fríggjadagur 5. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Edvard Joensen
Væntandi politisk ráðlegg-
ing er ein stórur trupulleiki,
tá hugsað verður um bústað-
arviðurskiftini hjá teimum
brekaðu í Føroyum.
Bjarni Clementsen, leið-
ari á Serstovnadeildini, sig-
ur, at tað hava seinnu árini
verið rættiliga skiftandi
landsstýrismenn á økinum.
Allir hava ein góðan vilja
og skulu kanna málið. Ofta
kemur tað ikki longri, tí
pengarnir verða prioriter-
aðir aðrastaðni.
Tað, sum brúk er fyri, sig-
ur Bjarni Clementsen, er at
politikararnir seta pengar av
til íbúðir til hesi fólkini.
Bjarni Clementsen metir
ikki, at allar hesar kanning-
arnar hava verið neyðugar.
Tøl og tørvslistar hava ver-
ið, tó bara seinastu trý-fýra
árini. Men nú er so avgjørt
at dagføra teir alla tíðina,
sigur Bjarni Clementsen
Felagið Javni legði í apríl
í ár fram eitt álit, sum greitt
vísir tørvin, ið var 1. apríl.
Men hann er longu broyttur,
sigur Bjarni Clementsen, tí
tað ger hann alla tíðina.
Fyrr hevur tað verið so-
leiðis, at so hvørt sum onkur
hevur víst á einhvønn akutt-
an tørv, er tað einstaka mál-
ið loyst. Ofta fyribils. Men
hesum ber ikki til at liva við,
og tí hevur Javni nú saman
við øðrum gjørt ein nágrein-
iligan tørvslista, sum er
lagdur fram í tí áliti, sum
millum onnur landsstýris-
Ov nógvar kanningar og manglandi støðutakan er ein
orsøk til, at íbúðarviðurskiftini hjá brekaðum ikki eru
nøktandi
maðurin í Almanna- og
Heilsumálum eisini fekk.
-Nú er hesin tørvurin so
nágreiniliga ávístur, at tað
ber ikki til at bakka, sigur
Bjarni Clementsen, leiðari
á Serstovnadeildini.
Men hóast tað, at álitið
hjá Javna varð latið avvarð-
andi myndugleikum, sum
lovaðu at lesa tað og gera
okkurt við tað, er einki frætt
aftur enn, sigur Bjarni
Clementsen.
Tað er ikki rætt at siga, at
als einki hendir, sigur Bjarni
Clementsen. Tí tað ger tað
alla tíðina. Men í mun til
veruliga tørvin hendir ógvu-
liga lítið. Og tað sindrið,
sum hendir, munar ov lítið
í heildini. Sjálvandi er tað
ein loysn hjá tí einstaka,
men í mun til samlaða tørv-
in er tað altso ikki nøktandi,
sum hent er higartil, sigur
hann.
Tað er ikki tí, at politiski
myndugleikin ikki veit av
hesum, sigur leiðarin á Ser-
stovnadeildini. Hetta verður
gjørt vart við hvørt einasta
ár, tá fíggjarlógin verður
gjørd. Og nú verður spenn-
andi at vita, sigur hann, um
tørvurin, sum vístur er á í
álitinum hjá Javna, verður
tikin við í komandi fíggjar-
lóg, sum politikararnir eru í
ferð við at gera nú.
Tað er rætt, at tað er dýrt
at gera eitt sambýli til seks
brekað fólk, sigur Bjarni
Clementsen. Men tað er
neyðugt at gera eitt hús við
íbúðum, tí soleiðis eru krøv-
ini í dag. Tað er ikki nøkt-
andi bara at geva hesum
fólkunum eitt kamar onku-
staðni. Nú er kravið egin
íbúð. Og tað sigur seg sjálvt,
at ein bygningur við seks
baðirúmum og seks smærri
køkum umframt einum
stórum felagskøki og øðrum
felagsrúmum, kostar meira
enn eitt hús við einum av
hvørjum, vísir hann á.
Tá tosað verður við poli-
tikararnar, er viljin altíð
góður. Men tað er nú eina-
ferð pengunum, brúk er fyri,
og teir verða ikki altíð játt-
aðir, sum tørvur er á teim-
um.
Men búfólkini gjalda
leigu fyri at búgva. Hesi
fólkini fáa vanliga eina pen-
sión, sum tey millum annað
brúka til at gjalda húsaleigu
við. Bjarni Clementsen vísir
á, at búgva til dømis seks
ella átta fólk í einum sam-
býli, skal bygningurin verða
øgiliga dýrur, um tey ikki
klára at svara hvørjum sítt
av pensiónini, tey fáa.
Heilt í stað stendur tó
ikki, sigur Bjarni Clement-
sen. Í løtuni verður arbeitt
við einum nýggjum húsið í
Klaksvík, har ætlanin er, at
pláss skal vera fyri fýra au-
tistum og fýra menningar-
tarnaðum. Hetta húsið skal
ætlandi standa liðugt kom-
andi summar, sigur Bjarni
Clementsen, leiðari á Ser-
stovnadeildini undir Heilsu-
røktini og Serforsorgini.
Manglandi ráðlegging er ein orsøk til, at bústaðartrupulleikarnir hjá brekaðum í Før-
oyum ikki eru loystir, sigur Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini
Mynd: J.K. Vang
Vantandi
ráðlegging
Í hesum døgum verða
stovnsplássini í heyst givin
teimum hepnu. Tíverri er
støðan í høvuðsstaðnum, at
tað enn eru alt ov fá ansing-
arpláss. Kommunan hevur
seinasti árini útvega fleiri
nýggj ansingarpláss, men
ikki nóg mikið.
Tað verður tosað um at
opna Havnará, tað nýggj-
asta er at yvirtaka Ebenezer
og byggja teimum ein nýtt
samkomuhús
-
hvussu
nógvar milliónir tosa vit
um? Tá vit tosa um pening
til barnaansing vísir tað seg,
sum um, at tað er púra burt-
urvið at byggja fleiri nýggj-
ar stovnar eitt ár, hóast hesir
ikki kostað ein brøkpart av
slíkum ætlanum.
Pengar verða brúktir at
gjalda niður kommunu-
skuldina, summir býráðs-
limir tosa um at seta komm-
unuskattin niður. Vit í for-
eldrafelagnum halda, at tað
má raðfestast øðvísi. Setið
tykkum sum mál at fáa
marruna hjá smábarna-
familjum í Havn loysta. Set-
ið æru í at seta tykkara
merki á Havnina: Leivur
Hansensa Vøggustova, Elin
Lindenskovsa Barnagarður,
Heðin Mortensensa Barna-
garður, Katrin Dahlsa Ell-
isheim, Lisbeth Petersensa
Røktarheim og so framveg-
is.
Tað er einki skeivt í at
fríðka Havnina og hava
nógv góð mentunartiltøk og
góðar karmar, men loysið
teir átrokandi trupulleikar-
nir fyrst (ella samstundis).
Hvat halda tit borgarnir í
Havnini ynskja, nú komm-
unuvalið nærkast.
Heldur tú, at meira kundi
verið gjørt við barnaansing-
ina í Havn? Hevur tú fingið
at vita, at onki pláss er til
títt barn í ár? So er Foreldr-
afelagið rætta staðið fyri
teg. Aðalfundurin hjá For-
eldrafelagnum verður í
Mettustovu 8. mai 2000, kl.
20.00. Á fundinum fer
Gunnleyg Durhuus, trivnað-
arstjóri, at greiða frá um
gongdina í útbyggingunum
á
barnaansingarøkinum,
sigur nevndin í foreldrafel-
agnum í Havn.
Foreldur: Nú er tann stundin…
Ert tú ein teirra, sum ikki sleppur aftur til arbeiðis aftur orsakað av
væntandi ansing, kom so á aðalfund hjá foreldrafelagnum mánakvøldið.
Her verður tosað um, hvussu barnaansingin í Havn kann skipast næstu
árini. M.a. fer Gunleyg Durhuus, trivnaðarstjóri, at greiða frá útbygg-
ingarætlanunum í Vesturbýnum.
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
Nýggja vaktarskipið
varð flotað mánadagin
Byggingin gongur sum ætlað og nýggja skipið verður latið Landsstýrinum 1.
oktober. Tað verður eitt sera stórt framstig, sigur Vaktar og Bjargingartænastan
ÁKI BERTHOLDSEN
Byggingin av tí nýggja, før-
oyska vaktar- og bjarging-
arskipinum, gongur sum
ætlað.
Tað verður smíðað á
„Myklebust“ skipasmiðjuni
beint uttan fyri Ålesund í
Noregi.
Og nú er tað komið so
langt, at tað er sjósett.
Tað
var
sennapartin
mánadagin, at skipið varð
flotað, men enn er sjálvsagt
nógv eftir at gera við tað,
alt skal gerast innan, tað
skal innrættast og øll
útgerðin skal setast upp og
so skal tað sjálvandi mál-
ast.
Johan Simonsen á Vaktar-
og
Bjargingartænastuni,
sigur, at sostatt gongur
byggingin sum ætlað.
Eftir ætlanini skal skipið
latast Landsstýrinum 1. okt-
ober í ár og tað fer at halda,
leggur hann afturat,
Sera væl útgjørt
Johan Simonsen sigur, at
tað nýggja vaktarskipið er
sera væl útgjørt.
Tað er 63 metrar langt og
tað eru næstan 20 metrar
longri enn vaktar & bjarg-
ingarskipið Tjaldrið, sum er
góðar 44 metrar langur.
Og tað siglur skjótt, men
akkurát, hvussu skjótt tað
siglur, er ein loynidómur,
sum treyðugt verður upp-
lýst, hvat vaktarskipum og
herskipum viðvíkur, og tað
vil Johan Simonsen heldur
ikki avdúka í hesum førum.
– Men tað er als ongin ivi
um, at nú klára vit at sigla
Paul Watson upp, skuldi
hann komið aftur.
Nýggja Vaktarskipið hev-
ur eisini fingið navn, men
heldur ikki tað, vil Vaktar-
og Bjargingartænastan av-
dúka enn.
Annars hevur skipið tang-
ar og útgerð til at taka olju
upp av sjónum, skuldi eitt
óhapp hent.
– Vit hava eisini góðar
umstøður umborð til at hýsa
nógvum fólki, skuldi eitt
skip gingið burtur og tað
varð neyðugt at bjarga
nógvum fólkum ísenn.
Á nýggja skipinum skulu
eisini hentleikar gerast, so
at
sjómansskúlin
kann
brúka tað til starvsvenjing
hjá næmingunum.
Av aðrari, nútímans út-
gerð kann nevnast, at
nýggja skipið hevur heilt
serliga útgerð til at leita eftir
fólki í sjónum, ella fólki,
sum, t.d. er dottið oman.
Tað er ein hitasøkjari,
sum ger vart við seg, bein-
anvegin hann følir okkurt í
sjónum, ella í berginum,
sum gevur hita frá sær, eitt
nú einum fólki og tað er
ótrúliga hent.
Eitt, sum hevur verið nógv
umrøtt, er tyrlupallurin. Er
tað eitt mistak, at tyrlupallur
ikki er umborð á skipinum?
– Tað hava vit mett er ikki
neyðugt, tí tað er ikki so
langt at flúgva her um leiðir.
– Í sambandi við tað
nýggju tilbúgvingina, sum
væntandi verður sett í verk,
er hugsað um tað, tí skulu
nýggjar tyrlur útvegast,
verða tær langtberandi og
fáa støð á landi.
– Og skulu vit hava tyrlu-
pall, eru harðar treytir við.
– Tá verða so nógv krøv
sett, at talan hevð blivið um
eitt heilt annað skip. Og
Hetta verður nýggja álitið hjá føroyingum á sjónum. Nýggja vaktar-og bjargingarsskipið er longu sjósett, men nú skal
tað gerast liðugt innan og málast. Nýggja skipið er væl útgjørt, sigur Johan Simonsen á Vaktar- og Bjargingartænastuni
krøvini til manning hevði
eisini blivið heilt onnur.
Ofta, tá ið skip og fólk
koma soleiðis fyri, at tað er
neyðugt at seta bjarging í
verk, eru tilburðir, har ið
skip sigla á land, ella fólk
dettur oman.
Vit spurdu eisini Johan
Simonsen, hvussu hetta
nýggja skipið er hóskandi
at fara heilt inn undir land,
kanska í ringum líkindum
at bjarga fólki, ella skipi.
Eftir, hvat skilst á honum,
er hetta nýggja skipið betri
hóskandi til bjarging úti á
sjónum, har tað ræður um
at koma skjótt fram til skip
og fólk í havsneyð
– Men annars skuldi tað
borið til at komið nokk so
nær landi við hesum skip-
inum, eisini hóast talan
kanska ikki er um so heilt
góð líkindi. Við at pumpa
sjógv úr tangum, kann skip-
ið fáast at flóta væl hægri,
enn tað ger vanliga.
– Og umframt at hava
skrúvur aftan, hevur tað eis-
ini síðuskrúvur bæði har
frammi og har afturi, og
harafturat hevur tað azimuth
skrúvu, tað er ein skrúva
sum stingur beint niður úr
kjølinum og sum kann
vendast allar vegir.
–Alt hetta ger, at tað ber
til at hava skipið púra stilt í
sjónum og at halda eina
heilt neyva knattstøðu.
Men er tað útgrunt, ella
er nógvur pálandsvindur, er
tað sjálvsagt avmarkað, hvat
hetta skipið kann gera.
– Men í slíkum føri hava
vit eisini Tjaldrið, sum er
minni, og sum er sera væl
hóskandi til at fara undir
land við.
Og Tjaldrið, sum varð
klassað um nýggjársleitið,
er í sera góðum standi enn,
so tað heldur í nógv ár aft-
urat.
Rættari at byggja nýtt
Tá ið tað varð samtykt at
byggja hetta skipið, vóru
tað summi sum mæltu til at
keypa danska verjuskipið
„Beskytteren“ ístaðin fyri.
Men Johan Simonsen i-
vast ikki í, at tað var rætt at
byggja nýtt skip, sum er
skræddaraseymað til okkara
viðurskifti.
– Vit mugu ikki gloyma,
at „Beskytteren“ er eitt
gamalt skip. Og tað er
spurningurin, hvussu rætt
tað er av okkum, at byggja
okkara framtíðar trygd á
sjónum á eitt skip, sum
danir leggja.
Johan Simonsen sigur, at
tá ið tað nýggja skipið er
komið í flotan, er trygdin á
sjónum munandi batnað.
Tá hevur Vaktar & Bjarg-
ingarfelagið tvey skip aft-
urat tí nýggja, nevniliga
Tjaldrið og Spógvan.
Og harafturat hava vit so
tað danska verjuskipið,
hvørs týdningur ikki skal
undirmetast, tí tað skipið er
stórt og kemur sera væl við,
tá ið skip eru í havsneyð úti
á víðum havi og í illveðri.
– Tað hava verið hend-
ingar, har ið tað hevði verið
heilt galið, um vit ikki
høvdu havt danska verju-
skipið.
Tað sóu vit eina best tá ið
Ågot var fyri vanlukku her-
fyri.Tá var illveður og tað
var ikki at bjóða til hjá
Tjaldrinum at fara til hjálp-
ar. Men tá kundi danska
verjuskipið leggja til havs
og fara til hjálpar við nógv-
ar ferð, og tað hevði ómeta-
ligan týdning
Hann leggur tó afturat, at
við hesum nýggja skipinum
hevði eisini borið til at farið
til hjálpar tað ferðina.
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað er altíð gott at vera
væl fyrireikaður. Ikki
minst í politikki kann
góð ella vánalig fyrireik-
ing skjótt gerast munurin
ímillum viðgang og
mótgang.
Og hóast kommunval
ikki verður fyrr út ímóti
ársenda, fer javnaðar-
flokkurin longu nú at
fyrireika seg til komm-
unuvalið.
Um vikuskiftið fer
flokkurin at hava skeið
kring landið fyri áhug-
aðum limum í flokkin-
um og fyri teimum kom-
andi valevnunum.
Fyrsta skeiðið verður
á Hotel Tvøroyri fríggja-
kvøldið frá klokkan 18
til út ímóti midnátt.
Annað skeiðið verður
Fyrireika seg longu
til kommuval í heyst
Javnaðarflokkurin fer hetta vikuskiftið at hava skeið í kommunalpolitikki
fyri komandi valevnum og fyri øllum áhugaðum limum í flokkinum annars
evnini
til
komm-
unuvalið.
– Tað er ógvuliga um-
ráðandi at hava eitt gott
samskifti ímillum polit-
ikarar og veljaran.
Hann nevnir t.d. at fyri
nøkrum árum síðani var
javnan at hoyra, at fólk
høvdu fingið andstygd
fyri politikarum. Ein
trupulleiki sum gjørdi
seg galdandi tá, var, at
samskiftið ímillum pol-
itikaran og vanliga fólk-
ið var ov vánaligt
Hann sigur, at eitt av
høvuðsmálunum verður
uppskotið hjá javnaðar-
flokkinum til nýggja,
solidariska kommunu-
skipan. Uppskotið er at
síggja á heimasíðuni hjá
javnaðarflokkium, sum
eitur: www.javnadar-
flokkurin.fo
á Hotel Hafnia í Havn, leyg-
ardagin klokkan 10 ár
morgni til umleið klokkan
seks um kvøldið.
Og triðja skeiðið verður
á á gamla Tekniska skúla í
Klaksvík týskvøldið klokk-
an sjey til út ímóti midnátt.
Orsøkin til, at skeiðini eru
júst á hesum støðum, er, at
hetta eru øki, har stillað
verður upp politiskt til
kommunuvalið.
men sjálvandi vónar floks-
leiðslan, at eisini javnaðar-
fólk úr øðrum kommunum
eisini koma á skeiðið.
Tað verður í mesta mun
Eyðálvur Dimon, skrivari
javnaðarfloksins,
sum
stendur fyri skeiðunum.
Hann sigur, at í stuttum
er meiningin við skeiðunum
at leggja eina ætlan fyri,
hvussu floksins umboð á
besta hátt fáa boðað boð-
skap floksins.
– Og meiningin er sjálv-
sagt eisini at fyrireika val-
– Tað hevur stóran týdn-
ing at politikarar duga at
samskifta við veljaran,
sigur Eyðálvur Dimon,
skrivari javnaðarfloksins