leygardagur 10. mai 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 89 -10. mai 2003
Teir gomlu egyptarnir høvdu
krokodilluna og kettuna. Indarar
hava kúnna. Og føroyingar hava
... bilin. Tann heilaga privatbilin.
Vit eiga fleiri persónbilar pr.
íbúgva enn flest onnur lond, og
vit hava helst færri kilometrar pr.
íbúgva at koyra teir á, enn flest
onnur lond. Næstan øll húski
eiga ein, og heilt nógv eiga tveir,
og øll "bedýra", at tey avgjørt
ikki kunnu liva hann fyriuttan.
Øll gjalda ein størri part av
mánaðarlønini til rentur og
avdrag, brennievni, vegskatt,
trygging og umvælingar enn tey
vilja viðganga, hóast tey vita, at
tey kundu tikið ein hýruvogn
minst eina ferð um vikuna alt
árið runt, og kortini ikki komið
upp í námind av somu upphædd-
ini.
Havnin er púra yvirsvomin av
teimum, bilkøirnar og ferðslu-
knútur liva væl upp til teir í stór-
um londum við milliónabýar-
ferðslu, og har verða allarhelst
søgd eins nógvar illbønir og klikt
líka ótolið við fingrunum niður á
rórið um morgunin klokkan
fimm minuttir yvir átta, sum alla
aðrastaðni í verðini.
Bilar skulu hava rætt at koma
runt allastaðni, ongin hevði verið
fegnari enn føroyingar, vóru allir
handlar drive-in. Parkering skal
vera loyvd allastaðni, framman
fyri trappur, uppi á gongubreyt-
um (serliga har gongubreytin
longu er í smalara lagi ella har
ein lyktapeli er), líkamikið um
tað ikki ber til hjá fótgangarum
og barnavognum at sleppa fram-
við. Parkeringsvørðurin er fólka-
fíggindi nr. 1.
Um veturin skulu vegirnir
sjálvandi ruddast fyri kava, salt-
ast og grúsast, tí bilarnir teir
mugu so sleppa fram! At kavin
so liggur sum smáar fjallaketur
uppi á gongubreytunum, tað
gerst ikki við. At tað eisini er
týdningarmiklari at salta vegir-
nar enn gongubreytirnar, tað
skilur ein og hvør, og at skúla-
børn skulu ganga eftir glerstoytt-
um gongubreytum klokkan átta
um morgunin við vanda fyri at
glíða út á vegin, tað má so bara
vera ein vandi, vit mugu liva við
í einum privatbilistsamfelagi.
Vit taka øll helst koyrikort, so
títt og knapt vit fylla 18, men at
kanska minst helvtin av okkum
ikki eru egnað til at koyra, er
ongin sum kannar. Tað at koyra
bil, krevur næstan ómenniskj-
ansliga konsentratión, tú skalt
ikki bara ansa eftir, at tín bilur
verður væl koyrdur, men eisini
ansa tær fyri øllum øðrum bilist-
um, súkklistum, fótgangarum,
hundum, kettum og smáfulgum,
vindi, avfalli og ljósviðurskift-
um, síðugøtum, sniðgøtum,
rundkoyringum, vegkrossum,
gonguteigum og alskyns skelt-
um. Sum var hetta ikki nóg
mikið, so skalt tú eisini ansa
eftir, at tú ikki koyrir ov skjótt
ella seint, ikki pressar motorin,
at brennievni er á, at tú ikki
hongur á koblingini, at ljósini nú
eru røtt til røttu umstøðurnar. Tú
skalt práta við síðumannin/kon-
una, við børni á baksetrinum og
(helst ikki) taka fartelefonina og
avtala (ella avlýsa) fundir... At í
alt kanst tú taka fyri givið, at
onki vanligt fólk fær savnað seg
um alt hetta í senn og øll tískil
hava løtur, tá tey ikki eru so
ansin og vakin, sum tú eigur at
vera, tá tú hevur títt egna og
nógv onnur lív í hondunum/róðr-
inum.
Størsta próvgrundin fyri, at øll
skulu hava privatbil, er, at tað er
tíðarsparandi. Men er tað nakar
sum hevur roknað út, hvussu
nógva tíð tú sparir, í mun til
hvussu nógva tíð tú nýtir til at 1)
vinna tær pening at hava ráð til
bilin 2) at taka tær av bilinum
(viðlíkahald, eftirlit...) 3) at bíða
í trafikkproppum 4) at finna
parkeringspláss og ganga til og
frá parkeringsplássinum....
Við vanda fyri at verða
lúnsjað, fari eg nú at koma við
eini utopi:
Hugsið okkum, at privat-
bilisman var avtikin! (orsaka,
orsaka, eg veit tað er blasfemi,
men vit spæla bara!) og vit í
staðin høvdu eitt vælvirkandi net
av almennari ferðslu, - bussar
fimtahvønn minutt allastaðni í
býnum og minst hálva hvønn
tíma millum bygdir. Fyrimunir-
nir høvdu verið næstan óteljandi:
1) Vit høvdu havt eitt lið av
sera góðum bussførarum, ið bert
nýttust at ansa eftir hinum
bussunum og ikki øllum teimum
hálvvánaligu (og vánaligu)
bilførarunum.
2) Nógv fólk høvdu havt meiri
pening millum hendurnar, - ella
styttri arbeiðstíð, tí teimum ikki
nýttist at arbeiða fyri bil.
3) Nógv høvdu verið sunnari,
tí tey oftari høvdu runnið aftaná
einum bussi, og kanska gingið til
næsta steðgistað, var veðrið gott.
4) Samfelagið hevði sloppið
undan stórum útreiðslum av
sjúkrahúsviðgerð aftaná ferðslu-
óhapp og ringa heilsu av at sita
ov nógv í bili.
5) Fólk høvdu prátað meira
saman ella lisið fleiri bøkur, tí
tað ber væl til í bussum, tá tú
ikki noyðist at vera 200 %
konsentreraður um at koyra.
6) Sunnudag kundu fólk
gingið túr ístaðin fyri at vaskað
bil.
7) Tað hevði ikki bilað um tú
koyrdi fullur, bara tú ikki spýði á
bussføraran.
og og og... tú kundi hildið á...
Gamaní, landskassin hevði
fingið minni inn í avgjøldum og
vegskatti, men mundi tað ikki
skjótt verið spart inn í útreiðsl-
unum, ið stóðust av bilismuni?
Parkeringsvørðar og ferðslu-
politiið høvdu mist arbeiðið og
bilsølumenninir farið á heysin,
men mundu hesir ikki kunna
fingið arbeiði at vaska tey
hugnaligu, fjálgu busskýlini,
sum sjálvandi høvdu verið á
hvørjum horni, ella til at hjálpa
gomlum og barnakonum upp í
bussin?
Ja, utopi er tað í privatbilism-
unnar paradísi, men heldur tú
veruliga, at tað ljóðar so keði-
ligt?
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Føroyska krokodillan
Rakel Helmsdal skrivar:
– Eg eri ógvuliga glað fyri, at
eg fór við. Nú havi eg fingið ført
tað víðari, sum foreldrini hjá
mær lærdu meg, sigur Likku-
likkuleia omman.
Nú er leisturin til Likku-
likkuleiasendingarnr broyttur.
Vilhelmina heldur, at fyrstu
sendingarnar vóru meira ein-
faldar. Nú gera tey mat og er tað
matgerð, sum børn saktans klára
við hjálp frá vaksnum.
– Mær dámar væl at gera sjón-
varp. Tað kann gerast tungt til
tíðir, tí vit skulu taka upp um-
aftur og umaftur, men samanum-
tikið, so er tað stuttligt, heldur
Vilhelmina.
Í nýggju Likkulikkuleia send-
ingunum síggja vit ommuna í
smekkubuksum, keppi og í
fagurt littum klæðum.
– Tað er Edward Fuglø, sum
hevur staðið fyri pallinum og
búnum, vit skulu í. Fyri meg
kann tað gera tað sama, hvørjum
eg eri í. Um onnur hava tað
stuttligt, so havi eg tað eisini
stuttligt. Um ein er eitt sindur
løgin, tað bilar onki, sigur
omman.
Sjónvarpsstjørna
At vera í føroyskum sjónvarpi er
ikki bara sum at siga tað, tí øll
kenna teg aftur. Eisini børnini.
– Børnini kenna meg aftur, og
tað var ikki júst hetta við at vera
kend aftur, sum kom mær til
hugs, tá eg av fyrstan tíð byrjaði.
Men eg varð gjørd varug við, at
eg mátti vera blíð við børnini, tí
tey høvdu sæð meg í sjónvarp-
inum. Tey halda jú, at tú kennir
tey, tí tey hava sæð teg í sjón-
varpinum, og tey verða skuffað
um omman ikki tímur at tosa við
tey, greiðir hon frá. Vilhelmina
leggur afturat, at einaferð hevði
hon møtt einum lítlum dreingi,
sum hevði spurt, um hon kundi
vinka til hansara næstu ferð hon
fór at taka upp, og tað hevði hon
lovað honum. Tíverri, so gloymdi
hon at vinka, og tað fyrsta
drongurin segði, tá Vilhelmina
møtti honum aftur var: »Tú
gloymdi at vinka«.
– Tí gjørdist eg ógvuliga kedd
av. Men tað er stuttligt at vera
omman hjá øllum børnum í
Føroyum.
Maður Vilhelminu, Hilmar,
hevur enntá eisini verið við í
Likkulikkuleiu. Tá vóru Beiggi
og Systi og tóku epli upp við
honum, so hann fekk heitið
»Eplamaðurin«.
Vilhelmina greiðir frá, at tá
hon hittir børn í veruleikanum,
so gerast tey ógvuliga bilsin og
glað, tí tá er tað ikki nakar
sjónvarpsskíggi, sum skilir tey.
– Dóttir mín er dagpleygu-
mamma í Havn, og tá eg komi
har, so er tað ein stór hending
hjá børnunum.
– Um eg kann gera nakað, sum
onnur halda er stuttligt og fáa
gleði av, so kann restin gera tað
sama, sigur Likkulikkuleia
omman, Vilhelmina Larsen at
enda.
Tá vit fara útaftur, klintrar hon
saman við okkum uppá ein grót-
garð fyri at vísa okkum eitt
kvørkveggjureiður. Hon greiðir
frá, at kvørkveggjan plagar at
byggja sær reiður har, men tað
vísir seg at vera ógvuliga trupult,
tí ketturnar taka tað altíð niður
aftur. Tá vit fara, setist hon aftur
á krakkin á trappuni. Sólin
skínur í Dali í dag, men kalt er
úti hóast alt, men hetta tykist
ikki at nerva ommuna hjá okkum
øllum nakað serligt.
Framhald av forsíðuni
–Um onnur hava tað stuttligt, so havi eg tað stuttligt eisini. Um ein er eitt sindur løgin, bilar onki, sigur Vilhelmina
Larsen í Dali, sum er omman hjá øllum. Hon er nevniliga omman í Likkulikkuleia sendingunum, har vit hvørt
fríggjakvøld síggja hana í smekkubuksum, keppi og fagurt littum klæðum
Mynd: Jens Kr. Vang