leygardagur 10. mai 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 89 - 10. mai 2003
Nakað av tí besta av tí
besta innan føroyska
mentan varð savnað í
Norðurlandahúsinum
hóskvøldið
KONSERT
Heri á Rógvi
Alt við hesum vakra húsi er
tignarligt og vakurt. Ein
norðurlendskur miðdepil í
Føroyum. Síðani 1983 hev-
ur húsið hýst tiltøkum av
øllum slag. Og ein rundur
dagur verður eisini hildin á
einari tílíkari mentanar-
háborg.
Fyrr um dagin var kjak
fundur á skránni, har litið
varð aftur í tíðini, hvat varð
sagt tá, og hvør veruleiki
var komin burturúr spá-
dómunum.
Eitt kjak, sum lesararnir
kunnu lesa meira um í
Sosialinum týsdagin.
Og um kvøldið var ein
rættilig galla konsert á
skránni. Ein ultra innboðin
fjøld var komin saman í
húsinum sjálvan hátíðar-
dagin.
Einki varð sent í útvarpi
ella sjónvarpi, so tað vóru
vit bara vit, sum vóru inn-
boðin ella høvdu fingið
fatur á einum av av-
markaðu atgongumerkjun-
um til sølu, ið fingu uppliv-
ingina við.
Tað merkist eisini, at
hetta vera eitt serligt høvi.
Fólk komu til tíðina, og tey
betru klæðini vóru funnin
fram. Tað er nakað mystiskt
næstan fremmant við hes-
um
galla
tiltøkunum.
Uttanlands eru tað fín tiltøk
oftast fyri tey fínu. Í Føroy-
um er henda stættin rein
fiktión, og tað er kanska
heldur ikki so galið. Men
hetta tiltakið eigur kortini
størri rós enn landsdystirnir
og annað, har elitan verður
vald út og hevja upp eftir
ókendum formlum.
Tí hetta húsið eiga vit øll.
Soleiðis sigur stjórin í hús-
inum um húsið og virk-
semið. Og týdningarmikið
er at hava í huga, at húsið er
eitt norðurlandahús – og
ikki eitt Føroya hús ella eitt
hús fyri Havnina.
Og vit eitt sovorðið ser-
stakt og sjálsamt høvi sum
henda mátmikla galla kon-
sert, so kunnu tað so av-
gjørt seta spurnartekin við,
um ikki fleiri áttu at fingið
gleðina av hesari góðu løtu.
Tær eru jú so fáar.
Hetta hóskvøldið í Norð-
urlandahúsinum
hevði
meira enn nakað ein ávísan
stíl. Og her verður ikki
hugsað um talurnar ella
búnarnar hjá áhoyrarunum,
men um framførslurnar.
Húsið skal skapa karmar
og mentanina, og er tað ikki
frálíkt at eiga slíkt hús til
slíka mentan. Framførsl-
urnar fríggjakvøldið vóru á
góðum máli stílfullar. Hetta
er einki ummæli, men bara
ein einføld konstantering.
Við slík høvi verður
oftani róst ríkiliga nógv, og
vit skulu heldur ikki leggja
Galla g
Føroya Symfoniorkestur var mannað á konsertini hóskvøldið. Bæði yrkistónleikarar og onkrir
útlendsir vóru við einasta føroyska symfoniorkestrinum,
sum hevur heimavøll í
Norðurlandahúsinum
Uppstillingin á pallinum í Norðurlandahúsinum á galla konsertini var einføld, men ógvuliga
elegant.