leygardagur 10. mai 2003síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2003
31
Hús til sølu
Sethúsaognin Dalagøta 17 verður lýst til sølu,um
hóskandi boð fæst.
Grundøkið, matr. nr. 790 i, Tórshavn er 280 m2 til
støddar.
Húsini eru í tveimum hæddum, tey eru stoypt og
klødd við eternit.
Samlaða búøkið er 147 m2.
Í miðhæddini eru gangur, baðiverilsi, kamar,
stova, køkur, spískamar, hjallur og goymslurúm.
Í kjallaranum eru wc,baðiverilsi og gangur í gerð.
Harafturat er lítið kamar, stova og fýrrúm.
Húsini liggja væl fyri í friðarligum umhvørvi nær
miðbýnum.
Byggiár 1957.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda
sær til
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
Tlf. 31 11 45
Att: Fríða Patursson, adv.
Ullamóttøka
Vinnumálaráðið hevur fyri árið 2003 gjørt eina
innsavningarskipan av ull.
Tí kunnu áhugað,einstaklingar,virkir og kommunur
nú
søkja um at stovna eina ullamóttøku
Arbeiðið kemur at vera 2-3 mánaðar um árið at taka
ímóti, viga, møguliga turka, góðskuflokka, avgreiða
og goyma ull frá seyðaeigarum, og síðani at selja
hana víðari til virkir og einstaklingar ella til
úflutning.
Roknað verður við, at latið verður 4 kr./kg. fyri 1.
floks ull íroknað stuðul.
Roknað verður við, at 3 ullamóttøkur verða í 2003,
eina í meginøkinum, ein í Suðuroy og ein í
Norðoyggjum.
Prísurin á góðskuflokkaðu ullini verður avráddur
millum móttøkuna og keyparan, tí ætlanin er at
ullamóttøkan skal virka á handilsligum grundarlagi.
Krøv til ullamóttøkurnar:
Hava egnaði høli og liggja væl fyri
Skulu vera MVG- og roknskaparskyldugar
Hava førleika, áhuga og vitan um handfaring av ull
Hava góð evni og vilja til at halda roknskap
við keyp og sølu.
Umsóknarbløð og aðrar upplýsingar kunnu fáast
frá:
Alm. Royndir og Ráðgeving
Royndarstøðin
FO-410 Kollafjørður
tlf. 479001 · faks 479030
Freistin at søkja er 26. mai.
Frágreiðing: Lagt verður upp til,at seyðaánarar fáa ábyrgd av at
fáa ullina til høldar og verða stimbraðir til at taka ullina upp, so
at virkir og onnur lættari fáa fatur á reinari, skildari, turkaðari og
góðskuflokkaðari ull, sum kann verða virka víðari til lidna vøru.
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
Kvívíkar Skúli
Søkir eftir lærara til skúlaárið 2003/2004
Vegna avlopstímar, lækkað tímatal o.a. er eitt tíðar-
avmarkað starv við Kvívíkar Skúla, skúlaárið
2003/2004 leyst at søkja, starvið er eitt 0,45 starv.
Førleikakrøv:
Lærara, ið serliga kann undirvísa í tónleiki, svimj-
ing/fimleik og annars øllum lærugreinum.
Um skúlan:
Kvívíkar Skúli er ein fýraflokkaður skúli við næming-
um frá 1. til 7 árgang. Fimm lærarar eru við skúlan
og kemur tú at vera ein teirra. Skúlin er væl
útgjørdur við fimleikarahøll, svimjihyli og telduhøli.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 18.1 -
27.4.
Meira fæst at vita hjá skúlaleiðaranum, Bjarna
Heinesen, tlf. 421291 fartlf. 211504.
Umsóknir við prógvi og viðmælum skulu sendast til
Kvívíkar Skúlastýrið í seinasta lagi 23. mai 2003.
Kvívíkar Skúlastýrið
Att: Jan Andreasen
Postboks 15 • FO-340 Kvívík
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Sjúkrarøktar-
frøðingur
Eitt avloysarastarv á sjúklingadeildini fyri sjúkra-
røktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi við einari ar-
beiðstíð uppá 0,7 í skiftandi vaktum er leyst at søkja
frá 1. juni til 31. desember 2003.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
fyristøðukvinnuna tlf. 37 11 33 lokal 128.
Skrivlig umsókn við prógvum og autorisatión skal
sendast til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
Postrúm 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist 22. mai 2003.
Hvalbiar skúli
Søkt verður eftir 1 lærara í tíðaravmarkað starv
skúlaárið 2003/2004.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk-
um 18.1 – 27.4.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi týsdagin 27. mai 2003.
Skúlastýrið fyri Hvalbiar skúla
v/ Róin Schrøter
850 Hvalba
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
31