har sum grundarlagið fyri
heiðursmerkini var lagt. At tað er brúk fyri slíkum
monnum, er sjón fyri søgn. Tey, sum uttan at standa í
fremstu røð, gera eitt megnar felags arbeiði. Bjarti
gjørdi tað.
Men sjúkan nívdi, og dagarnir gjørdust tyngri. Men
tað, sum lætti um var, at hann og Sonny funnu saman,
giftust og fingu nøkur góð ár saman. Sonny var tann
stjørnan, ið lýsti, tá ið myrkast var. Hon var um hann
og gjørdi lívið lættari.
Tað var ikki longdin, men innihaldið, og tú gav
meira enn tú hugsaði um. Vit fara at minnast teg fyri
tað tú var. Fyrst av øllum var tú tvøramaður.
Heimbygdin stóð tær næst, tú gav títt til menning og
styrki, har tað stóð á. Tað er tungt at skiljast, men
veruleikin er tann, at við føðingini er deyðin knýttur.
Hetta var tær greitt, tí tú úr barnaheimi tínum, frá
mammu og pápa, tey høvdu lagt tær hetta á hjarta. Tey
vístu tær, hvønn tú skuldi seta títt álit á. Hann, sum
øllum ræður.
Tú lærdi títt Faðirvár
Lít tú bert á títt Faðirvár
lat teg ei fet frá tí víkjast
Himmal og jørð í smildur gár
aldrin tó Faðirvár strikast
Hetta lívsgrundarlag fekk tú sum barlast úr barna-
heiminum.
Góði vinur, nú hevur tú fingið hvíld og frið. Tíðin vil
lætta um sorgina og saknin, ongantíð verður gloymt
tað, sum hendi á lívsferðini.
Tvørasangurin varð sungin á gravarbakka, ikki so
løgið, heimbygdin og fólkið her var títt alt og eitt.
Seinasta heilsanin var ein viðurkenning av tí, tú stóðst
fyri.
Tí urtin trívist best
har rótin rann
At tú vart virdur, vísti tað stóra fylgið, har eisini
umboð og vinir frá fleiri ítróttarfeløgum vóru hjá-
staddir. Tað vísti, at vinabond røkka longur enn til bara
kapping.
Tú leiðari góður ábyrgd hevði
trygdin á ítróttarferð á teg legði
ferðingar góðar gott var lagið
TB kom heim sigurskvæði
kappróður ikki gloymdi tú
neystið var samlingsstaðið
Tvøroyri á odda trygga havn
bygdin vakra lá fyri stavn
tú gjørdi títt besta at inna
málið var á odda at vinna
tú var ein sum við orði stóð
tað er leiðin ið haldast má góð
nú rísur sól fjøllini grønkast verja borg
stoltleiki teirra doyvir tunga sorg
várið boðar at tað blómar og grør
hvíl tryggur við Tvøroyrar fjørð
Sverre
Bjarta Mortensen
Tvøroyri
til minningar
f. 18.08.1962
d. 23.03.2003
Føðingar
25. apríl fingu Gunnvør á Norði, Miðvági, og Jóhan
P. Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 3700 gr.
28. apríl fingu Annbritt Brynjolvsdóttir, Hoyvík, og
Jan Thomsen, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm
langur og vigaði 3400 gr.
29. apríl fingu Anelia og Justin Philbrow, Toftum,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3450 gr.
1. mai fingu Lis og Jógvan Absalonsen, Vági, ein
son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3800 gr.
2. mai fingu Jacobina Thomsen og Páll Magnar
Kjærbæk, Sumba, ein son. Hann var 58 cm langur og
vigaði 4350 gr.
2. mai fingu Sigrun Davidsen og Hákun Steingríms-
son, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3350 gr.
3. mai fingu Ioana og Daniel Rapa, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3750 gr.
3. mai fingu Linda Kjærbæk, Hvítanes, og Ólavur
Hansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 3900 gr.
4. mai fingu Mirjam og Kári Vitalis, Klaksvík, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr.
5. mai fingu Sóley Einarsson, Lamba, og Jóhan á
Lava Sundskarð, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 3450 gr.
6. mai fingu Eyðbritt Højgaard og Rúni Petersen,
Saltangará, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4100 gr.
7. mai fingu Beinta Rubeksen og Uni Wardum,
Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3350 gr.
7. mai fingu Fía Ellingsgaard og Jóhan Fossdalsá,
Nesi, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3750
gr.
8. mai fingu Sonja og Finn Steinhólm, Toftum, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr.
8. mai fingu Maria Svabo Hansen og Kári Hansen,
Argjum, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
4500 gr.
9. mai fingu Marian á Borg og Bogi Midjord, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 2950 gr.
Andlát
30. apríl
Ansa Djurhuus, Tórshavn, ættað av Stykkinum, 89 ár.
Ísak Matras, ættaður av Norðoyri, 73 ár
1. mai
Pól Justinussen, í Klaksvík, ættaður úr Svínoy, 84 ár
2. mai
Louisa Williamsdóttir, Oyrabakki, 73 ár
3. mai
Helvin Randrup, Hvalba, búsitandi í Havn, 38 ár
4. mai
Mina Poulsen, Viðareiði, bús. í Roskilde, 87 ár
Hjalmar Ludvig, Fámjin, 96 ár
6. mai
Hanus Højsted, Svínáir, 57 ár
7. mai
Gunhild Rasmussen, Sandav., 90 ár
Okkar allarbesta
er nú farin á sína "siesta"
Hon er farin til tað heilaga stað
og er uttan iva glað
Her hjá okkum er tað tømt
tí tú hevur okkum aldrin forsømt
Frá tínum kærleika vit kunnu læra
og minnast alt tað kæra
Hóast tú vart sjúk í mong ár
lekti tú altíð okkara sár
Líkamikið hvat tað var
hevði tú altíð eitt svar
Tú vart altíð so erlig
og fyri okkum heilt serlig
Altíð var ein hjálpandi hond
bæði í fjar og í nánd
Góða elskaða omma, tú helt altíð á
hóast tær sorgir tú mátti sjá
Sum einsamøll móðir
tú passaði tínar slóðir
Upp til tín vit hyggja
hvat so í lívinum vit byggja
Tú ert ein góð fyrimynd
sum rakk mangan tind
Tað er so stórur saknur í tær
hjá okkum sum stóðu tær so nær
Vit mugu royna at verða glað
tí vit vita at tú er komin eitt gott
stað
Hvíl í friði góða omma
Gunnleyg
Minningarorð um Annie ommu