Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K Nr. 89 • leygardagur • 10. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Grønt fyri allar pengarnar Charlotte Højberg í Húsavík er farin undir at dyrka vistfrøðiligt grønmeti í stórum nøgdum. – Grønmeti í Føroyum er alt ov dýrt, og tað ætli eg mær at kappast við, sigur Charlotte, sum ikki er í iva í, at grønmeti fer at vaksa uttan trupulleikar í Føroyum Lesið síðu 4 & 5 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Dalur, Sandoy: Fyrsti íbúgvin, ið bjóðar okkum vælkomin til Dals, er ein illur gásasteggi, sum blakar seg upp ímóti síðuni av bilinum. Á trappuni í einum brúnum húsum situr Vilhelmina saman við manninum Hilmar, og veittr- ar til okkara. – Her er gás í hvørjum húsi, sigur hon. – Og handan steggjan átti grannin. Vit fara innar í køkin. Døgurð- in er júst ruddaður av, og vit sessast kring tað runda trækøks- borðið. Hetta fellur ikki hvørjum barni í Føroyum í lut. At sita í køkinum og práta við Likku- likkuleia-ommuna, sum er at síggja á sjónvarpsskíggjanum hvørt fríggjakvøld saman við Beiggja og Systi. Av tilvild – Í veruleikanum var tað av til- vild, at eg kom at vera við í Likkulikkuleiu. Nøkur norsk fólk vóru í Føroyum, sum ferðaðust runt við eini barnaskrá við skjaldrum. Tey komu frá Riks- teatret haldi eg. Jan Kløvstad var stjóri Norðurlandahúsinum tá, og hann spurdi meg so um eg vildi verða við fyri at samanbera, og fyri at vita, um vit høvdu nakað sum líktist í Føroyum, greiðir Vilhelmina frá. – Eg fór so við, og vit høvdu eina framførslu í Kommunuskúl- anum í Havn fyri næmingum og lærarum. Steinbjørn B. Jacobsen, lærari har, kom síðani til mín aftaná, og segði, hvussu væl honum hevði dámt framførsluna. Seinni bar so á, at Vár B. Jacobsen (dóttir Steinbjørn B. Jacobsen, red.) og Páll Danielsen skuldu gera barnasendingar, og tey vildu hava okkurt gamalt føroyskt við. Og tá var tað, at Steinbjørn hevði skotið upp, at Vilhelmina skuldi koma við at syngja skjaldur. Omman hjá øllum Vilhelmina Larsen í Dali er Likkulikkuleia-omman. Hvørt fríggjakvøld er hon í luftini saman við Beiggja og Systi, og saman gera tey Leski Likkuleiu. – Eg haldi, at tað er stuttligt at vera omman hjá øllum í Føroyum. Mær dámar væl at gera sjónvarp, og eg haldi, at tað er ógvuliga stuttligt at spæla, sigur Vilhelmina Larsen Garðurin hevur mín stóra áhuga, sigur Likkulikkuleia omman, sum hevur verið við til at fáa skjaldrini inn aftur í føroyska mentan ígjøgnum barnasendingar hjá Vár B. Jacobsen og Páll Danielsen Mynd: Jens Kr. Vang Framhald á næstu síðu 17