leygardagur 10. mai 2003síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 89 - 10. mai 2003
Pedagogar til
Dagstovnin á
Argjum
Søkt verður eftir pedagogum til vøggustovuna og
barnagarðin,at byrja 1.august 2003 ella eftir avtalu.
Arbeiðstíðirnar eru 30 og 40 tímar um vikuna.
Dagstovnurin er ein sjálvsognarstovnur við eini 5
manna nevnd, har trý eru politiskt vald og tvey eru
foreldravald umboð
Umhvørvið rundanum Dagstovnin á Argjum
• Beint við er hagin við alskyns møguleikum
• Sandá rennur framvið, og Sandagerð er tætt við
• Bussleið 2 steðgar við stovnin
Stovnurin leggur dent á at bjóða
• Ein pedagogik,har dentur verður lagdur á menn-
ing og avbjóðing
• Virðing og trivna, bæði hjá børnum og vaksnum
• At stovnurin er opin og jaligur um framtíðina og
broytingar
• Forskúla og gott samstarv við skúlan
• Serøki deyv tunghoyrd
Hví trívast starvsfólkið á stovninum
• Tí at vit fáa fakliga mennandi avbjóðingar
• Tí at vit sjálvi eru við til at seta dám á stovnin
• Tí at vit hava 12 børn í bólkinum og kunna
yvirskoða arbeiðsuppgávuna
• Tí at arbeitt verður við trivna, dygd og menning
Hvat kunnu vit bjóða tær
• Eitt starv har tú kanst hava ávirkan
• Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og sam-
stundis menna teg sjálva(n)
• Eitt starv har vit lýta á teg, so tú kanst arbeiða
sjálvsstøðugt
• Eitt starv har dentur verður lagdur á opinleika
Afturfyri krevja vit av tær
• At tú hevur námsfrøðiliga útbúgving
• At tú hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í
dagliga arbeiðinum
• At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt
• At tú hevur góð samstarvsevnir
• At tú ert framfýsin
Setanartreytir
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðara, á telefon
219019, ella at ringja 319019 lokal 10.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
leygardagin 7. juni 2003.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal
taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu
leiðsluni av virksemi skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og
eftir fyriskipan skúlastjórans.
Harumframt skal varaskúlastjórin
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans
• saman
við
skúlastjóranum
átaka
sær
fyrisitingarliga ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av
leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúl-
anum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan
og medábyrgd.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum í Streym-
oyar skúladømi III við fyribils tænastu í Hoyvíkar
skúla, og tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broyt-
ingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 32.1 og 32.2
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv,
uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er tænastu-
mannasettur lærari frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn,sum liggur á heimasíðuni www.mmr.fo,skal
vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 14. mai 2003.
Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja
til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus
Jespersen, deildarstjóra.
Tórshavn, 29. apríl 2003
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 355050 - Fax 355055
e-postur: mmr@mmr.fo
Varaskúlastjórastarv
í Hoyvíkar skúla
Starvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla verður lýst til setanar frá 1. august 2003.
Skúlaárið 2003/2004 verða 434 næmingar í 7 árgangum í skúlanum.
29 lærarar starvast í skúlanum.
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Kvikkeyp í
Hornabø
Vit søkja eftir fólki til kvøld- og vikuskiftisvaktir.
Helst yvir 18 ár.
S/P Kvikkeyp
Háskúlavegur 2
Tlf. 322006
M/B Dúgvuberg
til sølu
Um nóg høgt boð fæst, er trolbáturin Dúgvu-
berg, Klaksvík, til sølu.
Eisini kann tilboð gevast uppá felagið sjálvt.
Áhugað kunnu senda skrivlig tilboð til:
Sp/f Dúgvuberg
Boks 125
700 Klaksvík