Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2003 29 1. meistarar til Fiskiveiðieftirlitið Tvey størv sum 1. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið lýst leys til setan 1. juni 2003. Størvini fevna m. a. um hesar uppgávir: • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra • Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/2 as Chief Engineer) ella vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1.stigi (STCW-regl.III/2 as 2nd Engineer) við útbúgving, sum gevur rætt til vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri. • Heilsuváttan fyri sjómenn • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Setanartreytir: Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 28.lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.Tænastu- staðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 1. meistari. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. mai 2003 kl. 1200. Umsóknirnar skulu sendast til: Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Fíggjarstyrkur tøkur til upplýsingarverkætlan um súgdjór í havinum NAMMCO – the North Atlantic Marine Mammal Commision (nevndin viðvíkjandi súgdjórum í Norðuratlantshavi) – er ein altjóða stovnur, sum samstarvar um at varðveita, umsita og kanna allar hvala- og kópastovnar í Norðuratlantshavi. Endamálið við NAMMCO-grunninum er at medvirka til, at almenningurin fær holla vitan og kunnleika um súgdjór í havinum og hvussu vit gagnnýta tey burðardygt. Verkætlanin eigur at miða ímóti at geva almennar heldur enn tøkniligar upplýs- ingar. Evni, sum viðgerast skulu, kunnu t.d. vera náttúruvísindi, ið viðger havsúg- djór, lívfrøði, vistfrøði, og hvønn týdning tær ymsu vistfrøðiligu skipaninar hava. Veiða upprunafólka og tann vitan, tey hava um súgdjóralívið í havinum, kann eisni takast upp til viðgerðar. Tey,ið studning fáa,eiga helst at hava okkurt tilknýti til øll NAMMCO-limalondini (Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg): Men verktælanir, sum hava týdning hjá onkrum einstøkum limalandi ella -londum, verða eisini tiknar upp til umhugs- ingar. Í 2003 er nevndin í NAMMCO-grunninum serliga áhugað at viðgera verk- ætlanir, sum geva vitskapliga rættar stovnsupplýsingar, og sum viðger abæði søgulig og nýggj veiðutøl. Grunnurin kann lata upp til 50% í studningi til verkætlanir, ið lúka áðurnevndu krøv. Tøki grunnpeningurin í 2003 er 100.000 norskar krónur tilsamans. Politikkur NAMMCO-grunnsins, og hvar umsóknir vera stílaðar, ella fleiri upplýsingar um grunnin fáast við at venda sær til NAMMCO-skrivstovuna, Polar Environmental Centre N-9296 Tromsø Noreg og á heimasíðu okkara. Tel: +47 77 75 01 80 · Fax +47 77 75 01 81 Heimasíða www.nammco.no · T-postur: nammco-sec@nammco.no Umsóknarfreistin er úti 1. juni 2003. Fiskimálaráðið Skipaeftirlitið Vi ønsker et hus til leje i Tórshavn eller Argir Et flerårigt lejemål fra 1. august 2003 ønskes for et ægtepar uden hjemmeboende børn. Henvendelse til Nora Tlf.: 317167 eller mobil: 214128 e-mail: kasper@nora.fo NORA Nordisk Atlantssamarbejde ÁRSAÐALFUNDUR Føroya Blindafelag hevur ársaðal- fund leygardagin 24. mai 2003 kl. 10.00. Fundurin verður hildin á Føroya Blindastovni, Íslandsvegur 10 A, Tórshavn. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin C M Y K 29