Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hendur og Hugflog 2000 Søluframsýning fyri føroyskt listhandverk og heimavirking Í døgunum 21.-23. juli verð- ur Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn aftur karmur um stóru summarsølustevnuna Hend- ur og Hugflog, sum varð hildin fyrstu ferð í 1997. Høvuðsdenturin verður lagdur á at fáa luttøku frá listhandverkarum, heima- virkisfólki og øðrum, ið fáast við líknandi ikki ídn- aðarkenda framleiðslu. Endamálið við sølustevn- uni er at gera vart við før- oyskt handaverk og at geva teimum, ið framleiða, møguleika fyri at hitta stórt tal av keyparum, og ikki minst at hitta aðrar fram- leiðarar, soleiðis at hin ein- staki á henda hátt kann mennast í handaverkinum. Roynt verður at menna samstarvið við grannalond- ini, og eitt úrslit av hesum er, at fýra føroyskt hand- verksfólk júst í hesum døg- um hava luttikið á líknandi framsýning í Íslandi, og at vit í ár hava boðið hand- verkarum úr Íslandi og Het- landi at luttaka á stevnuni. Tað hevur stóran týdning fyri sølustevnuna, at hon er fjøltáttað og at hon hevur eitthvørt nýtt at bjóða á hvørjum ári og fyri hand- verksfólkið hevur tað tann týdning, at tey fáa samband við útlendskar starvsfelagar, soleiðis at tey á henda hátt eisini fáa íblástur uttanífrá. Á sølustevnuni vera sýn- ingar, har fólk virka. Eisini verða móta- og vørusýning- ar og onnur áhugaverd til- tøk. Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan fyri- reika stevnuna. ÓLAVUR Í BEITI Tað var Katrin Dahl Jakob- sen sum undan verkfalli- num setti mentamálaráð- harranum 8 spurningar í fyr- ispurningi, og herfyri svar- aði Høgni Hoydal fyri- spurninginum, sum upprun- aliga var settur Signari á Brúnni. Síðan er so eisini hent, at verkfallið hjá sátt- málasettu lærarunum er av. Í fyrsta spurningi vil Katr- in Dahl Jacobsen hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rætt og hóskiligt, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum verða gjørdar upp sum part- ur av lønar- og sáttmála- samráðing? Gjøgnumlýsing Og Høgni Hoydal svarar, at hann hevur tikið stig til at gera eina gjøgnumlýsing av fólkaskúlalógina umsiting- arliga og gjørt eina ætlan fyri, hvussu tættirnir í nýggju fólkaskúlalógin kunnu fáast at virka til fuln- ar. Hetta ætlar hann sær at gera í neyvum samskifti við Føroya Lærarafelag, skúla- leiðslur, skúlanevndir, og kommunur. – Sjálvsagt eiga veruligu starvsviðurskiftini, arbeiðs- tíðin og arbeiðsuppgávurnar at vera lýstar til fulnar. Tað er grundarlag fyri at gera rættvísar og nøktandi sátt- málar. Hetta hevur helst vantað undir gomlu fólka- skúlalógini og nú eisini undir teirri nýggju. Ein ar- beiðsbólkur við umboðum frá øllum pørtum skuldi havt verið liðugur at lýsa hetta økið, áðrenn sáttmálin fór úr gildi í ár, men hetta eydnaðist tíverri ikki. Men tað átti ikki at verið so trup- ult at gjørt hetta, um part- arnir høvdu sitið við sam- ráðingarborðið, og Undir- vísingar- og Mentamála- stýrið vil gera alt fyri at fáa hetta lýst í sátt og semju, sigur Høgni Hoydal. Viðvíkjandi spurningi- num um landsstýrismaðurin er nøgdur við, at lógará- byrgdarøki hansara stendur og fellur við, hvussu avvar- andi fakfelag hepnast í eini lønarsamráðing, svarar Høgni Hoydal, at hann er ikki nøgdur við ta gongd og avleiðingar, sum lønarsam- ráðingarnar hava fingið. Gongd og avleiðingar standast m.a. av, at lógará- settu uppgávurnar og kostn- aður av eini løgtingslóg sum heild eru tengdar upp í løn- arsamráðingarnar. Fremsta mál landsstýrismansins er at tryggja, at fólkaskúlin virk- ar til fulnar fyri tey sum starvast har og varða av honum, og at næmingar fáa ta undirvísing, teir hava krav uppá. Skiljast frá Og til spurningin, um lands- stýrismaðurin heldur tað kann virka niðurbrótandi fyri fakfelagsarbeiði, tá ið tað skal stríðast fyri at út- fylla eina lóg, sum tingið hevur samtykt, sigur Høgni Hoydal í svarinum, at tað er sera fremjandi, at eitt yrk- isfelag ger vart við seg, tá ið talan er um at fáa karm- arnar í eini lóg til veruligt innihald. Føroya Lærara- felag hevur frá fyrsta degi virkað fyri fólkaskúlan sum heild, og tað eigur felagið stóran heiður fyri. Men tað at fylla lógina út, at umsita lógina, tryggja neyðugt fíggjarligt grundar- lag, og hava ábyrgd fyri, at hon virkar, eigur ikki at verða tengt upp í sátt- málasamráðingar. Minnast má til, at landsstýrið er ar- beiðsgevari hjá teimum al- ment settu – ikki Løgtingið. Løgtingið er arbeiðsgevari hjá landsstýrinum og skal halda eftirlit við, at lands- stýrið útinnir lógirnar á full- góðan hátt. Langtíðarfíggjarlóg fyri fólkaskúlan Tørvurin verður lýstur og og metingar gjørdar um, hvussu lógin verður umsitin best, so at allir tættir fáast at virka á skúlunum yvir eitt áramál við kunngerðum og rundskrivum, sigur Høgni Hoydal m.a. í svari til fyrispurning 10 mió. árlig hækking Viðvíkjandi spurninginum at fara aftur til gomlu lóg- ina, um nýggja ikki virkar, sigur Høgni Hoydal, at fólk- askúlalógini verður lív lag- að í einum mennandi sam- felagi. Tá núverandi ósemja er loyst, kann øll orka fara til at gera føroyska fólka- skúlan til eitt fyridømi um nútímans undirvísing og út- búgving fyri øll í samfelag- num – uttan mun til ymisk evni, sosiala støðu, trúgv ella bústað í landinum. Fólkaskúlalógin er ætlað sum ein karmur um fólka- skúlans virksemið. Øll eiga vit at gera okkara til at fylla upp í karmarnar, men lands- stýrið og løgting hava á- byrgdina og skulu tryggja, at karmarnir eru í lagi. Tað krevur eina langtíðarætlan og gott samskifti millum allar partar. Og viðvíkjandi spurning- inum, um mentamálaráð- harrin ætlar at koma í tingið við umbøn um neyðugu játtanina, sigur Høgni Hoy- dal, at hann ætlar sjálvsagt út frá metingum um tørv og neyðugum raðfestingum at gera uppskot á komandi fíggjarlógum og at gera langtíðarfíggjarlóg fyri fólkaskúlan, sum tingið verður at taka støðu til. – Annars kann verða upp- lýst, at játtanin til fólkaskúl- an á árligu løgtingsfíggjar- lógunum, tey seinastu trý árini, er økt við uml. 10 mió. kr. í føstum prísum. Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna Javnaðarfloksins Høgni Hoydal, landsstýrismaður í skúlamálum 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2000 Klaksvíkar Hornorkestur heldur 50 ára dagin Í kvøld hevur Klaksvíkar Hornorkestur føðingardagskonsert í Ósaskúlanum, og í morgin letur myndaframsýning um søgu felagsins upp EYÐUN KLAKSTEIN Í dag verður Klaksvíkar Hornorkestur fimti ár, og merkisdagurin verður hildin um vikuskiftið. Í kvøld klokkan 20.00 verður ein serlig konsert í Ósaskúlanum. – Vit gera eitt sindur eyka burtur úr. Konsertin verður afturlítandi og vit fara at spæla okkurt frá øllum tíðarskeiðunum hjá Horn- orkestrinum, sigur Magnus Arge, formaður í Klaksvík- ar Hornorkestri. Eitt lag, sum verður við á konsertini í kvøld, varð spælt, tá Klaksvíkar Horn- orkestur hevði sína fyrstu konsert í 1951. Harafturat verða onkrir serliga gávulutir at fáa til keyps. Eftir konsertina í kvøld fer Klaksvíkar Hornorkest- ur at hava veitslu í Skála- num. Í morgin klokkan 14.00 ein myndaframsýning upp í hølunum hjá hornorkestri- num. Hon er opin til kl. 18.00. Framsýningin fer at vísa ymiskt úr søguni hjá felag- num, og hon verður eisini opin í morgin frá kl. 14.00 til 18.00. Í løtuni spæla 25 fólk við Klaksvíkar Hornorkestri, tá tað er fullmannað. Øll ljóð- førini hjá orkestrinum vóru skift út fyri trimum árum síðani. Sharon Fisher er venjari hjá Klaksvíkar Horn- orkestri. Sámal Christiansen og Otto Samuelsen hava verið við í orkestrinum øll 50 ár- ini. Klaksvíkar Hornorkestur hevur týðandi leiklut á Norðoyastevnuni. Og orkestrið spælir til nógv onnur tiltøk í Klaksvík og aðrastaðni. Mynd: John Johannessen Vandamikið fríggjarabræv Nógvir føroyskir internetbrúkarar vóru í gjár álopnir av herviligari telduvirus EYÐUN KLAKSTEIN Nógvir føroyskir internet- brúkarar vóru í gjár álopnir av eini heviligari telduvirus, sum hevur gjørt um seg kring allan heimin. Talan er um eitt teldu- bræv, sum kallast »I love you«, og nei, tað er ikki eitt fríggjarabræv frá unnustuni ella tí ókenda fjepparanum. Tað er ein telduvirus, sum strikar heimasíður og skrivar út yvir allar jpeg og mp3 fílar. Harafturat sendir teldubrævið seg sjálvt víðari til øll, sum standa í adressulistanum í postskipanini. Hetta ger, at virusið ferðast skjótt á interneti- num, og tað gjørdi tað eis- ini hjá føroyskum inter- netbrúkarum í gjár. Strika brævið Sosialurin og nógvar aðr- ar fyritøkur og einstakl- ingar fingu teldubrævið sendandi, og tey sum hava latið fylgisbrævið upp, hava fingið virusina í telduna. Eingin vandi er tó á ferð, um fylgisskjalið ikki verður latið upp, men verður strikað. Sjálvt teldubrævið kann ikki smitta telduna, verður sagt. Tað er vanligt, at teldu- virus ferðast á interneti- num, men av og á gera serlig virus um seg, og hesi kunnu gera skaða í teldunum. Áðrenn evstamark hjá okkum høvdu fyritøk- urnar, sum gera verjuskip- anir móti virusi, onga skipan, sum kundi steðga »I love you« virusinum, men tað tey væntaðu, at tey høvdu ment eina skip- an seinnapartin í gjár. Hóast virusið ger seg inn á teldu og postskip- anina, so fer hon tó ikki í postkassan og oyðileggur rútakbrævbjálvar... Hálva aðru millión í avlopi í fjør Suðuroyar Sparikassi hevði hálva aðru millión í avlopi áðrenn skatt í fjør. Í 1998 var avlopið næstan tríggjar milliónir krónur. Rentuinntøkurnar hjá sparikassanum vuksu úr 8,7 milliónum upp í 10,7 milliónir. Eginognin hjá Suður- oyar Sparikassa var við árslok í fjør 31,8 milliónir krónur afturímóti 30,6 milliónum við árslok í 1998. Suðuroyar Sparikassi lat í fjør upp eina deild í Havn, og sambært spari- kassanum er virksemi í hesi deildini vaksandi. ek Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, og Jóannes S. Hansen, leiðari av deildini í Havn “Sæl eru tey miskunnsomu” er slagorðið fyri landsstevn- una hjá Bláa Krossi í ár, sum verður hildin komandi vikuskiftið 6. - 7. mai á Strondum. Nógv áhugavert og spennandi verður á skránni, bæði til børn, ung og vaksin og Blái Krossur leggur dent á, at landsstevn- an er almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin, bæði blákrosslimir og ikki blá- krosslimir. Vitjan úr Danmark Landsstevnan byrjar leygar- morgunin 6. mai kl. 11.00 við fyrilestri í missiónshús- inum, har Søren Boe frá Bláa Krossi í Danmark fer at tosað um evnið: Blákross- tilboð til tey, ið hava tað ringt og ongan góðan eiga. Eftir døgurða kl. 14.00 hevur að- alskrivarin Ásbjørn Jacob- sen hugleiðingar um árið, ið fór og um framtíðina. Kl. 14.30 er eykaaðalfundur á skránni, har uppskot verður lagt fram um at broyta lim- agjaldið. Helena Dam á Neystabø vitjar Leygardagin kl. 16.00 held- ur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna og heilsumálum, áhuga- verdan fyrilestur um evnið: Hvat vantar samfelagið av einum hjálparfelagsskapi sum Bláa Krossi? Hesin fyr- ilestur verður í skúlanum. Seinni um kvøldið kl. 19.30 verður annar áhugaverdur fyrilestur hildin í skúlanum. Tá fer deildarleiðarin á kriminalforsorgini, Karin Kjølbro, at tosað um evnið: Rúsdrekka og kriminalitet- ur. Kl. 21.00 skipar BKU (Blákrossungdómur) fyri ungdómsmøti, har m.a. Gimmi Olsen úr Klaksvík talar og ungdómskór av Strondum syngur. Hugnalig samvera Sunnumorgunin kl. 11.00 verður gudstænasta í Sjóvar kirkju. Kl. 14.00 verður familjumøti í skúlanum, har Frits Thomsen talar og barnakór av Strondum syngur. Kl. 16.30 hevur Uni Næs, prestur bíbliutíma, har evnið er: Geri ikki manna- mun í næstrakærleikanum. Landsstevnan 2000 endar sunnukvøldið kl. 19.00 við hugnaligari samveru í miss- iónshúsinum og skráin er bæði fjølbroytt og spenn- andi: Heri Tróndheim av Argjum talar um evnið: Sæl eru tey miskunnsomu. Stutt kut um fjølbroytta virksem- ið hjá Bláa Krossi verða framløgd. Fyrrverandi mis- nýtarar siga frá lívið sínum. Sangur verður við Hanus og Mariu Poulsen úr Leirvík og við Tofta streingjakóri og landsnevndarformaðurin, Sverri Steinhólm endar. Máltíðir og barnaansing Neyðugt er at tekna seg á Blákrossskrivstovuni tlf. 44 93 43 um ein ynskir døg- urða ella nátturða. Um fólk ynskja tað, er eisini møg- uleiki at fáa innivist hjá privatfólki. Meðan tiltøk eru fyri vaksin, verður skipað fyri barnaansing við ymisk- um virksemi, undirvísing, ítrivi o .ø. Blái Krossur Føroya landsstevnu Nógv áhugavert og spennandi verður á skránni á landsstevnuni hjá Bláa Krossi Føroya, sum verður um vikuskiftið — bæði til børn, ung og vaksin