fríggjadagur 5. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sjálvstýrisflokkurin dettur
ímillum í fullveldismálinum
DAGFINN OLSEN
Landsfundurin hjá Sjálv-
stýrisflokkinum verður um
vikuskiftið og tað er Norð-
oya Sjálvstýrisfelag, ið
skipar fyri.
Í veljarakanningum hevur
flokkurin verið fyri aftur-
gongd og ein av fyrrverandi
ting- og landsstýrismonnum
Sjálvstýrisfloksins í Norð-
oyggjum, Karl Heri Joen-
sen, viðgongur, at kanning-
arnar boða ikki frá góðum.
- Tað er kanska tekin um,
at flokkurin dugir ikki at
selja vøruna. Flokkurin
dettur niðurímillum í full-
veldiskjakinum og viðvíkj-
andi teimum málum, ið
flokkurin umsitur, so dugur
flokkurin ikki nóg væl at fáa
boðskapin út, metir Karl
Heri Joensen.
Bert stóru flokkarnir
Tað kann tykjast, sum leikar
hart á á fleiri mótum hjá
Sjálvstýrisflokkinum.
Flokkurin umsitur heilsu-
mál, har tíðin tykist merkt
av ov lítlari játtan til sjúkra-
húsverkið, og fullveldis-
málið er nógv í fjølmiðl-
unum.
Karl Heri Joensen er ikki
í iva um, at í fullveldismál-
inum dettur Sjálvstýris-
flokkurin burtur ímillum.
- Tá fyrstu boðini koma í
fjølmiðlunum, so síggjast
bert stóru flokkarnir. Tað
kunnu so fjølmiðlarnir hava
skuldina í, men t.d. eftir
samráðingarfundin týsdagin
vóru bert umboð fyri stóru
flokkarnar at síggja og
hoyra. Ikki fyrr enn næstu
dagarnar kom viðhangið við,
sigur Karl Heri Joensen.
Í aðrar mátar er Karl Heri
Joensen vísur í, at flokkurin
dugir ov illa at selja førda
politikkin og fáa rætta boð-
skapin út, tí t.d. hava pen-
sjónistar fingið økt útgjald.
Sjálvstýrisflokkurin dettur burtur ímillum í
fullveldiskjakinum og viðvíkjandi teimum málum, ið
flokkurin umsitur, so dugur flokkurin ikki nóg væl at
selja vøruna og fáa boðskapin út, metir Karl Heri
Joensen
.
Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki staðið
seg væl í seinastu veljarakanningun-
um og fólk í flokkinum meta, at hetta
boðar ikki frá góðum. Mett verður, at
flokkurin hevur trupult við at selja
vøruna og
kanska útseta í gildiskom-
una av fullveldinum, er Karl
Heri Joensen varin við at
siga nakað ítøkiligt, tí hann
hevur ikki sjálvur havt
møguleika at fylgt gongdini
heilt neyvt.
Men tað skilst á Karl
Hera Joensen, at hann metir
tað vera rætt at fara varliga
til verka í fullveldismálin-
um, tí hetta heldur hann
hóska best til tað, ið flestu
sjálvstýrisfólk vilja.
Men hvørt lágu tølini í
veljarakanningunum
hjá
Sjálvstýrisflokkinum eru
tekin um trupulleikar hjá
flokkinum, ið koma upp á
landsfundinum, er ilt at
siga.
Karl Heri Joensen ásann-
ar, at trupult er hjá smáu
flokkunum at gera seg gald-
andi og hann vísir á, at aðr-
Malan Eyðunsdóttir
á egnum beinum
Maluna Eyðunsdóttir kenna
føroyingar við áhuga fyri
tónleiki. Hon hevur, hóast
ung, verið frammi á pallin-
um í mong ár.
Hon hevur gjørt vart við
seg í fleiri høpum, men ser-
liga gjørdist hon kend, sum
limur í bókinum Mark No
Limits og seinni við egnum
bólki, Malan Eyðunsdóttir
Band.
Solo
Um stutta tíð kemur Malan
við egnari fløgu.
Fyrireikararnir hava sent
út eitt lag á fløgu til fjøl-
miðlar og onnur at lurta eftir
og tað er poppur á føroysk-
um, ið er hevur altjóða
dám, ið talan er um.
Kári Jacobsen eigur lag-
ið Alt við sama lag, og hann
hevur eisini skrivað hini
løgini, ið vit kunnu vænta
okkum frá Maluni. Hann
eigur nógvar vældámdar
føroyskar sangir og byrjar
at gera um seg uttanfyri
landoddarnar eisini.
Hetta, at Kári eigur løg-
ini, hevur fingið fyrireikar-
arnar at setta skemtiligu gát-
una saman: Hvat hava
Grace Jones og Malan Eyð-
unsdóttir til felags?
Báðar hava Kára Jacob-
Brátt kemur Malan
Eyðunsdóttir við egnari
fløgu
sen sum sangskrivara!!!
(Grace Jones sang lagið,
sum Kári skrivaði til sjón-
varpssendingina á TV3 Det
perfekte Kup - (blðm.)).
- do -
Rætt at vera varin
Viðvíkjandi úttalilsum hjá
løgmanni og Helenu Dam
á Neystabø, at tað kanska
er rætt at fara varligari fram
í fullveldisgongdini og
ir lítlir flokkar eru dotnir
burtur ímillum. Hann held-
ur, at møguliga er hetta rák-
ið í samfelagnum, so bert
teir stóru flokkarnir verða
eftir.
Karl Heri Joensen heldur
tó, at rúm verður fyri einum
lítlum flokki og um Sjálv-
stýrisflokkurin dugir nóg
væl at fáa sín boðskap út,
so kemur hann at standa
eftir.
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
Niðan í Gravardal
fyri hálvan prís
Ein gentudreymur gekk út, tá ið Judy Lützen í Klaksvík keypti sær ein
íslendskan hest. Hann eitur Faksi, og verður saðlaður hvønn dag
HØGNI MOHR
Sekstan ára gamla Judy Lüt-
zen í Klaksvík dámar væl
at ríða. Hvønn dag, árið á
tamb, saðlar hon hest sín,
Faksa. Oftast leggja tey
bæði leiðina niðan í Grav-
ardal. Íslendski Faksi er 17
ára gamal. Judy keypti hann
í fjør frá Irdi Mikkelsen.
Tær báðar kennast.
Vanligur prísur fyri ein
tílíkan búnan gangara er
einar 10.000 krónur, men
kennskapurin millum sølu-
konu og keypara hevði við
sær, at hesturin varð seldur
fyri helvtarprís.
Babba játtaði
Áhugi Judys fyri ríðing varð
longu vaktur í 7 ára aldri.
Hon hevði eina javngamla
vinkonu, ið var farin at ríða.
Men fleiri ár gingu áðrenn
Judy slapp at fáa sær hest.
- Eg havi næstan ligið á
knøðunum fyri at fáa babba
at lova mær ein hest, sigur
Judy.
Tað krevur sítt at eiga og
ansa rossi. Og tað veit Judy.
Hon hoyggjar sjálv til
Faksa, og tvær ferðir um
dagin fer hon í bingjuna,
sum Faksi býr í, at geva
hoyggj. Fyrstu fóðringina -
hana snimma á morgni -
tekur pápin sær tíbetur av.
Njóting fram
um tvíspor
Jens Kristian Vang, mynd-
amaður okkara, sum sjálvur
er íðin reiðmaður, heldur, at
Faksi er væl riðin og í góð-
ari venjing, tí hann verður
saðlaður hvønn dag. Men
Judy heldur hinvegin, at
Faksi er heldur dovin.
- Hann er í hvussu so er
alt ov dovin til kappríðing,
staðfestir Judy brosandi
meðan hon blídliga kembir
síðhærda rossinum, sum
hon kortini er so ómetaliga
góð við.
Veðrið er gott, og Judy og
Faksi fara aftur í dag at ríða
tær leiðir, ið tey kenna best.
Niðan í Gravardal meðan
lívgandi geislar sólarinnar
vekja várið í gentu og gang-
ara.
Kósarbrúgvin longd
Um fáar vikur fáa klaksvíkingar 32 metrar av kei afturat
DÁNJAL HØJGAARD
Arbeiðið, at leingja Kósar-
brúnna byrjaði fyri einum
ári síðani og hevur m.a. ver-
ið seinkað av einum skaða,
sum hendi í ódnarveðri.
Men nú er komið undir
land.
Kósarbrúgvin er longd 32
metrar norðureftir og tá lið-
ugt er stoypt um nakrar vik-
ur ljóðar rokningin uppá
umleið
fimm
milliónir
krónur.
Tað hevur verið óarbeiðs-
ligt á Kósabrúnni, serliga
eftir at Fiskamarknaður
flutti yvir á eystara armin
at vera. Virksemið á Kósar-
brúnni er stórt, og tað hevur
ikki verið trygt at ferðast á
havnarøkinum.
Nú kunnu skip leggja at
beint yvirav bygninginum
norðanfyri Kósavirkið, har
Fiskamarknaðurin húsast.
Eisini størri skip - sum ris-
atrolarin Næraberg - kunna
bindast har. Á norðursíðuni,
á sjálvum keiendanum,
verður atløgupláss til út-
róðrarbátar.
Tá ið havnarútbyggingin
er av verður farið undir at
rudda tað stóra økið norðan
fyri Kósarbrúnna, so at tað
eisini verður havnini at
gagni.
Sum skilst er norðasti
partur av Kósarbrúnni einki
serliga veðurgott pláss, og
tí hevur onkur hittinorðaður
klaksvíkingur doypt hann
lortendan. Viðrar ikki kunnu
bátar og skip framvegis
leggja at longur inni við
Kósarbrúnna, og tá fer tann
longda keiin, at lætta um
ferðsluna til og frá skipu-
num.
Tað
er
Klaksvíkar
Kommuna, sum fíggjar
havnarútbyggingina
í
Klaksvík.
Nú verður tryggari og meira arbeiðsligt á havnarøkinum, har Fiskamarknaðurin
í Klaksvík heldur til
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eg havi næstan ligið á knøðunum fyri
at fáa babba at lova mær ein hest,
sigur Judy
Mynd: Jens Kr. Vang