leygardagur 10. mai 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2003
21
lamour
okkum so langt frá hesi
leið. Húsið er ein perla,
men
uttan
innihald
–
mentanina – er hon ein
perla úr glasi.
Leggja vit stríðið millum
fólksliga- og hámentan til
síðis, so er einki at taka seg
aftur í, at listarliga um-
hvørvið í Føroyum livir væl
í Norðurlandahúsinum.
Men spurningurin er,
hvussu long livitíðin verð-
ur, og hvørji høvini í fram-
tíðini vera. Helga Hjørvar,
stjóri, sigur, at Norður-
landahúsið í framtíðini
ætlar at leggja seg eftir
færri og størri tiltøkum, og
tað kann geva rúmd til fleiri
spælidagar
hjá
størru
orkestrunum.
Tað riggaði eisini væl
hóskvøldið. Umframt yms-
ar røður vóru bæði kór og
symfoniorkestur á skránni.
Fyrst framførdi Havnar-
kórið við Òlavi Hátún sum
dirigenti. Eftir tveir før-
oyskar sangir vóru átta
sangir sungnir – ein úr
hvørjum norðanlandi, har
eitt nú løg hjá Edvard Grieg
og Oskar Lindberg. Føroy-
ar, mín móðir eftir Knút
Olsen og Poul F. Joensen
var føroyski parturin av
samansettu norðurlendsku
skránni.
Eitt samansett Føroya-
kór var eisini savnað til
høvi. Og kórið sang millum
annað Brúgvar, ið Vagn
Holmboe og Karsten Hoy-
dal gjørdu til upplatingina
av Norðurlandahúsinum í
1983.
Tá sungu íslendingurin
Guðmundur Jónsson og
Sanna í Brekkunum solo.
Tjúgu ár seinni sang Sanna
aftur
solo
hóskvøldið.
Hesaferð saman við úrmæl-
inginum Ernst Sondum
Dalsgarð.
Eftir ein steðg kom
Føroya Symfoniorkestur á
pallin. Framførd vórðu fýra
norðurlendsk stykki, sum
øll teljast millum tey kend-
astu norðurlendsku verkini.
Síðst sang Føroya-kórið
saman við Føroya Sym-
foniorkestri Eg oyggjar veit
hjá Hans Jacob Højgaard
og Fríðrik Petersen.
Ì orðum ljóðar tað ikki av
nógvum, men í innihaldið
var hetta eitt stórt kvøld.
Bæði fyri há ella lá var tað
ein væl stílað framsýning
av føroyskari mentan.
Spennandi verður at vita,
hvat tey næstu tjúgu árini
fara at geva av mentan og
avbjóðingum.
Vagn Holmboe og Karsten Hoydal gjørdu kantatuna Brúgvar til Norðurlandahúsið fyri tjúgu
árum síðani. Tá sang Sanna í Brekkunum solo, og tað gjørdi hon eisini hóskvøldið - hesaferð
saman við Ernst Sondum Dalsgarð
Martin Mouritsen stjórnaði sum vant Føroya Symfoniorkestri. Spæld vóru løg úr øllum
Norðurlondum
Havnarkórið sang á sjey ymsum
málum – úr øllum
Norðanlondum. Føroyar, mín
móðir eftir Knút Olsen og Poul
F. Joensen var føroyska parturin
av samansettu norðurlendsku
skránni
C
M
Y
K
21