fríggjadagur 5. mai 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 86 - 5. mai 2000
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Til privat vinnurekandi
Innlatingarfreistir viðv. sjálvuppgávum o.ø.
Sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir viðvíkjandi árinum 1999
hjá privatum vinnurekandi við roknskaparskyldu skulu vera økis-
skrivstovunum hjá Toll- og skattstovuni í hendi sum tilskilað niðanfyri:
Føðingardagur:
Seinasti innlatingardagur:
1/1-28/2
1/4-2000
1/3-30/4
1/5-2000
1/5-30/6
1/6-2000
1/7-31/8
1/7-2000
1/9-31/12
15/8-2000
Um báðir hjúnafelagar hava skyldu at føra roknskap, kunnu báðir
lata inn sambært tí freist, sum er galdandi fyri tann hjúnafelagan,
sum hevur tann seinna føðingardagin.
Sjálvuppgávan verður roknað at vera innlatin rættstundis, tá hon er
fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella er latin í postin í seinasta lagi
omanfyri nevnda innlatingardag. Fellur innlatingardagurin á ein
leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur
fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag.
Ber til at leingja freistina?
Tá serlig grund er til tess, kunnu økisskrivstovurnar leingja freistina
til 15. august 2000, treytað av at
– umsóknin er skrivlig
– umsóknin er send áðrenn nevndu freistir eru farnar
– sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru
innkomin.
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Heimasíða: www.tollskatt.fo
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
Til feløg v.m.
Innlatingarfreistir viðv. sjálvuppgávum
og roknskapum
Sjálvuppgávur og roknskapir viðvíkjandi árinum 1999 hjá deyðs-
búgvum, feløgum, felagsskapum v.m. við roknskaparskyldu skulu
vera økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta
lagi
1. juni 2000
um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmannakka-
árinum 1999.
Sjálvuppgávan verður roknað at vera innlatin rættstundis, tá hon er
fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella er latin í postin í seinasta lagi
omanfyri nevnda innlatingardag. Fellur innlatingardagurin á ein
leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur
fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag.
Ber til at leingja freistina?
Tá serlig grund er til tess, kunnu økisskrivstovurnar leingja freistina
til 15. august 2000, treytað av at
- umsóknin er skrivlig
- umsóknin er send áðrenn 1. juni 2000
- sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innkomin.
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Heimasíða: www.tollskatt.fo
Seinasti søludagur til 3. drátt
er hósdagin 18. mai.
HIN FØROYSKI HAPPADRÁTTURIN
Frá Happadráttinum
Størstu vinningar
1x 250.000 kr.
1x 75.000 kr.
1x 60.000 kr.
1x 30.000 kr.
2x 25.000 kr.
3x 15.000 kr.
7x 10.000 kr.
15x 5.000 kr.
Eykavinningur 15.000 kr.
Ágóðin av Happadráttinum:
1/3 fer til ÍSF og 2/3 fara í
grunn, ætlað brekaðum
ALUFELGUR
Sosialurin - 311820
STÓRT ÚRVAL
AV DEKKUM
OG ALUFELGUM
Dømi: 4 felgur 15" og
4 dekk 195/50x15
EINANS 5.900,-
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Fríggjadagur 5. mai
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Vaanaligt
Sum ummælari kenni eg, at eg má
vera serliga vakin í vikuni, sum eg
havi ábyrgdina av. Sjálvdan havi eg
havt so góða tíð at fylgt við sum hesa
vikuna. Páskadagarnir eru so nógvir,
og tað hevur verið beinleiðis vetrar-
veður, so tað skuldi verið lagamanni
at sæð og hoyrt okkurt at um-
mælt.Tíverri má eg siga, at páskini
hava verið eitt stórt vónbrót í so máta
fyri meg.
Eg leyp næstan allar andaligu send-
ingarnar um, og so var ikki serliga
nógv eftir á skránni. Barnasendingar
vóru ikki fleiri enn vanligt, og hædd-
arpunktið í vikuni, Likkulikkileia, var
ikki á skránni. Onkur góður filmur var,
men ongin spenningsrøð, sum ann-
ars hevði verið sera hóskandi so
nógvar frídagar á rað.
Hvør er Elian
Serliga er tað vánaligi tíðindaflutning-
urin, sum hevur argað meg. Tað hava
als ongar tíðindasendingar verið í
SvF frá týsdegi í stillu viku til hós-
kvøld eftir páskir - átta dagar á rað.
Tað er ov vánaligt. Sjálvandi skulu
fólkini í SVF eisini hava páskafrí, men
verðin stendur altso ikki í stað, hóast
tað eru páskir. Á øðrum arbeiðs-
Jákup Mørk
Tað eru teir báðir, Gunnar Nolsøe og
Fróði Løkságarð, sum standa fyri send-
ingini, sum er at hoyra hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00
Talan er um eina tónleikasending, har
lurtararnir sjálvir eru við til at avgera
innihaldið, tí tónleikatindurin verður sett-
ir eftir, hvussu lurtararnir hava atkvøtt.
Atkvøða á netinum
Atkvøðugreiðslan er skipað á tann hátt,
at ttú trýstir teg inn á heimasíðuna fyri
sendingina, www.pegasus.fo/poptop.
Á heimasíðuni eru í løtuni eini 15 løg,
sum veljast kann ímillum, men ætlanin
Føroyskur tónatindur
Annika Joensen,
setursskrivari,
skrivar
plássum skiftast fólk um at vera til
arbeiðis um høgtíðirnar.
ÚF hevur sínar føstu tíðindasending-
ar, eisini halgidagar, men tað er sera
ymiskt, hvussu tíðindaflutningurin er.
Tað sær út til, at starvsfólkini brúka
mestu tíðina at lesa útlendsk tíðindir
halgidagar. At døma eftir valinum av
tíðindum, tulka tey hugtakið tíðindir sera
ymiskt. Flestu tíðindafrásagnirnar um
páskirnar hava verið um neyðars Elian.
Sjálvandi er hetta ein sorgarsøga, men
álvaratos mátti okkurt verið av størri
týdningi fyri okkum her enn hesin 6 ára
gamli drongurin. Hvussu við børnum í
Føroyum, hvørji eru útlitini fyri, at tey
koma aftur í skúla eftir páskir, hvat
hendir um Lærarafelagið vrakar sem-
ingsuppskotið? Tað hevur meira at siga
fyri flestu fólk í Føroyum, enn ein ku-
banskur drongur, sum er fangaður í
einum stórpolitiskum leiki. Um tað er
so umráðandi at greiða frá lagnuni hjá
Elian, so átti meira at verið gjørt burturúr
bakgrundini fyri øllum stríðnum.
Ov tunt
ÚF lýsti í fleiri dagar við einum nýskriv-
aðum útvarpsleiki, sum m.a. var um
kreppuárini, so tað var við spenningi,
eg setti meg at lurta fyrsta páskadag.
Her skuldi verið nokk av inspiratión at
tikið av og gjørt burturúr. Tíverri haldi
eg ikki at leikurin livdi upp til umtaluna.
Hví ÚF gjørdi so nógv burturúr hesum
leikinum skilji eg ikki. Leikurin var ikki
nýskapandi á nakran hátt, var onki
spennandi og heldur ikki serliga væl
spældur. Ein rúgva av hóvastáki var
rundan um eina søgu um fíggjarligt svik,
men hon druknaði í øllum ruðuleik-
anum. Í staðin snúði samrøðan seg um
trupulleikar og svik í hjúnalagnum hjá
høvuðsleikarunum. Eg haldi meg van-
liga ikki verða erkvisna málsliga, men
eg undraðist á ljóta málburðin – skilti
snøgt sagt ikki endamálið við øllum
eiðunum og ókvæmisorðum.
Tað eru so nógv góðir útvarpsleikir
skrivaðir, at tað mátti borið til hjá ÚF at
funnið ein betri enn handan, í Føroyum
ella aðra staðni.
Á ferð við Tora Tourist
Umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar vóru
herfyri boðin á sjarmuferð við einum
cruiseskipi í miðjarahavinum. Uttan at
leggja meg stórvegis útí kjakið um,
hvørt tað er sømiligt at gera sendingar/
greinar aftaná ein slíkan túr, so havi eg
hug at koma við nøkrum viðmerkingum.
Eg royndi at hoyra sendingarnar í ÚF,
men komin gjøgnum góða hálva send-
ing langafríggjadag, kom eg til ta niður-
støðu, at eg onki fekk at vita, sum ikki
stóð í einum leksikon. Nakað ta somu
kensluna hevði eg, tá eg hugdi at seinnu
sendingini í SvF. Fyrru sá eg ikki.
Tá farið verður út í heim, haldi eg tað
vera mest áhugavert at hoyra um viður-
skifti, sum bara fólkini á staðnum
kunnu greiða frá. Hvat fjølmiðafólk í
Føroyum kunnu siga hvør øðrum er
ikki serliga áhugavert. SvF hevði fatur
á onkrum, tá tosað varð við Hannu,
sum hevur búð í Jerusalem í nógv
ár, men ikki nokk til at tað kundi bera
sendingina.
Bati at hóma
Páskaskráirnar hjá ÚF og SvF ikki
vóru nakað at reypa av. Tíbetur er
nógv annað at fáast við, enn at sita
og lurta eftir útvarpi ella hyggja at
sjónvarpi um páskirnar.
Longu mikudagin haldi eg at ÚF og
SvF fótaðu sær væl aftur. ÚF við
fyrstu fótbóltsfrásøgnini longu kl. 7.30
og beinleiðis dysti seinnapartin, og
SvF við einum áhugaverdum Kross-
kasti um samráðingar á arbeiðs-
marknaðinum.
Ein av nýggju sendingunum, sum Rás 2 sendir úr
Klaksvík, er Poptop-listin, sum er ein tónleikatindur
fyri føroyskan tónleik
er so at hetta skal víðkast, soleiðis at
talan verður um eini 30 løg, umframt
eykaløg, sum atkvøðast skal um.
Hevur tú ikki atgongd til alnetið, ber
eisini til at atkvøða. Í næstum verður
atkvøðuseðil eisini prentaður í Sosialin-
um, soleiðis at øll kunnu fáa atgongd til
atkvøðugreiðsluna.
Ikki bara nýtt
Umframt, at sendingin sostatt sendir
nakað av tí nýggjasta, sum er at hoyra
innan føroyskan tónleik, so er eisini
ætlanin, at rúmd skal verða fyri einum
sonevndum klassikara í hvørjari send-
ing, soleiðis at sendingin gjørt nakað
breiðari.
Eisini er ætlanin, at ein profilur verður
gjørdur av onkrum einstaklingi í før-
oyska tónaheiminum, og væntandi
verður her roynt at taka fram fólk, sum
á einhvønn hátt eru aktuell. Antin við
fløguútgávum ella á annan hátt.
Fróði Løkságarð og Gunnar Nolsøe leggja
føroyska hittlistan til rættis