Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 2003síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 89 - 10. mai 2003 Teo van der Weele vitjar Føroyar KRIS í Føroyum hevur skeið 23.-25. mai 2003 um incest og kynsligan ágang. Skeiðið verður á Hotel Tórshavnar Sjómansheimi. Tað er hollendarin Teo van der Weele ið kemur at undirvísa á skeiðinum. Hann er prestur og familjuráðgevi og hevur í 40 ár burturav arbeitt við at hjálpa persón- um, ið m.a. hava verið úti fyri kynsligum ágangi. Hann hevur eisini í 12 ár verið leiðari fyri tí altjóða útbúgvingini ESARPAC.Hann er eisini kendur sum rithøvund- ur av bókini »Kraftfuld fred«. Evnir, ið verða tikin upp: • Hvat kann eg gera fyri at hjálpa einum persóni, ið hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi. • Supervision • Powerfull Peace – teori og praksis. Skeiðið er stílað til lærarar, pedagogar, stovnsleiðarar, prestar, samkomu- leiðarar, læknar, sjúkrasystrar, avvarðandi og til fólk, sum annars hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og hava áhuga at vita at meira um evnið. Skeiðið er bygt á eitt kristiligt grundarlag. Kostnaður: Skeiðið kostar kr. 2.000,- pr. persón. Limir av felagsskapinum fáa ein einstaklingaavsláttur uppá kr. 250,- hjún fáa 500,- kr. í avsláttur. Alt, uttan yvirnátting, er íroknað henda prísin! Tilmelding skal vera í seinasta lagi mikudagin 14. mai. Tilmelding fer fram hjá Hans Eiler Hammer á tlf.216559,hjá Gvøðbjørg West á tlf.222056,hjá Oslu Sevdal á tlf. 224419 og hjá Kirstin Jacobsen á tlf. 214175 ella á fax 448157. Eisini ber til at senda okkum ein e-mail: krisa@post.olivant.fo Skeiðið má vera goldið áðrenn luttøku. Avmarkað luttøka. KRIS í Føroyum · Postboks 197 · 600 Saltangará Pedagogur Innan Almannamálaráðið og stovnar undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýl- inum í Pætursgøtu 3 er eitt tænastumannastarv leyst at søkja til setan 22. mai 2003 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett eftir sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagog- felag, fyri tænastumannasettar pedagogar, lønarstigini 24, 25, 27, 28, 30 og 31. Í Sambýlinum búgva 4 menn við diagnosuni Asberger syndrom. Til hetta brek verður brúktur ein skipaður arbeiðsháttur.Umsøkjarar,ið hava royndir við arbeiði av hesum slag hava fyrimun.Ítróttur er ein partur av arbeiðinum.M.a.renning og svimjing og tí má umsøkjarin vera væl fyri kropsliga. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum er at taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í heiminum. Týdningur verður lagdur á, at umsøkjarar hava fakliga vitan og hava góð sam- starvs- og innlivingarevni. Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella líknandi prógv verða sett í pedagogstørvini, men um útbúgvið fólk ikki verður sett, verður starvið sett tíðaravmarkað sum hjálparfólkastarv. Nærri fæst at vita um starvið frá Boga Andreasen, leiðara á telefon 215540. Umsóknarfreistin er 14. mai og skulu umsóknirnar sendast til: Sambýlið í Pætursgøtu 3 Pætursgøta 3 FO-188 Hoyvík SAMBÝLIÐ Í PÆTURSGØTU 3 í Hoyvík Maskinstjórar til Fiskiveiðieftirlitið Tvey størv sum maskinstjóri við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið verða lýst leys til setan skjótast gjørligt. Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur: • Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í maskinrúmunum og rúmum, sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum, kranum og davitum • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl.III/2 as Chief Engineer) • Heilsuváttan fyri sjófólk • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Setanartreytir: Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 31.lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er maskinstjóri. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26.mai 2003 kl. 1200. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við ElmarHøjgaard,deildarstjóra. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Reingerðarfólk Til framsýningarnar hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni 6 og í Hoyvíksgarði verður søkt eftir álítandi reingerðarfólki/fólkum fyri summarið 2003 at byrja 19. mai 2003. Framsýningarnar eru opnar hvønn dag fram til sunnudagin 14. september 2003. Arbeiðstíðin er 22 tímar um vikuna. Skrivlig umsókn skal vera Fornminnissavninum í hendi í seinasta lagi 14. mai. Føroya Fornminnissavn Postboks 1155 110 Tórshavn tlf. 310700 Sosialurini