týsdagur 13. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
3
- Tað er spell, um fólk
keypa so nógv inn
undir seg, at vørurnar
spillast samstundis
sum onnur, ið hava
minst líka so stóran
tørv á matvørum og
øðrum, men hava
minni ráð at keypa
inn í stórum, koma at
sita eftir við lítlum
ella ongum, sigur
Ingeborg Vinther
VERKFALLIÐ
Vilmund Jacobsen
Verkfallið
gongur
sína
gongd og hevur avleiðingar
av ymiskum slagi við sær
kring alt landið. Tað, sum
rakar meinast, er, oljan og
bensinið, sum ganga undan,
umframt
neyðsynjarvør-
urnar í handlunum, sum
fólk hava roynt at lagt inn
undir seg.
Gravgangurin var stórur
teir fyrstu dagarnar, tí fólk
vistu ikki rættiliga, hvørjar
vørur tey kunnu vænta sær,
um verkfallið verður drúgt.
Breyð, mjólk, epli og aðrar
neyðsynjarvørur vórðu riv-
in av hillunum, og røðirnar
av fólki við diskarnar vóru
langar. Sum dagarnir eru
gingnir, eru fólk vorðin hel-
dur meira sinnilig aftur, hó-
ast eingin enn veit, hvussu
drúgt hetta verkfallið kann
gerast.
Líkist krígsstøðu
Hví fólk hava lagt meira
inn undir seg hesaferð enn
valigt, tá ið verkfall er í
ljósmála, er ilt at siga, men
høvuðsorsøkin er ivaleyst,
at øll arbeiðarafeløgini nú
standa saman, og tí er sjálv-
sagt væntandi, at verkfallið
sum dagarnir ganga kemur
at raka meint um alt landið.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at reaktiónirnar
hesaferð líkjast teimum, vit
síggja, tá ið krígsstøða er.
- Eg haldi ikki, vit nak-
rantíð áður hava sæð, at
fólk hava keypt so nógv inn
undir seg uppundir og undir
einum verkfalli sum hesa-
ferð.
Hon skilir, at fólk royna
at gardera seg sum best í
slíkari støðu, men ásannar,
at tað eru ikki øll, sum hava
líka nógvan pening at
keypa fyri.
- Tað er spell, um fólk
keypa so nógv inn undir
seg, at vørurnar spillast
samstundis sum onnur, ið
hava minst líka so stóran
tørv á matvørum og øðrum,
men hava minni ráð at
keypa inn í stórum, koma at
sita við lítlum ella ongum,
sigur Ingeborg.
Undantøk
Hon vísir á, at strandfara-
skipini, sum eru rakt av
verkfallinum, men hava
fingið undantaksloyvi at
sigla, kunnu ikki flyta van-
ligan farm um firðirnar. Tó
er mjólkin undantikin.
- Vit hava avgjørt, at
mjólkaflutningurin verður
ikki raktur av verkfallinum,
ei heldur tey gomlu og
sjúku á sjúkrahúsunum og
røktarheimunum
kring
landið. Matur verður borin,
og tað verður vaskað, sigur
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í FA.
Fólk keypa sum í krígsstøðu
Fólk, sum gera
verkfalsrakt arbeiði,
verða koyrd úr
feløgunum, og tey
kunnu vænta sær
stórar bøtur fyri at
fáa limaskap aftur.
- At gera verkfalsrakt
arbeiði, hevur altíð
verið mett sum stór
og vanærilig skomm,
men líkt er ikki til, at
øll hugsa soleiðis í
dag, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í
Føroya Arbeiðara-
felag
VERKFALLIÐ
Vilmund Jacobsen
Tá ið Sosialurin tosaði við
forkvinnuna
í
Føroya
Arbeiðarafelag, Ingeborg
Vinther fyrrapartin í gjár,
høvdu feløgini ikki avgjørt,
um tey - og ei heldur nær -
tey fara at herða verkfallið
við møguligum blokadum.
- Men vit hava sett nógv-
ar vaktir ymsastaðni við
arbeiðsplássini til at ansa
eftir, at alt fer regluliga
fram.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað eru fólk, sum bjóða seg
fram at gera verkfalsrakt
arbeiði, og tað eru eisini
arbeiðsgevarar, sum biðja
fólk taka upp verkfalsrakt
arbeiði.
- Hetta er ógvuliga
ódámligt, og vit vilja gera
alt fyri at fyribyrgja og
steðga hesum óskili.
Vanærilig skomm
Ingeborg vísir á, at tað altíð
hevur verið sæð niður á
fólk, sum taka upp verk-
falsrakt arbeiði.
- Hetta hevur altíð verið
mett sum stór og vanærilig
skomm, men líkt er ikki til,
at øll hugsa soleiðis í dag.
Hon sigur, at feløgini,
sum eru í verkfalli, hava
fleiri dømir um, at fólk
bjóða seg fram.
- Og vit vita eisini um ar-
beiðsgevarar, sum biðja
fólk koma til arbeiðis at
gera arbeiði, ið er rakt av
verkfalli.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðarafelag sigur, at limir í
feløgunum, sum átaka sær
slíkar skitnar uppgávur,
verður koyrd úr feløgunum.
- Tey kunnu eisini vænta
sær stórar bøtur fyri at fáa
limaskapin í rættlag aftur.
Tað er jú púra burtur við, at
slíkt verður gjørt, samstun-
dis sum onnur stríðast fyri
at vinna sømdir, sigur hon.
Ingeborg sigur, at óskilið
við at taka upp verkfalsrakt
arbeiði, er staðfest á fleiri
ymiskum økjum - og ymsa-
staðni í landinum.
Einki samband
Einki samband hevur verið
millum partarnar á arbeiðs-
marknaðinum, síðan feløg-
ini lýstu verkfall seinasta
hósdag, og tí hevur formað-
urin í FA onga hóming av,
hvussu drúgt verkfallið
kann gerast.
- Vit ynsktu at fáa somu
lønarhækking, sum í sátt-
málanum við SEV, kr.
16,48 í tvey ár. Okkara
upprunaliga ynski var ann-
ars 12,60 um árið í tvey ár,
men vit valdu at slaka nak-
rar krónur.
Hon sigur, at tá ið sem-
ingsstovnurin kom uppí
samráðingarnar,
byrjaði
»sirkusið«, sum hon tekur
til, av álvara.
- Vit vildu ganga við til at
fara eitt sindur niður um
sáttmálan við SEV fyri at
fáa gongd á aftur, men tað
nyttaði alt einki, tí semings-
stovnurin segði blankt nei.
Ingeborg sigur, at arbeið-
arafeløgini kundu á ongan
hátt fara niður um tað, tey
fingu við samráðingarnar
fyri tveimum árum síðan.
- Sambært semingsupp-
skotinum, sum vit als ikki
kundu góðtaka, fingu vit kr.
3,20 um árið í tvey ár, og tá
er pensjónin íroknað. Hetta
vrakaðu
vit
sjálvsagt
blankt, tí her var als eingin
ivi, sigur Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeið-
arafelag.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum fylgdu
beiggja okkara
Kartin Arge
til gravar.
Takk til Pleyguheimið á Tvøroyri fyri at tit vóru
so góð við Kartin, takk til sjúkrahúsið, takk til
gravarar, sangarar og berarar.
Takk øll tit, sum hjálptu til við jarðarferðina.
Takk øll tit, sum vitjaðu hann á sjúkrahúsinum
og á pleyguheiminum.
Ein serlig tøkk til Elina og Hans Jacob og familju
teirra, sum so hjartaliga tók sær av jarðarferðini
hjá Kartin.
Gud vælsigni tykkum øll.
Kærar heilsanir
Mia og Harda
Bjóða sær at gera verkfalsrakt arbeiði
Tað, at øll arbeiðarafeløgini kring landið hesaferð standa saman í stríðnum um betri kor, er
ivaleyst ein orsøkin til, at fólk taka hetta verkfallið í so stórum álvara og leggja so nógv inn undir
seg. - Hetta minnir um krígsstøðu, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í FA
- Vit kundu á ongan hátt fara niður um tað, vit fingu við
samráðingarnar fyri tveimum árum síðan, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
C
M
Y
K
3
2