leygardagur 10. mai 2003síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Har var ein kassagittari, men
eg lærdi ongantíð at spæla upp á
hann.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Eg havi roynt meg við Jembe,
men nei, eg dugi ikki at spæla
uppá ljóðføri.
Syngur tú undir brúsuni?
– Onkuntíð, men ikki meira enn
aðrastaðni.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Ja, mangan, men hevði eg nú
verði tónleikari, hevði eg neyvan
fingið gjørt líka nógv rundanum
tónleikin.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Ótrúliga nógv, men tó hava
konan, familja, vinir og Gud
eisini nógv at siga fyri meg. Men
innan yrki hevur tónleikur alt at
siga fyri meg.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Ímillum 400 og 500.
Hvat er tín yndisfløga?
– Eingin ávís, tað hava verið
nógvar gjøgnum tíðina, júst nú er
tað kanska Blonde Redhead og
Propellerheads, men kanska er
tað onkur onnur um tvær vikur.
Allar útgávurnar hjá Enekk
standa mínum hjarta nær.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Nógvar, kanska John Mogen-
sen og TV2.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Danmark er et dejligt land.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Red Hot Chili Peppers –
Californication, skræpa!
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Leið meg einaferð enn út á
dekkið.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Tað kann vera so ymiskt, alt
eftir hvat slag av hugnaligum
hýri, tað er.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Tað sama sum aðrar morgnar,
bara tað er gott.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– 80% av tí, sum ÚF spælir, og
alt sum Rás2 spælir.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Afrikanskur og Cubanskur
tónleikur.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Minnist ikki akkurát hvønn
sang, men eg minnist at mær
dámdi væl Elvis, og mær dámdi
væl Kim Wilde, tá hon kom
fram...
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Eg havi bara verið við til at
gjørt ein sang, og tað var
"Hjörna í mál" — GÍ-sangurin,
also rokkarin.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tað havi eg ikki avgjørt, men
ein góður sangur hjá onkrum, ið
eg kenni og sum stendur mær
nær, kanska Trom hjá Clickhaze.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Eg havi verið til sera nógvar
góðar konsertir: Youssou
N´Dour, Muse, Deus, Úlpa,
Enekk, Clickhaze o.fl.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Teir somu, sum eg hitti reglu-
liga í nærumhvørvinum, men
annars er tað altíð áhugavert at
møta tónleikarum, tí tað er
tónleikurin, sum er felags áhuga-
mál.
6
Sosialurin Nr. 89 -10. mai 2003
Afturkomin til Føroya at halda
páskirnar, legði eg skjótt til
merkis, at tað var eitt orð, sum
í heilum hevði hug at gleppa
úr mær, hvørja ferð, eg kom ov
nær ella stóð í vegin fyri onkr-
um. Sorry! Einar tvær ferðir
miseydnaðist tað, ikki at siga
sorry, og alt gekk so skjótt fyri
seg, at ikki vóru stundir at um-
seta. Umskylda meg, men tað
er eitt refleks, tillagað enskum
stórbýarmentaliteti.
Eg havi ongantíð roynt at
talt, hvussu ofta eg hoyri orðið
sorry hvønn dag her í gøtunum
í London, men eg vildi mett, at
orðið verður sagt fleiri milli-
ónir ferðir um dagin. Bretar
eru sera høviskir og fólkaligir
samstundis sum kroppslig
nærkontakt ikki hóvar teimum
so væl, misskil meg rætt; ein
skal helst ikki standa ov nær
og als ikki nerta við hvønn
annan. Væl at merkja undan-
tikið, tá ið ein koyrir í undir-
grundstokunum, har fólk
standa so trongt, at ein kann/er
noyddur at lukta, hvat fyri
anti-perspirant luktilsi síðu-
menninir brúka, ella áttu at
brúkt! Í tokinum og t.d. inni á
Oxford Street er so nógv
trokarí, at tað er ómøgiligt at
ganga ónortin framvið. So
onkusvegna hava fólk, fyri at
halda fast í teirra høviska
atburði, ment sorry-refleksið.
Mær dámar væl, at fólk eru
høvisk, men til tíðir haldi eg,
at hesin sorry mentaliteturin er
eitt sindur ov nógv at tí góða.
Um ein viðhvørt kennir seg
eitt sindur einsamalla í milli-
ónbýnum og ikki kennir eina
skjel hóast ein møtir í túsund-
tali av fólki, so ger tað ikki
støðuna betur, at tað einasta
orðið, ein hoyrir er ’sorry’.
Sum um øll vóru kedd av, at
ein var í vegin tann dagin. Av
tí sama haldi eg, at sangurin
hjá Elton John, har hann syng-
ur "sorry seems to be the hard-
est word" er nakað tvætl. Eg
fái tað ikki heilt at hanga sam-
an. Fyri mær tykist sorry at
vera ’the easiest word’. Sum
um tað er alt í lagi at skumpa,
troka og brúka albogar, bara ein
sigur sorry ímeðan. Men hetta
er jú sera snildisligt, tí ein kann
ikki rættiliga tilláta sær at blíva
illur inn á ein idiot, sum dugir
at umskylda seg?
Nú leyp eg kanska framav
og fór eitt sindur illa við teim
bretsku gentlemonnum. Sorry!
Rætt skal verða rætt. Tá ið eg
vendi aftur til London eftir
mína páskafríð í Føroyum,
kom ein onnur síða av ensku
høviskheitini fram, sum hevur
uppiborið allan heiður og
øvundsjúku. Eg kom knoss-
andi við mínum sera tunga
viðføri (kanska serføroyskt
fyribrigdi?) upp ígjøgnum
trappur, frá einum tokbana til
annan, og ikki minni enn
tríggir gentlemenn á trimum
’etappum’ bjóðaðu sínar
vøddar fram fyri at hjálpa
mær. Eg var sera takksom, tí
eg haldi ikki, at eg var komin
livandi burturúr hesari ferð
uttan teirra hjálp, og eg hevði
uttan iva trokað og skumpað til
nógv fólk, um eg skuldi borið
alt viðførið sjálv. Í tokinum
leyp ein maður inn við einum
lítlum guittara og hátalara og
byrjaði at spæla og syngja. Ein
slík spontan gerð er als ikki
nakað, ið ein sær hvønn dag
her, og eg mátti smílast, tá ið
eg sá, hvussu torført tey ferð-
andi høvdu við at finna røttu
’maskuna’ til henda mannin,
sum sprudlaði av orku og
framførslugleði. Tey flestu
fluttu seg við óbehag í setrun-
um og hugdu niður í gólvið.
Sjálvandi kom hatturin so
umsíður fram og gekk úr hond
í hond. Klirrið av teim nógvu
smápengunum bar boð um, at
teir ensku gentlemenninir ikki
betaltu fyri framførsluna men
fyri at fáa mannin at halda
munn. Tá ið maðurin eftir sína
stuttu framførslu leyp út úr
tokinum, segði hann "thank
you and mind the gap".
Kanska hann meinti tað bók-
staviligt, men eg haldi eisini,
at tað var eitt lítið prik til teir
heldur stirvnu gentlemenninar,
og kanska til mín eisini.
Sorry gentlemen
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Urd Johannesen, London, urdjohan@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Vegna verkfall er blaðið nógv skert. Tí bíðar
greinarøðin um Stalin.
Sólarn Solmunde