Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygardagin 6. mai hevur sjálvstýrisflokkurin lands- fund. Upprunaliga varð ætl- að at fundurin skuldi vera í Klaksvík, men ymisk prakt- isk viðurskifti hava gjørt, at neyðugt varð at flyta fundin. Landsfundurin verður so- statt í Stokkastovuni í Salt- angará leygardagin 6. mai kl. 10.00. Fundurin verður hildin sambært lógum felagsins. Uppskot til broytingar í lóg- um felagsins er sent Lands- felagnum. Tað verður tí helst hildin ein eykaaðal- fundur, stutt eftir landsfund- in, har støða verður tikin til tær lógarbroytingar, sum skulu fremjast. Av tí at so stórar og týð- andi avgerðir fyri framtíð- arstøðu Føroya standa fyri framman, verður landsfund- ur eisini hildin í heyst. Hes- in er settur at vera í Klaks- vík. Ein sáttmáli millum Før- oyar og Danmark, sum fólk- ið tekur undir við er enda- málið Nógv stór mál eru á skránni. Landsstýrið sam- ráðist í løtuni við donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark. Ein sáttmála sum gevur Føroyum fult sjálv- stýri og fullan sjálvsavgerð- arrætt. Eitt mál, sum flokk- urin tekur í stórsta álvara. Endamálið við samráðing- unum er at koma fram til eitt sáttmálauppskot, sum fólkið tekur undir við. Bara ein fólkaatkvøða kann tryggja tað. Vælferðarsamfelagið skal mennast og byggjast út Framstig eru gjørd á nógvum økjum, sum flokk- urin hevur ábyrgdina fyri. Fólkapensjónin er hækkað, semja er fingin um nýggjan leiðslubygnað á Lands- sjúkrahúsinum, sett er út í kortið eitt ein byggi- og um- vælingarætlan, sum fær sjúkrahúsverkið upp á eitt nøktandi støði. O.s.fr. Hesa positivu gongd skulu vit framhaldandi tryggja. Burðardygg oljuvinna Vit eru á veg inn í eitt tíðar- skeið, har oljuvinnan kann koma at hava stóran týdning fyri samfelagið. Sjálvstýr- isflokkurin umsitur hetta stórmál, og longu nú 17. mai, fæst at vita, hvussu stórur áhugin er at fara undir hesa vinnu í Føroyum. Vit skulu tryggja eina burðadygga gagnnýtslu av hesum tilfeingi fyri sam- felag, einstakling og náttúru og fiskivinnu. Hesi og onnur mál verða viðgjørd í politiska orða- skiftinum á landsfundi sjálvstýrisfloksins. Landsfelag Sjálvstýrisfloksins Ronald Poulsen, formaður Sjálvstýrisflokkurin hevur landsfund Landsfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum skuldi vera í Klaksvík um vikuskiftið verður í Saltangará í staðin ÓLAVUR Í BEITI Herfyri fingu allir landsstýr- ismenn sama fyrispurning frá umboðum javnaðar- floksins á tingi, og nú fara svarini so smátt at koma til hesar fyrispurningar. Fyri- spurningarnir vóru allir um játtan og nýtslu viðvíkjandi teim ymisku málsøkjnunum hjá landsstýrismonnum, og Hans Pauli Strøm spurdi oljumálaráðharran, Eyðun Eltør, um oljumál o.a., og vildi hava eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 9 á fíggjarlógini (Oljumál o. a.) fyri ár 2000, á øllum konti, har mett verður, at játtanin ikki fór at halda. Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar út- reiðslur fyri árið sæð í mun til játtanina á fíggjarlógini. Eisini vildi Hans Pauli Strøm vita, hvørji stig ætl- anin er at taka fyri at tryggja, at hesar játtanir halda? Friðingarnevndir Í svarinum sigur oljumála- ráðharrin, at illa ber til at leggja nýtsluna higartil til grund fyri metingunum fyri útreiðslurnar á § 9 restina av árinum, tí tær fella ikki javnt yvir árið. Viðvíkjandi játtanini fyri náttúrufriðing- arnevndir, so er hon 240 tkr. – Ógjørligt er so tíðliga á árinum at siga, hvussu stórt fundarvirksemið verður hjá friðingarnevndunum fyri alt árið. Fer tað at vísa seg út á árið, at játtanin ikki er nóg stór, fer at verða biðið um Endurskoða sáttmálan við IRF Hvussu ein nýggjur sáttmáli kemur at verða, ber ikki til at siga í løtuni., sigur Eyðun Eltør, oljumálaráðharri, m.a. í svari til fyrispurning eykajáttan, tí friðingar- nevndirnar hava skyldu at taka mál upp, ið verða løgd fyri tær, sigur Eyðun Eltør. Spillolju Viðvíkjandi spilloljureins- an, sigur Eyðun Eltør, at sambært sáttmálanum end- urrindar landsstýrið IRF fyri hall av hesum virksemi. Til endamálið eru játtaður 2,3 mió. kr. Hetta verður møg- uliga ov lítið. – Stig eru tikin til at end- urskoða sáttmálan við IRF. Hvussu ein nýggjur sáttmáli kemur at verða, ber ikki til at siga í løtuni. Vísir tað seg, at játtanin gerst ov lítil, kann gerast neyðugt at biðja um eykajáttan. Serkøn ráðgeving Viðvíkjandi fyrisitingini, sigur Eyðun Eltør, at partar av virkseminum hjá Olju- málastýrinum eru enn so nýggir og skiftandi, at tor- ført er at meta um útreiðslur og inntøkur. Hvørt útreiðsl- ur og inntøkur fyri hetta fíggjarárið koma at halda ber enn illa til at siga. – Serliga eru tað útreiðsl- ur til keyp av serkønari ráð- geving í samband við við- gerðina av umsóknum til leiti- og framleiðsluloyvi, ið eru torførar at meta um. Tað sama er við mettum inntøk- um frá umsóknargjøldum. Skuldi tað víst seg, at játt- anin ikki kemur at halda, kann gerast neyðugt at søkja um eykajáttan, sigur Eyðun Eltør. Nú sunnukvøldið — 7. Mai — verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toft- um. Tað eru Manskórið á Skálafjørðinum og Skúl- akórið í framhaldsdeild- ini í Runavík, ið saman bjóða fólki út í kirkjuna hetta kvøldið. Manskórið á Skála- fjørðinum hevur nú nøkur ár á baki.Teir hava hesi seinastu árini sett dám á so mong tiltøk. Fyri ikki so langari tíð síðani var kórið ein sunnumorgun úti í Rituvíkar Kirkju og setti sín dám á kirkju- gongdina har. Nú sunnu- dagin fara teir at syngja til gudstænastuna í kirkj- uni á Glyvrum. Um kvøldið verður so farið í Fríðrikskirkjuna. Skúlakórið man ikki vera so kent millum manna. Kortini hevur tað verið við til onkra jóla- konsertina áður. Tað er nú so, at manningin í eini framhaldsdeild skiftir hvørt skúlaár, og tískil missir eitt slíkt kór sang- arar á hvørjum ári, sam- stundis sum nýggir koma til í hinum endanum. Á- hugin at vera við í kóri- num er stórur millum skúlaungdómin. Hetta verður so á fyrsta sinni, at núverandi manningin sleppur at royna seg í Fríðrikskirkjuni. Saman við teimum 30-35 ung- fólkunum úr framhalds- deildini í Runavík vera eisini tónleikarar. Konsertin verður sunn- ukvøldið klokkan 21:00. Konsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2000 Kvinna á brúnna hjá Eimskip Frá íslendsku sjarmuoffen- sivini í Føroyum herfyri. Fv. Nýggi stjórin í føroya- deildini av Eimskip, Linda Gunnleiugsdóttir, Vígdis Finnbogadóttir, fyrrv. forseti, Valgerður Sverris- dóttir, vinnu-málaráðharri og stjórin í Norðurlanda- húsinum, Helga Hjõrvar JAN MÜLLER Í sambandi við stóra og á- hugaverda søluframtakið hjá íslendskum fyritøkun- um í Havn herfyri varð eis- ini opið hús í stóra pakk- húsinum hjá Eimskip á eystaru bryggju. Og sum vant, tá íslendingar stíla fyri, so varð eisini veruligur stílur yvir tiltakinum, her ikki minst livandi tónleikur beinleiðis úr Íslandi. Á samkomuni fyri inn- bodnum og luttakarunum á Tórrek framsýningini í Norðurlandahúsinum varð so ikki bert borðreitt við pinnamati og føroyskum og íslendskum bjóri. Har varð eisini borðreitt við einum spildurnýggjum stjóra. Eftir at hava røkt stjórastarvið seinastu trý árini takkaði Svavar Ottosson fyri seg og legði ábyrgdina av Føroya- deildini hjá Eimskip í hend- urnar á starvsfelaga sínum Lindu Gunnlaugsdóttir, sum tekur við starvinum frá 1. mai. Eimskip hevur deildir í fleiri londum, og hetta er fyrstu ferð í søgu Eimskips, at ein kvinna tekur yvir róðrið á brúnni á eini av deildunum. Hon hevur starvast í Rot- terdam seinastu árini. Frá- farandi stjórin er fegin um, at ein kvinna tekur við eftir hann. -Vit royna at hava javnstøðu í okkara fyritøku. Tað er við ikki sørt av sorgblýdni, at Svavar Ottos- son nú fer úr Føroyum. -Eg havi fingið nógv vinfólk bæði í arbeiðinum og mill- um føroyingar annars, og hetta hevur eisini verið eitt gott arbeiðspláss. Eg fari nú aftur til Íslands, og tað verður seinur dagur, at eg fari at gloyma Føroyar sigur Svavar, sum nú skal taka við starvinum sum stjóri fyri Vøruflutningsmiðstøðina hjá Eimskip. Hon tekur sær av flutningi við lastbilum í Íslandi. Hvat leggur Svavar so eftir seg í Føroyum aftaná trý ár sum stjóri? -Tað kunnu kanska onnur døma um, men skal eg vera ærlig- ur, so eri eg nøgdur við, at vit øll í felag hava megnað at tvífalda virksemi hjá Eimskip hetta tíðarskeið. Vit hava økt um vøru- mongdina, og fíggjarliga úrslitið er eisini betrað. Men eg eri ikki minst glaður um at hava verið við til at økja um flutningsmøguleikarnar hjá føroyingum. T ý d n i n g a r m e s t u hendingarnar heldur Svavar Nýggi stjórin í Eimskip ´í Føroyum her saman við fráfarandi stjóranum og innbodnum. Uttast til høgru stjóri í Eimskip í Íslandi, sum var við til samkomuna Myndir Jens K. Vang verða, at teir fóru undir at sigla á Klaksvíkina, at sigla beinleiðis úr Føroyum til USA, og at støðið er lagt undir nýggjan skrivstovu- bygning. Hann upplýsir annars, at teir júst hava undirskrivað sáttmála um ein bygning á havnaøkinum í Runavík, ið skal goyma og selja salt. Tað verður eitt dóttirfelag hjá Eimskip, sum stendur fyri hesum. Svavar Ottosson heldur, at týdningarmesta uppgávan hjá eftir“manni“ sínum verða at víðka um og betra um møguleikarnar hjá føroyingum at flyta vørur úr og til Føroya. Her hugsar hann ikki minst um at skapa umstøður hjá føroyingum at kunna keypa beinleiðis úr framleiðaralondunum. -Nú tit útbyggja seg nógv í Føroyum, er ætlanin at taka allan marknaðin? -Vit eru ímóti monopoli. Vit vilja hava kapping. Vit síggja fegnir, at tað eru aðrir enn vit á marknaðinum. Er tú einsamallur, so gevst tú rætt og slætt við at hugsa og endurnýggja teg. Eimskip er eisini við til at gera seg út til komandi oljuvinnuna. Teir ætla sær Eimskip fer undir at byggja nýggjan skrivstovubygning í Havn og eina saltgoymslu í Runavík. Leggja seg eftir at fáa føroyingum beinleiðis samband við leverandørar á megin- landinum at fáa lut í tí flutningi, sum verður í sambandi við komandi oljuleiting. Føroya best umtókti vøruvognur – nú aftur á goymslu Ford Express Van 1,8 diesel Og prísurin er framvegis heilt í botni: kr. 99.900,00 v/MVG Akranesgøta 5 - FO 100 Tórshavn - Tel. 313873 - Fax 311173 - www.wenzel.fo Sosialurin - 311820