Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 89 -10. mai 2003 VISTFRØÐI Ingrid Bjarnastein Húsavík: Charlotte Højberg í Húsavík hevur fyri stuttum sett niður uttanfyri húsini hjá sær og manninum, Jákup Martin Søren- sen, í Húsavík. Hon hevur gravað upp, fresað og sátt uttanfyri, og longu eru lítil grøn bløð at hóma. Tey stinga seg upp úr brúnu jørðini, og um alt gongur eftir vild, so verður tað til radisur og ertrar um ikki heilt langa tíð. – Eg fari rættiliga í gongd nú. Eitt drívhús uppá 12 fermetrar hava vit fingið suður í dag, og tað skal koma upp at standa sum skjótast. Har skal icebergsalat og karsi sáast, sigur Charlotte Høj- berg, sum er útbúgvin vakstrar- húsgartnari. Unga kvinnan, sum uppruna- liga er úr Esbjerg, hevur búð í Føroyum í trý ár, og nú er hon farin undir eina heldur forkunn- uga verkætlan. Runt í vindeyg- unum í húsunum standa smáir bakkar allastaðni, við lítlum grønum bløðum, sum vit »van- ligu« menniskju illa duga at skyna mun á við berum eygum. Synd er at siga, at føroyingar eru kendir fyri at dyrka grøn- meti. Epli verða sett niður og tikin upp, men tað er stórt sæð tað. Men nú hevur Charlotte veruliga sett ferð á í Húsavík, og um nakrar vikur verður møguligt at fáa vistfrøðiligar, føroyskar purrur, gularøtur, piparfruktir, tomatir, agurkir, broccoli, blom- kál og annað. Og tá vit fara út at hyggja eftir ertrunum og radisunum, so vísir Charlotte okkum cherrytomatir og lítlar agurkir til at súlta, sum standa í kjallaravindeyganum. Hon sigur flennandi, at hvørt vindeyga í húsinum má brúkast fyri at fáa neyðuga ljósið. – Eg eri júst byrjað, tí veður- lagið í Føroyum er so skiftandi. Men tey flestu vita ikki av, at grønmeti grør væl, so leingi hitastigini ikki vera minni enn fimm, greiðir Charlotte frá, og leggur afturat, at alt grønmeti grør, um tað eru átta hitastig. Grønt fyri allar pengarnar Charlotte Højberg í Húsavík er farin undir at dyrka vistfrøðiligt grønmeti í stórum nøgdum. - - Grønmeti í Føroyum er alt ov dýrt, og tað ætli eg mær at kappast við, sigur Charlotte, sum ikki er í iva í, at grønmeti fer at vaksa uttan trupulleikar í Føroyum Charlotte Højberg í Húsavík er farin undir at dyrka vistfrøðiligt grønmeti í Føroyum. Hon er optimistisk, og væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa tað at vaksa í Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang