Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2000 út at koyra Herfyri mótmæltu um- leið 40.000 fólk í mið- býnum í Birmingham, at BMW hevur selt Rover. Tey óttaðust, at eini 8000 fólk í økinum fóru at gerast arbeiðs- leys. Kelda: Motor Magasinet Mótmæla BMW í Birming- ham Nýggjur og størri Pajero Í heyst kemur Mitsu- bishi Pajero í nýggjari útgávu. Bilurin verður størri við meira rundum linjpum – og sum ein tann fyrsti jeepurin, hevur hann sjálvber- andi karrossarí. Kelda: FDM Motor Honda skerjir í Swindon Honda hevur boðað frá, at teir fara at skerja framleiðsluna í enska ídnaðarbýnum, Swind- on, niður í helvt. Orsøk- in er tað hækkandi enska gjaldoyrað, sum ger tað torført at kapp- ast. Kelda: Motor Magasinet Mercedes var dóttir Eystur- ríkskan Daimler umboðsmann MAGNUS GUNNARSSON Hóast stovnararnir av fyri- tøkunum Daimler og Benz mugu metast sum pionerar innan bilaídnaðin, er Mer- cedes verksmiðjan, Daim- ler-Benz, ein lutfalsliga nýggj fyritøka, ið varð stovnað í 1926, tá fyritøkurnar Daimler og Benz vórðu lagdar saman. Dóttir Daimler umboðs- mannin í Eysturríki Gottlieb Daimler (1934- 1900) og Carl Benz (1844- 1929), høvdu arbeitt hvør í sínum lag við gassmotor- um, og báðir vóru klárir við benzinmotorum í 1883. Gottlieb Daimler var góð- ur handilsmaður og sam- skipari. Hann hevði størri áhuga í motorum enn bilum. Carl Benz var har afturímóti sannførdur um, at motorar og bilar skuldi framleiðast sum ein heild. Hjá Daimler var úr at gera við aldarskiftið. Teir gjørdu persónbilar, bussar, jarn- breytarakfør og skipsmotor- ar. Søluumboðsmaður teirra í Eysturríki, stórhandils- maðurin, Emil Jellinek, var vorðin áhugaður í motor- ítótti. Tá hann var við í eini kappkoyring í 1899, brúkti hann ikki sítt egna navn, men kallaði seg Mercedes, ið var navnið á dóttur hans- ara, sum tá var 11 ára gomlu. Mercedes navnið vísti seg at bera eydnu við sær, og hann vann kappkoyringina. Avtala varð gjørd við Emil Jellinek um, at hann um- framt Eysturríki, skuldi um- boða Daimler bilarnar í Ungarn, Fraklandi, Belgia og USA. Í hesum londum fingu bilarnir navnið Mer- cedes. Fyrsti Daimler bilur við Mercedesbúmerki var gjørdur í 1901. Tað gekk eisini við rúk- andi ferð hjá Benz fyritøk- uni við nógvum ymiskum sniðum. Í 1899 vóru teir heimsins stórsti bilafram- leiðari í harðari kapping við Daimler. Daimler og Benz samanlagdar Bæði hjá Daimler og Benz vórðu royndir gjørdar við smáum skjóttgangandi dies- elmotorum, og í 1924 kom fyrsta samstarv teirra mill- um við at menna ein diesel- motor til lastbilar og bussar. Um hesa tíðina merkist tann búskaparliga afturgongdin í heiminum, og tað gekk hart út yvir bilverksmiðjurnar. Um tær skuldu klárað seg var neyðugt at arbeiða sam- an, og í 1926 løgdu pioner- fyritøkurnar Daimler og Benz saman til Daimler- Benz AG. Fyritøkurnar fingu felags búmerki, Mercedes stjørnan í heiðurskransinum hjá Benz. Daimler-Benz verksmiðj- urnar í Stuttgart vóru bert ein toft, tá seinni heimsbar- dagi var av, og má tað met- ast sum eitt undur, at teir fingu framleiðsluna í gongd aftur við einum sniði, sum teir høvdu gjørt fyri kríggið. Fyrr, eins og nú, vóru Mercedes-Benz mest kendir fyri at gera stórar prestisju- bilar, men fíggjarkreppan í tríatiárunum hevði við sær, at teir eisini fóru at framleiða minni og bíligari bilar sum Mercedes 170, ið kom á marknaðin í 1936. Tað var hesin bilurin, ið kom aftur í framleiðslu eftir kríggið. Týski búskapurin batnaði so líðandi, og í 1953 varð ein nýggjur Mercedes 180 vístur á bilaframsýn- ingini í París. Síðani hevur tað bert gingið framá við stórum úrvali av persónbil- um, vørubilum lastbilum og bussum. Mercedes bilarnir eru kendir fyri góðsku og slit- styrki og verða nógv brúktir sum hýruvognar, hóast teir eru 2 til 3 ferðir dýrari enn tilsvarandi bilar í somu stødd. Daimler-Benz var fyrsta bilverksmiðjan, sum av sín- um eintingum arbeiddi við at gera bilarnar ferðslu- tryggar – langt áðrenn talan var um lógaráseting á tí øki- Gunnar Hansen (1914- 1968). Umframt at vera heilsølumaður, seldi hann eisini knallertir, motorsúkkl- ur og bilmerkini DKW, NSU og Mercedes-Benz Tá fyritøkurnar vórðu samanlagdar fingu tær felags búmerki, Mercedes stjørnan fekk heiðurskransin hjá Benz Hendan lýsingin er frá 1955 – og hon er ein av teim fyrstu hjá Gunnari Hansen Í mai mánaða 1956 komu tríggir Mercedes 180 til Føroya. Poul Gaard Hansen fekk hendan myrkabláa. Hans Andreas Davidsen (Hassadi) fekk ein grønan og ein var reyður. Hetta vóru fyrstu Mercedes bilar í landinum og kostaðu 18.000 krónur. Mynd: Poul Gaard Hansen Ein av nýggjheitunum á framsýningini var Nissan Almera, sum júst nú er komin á marknaðin í heilt nýggjari útgávu. Mynd: Birgir Sondum út at koyra Bilframsýningar er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Heilt frá fyrst í 20. øld, hava bila- framsýningar verið, har bil- aframleiðarar hava sýnt tey nýggjastu bilmodellini fram. Seinnu árini hevur hetta ført til eina rættuliga kapp- ing millum bilverksmiðjur- nar, sum gera alt fyri at fáa tey nýggjastu bilmodellini til tær stóru altjóða bila- framsýningarnar í Geneve, Frankfurt, Detroit ella Tok- io. Har hava bilaverksmiðj- urnar eisini eitt boð uppá framtíðina, við framsýning- arbilum við øllum tí nýggj- asta, eisini tað sum enn ikki er sett í framleiðslu. À hes- um framsýningum fáa tey at vita, hvat kundarnir halda um tey nýggju hugskotini. Bilaframsýning verður aftur næsta ár Her hjá okkum eru bila- farmsýningarnar ikki so gamlar, tær komu eftir at ítróttar og samkomuhøllir- Bilframsýningin 2000 í høllini á Hálsi Rendi á garðin Ein bilur, sum kom koyr- andi oman eftir Frælsinum í Havn mikukvøldið, skramblaði knappliga sam- an, tí upphangini gingu fyri. Førarin misti tamarhaldið á bilinum, sum rendi inn í ein garð, sum menn eru í ferð við at laða. Bilurin fór í knús, men mansskaði var tíbetur eingin. nar vórðu bygdar runt um í landinum. Hjá teimum sum hugsa um at keypa bil, er tað eitt gott høvi, har tey kunnu vitja teir ymsu básar- nar, og fleiri bilhandlarar eru savnaðir á einum stað. Bilframsýningin 2000 í høllini á Hálsi, ið hond- bóltsfeløgini Neistin og Kyndil skipaðu fyri, var ein stór og væl fyriskipað fram- sýning, har nógv fólk vitj- aðu. Umframt bilhandlararnar vóru tey, sum selja eykalut- ir, prutl, motorsúkklur, bil- tryggingar og bilfígging. Eisini høvdu framsýnararnir fingið fleiri av teimum all- arnýggjastu bilunum við, eisini sermerktar bilar sum vit annars bert kunnu lesa um í bilbløðunum. Ein av fyrireikarunum, Birgir Sondum, sigur, at ein bilaframsýning verður aftur um eitt ár, og at hondbólts- feløgini í framtíðini ætla at gera meira burturúr, við t. d. at skipa fyri fleiri tiltøk- um, meðan framsýningin er. Sum ein avleiðing av, at Daimler Benz og Chrysler hava lagt saman, umboðar bilasølan hjá Ivan Johansen nú eisini Jeep, sum hoyra til Chrysler. Her er ein Jeep Grand Cheroke Mynd: Birgir Sondum Sportbilar eru nakað, sum dregur fólk til eina bilaframsýning. Toyota MR-2 í nýggjastu útgávu við galesju, sum uppá fá sekund kann leggjast saman. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo