leygardagur 10. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um beiggja mín
Bjarta Mortensen
føddur 18.08.1962
deyður 23.03.2003
Tá telefonin ringdi tíðliga sunnudagin 23. mars,
visti eg beinanvegin hví. Tað var pabba, ið segði at
Bjarti var farin. Eg hevði sitið leygardagin seinna-
partin og um kvøldið hjá honum. Hann svav fyri
tað mesta, og eg sá tá, at hann hevði stutt eftir.
Bjarti var føddur og vaks upp á Tvøroyri. Undir
Heygnum, fjálgaður av mammu, meðan pabba var
á sjónum mest sum alt árið. Hetta var okkara lítla
verð og vit høvdu tað gott saman. Tað vóru 5 ár
ímillum okkum báðar, so vit høvdu hvør sín
gerandisdag uttan fyri heimið, men í heiminum
vóru vit beiggjar og stóðu lið um lið.
Meðan eg fór til Havnar og síðani til Keyp-
mannahavnar í lestrarørindum, varð Bjarti eftir á
Tvøroyri. Hann vildi heldur vera har og arbeiða
har. Hann fekk fast arbeiði hjá R. B. Thomsen, og
treivst hann væl í hesum arbeiði. Hann elskaði
heimbygdina. TB var hansara hjartabarn og knýtti
hann nógv vinabond hendan vegin. Eitt annað
áhugamál var jørðin og seyðurin á Hamri í Froðba,
har mamma er ættað. Hetta var hansara: Eitt gott
arbeiðspláss og so ítrivini á Tvøroyri.
Tá hann so møtti Sonny, var hann sera eydnu-
samur. Alt sá gott út. Men sum snarljós frá klárum
himli fekk hann sjáldsama sjúku. Hetta setti sín
dám á hansara gerandisdag. Hann mátti fara úr ar-
beiði sínum og frítíðarítrivið, seyðin, fekk hann
ikki verið við í. Men ongantíð misti hann mótið
ella lívsviljan. Hóast inn og út av sjúkrahúsi bæði í
Føroyum og Danmark, var hann altíð positivur og
glaður. Hann hevði alla tíðina vónina um at gerast
frískur aftur.
Tað seinasta árið bíðaði hann so eftir einum
lunga. Í hesum tíðarskeiði vóru eg og Bára og
vitjaðu hann í Keypmannahavn, meðan Sonny var
heima. Hetta var ein sera góð tíð, har eg lærdi
Bjarti at kenna á ein øðrvísi hátt. At vera saman
við Bjarti hetta tíðarskeiðið hevur fingið ein at
steðga á og venda eyguni móti øðrum her í lívinum
enn bert henda jagstran eftir verðini.
So hendi tað gleðiliga undrið, at Bjarti fekk nýtt
lunga. Alt gekk væl. Hann og Sonny komu heim til
jóla og øll gleddust um hetta. Men aftur rakti
lagnan Bjarta. Og bert tríggjar mánaðir seinni and-
aðist Bjarti bert 40 ára gamal.
Góða Sonny, túsund takk fyri tað tú hevur verið
fyri Bjarta. Tín vilji og styrki og ikki minst lætta
lyndi hevur hjálpt okkum øllum. Harrin styrki teg
í sorgini og vælsigni teg í framtíðini.
Góðu mamma og pabba. Takk fyri alt tit hava
verið fyri Bjarta og meg. Og Harrin styrki tykkum.
»Bert er bróðurleyst bak« verður sagt. Og tað má
ein sanna, tá ein hevur mist sín einasta bróður.
Við hesum lýsi eg frið yvir kæra bróður mín
Bjarta Mortensen.
Bogi
30. apríl andaðist Ansa
Djurhuus,
fyrrverandi
fyristøðukvinna á hvíld-
arheiminum Naina, 89
ára gomul. Ansa var fødd
á Stykkinum 13. juni
1913. Tey vóru átta systk-
in í barnaflokkinum hjá
Elisabeth
og
Ludvig
Christiansen, fimm brøð-
ur og tríggjar systrar.
Ansa giftist við Johan
Djurhuus úr Porkeri. Tá
hann doyði í 1992, seldi
Ansa húsini í Varðabú í
Havn, og flutti í varda
íbúð uppi við Lágargarð;
tá hon ikki var før fyri at
halda hús longur, kom
hon á Lágargarð.
Í 1933 fór Ansa í læru
sum sjúkrasystir á Dronn-
ing Alexandrines Hospi-
tal. Í 1936 fór hon niður,
og starvaðist sum sjúkra-
systir í Keypmannahavn.
Heim aftur komin eftir
kríggið búsettust tey í
Havn. Tá Christian Holm
Jacobsen, útgerðarmaður,
í 1947 bygdi nýggjan
trolara í Onglandi, hevði
Johan eftirlit við bygg-
ingingini, og varð síðan
maskinmeistari við trol-
aranum "Nólsoyar Páll".
Í 1958 varð Johan settur í
starv sum eftirlitsmaður á
Statens Skibstilsyn.
Ansa tók við sum fyri-
støðukvinna á hvíldar-
heiminum NAINA í 1965
og var í hesum starvi, til
hon legði frá sær fyri
aldur í 1983. Ansa hevði
góð evni sum fyriskipari,
og tey árini hon var fyri-
støðukvinna, varð hvíld-
arheimið munandi víðkað
og nútímansgjørt.
jl
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 12. mai 2003
hava Lív og Dánial á Dul
Jacobsen silvurbrúdleyp.
Tey eru bæði uppvaksin í
miðbýnum í Havn.
Lív er dóttir Annu Sofíu
og Andreas Jacobsen (í
Køkubúðini), og Dánial er
sonur Katrin á Dul og Arna
Jacobsen. Av foreldrunum
hjá teimum, verður tað bert
Annufía, sum kemur at
uppliva henda dag.
Lív og Dánial eiga børn-
ini Arna og Ann Gvøðny.
Ann Gvøðny er gift við Jo-
hannes Ólavsson, sum er úr
Vestmanna.
Í heiminum hjá Lív og
Dánial búgva eisini tríggjar
fittar systrar. Tær eita Iris 8
ár, Sarah 6 ár og Anja 5 ár.
Lív er útbúgvin sum
tannklinikassistentur, men
hevur tey seinastu árini ar-
beitt sum dagrøktari, og
Dánial arbeiðir á Føroya
Sjómannsskúla.
Tey eru sera virkin í
andaligum arbeiði, og eru
fyristøðufólk
í
hvítu-
sunnusamkomuni í Evan-
geliihúsinum í Havn.
Silvurbrúdleypsdagin 12.
mai, verður opið hús í
Heygskróki.
Dýrabiðidag 16. mai,
verður
silvurbrúdleyps-
veitsla og vælsignilsi.
Henda dagin ætla tey at
halda soleiðis:
kl. 15.00 vælsignilsi í
Evangeliihúsinum
- 16.30 veitsla fyri inn-
bodnum børnum á Hotel
Hafnia
- 19.00 veitsla hjá inn-
bodnum á Hotel Føroyum
Vit ynskja teimum hjarta-
liga tillukku og Harrans
signing
silvurbrúdleyps-
dagin og framyvir.
Systkini
Rasmus Nygaard
seinasta starvsdag
1. mai fór Rasmus Nygaard
í Havn frá sum vindeyga-
vaskari. Rasmus er 67 ára
gamal. Hann er føddur á
Fyn, tætt við Odense, men
hevur búð í Føroyum síðan
1959. Fyrsta árið arbeiddi
hann hjá byggimeistaranun
Petur Michelsen í Havn.
Síðan arbeiddi hann á
minkagarðinum í Hoydøl-
um, har sum Skógrøkt
Landsins er í dag. Har
arbeiddi hann til 1971.
Síðan tá hevur Rasmus ar-
beitt sum vindeygavaskari.
Umframt at vaska vindeygu
hjá privatfólki, hevur hann
eisini vaska fyri stovnar,
sum t.d. Føroya Banka og
Føroya Tele, sum hann
hevur arbeitt hjá síðan
1980. Í sambandi við at
Rasmus var givin sum
vindeygavaskari, var ein
lítil móttøka á Føroya Tele
mikudagin 7. mai, har hann
eisini fekk onkra gávu.
Men Rasmus er ikki ar-
beiðsleysur,
hann
ger
sjálvur
prýðislutir
og
umvælir prýðislutir fyri
fólk. Hann er giftur við
Aase, f. Andersen, úr
Randers og tey eiga sonin
Otniel, sum býr á Tvøroyri.
Aase og Rasmus eru bæði
Jehova Vitni.
Ansa Djurhuus
13. juni 1913 – 30. apríl 2003
Brúdleyp
Í dag, 10. mai, giftast í prestagarðinum í Fuglafirði
Marjun Dahl, Oyri, og Jan Erik Jacobsen,
Fuglafirði. Opið hús verður í heiminum frá kl.
10.00 til kl. 16.00.
Í dag, 10. mai, giftast Heidi Sørensen, Hvannasund,
og Bogi Olsen, Klaksvík.
Brúdleypsadr.: Helnabrekka 21, Klaksvík.
C
M
Y
K
13