fríggjadagur 5. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Árliga musikkskúlastevnan,
har allir musikkskúlar í mu-
sikkskúlaskipanini eru við,
verður í Eysturskúlanum og
Norðurlandahúsinum um
vikuskuiftið.
Konsertir verða í hesum
sambandi í Norðurlanda-
húsinum fríggjakvøld og
leygarkvøld við einstakling-
um og bólkum, sum eru fyr-
ireikaðir heimanífrá, og
sunnudagin
verður
tað
framført, sum bólkarnir
hava lært á stevnuni.
Næstan 400 næmingar
eru við hesaferð, og teir
leika saman í rútmiskum
bólkum, í Big Band, á klav-
er og gittara, í hornorkestri,
blási- og strúkiorkestrum,
og sangarar eru eisini við.
Allir bólkar venja í Eyst-
urskúlanum, meðan klaver-
leikarar venja í hølunum hjá
Tórshavnar Musikkskúla.
Konsertirnar
fríggja-
kvøldið og leygarkvøldið
eru ókeypis, men sunnudag-
in verður kostnaðurin Kr
20,- fyri atgongumerki.
Musikkskúlastevna um vikuskiftið
Løgreglan
ger grein 13
kanningar
Tey seinastu tvey árini
hevur politiið gjørt sokall-
aðar grein 13 kanningar
av ferðsluni, beint eftir at
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
hevði havt sítt átak um
ljós.
Trygdarspurninginum
verður ikki givin nóg stór-
an ans í ferðsluni, tí stutt
eftir vóru dømi um bilar,
har ljósini ikki vóru í lagi.
Kanningar vísa eisini
tað, at førarnir ofta ikki
hava koyrikortið hjá sær.
Tey í bilinum eru ikki øll
líka røsk at nýta trygdar-
beltið.
Hesum - og um øll hava
skift dekkini til summar-
dekk - fer politiið serliga
at kanna í mai og nakað
inn í juni mánað.
Sjálvandi vóna vit ikki,
at bøturnar gerast ov
mangar. Hetta fáa vit tó
ikki at vita fyrrenn kann-
ingarnar eru liðnar.
Seks í pyjamas á Oyrabakka
Komandi vikuskifti fer
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
til Oyrabakka við skemti-
leikinum »Seks í pyjamas«,
har spælt verður fríggja-
kvøldið kl. 21, leygardagin
kl. 17 og 20 og sunnudagin
kl. 17.
Undirtøkan til leikin hev-
ur verið sera góð. Útivið
2.300 fólk hava sæð leikin
higartil og bert tveir leikir
hava áður megnað at savnað
so nógvar áskoðarar. Tað
vóru leikirnar Landastrokið,
ið varð spældur í 1982 og
Sildarok, ið var framførdur
í 1989.
Atgongumerki til sýning-
arnar á Oyrabakka kunnu
bíleggjast á telefon nr.
222068 og í Eydnuni, tele-
fon nr. 422322, 1 tíma und-
an sýning.
Eftir framførslurnar á
Oyrabakka verður farið til
Suðuroyar, har spælt verð-
ur í Roynhøllini leygardagin
13. mai.
Landstevna hjá Javna ár 2000
Javni skipar fyri mentun-
arstevnu 5.-7. mei 2000.
Listaframsýning verður í
smiðuni í Lítluvík 5. mei
kl 17:00, Elin Lindskov
setur framsýningina.
Leygardagin 6.mei kl
10.00 verður skrúðgonga
frá Bursatanga niðan í
Grasagarð har Høgni Hoy-
dal setur stevnuna.
Eisini verður fimleika-
framførsla-felagssangur o.
a
kl 10-16 verður lista-
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík. Kl 13-16 opnar
Verkhúsið Virkni við fram-
sýningini „Atlantis“ ein
ferð eftir havins botni.
6. mei 2000 kl 18:00
verður veitsla við harmon-
ikudansi
og
frásøgu-
fólkum.
Kostnaður:
Vaksin 150
Børn 7-14 ár hálvan prís.
Sunnudagin 7. mei verð-
ur Gudstænasta í Havnar
kirkju við Bjarna Bæk.
Báðar listaframsýningar-
nar eru opnar frá kl 14-17.
15 Plantu-
pakkar til MBF
Eftir áheitan frá fólki, ið
av einhvørjari orsøk ikki
orka at standa í bíðirøð at
fáa ein av teimum 500
úflýggingarseðlunum,
hevur býargartnarin lati
15 útflýggingarseðlar til
MBF ( Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum ).
Hesi fólk kunna so ístaðin
fara út í MBF-húsið, á
Íslandsvegur
10c,
leygardagin
6.mai,
millum kl14 og 16, at fáa
sær ein útflýggingarseðil.
Bilframsýning
í Vágum 2000
FS-Vágar fer aftur í ár at
hava eina bilframsýning í
Ítróttarhølliniá Giljanesi.
Framsýningin verður vik-
uskiftið tann 06. og 07.
mai.
Síðsta vár, tá framsýn-
ingin var, tóku fólk sera
væl undir við tiltakinum
og vóru umleið 1300 vitj-
andi (vaksin) í høllini.
Sum skilst kom væl burt-
urúr, eisini hjá framsýn-
arunum.
Fyri at geva framsýnar-
unum so gott pláss sum
til ber, er plássið avmark-
að til 7 bilhandlarar. Hesir
eru Norðbil, Reyni Ser-
vice, Jóhannes Berg, P/f
Bilsølan v/Øssur Johann-
esen, Ivan Johansen Sp/f,
DB Bilar og Eyðbjørn
Hansen Bilsøla. Umframt
hesar framsýna Súkklu-
handilin í Kollafirði og
Mótabúðin L‘Ey eisini.
Eins og síðst, fer FS-
Vágar at gera framsýn-
ingina áhugaverda fyri tey
vitjandi við ymiskum til-
tøkum og undirhaldi.
Báðar dagarnar verður
mótaframsýning
og
Ragnar í Vík fer at syngja
eins og kaffisøla verður
og undirhald fyri børnum.
Sum nakað nýtt í ár,
verður ein telda burturlut-
að og ein kapping veðrur
millum skúlaflokkar, um
hvussu nógv børn kunnu
verða í einum bili í senn.
Sum nakað heilt serligt,
verður eisini avdúkað,
hvør útróðrarbátur í oynni
fiskaði mest síðsta ár.
Vinnarin fær steyp hand-
að.
Framsýningin verður
opin leygardagin og sunn-
udagin frá kl. 14 til 21.
Bygdaráðsformaðurin í
Sørvági, Petur Kruse, set-
ur stevnuna leygardagin
kl. 15.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Oljan og fullveldið
ALLIR fjølmiðlarnir her heima og eisini nógvir í Danmark
hava gjørt nógv burtur úr samráðingunum í Keypmann-
ahavn í vikuni. Meðan okkara heimligu miðlar bera tíðindi
frá okkara samráðingarfólkum um góðar og konstruktivar
samráðingar, har danska stjórnin hevur víst seg at ganga
mongum av ynskjum okkara á møti, so er tónin ein
annar í donsku miðlunum. Har verður næstan øvugt víst
á, at harða danska linjan heldur fram, og at føroyska
samráðingarnevndin fekk lítið og einki burtur úr. Eitt er
sjálvandi, hvussu samráðingarfólkini sjálvi útleggja úr-
slitið, eitt annað er, hvussu miðlarnir og viðmerkjarar
gera tað. Tí verður eisini áhugavert at hoyra tær við-
merkingar, sum koma aftrat.
EIN spurningur, sum ikki hevur verið nógv umrøddur,
men sum er vorðin nevndur í bløðunum og eisini á
sjálvum tíðindafundinum er tann leiklutur, sum møgu-
ligar framtíðar oljuinntøkur kunnu ella skulu hava í
samráðingunum og í framtíðar viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark. Tað ljóðar, at føroyingar hava nevnt
møguleikan fyri at gera oljuinntøkur til part av eini
samráðingarloysn. Nyrup staðfesti á tíðinafundinum, at
oljan hevði verið uppi og vent undir samráðingunum.
Hvat tað so enn merkir.
EFTIR samráðingarnar er komið fram, at bæði Fólka-
flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru fyri at útseta tað teir
kalla ígildiskomanina av einum sáttmála millum Danmark
og Føroyar. Hvat liggur í hesum kundi verið áhugavert
at vita meira um. Gitt kann sjálvandi verða um eitt og
annað. Sjálvandi kann ein orsøk vera, at hesir flokkar
hava fingið kaldar føtur og ikki longur eru hugaðir at
tvinga seg sjálvar til at fylgja linju Tjóðveldisfloksins um
eina skjóta tilgongd í hesum máli.
MEN kann eisini annað liggja aftan fyri sum t.d. oljukortið,
sum samráðingarnevnd okkara spældi út ella bara minti
danir á undir samráðingunum? Formaður Tjóðveldis-
floksins hevur fleiri ferðir sagt, at møguligar komandi
oljuinntøkur skulu ikki tengjast saman við fullveldisætl-
anini. Men nú tá føroyska nevndin hevur fingið greitt at
vita frá dønum, at skiftistíðin verður ikki fleiri enn tey
umrøddu 4-5 árini, so kann sjálvandi hugsast, at sami
Tjóðveldisformaður er farin at hugsa um „oljukortið“ og
harvið er gingin við til at minka eitt sindur um fullveld-
isferðina. Tí soleingi vit ikki vita, um olja finst ella ikki, so
kann hetta „trumfkort“ ikki brúkast í praksis, hóast tað í
dag er góður tónleikur í hugaheiminum. Landsstýrið er
sjálvandi vitandi um og roynir at rudda slóð fyri, at
oljufeløg kunnu seta hol á landgrunnin longu í næsta ár.
Tvs. umleið eitt hálvt ár, áðrenn løgtingsval verður aftur.
So eitt tankaeksperiment kundi verið hetta, at landsstýrið
hevur einki ímóti at leggja fullveldismálið á ís til møgulig
olja spríkir upp úr undirgrundini. Men tað hevur brúk fyri,
at hetta hendir áðrenn valið í mai 2002.
Í HESUM sambandi er eisini vert at taka í aftur tað, sum
fyrrverandi formaðurin í donsku ráðleggingarnevndini
viðv. Føroyum, Skakk-Nielsen segði við Sosialin í fjør.
Høvuðsboðsskapur hansara var tann, at lykilin til føroyskt
fullveldi ella sjálvstýri uttan danskan blokk vóru komandi
oljuinntøkur. Uttan tær og við eini stuttari skiftistíð fyri
avtøku av blokki metti hesin danski búskaparfrøðingurin,
at fullveldisætlanin hjá landsstýrinum ongan sum helst
møguleika hevði. Tað er helst hetta, sum landsstýrið og
ikki minst formaður Tjóðveldisfloksins tigandi hevur
sannað. Nú er at bíða eftir oljuni. Tað merkir so aftur, at
tað bara er ein spurningur um tíð, nær landsstýrið fær
rætta høvið at leggja eina nóg trygga ætlan til fólkaat-
kvøðu. Men tað er eisini ein spurningur um at renna
kapp við tíðina. Tí oljuleitingin byrjar á heysti ár 2001,
og vit skulu hava val á vári 2002. Spurningurin er so, um
ikki danir við at lata okkum fulla rættin til undirgrundina,
eisini góvu okkum besta trumfkortið til sjálvstýri ella
fullveldi. Onkur hevur so ivast í, um vit løgfrøðiliga eiga
henda rætt. Um ikki, so er greitt, at danir eiga at týðandi
kort í hondini, vilja teir partú varðveita Føroyar sum ein
part av ríkinum. Time will show.
Viðmerking:
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara
SÍMIN PETUR RASMUSSEN
Haraldsund
doyði og varð jarðaður.
Fyrst vilja vit takka Áslu og Markus fyri teirra hjálp
og beinasemi. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar
og til tykkum, sum komu inn á gólvið. Tøkk til Niels
Paula Danielsen prest, fyri stóra hjálp og troystarrík
orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og til Hans
Andrias á Hædd fyri beinasemi, tað var gott at tað
kundi lata seg gera at koyra heim til hús, áðrenn
farið varð til Kunoyar. Eisini ein tøkk til Emmaus-
kórið fyri vakran sang. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu
til í bygdarhúsinum.
Takk fyri gávur til Kunoyar kirkju og tøkk til tykkum
øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Sigga
Tøkk
Landbúnaður, sanering v. m.
Undirritaði ið er føddur í
1937 sum arvingi til festi í
Innistovu á Trøllanesi, havi
búð og livað av jarðarbrúki
alla mína tíð, festi eftir faðir
mín í 1968. Sama ár bleiv
nýtt fjós bygt við tíggju bás-
um, men vegna táverandi um
støður vóru ongantíð meira
enn seks mjólkikýr í fjósi-
num. Tá ið so vegasamband-
ið kom í 1985 so komu eisini
aðrir møguleikar, fyri tað
fyrsta so slapp man av við
framleiðsluna, man brendi
ikki inni við mjólkini vegna
brim og illveður og haraft-
urat opnaðu seg stórir møg-
uleikar fyri útbygging av
garðinum, soleiðis at meira
enn ta eina húski kundi fáa
sína útkomu av garðinum.
Havandi í huga at nú var
næsta ættarlið komið til og
um tað skuldi støðast í bygd-
ini so mátti útkoma til. Við
hesum í huga varð søkt til
Jarðarráðið um loyvi at velta
og byggja nýtt fjós, í fyrsta
umfari høvdu vit fimtan
hektarar tøkar til velting.
Okkum bleiv játtað lán til
velting og enntá tilsøgn til
nýtt fjós. Hóast lán bleiv játt-
að, so síggi eg nú aftaná, at í
staðin fyri at siga nei, so varð
lánið sett so mikið lágt, at
Jarðarráðið hevur roknað við
at veltingin bleiv av ongum,
men tann írestandi pening-
urin varð fingin tilvega privat
og so varð farið til verka.
Fyri ikki at kollrenna okk-
um fíggjarliga, sum so
mangur annar, við at byggja
fjós fyrst og so velta aftaná,
so tóku vit raðfylgjuna mót-
satt, vit veltu fyrst nøkur ár,
men meðan velt verður,
verður fjóstilsøgnin tikin aft-
ur av Jarðarráðnum. Eg varð
heilt ovfarin, men sjálvandi
kundi man ikki taka hetta
fyri fult, so hildið var fram
við veltingini til goymslur-
nar ikki kundu taka alt fóð-
urið og verandi fjós var
meira enn fult av neytum.
So varð aftur farið til Jarð-
arráðið, men at sleppa at
byggja fjós var kortanei og
tann ætlanin, ið eg hevði til
loysn av goymslutrupulleik-
unum av fóðri, varð koldømd
sum ónýtilig, hetta var ein
stálbrunnur við sjálvvirkandi
ífylling og úttøku. Hetta an-
legg var tó ikki verri enn so,
at á sama fundi í Jarðarráð-
num fekk bóndi í Suður-
streymi játtan til líknandi
ætlan og enntá fitt av básum
játtað afturat verandi fjósi.
Tað keðiliga við hesi játt-
an var, at tá ið eg tosi við
umboðsmannin í Danmark
fyri at siga honum at Jarðar-
ráðið noktar at fíggja, so sig-
ur hann: »Jamen, Jordefon-
den har finansieret anlægget
til bonden i…«
Tá hetta góða anlegg
kundi nýtast í Suðurstreymi,
so kundi tað saktans eisini
nýtast hjá okkum og so varð
stálsiloin keypt og fíggjað
privat. Tveir mánaðar seinri
koyrdu vit fyrsta grasið inn.
Tá ið Jarðarráðið hvørki
kundi játta mær fjós ella
brunn, so mundu teir hava
hildið at tað var nóg so skall-
ut at fara út aftur við ongum
og bjóðaðu mær eina høll
sum kundi nýtast til plansilo
og goymslu, tá ið so Jarðar-
ráðið
bjóðaði
galdandi
studning til súrhoyggjbrunn-
ar til høllina, so tók eg av,
men at brúka høllina bæði
til súrhoyggj og amboð bar
ikki til, og tá eg hevði loyst
goymslutrupulleikarnar til
gras privat, so bleiv høllin
nýtt til amboð og annað.
Men sum áður sagt, so
hekk ein játtan um studning
til súrhoyggjbrunn uppi í
høllini, tá høllin stóð liðug
tók Jarðarráðið studningstil-
søgnina aftur. So varð søkt
um studning til súrhoyggj-
brunnin og varð hesin út-
goldin fýra ár eftir at brunn-
urin varð tikin í nýtslu.
Studningur til súrhoyggj-
brunnar verður latin pr. ku-
bikkmetur, so tá ið studn-
ingurin bleiv goldin út var
hann bert umleið helvtin av
upprunaligu játtanini.
Havi ongantíð átt nakað av
týdningi á festikontoini, men
táið komandi festari hoyrdi,
so keypti hann grundstykki
burtur av festinum, og fór
hesin peningur ca. 20.000 kr.
á festikontoina. Tá ið so und-
irritaði bað um peningin til
nýtslu á festinum, var mær
játtað lán uppá 50.000 kr.
sum eg sjálvandi tveitti aftur,
fekk eg ikki tað ið stóð á
festikontoini so skuldi eg
onki hava. Tá bleiv so festi-
kontoin endaliga útgoldin.
Seinasta, ið eg havi hoyrt
frá Jarðarráðnum um fjós-
bygging er, at teir vilja
strekkja seg til eitt básatal
sum er á leið tað sama bása-
talið, ið abbi hevði í kjallar-
anum, tá ið hann bygdi fyrst
í øldini.
Annars er tað soleiðis at
fígging fæst til fjós bert við
at ringja til Sparikassan, alt-
so Norðoya Sparikassa. Men
ger man nakað á festinum so
kannar Jarðarráðið sær hetta,
sambært rundskriv frá ráð-
num, viðvíkjandi rættindum
og skyldum hjá festarum.
Rættindunum vóru ikki tey
stóru, men skyldurnar vóru
haraftur ímóti mangar. Sum
til dømis: Alt arbeiði, ið er
gjørt ólønt á garðinum. Øll
bygging, ið er gjørd á garð-
inum, hettar kannar Jarðar-
ráðið sær, sjálvt um fígging-
in er privat og sjálvt sethús-
ini, ið abbi bygdi í 1908 og
ongantíð
nøkur
almenn
króna hevur verið í, hetta
kannar Jarðarráðið sær. Ja
soleiðis verður arbeiði okk-
ara niðurgjørt, meðan teir
garðar, ið fingu fulla fígg-
ing, bæði til velting og bygg-
ing í so ríkiligt mát at teir
hoyknaðu undir vælvildini
frá Jarðarráðnum, nú skulu
sanerast.
Tíverri eri eg ikki tann ein-
asti í útjaðaranum sum so-
leiðis er viðfarin, tað eru eis-
ini onnur dømi um hetta. Eg
fekk tilboð um at grasfram-
leiðslan á garðinum skuldi
latast sum hoyggj til rossa-
menninar í Havn!
Onkur annar fekk smokt
eitt slaktineytafjós niður yvir
herðarnar beint eftir at eitt
líknandi fjós bleiv stongt! Tí
tað bar seg ikki! Og uppaftur
onkur annar fekk tilboð um
at gevast við mjólkar-
framleiðslu, tí tað kláraðu
teir sunnanfyri.
Tað er óneyðugt at siga
hvar hesi tilboð koma frá.
Tað sum kann geva nakað av
sær skal dragast inn í mið-
staðarøki.
Her í bygdini eru trý fjós
við eini mjólkarkvotu uppá
ca. 110.000 litrar í alt, neyv-
an nakar einstakur bóndi í
miðstaðarøkinum hevði ver-
ið nøgdur við so lítla kvotu.
Hesari kvotu liva fýra húski
av.
Tann roynd at skapa eitt
arbeiðsupplegg afturat í
bygdini, ið vit fyri skjótt
mongum árum síðani fór
undir, bleiv kalt og miskun-
arleyst steðgað í hálvum
gekki av Jarðarráðnum.
Hetta eina arbeiðsplássið her
í bygdini svarar til umleið
800-1000 arbeiðspláss í mið-
staðarøkinum!
Sambært mínum festi-
brævi og væl saktans øllum
øðrum festibrøvum, so skal
bóndin búgva í festinum og
vit hava einki annað alterna-
tiv til landbúnaðin, til at lív-
bjarga okkum.
Skulu ávísir bøndir saner-
ast, so er ikki ov nógv kravt,
at vit, ið eru hildnir uttanfyri
fígging úr Jarðargrunninum,
ella ikki hava ligið sama
grunni til byrðu, fáa ogn-
arbrøv til festini uttan nakað
viðurlag. Tað hevði í hvussu
so er verið ein »trøstpremia«.
Annars er bert eftir at
skoyta uppí, at her í oynni er
skuldin til Jarðargrunnin
neyvan størri, enn at hon
kundi verið goldin aftur við
eittans varsli.
Jógvan Joensen, bóndi,
Trøllanes
Tøkk
Øllum tykkum mongu, ið komu meg í hug og á
ymiskan hátt heiðraðu meg á 75 ára føðingar-
degi mínum tjúgunda dag, takki eg hjartaliga.
Eina serstaka tøkk fyri ta sera hugnaligu morg-
unstund saman við Emmauskórinum og Horn-
orkestrinum.
Bestu heilsanir
Hjørleif Waag Høgnesen
Klaksvík