Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 89 - 10. mai 2003 Pedagogur til Dagstovnin á Oyri Søkt verður eftir einum pedagogi í eitt barnsburð- aravloysarstarv at byrja umleið 10. juni, ella eftir nærri avtalu. Starvið er í Stórustovu við 18 børnum í aldrinum 5-7 ár. Dagstovnurin er normeraður til 42 børn, sum eru uppdeild í 3 bólkar: Vøggustovan 15 børn 0-3 ár, Innistova 9 børn 3-4 ár og Stórastova 18 børn 5-7 ár. Vit liggja í náttúruvinarligum umhvørvi við haga og fjøru og leggja stóran dent á at nýta hettar í gerandisdegnum. Vit ynskja at tú saman við okkum kann skapa ein ríkan og mennandi gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum. Um ongin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin. Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya Pedagogfelag. Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við- mælum,skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2003. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran Rosu Prestá ella varaleiðaran Sólrún Dam á tlf. 422552. Dagstovnurin á Oyri 450 Oyri tlf. 422552 · fax 422632 Eiðis skúli Søkt verður eftir lærarum til Eiðis skúla skúlaárið 2003/2004 • 1 starv 26,5 tímar fyri lærara í farloyvi • 1 starv 26,5 tímar vegna lækkað tímatal v.m. Lærarar, sum kunnu undirvísa í ítrótti, alisfrøði og smíð hava fyrimun. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2003/2004 og verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 til 27.4. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalærar- anum á tel. 42 35 79 ella 22 90 45. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera Skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi leygardagin 17. mai 2003. Skúlastýrið /Annika Egholm 470 Eiði Eiðis skúli hevur undirvísing í 1.-7. árgangi. Skúlin er fyri kortum bygdur út við serstovum, lærarahølum og ítróttarhøll, og hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Skúlin hevur sett sær sum mál, at næmingar og starvsfólk trívast í skúlanum og at vit skapa heild og samanhang í skúlagongdina hjá barninum.Kom- andi skúlaár verða 8 lærarar og 83 næmingar í Eiðis skúla. Avloysarar til Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpeda- gogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Har- umframt eru røktaruppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin ynskir avloysarar, ið m.a.: • hava eina sosiala og/ella pedagogiskt kunn- aða grundútbúgving og royndir við málbólk- um og/ella arbeiðsinnihaldi úr fyrrverandi ar- beiðum • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunna átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir – bæði til sálar og likam • kunnu handfara og trívast við einum ar- beiðsdegi, ið einki kann sigast um framman- undan Størvini verða sett 15. juni 2003 ella skjótast aft- aná. Lønar- og setunartreytir: Talan er um frítíðaravloysarastørv innan Heima- røktina og Serforsorgina og roknast má við,at ar- beiðstíðirnar av og á eru skiftandi,dag-,kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 26.05.03, og umsóknir skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Att.: Regin Johansen Eirargarði 2 - 2. hædd Lærarar til Viðareiðis skúla Viðareiðis Skúli er ein nútímans skúli, ið innan karmarnar í fólkaskúlalógini raðfestir trivnaðin ovast, síðani læring og umhvørvi. Skúlin hevur eina virkisætlan móti happing: Happing ÚR Viðareiðis Skúla. Í skúlanum ganga komandi skúlaár 50 næmingar, sum verða undirvístir av 5 lærarum, ið mugu duga at skapa virðing og trivnað. Komandi skúlaár 2003/4 tørvar okkum tveir lærar- ar fyri lærarar í farloyvi at undirvísa fulla tíð. Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1-27.4 smb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála- ráðið. Umsóknir og møgulig viðmæli skulu sendast til Við- areiðis Skúlastýri v. Lenu Heinesen. Freistin at søkja er úti á miðdegi 20. mai 2003. Eru spurningar viðvíkjandi størvunum ber til at ringja á tlf.451193 ella til skúlaleiðaran á tel.451180 og 451054. Viðareiðis Skúlastýri v. Lenu Heinsen FO-760 Viðareiði Skála skúli Søkt verður eftir 2 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2003/2004. • 1 fulltíðarstarv við 26,5 tímum um vikuna • 1 starv við 10 tímum um vikuna Størvini eru vegna lækkað tímatal, avlopstímar og serligan tørv. Starvið verður lønt samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4 Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá fyrstalæraranum á tlf. 442118 ella 211360. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 28. mai 2003. Skúlastýrið fyri Skála skúla v/ Rosu Prestá · 480 Skáli Hús til sølu Eini eldri sethús,Tinghúsvegur 37,Tórshavn,til sølu. Húsini, sum eru bygd í 1940, eru í tveimum hædd- um við kjallara. Hjallur er eisini. Grundøkið er 530 m2. Nærri fæst at vita við at ringja til Demmus Hentze, lrs. og Turið Debes Hentze, adv. E. Jalsgøta 1 100 Tórshavn · tlf. 311460 www.sosialurin.fo