týsdagur 13. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
5
Danski uttanríkisráð-
harrin kom í gjár til
Føroya á vitjan. Hann
skal fundast við løg-
mann og feðast í
oyggjunum
VITJAN
Edvard Joensen
Flogvøllurin:
Stutt fyri
klokkan týggju fyrrapartin
mánadagin
lendi
Gulf
Stream
flogfarið
hjá
donsku verjuni í Vágum.
Umborð var Per Stig Møll-
er, uttanríkisráðharri, og
fylgi, sum komu á vitjan í
Føroyum.
Í Vágum vóru ríkisum-
boðið og løgmaður og tóku
í móti, og farið var síðan
við bili til Havnar, har
fundast skuldi allan mána-
dagin.
Per Stig Møller, uttan-
ríkisráðharri, segði við
Sosialin á flogvøllinum, at
hann gleddi seg til túrin.
Talan er um eina vanliga
vitjan, uttanríkisráðharrin
plagar at gera. At hann fyrst
nú fekk tíð at koma, harm-
aðist hann um, men vænt-
aði ikki, at tað fór at ávirka
viðurskiftini landanna mill-
um kortini.
Av ferðini væntaði hann
sær bara góðar upplivingar.
Tað ber væl til at ferðast
uttan at gera gang og
ónáðir, helt hann.
Per Stig Møller segði, at
tað er einki serstakt stór-
mál, sum stendur á skránni
fyri vitjanina. Tosað verður
um leyst og fast á fundun-
um, sum vera við løgmann
og aðrar avvarðandi mynd-
ugleikar, segði hann.
Hann fegnast um, at
møguleiki er fyri tøttum
samstarvi landanna mill-
um, og vónar bert, at verk-
fallið ikki fer at forða ferð-
ini á nakran hátt.
– Vi går hele smørre-
brødssedlen igennen, og
der er ikke nogle specielt
ømme tæer imellem os,
segði uttanríkiráðharrin.
Hann segði, at persónliga
hevur honum altíð dámt
væl Føroyar, síðan hann
fyrstu ferð var her í 1979.
Tá við Williami Heinesen
sum ferðaleiðara. Ein ferð,
hann altíð fer at minnast,
sigur hann.
Uttanríkisráðharrin
er
millum annað kendur fyri
at skriva bøkur, men væntar
tó ikki, at tað koma nakrar
bøkur um Føroyar frá hans-
ara hond kortini.
– Det kan ikke gøres
bedre, en William Heinesen
allerede har gjort, sigur
hann.
Uttanríkiráðharrin vitjar
Lagið var gott, tá uttanríkisráðharrin lendi í Vágum. Helst hevur løgmaður her fortalt eina
góða, sum uttanríksráðharrin og ríkisumboðið stuttleika sær yvir
Mynd: Edvard Joensen
Uttanríkisráðharrin kom til Føroya við Gulf Stream flogfarinum hjá donsku verjuni
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4