leygardagur 10. mai 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 89 -10. mai 2003
3
LEIKUDAGUR 98
Solby A. Eliasen
Elin Mouritsen hevur nú í fimm
ár staðið fyri at savna leikur inn
til neyðstødd børn ymsastaðni í
heiminum. Tað er vorðið eitt av
hennara hjartamálum, og hon
letur sera væl at undirtøkuni.
Leikurnar eru farnar nógva
ymsastaðni. Til Rumenia, til
børn í flóttafólkalegum í Kosovo,
Albania og Filippinunum. Tað er
tó ikki endaliga avgjørt enn, hvar
leikurnar fara í ár.
– Tað koma sera nógvar leikur
inn, og tað gjørdi tað eisini hesu-
ferð. Og hevði tú vitað, hvussu
nógvar góðar og positivar søgur
eg fái, meðan eg standi soleiðis.
Fólk eru so glað fyri at geva,
sigur Elin Mouritsen, sum er
heilt hás á málinum, tí tað var
sera kalt henda leygardagin
Leikadagurin var.
Hon sigur, at hon fær nógvar
rørandi søgur um, hvussu børnini
hava sjálvi verið við til at velja
leikur burturúr. Foreldrini hava
sett seg niður saman við teimum
og greitt teimum frá, at nú tey
ikki nýta leikuna meira, so er
ongin orsøk til at koyra hana
burtur, men heldur lata hana til
Elina, sum so syrgir fyri, at eitt
barn, sum onga leiku eigur, kann
fáa júst teirra leiku.
Elin byrjaði við Leikadegnum
fyri fimm árum síðani. Hon
hevur ofta hugsað um, hvat hon
kundi møguliga gera fyri at
hjálpa neyðstøddum børnum runt
um í heiminum, og ein dagin hon
var og vitjaði mammu sína, kom
hugskotið um at geva leikur.
– Eg veit væl, at ein bamsa
ikki mettar eitt barn, men hugsa
tær eyguni í einum barni, sum
kanska ongan góðan eigur, tá tað
fær eina bamsu at klemma og
halda um, sigur Elin.
Ikki vápn
Leikadagur 98 er 3. mai á hvørj-
um ári. Elin átti ein lítlabeiggja,
sum æt Bogi. Hann lat lív sum
11 ára gamal.
– Bogi var eitt barn, sum altíð
vildi hjálpa øðrum, so tað er líka
sum í hansara anda, at eg gjørdi
av, at dagurin skuldi verða 3.
mai, sum er hansara føðingar-
dagur, greiðir Elin frá.
Hon fegnast um, at fólk eru so
positiv og koma við so nógvum
ymsum leikum. Elin hevur tó sett
sum treyt, at hon helst ikki vil
hava leikur, sum eru vápn. Spurd
um hetta, hevur Elin eitt greitt
svar og eina greiða støðu til tað.
Børnini, sum fáa hesar leikur,
eru børn, sum eru sera traumati-
serað av kríggi og øðrum ógvus-
ligheitum. Og eg orki ikki tankan
um, at okkurt barn fær eina
leiku, sum kann koyra tað í eitt
trauma. Og at tann leikan er
komin frá mær, tað orki eg stutt
sagt ikki at hugsa um, og tí vil
eg heldur ikki taka nakran
møguleika, sigur Elin.
Hon vísir eisini á, at tað
kanska eru børn, sum hava sæð
teirra nærmastu verða skotin
niður beint fyri eygunum á
teimum, og so er tað ikki so
heppið at fara at senda teimum
leikur, sum einans vekja øll tey
ræðulig minnini uppaftur.
Elin arbeiðir tó ikki einsamøll
við hesum tiltakinum. Hon hevur
eitt gott samstarv við Birgir
Andreasen, sum tekur sær av at
fáa leikurnar fram til tað staðið,
tær skulu. Men Elin sigur, at tað
gerst alt meiri trupult at sleppa
inn í londini við leikunum, so
hon nú hevur umhugsað at seta
seg í samband við UNICEF og
møguliga fáa tey at taka yvir.
- Tað verður alt ov strævið og
tíðarkrevjandi fyri Birgir og
hansara menn at taka sær av
hesum, so tað hevði verið deiligt,
um eg kundi fingið eitt samstarv
við UNICEF, sigur Elin, sum tó
ikki hevur sett seg í samband við
tey enn. Hon veit ikki, um tað
ber til, men hon fer at royna.
Fyri heilt stuttum var ein
sending í sjónvarpinum um
UNICEF. Prinsessa Alexandra er
júst vorðin ambassadørur fyri
UNICEF, og í tí sambandinum
var henda sendingin í sjónvarp-
inum. Elin sigur, at í tí send-
ingini tosaði ein sálarfrøðingur
um, at tað besta ein kann geva
einum traumatiseraðum barni eru
leikur.
– Tá hugsaði eg við mær
sjálvari: Hygga nú! Nú gongur
alt upp í eina eind, sigur Elin
Mouritsen, sum aftur fer at savna
leikur inn Leikadagin 98, sum
verður aftur tann 3. mai komandi
ár.
Leikur gleða neyðstødd børn
Fimta árið á rað hevur Elin Mouritsen staðið uttanfyri Idé-húsið
í Havn og tikið ímóti leikum, sum hon letur til neyðstødd børn
ymsastaðni í heiminum
Hóast nógvan kulda og vind, so stóð Elin og tók í móti leikunum leygardagin 3. mai frá klokkan 13 til 18. Hon sigur, at termodraktin lívdi væl, men tó
tók tað langa tíð at fáa hitan í seg aftur
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
19