leygardagur 10. mai 2003síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 89 -10. mai 2003
5
– Um tað verður kaldari enn
átta hitastig, so leggi eg ein
fiburdúk omaná, fyri at halda
hitanum.
600 purrur
Charlotte sigur sjálv, at hon er
ógvuliga umhvørvistilvitað.
– Umhvørvið seti eg ógvuliga
høgt í tí dagliga. Eg blaki ikki
runt til høgru og vinstru. Áhugin
kemur helst frá fjølmiðlunum,
men hann hevur altíð verið har.
Eg hugsi um náttúruna á tann
hátt, at meira vit blaka burtur,
minni náttúru hava vit, sigur
Charlotte.
Grønmeti, sum hon nú er farin
undir at dyrka, er eisini vist-
frøðisligt (økologiskt). Tað vil
siga, at ongi kemikaliir ella
vakstrarhormon eru sett til, men
alt er náttúrligt, sum verður
brúkt.
– Eg havi heldur onki brúkt
ímóti skaðadjórum. Tey kunnu
gott koma, tá tú hevur sett niður.
Men tú skalt til dømis ikki lúka
rundanum gularøtur, tí so koma
flugurnar, og tær eta alt. Og um
tú setur leyk og gularøtur niður
saman, so koma skaðadjórini
ikki, tí tað gevur ein serligan
lukt, sum heldur tey vekk,
greiðir grønmetiskvinnan frá.
Harafturat sigur hon, at eitt gott
barometur at halda seg eftir er, at
tá ókrútið grør, so grør grønmeti
eisini, tí ókrutt veksur heldur
ikki, uttan so, at tað eru eini
fimm hitastig. Og at fáa grøn-
meti at vaksa í Føroyum, heldur
Charlotte ikki er nakar trupul-
leiki.
– Eg havi als ikki tal á tí, sum
eg havi sett niður, uttan tað, at
tað eru 600 purrur, sigur Charl-
otte flennandi, meðan hon leggur
afturat, at tá purrunar verða
buntaðar við eini fimm ella seks
í hvørjum bunti, so verður ikki
so nógv.
Tað tekur eini seks til átta
vikur at dyrka grønmeti í Føroy-
um. Hetta kemst av, at hitin er so
lágur. Í Danmark kanst tú fáa
radisur uppá tríggjar vikur.
Ikki strævið
Higartil hevur Charlotte dyrkað
umleið 130–140 fermetrar, men
nógv skal dyrkast afturat. Alt
skal setast niður í ymsum
tíðarskeiðum.
– Tað er ikki strævið, men tað
fer við nógvari tíð, sigur ein
ógvuliga bjørtskygd Charlotte.
Hon sigur sjálv, at hon hevur
altíð fingið at vita, at hon er
bjørtskygd av natúr.
Orsøkin til, at hon fór undir at
dyrka grønmeti er, at hon vildi
fegin vera heima hjá børnunum.
Ein dóttir, sum gongur í barna-
garði nú, men byrjar í fyrsta
flokki eftir summarfrítíðina, og
einum soni, sum er knapt eitt ára
gamal.
Grønmeti ov dýrt
– Eg haldi, at grønmeti í Føroy-
um er alt ov dýrt, og tað ætli eg
mær at kappast við. Eisini her á
Sandoynni, so er tað ringt at fáa
frískt grønmeti, og hava tað verið
frídagar, ella um Teistin ikki
hevur siglt, so fáa vit onki,
greiðir Charlotte frá.
Ein avtala við SMS er við at
koma í lag, har hon skal selja
grønmeti til teirra, men tað
mesta skal seljast privat, sigur
hon.
Eitt hugskot, sum hon hevur
er, at selja lítlar salatblandingar.
– Eitt hálvt iceberg-salat, tvær
tomatir og ein hálv agurk fyri so
og so nógvar krónur. Tað eru ikki
øll, sum klára eitt heilt salat ella
ein heilan bakka av tomatum, og
tí haldi eg, at hetta hevði riggað
væl. Tað verður eisini deiligt, at
fáa frískt grønmeti her á oynni.
– Tað ber ikki so væl til at
dyrka grønmeti í Føroyum alt
árið runt, men okkurt grør allar
ársins tíðir. Um tú leggur ein
fiburdúk yvir gularrøturnar, so
kanst tú dyrka tær alt árið, og
rósinkál eisini. Stikleykur kann
eisini vaksa í Føroyum alt árið.
Fruktir ger Charlotte tó lítið
við. Sum er nú, so roynir hon seg
nú við ribs, hindberum og sól-
berum.
– Kanska eg fari at royna jarð-
ber næsta ár. Beint nú er tað so
nógv sum skal gerast, men alt
verður lættari næsta ár, tí tá er alt
klárt.
Nógv grønmeti
Heima hjá Charlotte og Jákup
Martin eta tey eisini nógv
grønmeti.
– Vit eta rættiliga nógv grøn-
meti heima hjá okkum. Sonurin
var ordiliga gulur, tá hann varð
føddur, tí eg hevði etið ov nógvar
gularøtur. Eg plagi at flysa gula-
røtur, og so leggja tær í kalt vatn
í kuldaskápið. Tá er tað sum at
eta bomm! sigur Charlotte, sum
tó viðgongur, at hon hevur ikki
nógv til yvirs fyri frystum grøn-
meti.
- Børnini taka eisini væl
ímóti grønmetinum. Tey eta alt
uttan broccoli.
– Eg trívist eisini ógvuliga væl
her í Húsavík. Hetta er eitt gott
stað fyri børnini hjá okkum, og
elsta dóttirin minnist als ikki, at
hon hevur búð í Danmark. Tað er
so illa statt, at tá vit fara niður at
ferðast, so leingist henni upp-
aftur til Føroya.
Charlotte ivast ikki í, at fólk
fara at taka væl ímóti hennara
grønmeti.
– Eg havi í øllum førum bara
fingið positivar viðmerkingar
higartil, sigur Charlotte Højberg
úr Húsavík at enda.
– Umhvørviðð seti eg ógvuliga høgt í tí dagliga. Eg blaki ikki runt til høgru og vinstru, sigur Charlotte Højberg, sum er ein umhvørvistilvitað kvinna
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
23