Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2003 25 UTTAN ÚR HEIMI Sinnaður at samráðast Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, sigur nú, at hann er til reiðar at samráðast við Sýrialand um ein friðarsáttmála, men hann leggur kortini treytir við. Við ísraelska sjónvarpið sigur Sharon, at tað er greitt, at sýriska stjórnin fer at leggja nøkur krøv fram, men tað fer Ísrael eisini at gera, sigur hann. Sýrialand hevur fyrr sagt, at landið er sinnað at samráðast við Ísrael, men at samráðingarnar skulu byggja á ST-samtyktir. Hesum hevur Ísrael fyrr víst aftur. Seinast í nítiárunum samráddust Ísrael og Sýrialand, men samráðingarnar slitnaðu, tí partarnir kundu ikki semjast um Golan-herurnar, sum Ísrael hersetti í 1967, og sum Sýrialand vil hava aftur. Skipið var fult av kokaini Bretskir og spanskir tollarar, sum fóru umborð á ein gamalt herskip úr Honduras hósdagin, gjørdu rættiliga kvetti. Trollararnir vóru við einum bretskum herskipi, sum steðgaði tí gamla honduranska herskipinum úti í At- lantshavinum. Tá tollararnir fóru umborð at kanna skipið, funnu teir ikki minni enn 3,6 tons av kokaini. Farmurin fylti so nógv, at sjálvt koyggjurnar vóru fullar, og tí noyddist manningin at sova á brúnni. Bretska tollvaldið heldur, at kokainið er næstan tríggjar milliardir krónur vert á ólógliga marknaðinum. Skiparin á honduranska herskipinum er úr Dominik- anska Lýðveldinum, og hinir av manningini eru grikk- ar. Teir sita nú allir í varðhaldi í Spania. Sponsku myndugleikarnir halda, at skipið kom úr Kolombia, og at tað var á veg til Spania við ólógliga farminum. Á sponsku útnyrðingsstrondini eru nógvar smár víkir, og myndugleikarnir halda, at skipið ætlaði sær inn á eina av hesum víkunum at lossa farmin í land. 60.000 flýdd Seinastu fjúrtan dagarnar eru umleið 60.000 sivilfólk flýdd úr Demokratiska Lýðveldinum Kongo til granna- landið Uganda. Uganda hevur havt hermenn í Kongo, men síðani stjórnin herfyri gjørdi av at taka hermenninar heim- aftur, eru ymsir ættarbólkar í Kongo farnir at berjast ímóti hvør øðrum, sigur ugandiski verjumálaráðharrin. Tey 60.000 fólkini eru flýdd undan bardøgunum. Ugandiski varaforsætisráðharrin, Moses Ali, sigur, at landið er ikki ført fyri at taka ímóti teimum nógvu flóttafólkunum, og hann hevur tí biðið umheimin um mat, tjøld og aðra neyðsynjarhjálp. Samstundis stúra myndugleikarnir fyri, at uppaftur fleiri fólk fara at flýggja inn um ugandiska markið. Hartar USA og Kuba Kilski rithøvundurin Isabel Allende leggur USA og Kuba undir at bróta altjóða mannarættindini. - Eg kann ikki góðtaka, at USA brýtur mannarættind- ini í Irak, og eg kann heldur ikki góðtaka framferðina hjá kubansku myndugleikunum, sigur Isabel Allende. Tann 60 ára gamli rithøvundurin, sum býr í USA, vil vera við, at nógvir amerikanarar eru ímóti krígnum í Irak, og at dagliga eru fleiri mótmælisgongur í amerik- anskum býum. Samstundis fýlist hon á, at amerikansku sjónvarpsstøðirnar, sum fylgdu krígnum í Irak, vístu at kalla ongantíð myndir av deyðum irakum, og at ránið á tjóðarsavninum í Bagdad varð valla tikið upp á tunguna. Isabel Allende ger greitt, at hon góðtekur heldur ikki, at kubansku myndugleikarnir gjørdu av at fongsla 75 politiskar mótstøðumenn herfyri. Brot á mannarættind- ini kunnu ikki góðtakast, sama hvør fremur tey, og hvar tey verða brotin, sigur hon. Íslendsk skip ætla sær at fiska sild í verndar- økinum við Svalbard. Gera tey tað, verða tey tikin, siga norðmenn. Men íslendingar slaka ikki. FISKIRÆTTINDI Árni Joensen Íslendingar og norðmenn eru aftur ósamdir um fiski- rættindi. Hesaferð snýr tað um rættindini hjá íslendsk- um skipum at fiska sild í verndarøkinum við Sval- bard. Londini hava tingast um ein sáttmála um sildina, men uttan úrslit. Íslending- ar hava gjørt greitt, at teir fara at lata síni skip fiska sild í verndarøkinum við Svalbard, sjálvt um eingin sáttmáli er. Men tað fara norðmenn ikki at góðtaka. Stjórin í reiðarafelagnum, Audun Maråk, sigur við norska útvarpið, at koma norsk sildaskip inn í verndarøkið, kann tað ikki bera annað í sær, enn at tey verða tikin. Í íslendska reiðarafelagn- um er støðan ein onnur, tí har siga tey seg vera sann- førd um, at Svalbardsátt- málin gevur íslendingum rætt til at fiska í verndarøk- inum. Stjórnin í Reykjavík er samd við reiðarafelagn- um, og Dávid Oddsson, forsætisráðharri, sigur við norska útvarpið, at sleppa íslendsku skipini ikki at fiska sild í verndarøkinum, fer Ísland at leggja málið fyri altjóða dómstólin í Haag. Hesum hava norðmenn roynt at sloppið undan fyrr, tí ein viðgerð í altjóða dóm- stólinum kann enda við, at Noreg missir ræðið á fiska- stovnunum kring Svalbard, sigur norska útvarpið. Men í reiðarafelagnum mæla tey stjórnini frá at slaka. - Íslendingar hava altíð nýtt hóttanir fyri at fáa sum mest burturúr. Tað gjørdu teir eisini fyri at sleppa at fiska tosk í Barentshavin- um á sinni, men nú er tíðin komin, til at Noreg sigur nei, sigur Audun Maråk. Íslendingar og norðmenn stríðast aftur um fiskirættindi Ein maður, sum sigst vera talsmaður hjá al- Qaeda, sigur, at fel- agsskapurin fyrireik- ar eitt umfatandi álop á USA. YVIRGANGUR Árni Joensen: Sambært bretska blaðnum The Guardian hevur eitt arabiskt blað í London havt samband við ein mann, sum eitur Thabet bin Qais, og sum sigur seg vera tann nýggja talsmannin hjá al- Qaeda. Thabet bin Qais sigur við arabiska blaðið, at yvir- gangsfelagsskapurin er um- skipaður, og at leiðslan hevur fingið nakrar nýggjar limir, sum amerikanararnir ikki kenna. - Amerikanararnir hava bara gamlar upplýsingar, og tað fer at taka teimum drúgva tíð finna útav, hvussu al-Qaeda er skipað- ur í dag, sigur bin Qais sambært The Guardian. Tann nýggi talsmaðurin heldur ikki, at felagsskap- urin hjá Osama bin Laden er viknaður eftir atsóknir- nar tann 11. september í 2001, og hann ávarar um nýggjar atsóknir. - Eingin skal vera í iva um, at vit fara at søkja at USA aftur. Tað heilaga kríggið fer at halda fram, sigur Thabet bin Qais. Arabiska blaðið, sum hevur tosað við tann nýggja talsmannin hjá al-Qaeda, skrivar, at talsmaðurin vendi sær til blaðið fyri at vísa aftur amerikanskum tíðindum um, at al-Qaeda hevði lagt ætlanir um at søkja at amerikansku sendistovuni í Karachi í Pakistan. Sambært tals- manninum hevur al-Qaeda onga slíka ætlan. George W. Bush, forseti og ovastin í fregnartænast- uni CIA, Robert Mueller, vildu fyri nøkrum døgum síðani vera við, at USA er í ferð við at vinna bardagan ímóti yvirgangi. Teir vístu á, at fleiri av leiðarunum í al-Qaeda eru tikinir ella deyðir. Al-Qaeda fyrireikar álop á USA Felagsskapurin al-Qaeda hjá bin Laden hóttir nú aftur USA við atsóknum C M Y K 25