týsdagur 13. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
7
Bæði fríggjakvøldið
og leygarkvøldið hava
fólk verið inni í Ósa-
skúlanum og tømt
pulvursløkkjarar.
Mánamorgunin var
skúlin stongdur
vegna upprudding
HERVERK
Stefan í Skorini
Ikki einaferð men heilar
tvær ferðir hetta vikuskiftið
hava fólk framt umfatandi
herverk í Ósaskúlanum í
Klaksvík. Skaðarnir fara
helst at kosta meira enn
100.000 krónur.
Fríggjakvøldið hendi tað
fyrru ferð. Ein maður kem-
ur inn í skúlan um seks tíð-
ina og tømir ein pulvur-
sløkkjara í samkomuhøll-
ini. Fólk var til staðar og
boðaðu
løgregluni
frá.
Maðurin, sum var ávirkað-
ur av alkoholi, meldaði seg
sjálvan til løgregluna ein
tíma seinni.
Konsert við kórtónleiki
skuldi vera í Ósaskúlanum
hetta kvøldið, men hon
varð síðani flutt í býráðs-
húsið.
Leygardagin fóru fólk at
rudda og vaska, og sýns-
maðurin metti hendan fyrra
skaðan til 30-50.000 krón-
ur.
Umaftur
Uppruddingararbeiðið var
liðugt leygarkvøldið, men
sunnumorgunin varnaðust
fólk, at rúturin í úthurðini
var brotin, og tað vísti seg
aftur nú, at onkur hevði
verið inni og tømt tríggjar
eldsløkkjarar. Tað var ikki
ein tespilig sjón.
Pulvurið frá eldsløkkjar-
unum fer ímillum alla-
staðni, og tað er torført at
rudda uppaftur.
Seinnuferð var herverkið
meira umfatandi. Gern-
ingsmaðurin hevur verið
inni í fleiri stovum og
sprænt við pulvuri. Tveir
eldsløkkjarar á sjey kilo eru
tømdir í skúlanum. Síðani
er viðkomandi farin inn í
sethúsini beint norðanfyri
skúlan, har 10. flokkur
heldur til, og tømt enn ein
eldsløkkjara.
Á berum
Løgreglan í Klaksvík sigur,
at hon stendur so at siga á
berum í hesum málinum.
Tað einasta hon veit er, at
herverkið er framt, eftir at
fólk eru liðug at vaska
leygarkvøldið, tí eingin
varnaðist tað fyrr enn
sunnumorgun.
Løgreglan heitir tí á fólk,
sum møguliga hava sæð
okkurt illgrunavert um
hesar leiðir leygarkvøldið
ella sunnunáttina, um at
venda sær til støðina.
Mánamorgunin fóru fólk
aftur at rudda upp eftir her-
verkið,
og
skúlin
var
stongdur.
Símin
Petur
Hjelm,
skúlastjóri í Ósaskúlanum,
er sjálvandi ógvuliga harm-
ur um hendingarnar og
sigur, at skúlin møguliga
ikki letur uppaftur fyrr enn
mikudagin.
Í annaðkvøld skipar
Mentanarhúsfelagið í
Runavík fyri konsert
við kórsangi og
klassiskum tónleiki,
sum klaksvíkingar
fara at framføra
KONSERT
Í
annaðkvøld
klokkan
20.00 fara 17 Sangarar úr
Klaksvík
saman
við
kvinnukórinum Suð og tón-
leikarunum Moniku Stauss
Joensen og Helgu Gerðalíð
at hava konsert í Runavíka
Skúla.
Konsertin í Runavík er
liður í fyrireikingunum hjá
klaksvíkingunum í sam-
band við Íslandsferð. Tað
vil siga, at kvinnukórið Suð
fer ikki við til Íslands.
Dýra biðidag, sum er
fríggjadagin, fara 17 Sang-
arar og tær báðar tónleika-
kvinnurnar til Íslands, har
vitjað verður á Akranesi og
í Kópavogi. Ein konsert
verður í hvørju bæinum.
Tær
báðar,
Monika
Stauss Joensen, sum er
ættað úr Schweits, og
Helga Gerðalíð, sum er úr
Íslandi, eru millum kendu
tónleikarar okkara, og hava
verið víða á konsertferðum.
Tær leika ávikavist á fiól
og klaver.
Teir 17 Sangararnir úr
Klaksvík hava eisini fleiri
ferðir áður verið utanlands
á konsertferð, eins og tey
hava havt heilt nógvar
framførslur í Føroyum.
Regluliga eru tey eisini at
hoyra í Útvarpinum her.
Kvinnukórið
Suð
er
nýggjari kór, sum tó hevur
verið at hoyrt bæði í útvarpi
og sjónvarpi her heima. Um
páskirnar vóru tær at síggja
í SvF.
Tað er Jógvan við Keldu,
sum stjórnar teimum 17
Sangarunum, og Steinvør
Fonn plagar at stjórna
kvinnuskórinum Suð.
Á konsertini í Runavíkar
skúla í annaðkvøld fara tey
at framføra tað, tey hava
vant í vetur, og ivaleyst
verður íslandsskráin eisini
at hoyra.
Atgongumerkini til kon-
sertina kosta kr, 50,- og
verða at fáa við dyrnar.
ej
Fjølbroytt konsert í Runavík
Ein bóndi á Sandi
kom seinnapartin
hósdagin fram á
lívleysan mann,
sum eftir øllum at
døma er dottin
oman. Rúsdrekka er
helst orsøkin til
deyðsfallið
VANLUKKA
Stefan í Skorini
Mikudagin fóru tríggir
mans
til
gongu
av
Líðarenda og norðureftir
Traðarhamri á Sand-
oynni. Ætlanin var at
ganga til Skopunar. Túr-
urin endaði tó við einum
sorgarleiki, tí bara tveir
vunnu upp hús á lívi.
Løgreglan
á
Sandi
upplýsir, at hinir báðir
menninir komu aftur til
hvør sína bygd. Tann eini
kom til Skopunar fyri
skýming, og hin kom til
ein bóndagarð á Sandi í
skýmingini og bað um at
vera koyrdur heim. Eing-
in teirra segði nakað um
tann triðja mannin, sum
enn ikki var komin til
hús.
Hósdagin klokkan 14
fann ein bóndi á Sandi
tann triðja mannin, sum
lá inni í Dal omanfyri
Meginskúlan. Sambært
kanningunum hjá løg-
regluni er maðurin dottin
oman av tí seinasta klett-
inum, tá hann hevur
roynt at koma oman
gjøgnum hamaran. Fallið
er fýra metrar, og síðani
er maðurin bóltaður einar
50 metrar oman ígjøg-
num líðina.
Løgreglan heldur, at
maðurin er deyður á stað-
num. Hann var 53 ára
gamal og búði í Skopun.
Lítil ivi er um, rús-
drekka er orsøkin til
vanlukkuna. Allir tríggir
menninir vóru ávirkaðir,
tá teir fóru avstað, og teir
høvdu eisini rúsandi løg
við sær. Hinir báðir, sum
komu aftur, hava lítið at
siga løgregluni, tí teir
minnast ikki alt, sum fór
fram.
53 ára gamal
funnin deyður
Umfatandi herverk
í Ósaskúlanum
Umfatandi herverk varð framt í Ósaskúlanum
um vikuskiftið. Pulvurið sæst á gólvinum. Tað fer
ímillum allastaðni og er torført at rudda
uppaftur. Skaðarnir fara helst at kosta meira enn
100.000 krónur
Mynd: Jan Müller
Meðan tann eini gerningsmaðurin er kendur, hevur løgreglan enn onga ábending um, hvør
hevur verið uppá spæl sunnunáttina
Mynd: Jan Müller
Sitikonsertin í Norð-
urlandahúsinum
leygarkvøldið var ein
misjøvn uppliving.
Til tíðir megafeit,
men eisini tóm og
lítið sigandi.
UMMÆLI
Sveinur Dam
Tað fyrsta, ið eg legði til
merkis, tá eg trein inn í stóra
salin í Norðurlandahúsinum,
var ljósið. Tað var náttar-
blátt, og gav rúminum ein
serstakan dám. Minti, av
einari ella aðrari orsøk, um
Grøna tjaldið á Roskilde.
Dempaður tónleikur fjálgaði
rúmið og undirstrikaði, at
talan var um eina rockkon-
sert. Sitikonsert, væl at
merkja. Ikki tí. Sitikonsertir
eru sum oftast feitar, um tón-
leikurin er verdur at hoyra.
Tað var hesin í stóran mun,
hóast okkurt keðiligt eisini
var skránni.
Stóri salurin í Norður-
landahúsinum var nærum á
tremur av áhoyrarum, til
stóra rockbrakið leygar-
kvøldið, sum var ein partur
av hátíðarhaldinum, nú
húsið hevur 20 ár á bakið.
Sveimandi Gestir
Prix Føroyar vinnararnir
Gestir løgdu út, við teirra
sermerkta stemningsfulla
tónleiki. Hevði ikki stórar
vónir til teir frammanundan
konsertini, av tí at teir rætt
og slætt ikki hava fangað
meg fyrr. Men eg má við-
ganga, at eg gjørdist sera
positivt yvirraskaður, og
varð nærum sligin út av løg-
unum, teir borðreiddu við.
Ein av orsøkunum til hetta
var óivað, at ongir hooligans
vóru í salinum, og gjørdi
hetta upplivingina meira
fullfíggjaða. Í staðin fyri ein
bunka av hoppandi reyðum
t-shirtum, bar nú til at
konsentrerað seg um tón-
leikin, eitt, sum var torført
til Prix Føroyar finaluna.
Niðurstøðan var greið
beinan vegin teir byrjaðu:
Teir eru feitir. Spældu super
væl og gjøgnumført, við
nógvum lekrum detaljum.
Og slíkar hava tað altíð best
á sitikonsertum, tí áhoyrar-
in fangar tær lættari, tá tað
ikki eru hoppandi fólk og
larmur rundan um.
Tungir dreingir úr
Klaksvík
Eftir at Gestir høvdu lovað
áhoyrarunum at vera gestir í
tónleikaheimi teirra í ein
góðan hálvan tíma, trein nu-
metal bólkurin Mind’s Eye,
úr Klaksvík á pallin. Var
spentur at hoyra teir, tí eg
hevði hoyrt nógv gott um
teir, men bleiv heldur vón-
svikin. Við ov nógvum
íblástri frá KoRn, spældu teir
mainstream nu-metal tón-
leik, sum ikki hóskaði serliga
væl til eina sitikonsert. Har
var snøgt sagt ikki nóg nógv
góðs í tónleikinum, til at
hann bleiv áhugaverdur.
Eisini vóru teir, undantikið
sangaran, sera passivir á
pallinum, stóðu mest sum
bert á sama stað alla tíðina.
Tó skal sigast, at bólkurin
ivaleyst hevði verið feitur, til
eina vanliga standikonsert,
har mann kundi flippa út,
uttan at noyðast at lurta so
væl eftir tónleikaheildini.
Makrel stinkar ikki
Aftan á Mind’s Eye, áttu
Makrel pallin. Hetta var
tann bólkurin, sum eg við
spenningi hevði bíðað eftir,
og teir skuffaðu heldur ikki.
Løgdu út við Betty, ið er
fyrsta lagið á nýggju fløg-
uni Makrel Stinkar. Feitur
sangur, sum teir spældu
sera væl. Eftir hendan
sangin hildu teir fram við
løgum, ið mintu meg á
nøvn sum eitt nú Nirvana,
Sepultura, Staind, U2 og
Incubus. Serliga riggaði
seinasti sangurin hjá teim-
um, Sangur til 200, væl, tá
Ári Rouch fór syngjandi
niðan millum áhoyrararnar.
Makrel eru avgjørt ein av
feitastu live bólkunum í Før-
oyum í dag. At teir trívast á
pallinum er eyðsýnt, og alt
sær so leikandi lætt út hjá
teimum. Teir levera und-
irhald fyri allar pengarnar,
serliga Ári Rouch, sum
umframt at duga at syngja,
eisini er ein framúr skemtari.
Farvæl til Krit
Havnabólkurin Krit hevur
altíð havt sín egna stíl. Teir
spæla grótharðan tungan
rock, í spennir sera vítt, líka
frá Death Metal, yvir til
meira melodiøsan metal
tónleik.
Ein kundi fryktað, at
hetta fór als ikki at rigga til
eina sitikonsert, men aftur
her bleiv eg tikin á bóli.
Teir vóru snøgt sagt fram-
úrskarandi. Gjøgnumførdur
og væl spældur tónleikur,
gott show, eitt image, ið
ímyndar tónleikin og so
duga teir óvanliga væl at
fáa stemningin upp at kóka.
Málaðir í andlitinum og í
løgnum klæðum, komu teir á
pallin at spæla vælkenda
mega tunga, larmandi tón-
leikin. Eftir at hava brøla og
rópt seg gjøgnum eina skrá,
ið fevndi um alt frá speed
metal til melodiøsan kirkju-
líknandi tónleik, kom tað
veruliga
hæddarpunktið
ímóti endanum. Í svørtum
kyrtli stóð Edmund í Garði á
odda fyri tí mest agressiva og
intensa, ið eg nakrantíð havi
sæð í Føroyum. Hann spældi
violinboga á guitaran, sum
gav eitt ræðuligt, nærmast
óhugnaligt óljóð. Sló, kast-
aði og sparkaði guitarin, fyri
at enda at slíta streingirnir av
honum og taka ein annan
guitara í hond. Alt meðan
hinir í bólkinum buldraðu
ófantaliga illa.
Eftir hetta hendi nakað
løgið. Teir førkaðu seg úr
larminum og ruðuleikan-
um, inn í eitt reindyrkað
popp stykki, ið allarmest
líktist onkrum hjá U2.
Endaspurturin var, tá Ed-
mund við eitt fór at spæla
eitt Wagner-líknandi grav-
arferðalag á urguna.
Um showið til endans var
jarðarferðin hjá Krit, veit
eg ikki, tí sambært Ed-
mundi, ætla teir sær at hava
ein longri steðg nú. So um
tú ikki sást teir leygar-
kvøldið, misti tú eina av
teimum størstu konsert
upplivingunum nakrantíð í
Føroyum.
Tungmálmur úr
høvuðsstaðnum
Seinast eg var til sitikonsert
hjá Hatespeech, var tá Tutl
fylti 25 ár, eisini í Norður-
landahúsinum. Ta ferðina
var eg málleysur, tí teir
vóru so vemmiliga feitir og
nýskapandi. Fullir í orku.
Av tí sama hevði eg stór-
ar vónir leygarkvøldið,
men eg bleiv nakað vón-
svikin. Ikki tí, Hatespeech
vóru fínir, men teir høvdu
onki nýtt at bjóða. Og tá
mann hevur hoyrt teir nakr-
ar ferðir, so verða teir
forútsigiligir og harvið eis-
ini keðiligir, serliga tá
mann er noyddur at sita
niðri og lurta. Einasta, sum
eg leggi til merkis hvørja-
ferð eg hoyri Hatespeech,
er guitarspælið hjá Heðin
Ziska Davidsen. Tað er
genialt, og lyftir heildina í
bólkinum nógv upp, tí har
er allatíðina okkurt nýtt og
spennandi at hoyra.
Blandaðar kenslur
Ímillum hvørt av innsløg-
unum hoyrdist sera áhuga-
verda orkestrið Aparat, úr
Íslandi. Sum skilst verður
hetta eitt av tilboðunum á
Listastevnuni í august, so
tað gleði eg meg longu til.
Tað var við blandaðum
kenslum, eg fór heim eftir
tiltakið. Okkurt í mær segði
"WOW," meðan okkurt
annað segði "Geisp-Zzz."
Har var nógv, sum var ordi-
liga feitt, og hóast alt ikki
var líka gott, so er tað tað
feita, ið situr klárast eftir í
minninum. Og tað verður
nokk sitandi eina løtu.
Í øllum førum fer fram-
førslan hjá Krit nokk altíð at
teljast millum tær bestu, ið
eg havi verið til yvirhøvur.
Keðiligt, at teir fara at hava
ein steðg, tí tað er avgjørt ein
bólkur, sum er verdur bæði
at hoyra og síggja.
Eisini fari eg ivaleyst at
minnast framførsluna hjá
Gestum, tí hon opnaði eygu
míni fyri einum sera góðum
bólki, ið heilt sikkurt er mill-
um teir bestu her í Føroyum.
Makrel fari eg at minnast,
bara tí teir eru Makrel.
Ongin er sum teir, og teir eru
feitir allan vegin ígjøgnum.
Trúgvi ikki at Hatespeech
og Mind’s Eye komu til sín
rætt, av tí, at tað var ein
sitikonsert, og áhoyrararnir í
stóran mun vóru edrúir og
friðarligir. Hopi at sleppa at
síggja onkran av hesum
báðum
bólkunum
aftur
skjótt. Kanska ólavsøku-
konsertin hevði verið eitt
gott høvi at víst, hvør dugur
er í teimum.
Vóni at skipað verður
fyri fleiri líknandi tiltøkum
í framtíðini, tí slík tiltøk
geva bólkunum ein góðan
møguleika at vísa, hvat teir
hava at bjóða reint tónlista-
rliga.
Krit góvu sínum áhoyrarum
eina frálíka heilsan, nú teir
ætla sær at halda ein longri
steðg.
Mynd: Ingi Rasmussen
Rokk-o-Rudl í Norðurlandahúsinum
Razz í
Føroyum
Danska
barnastjørnan
Razz var í Føroyum um
vikuskiftið. Hann kom til
landið
úr
Danmark
sunnudagin, og hann búði
á Hotel Vágum á stuttu
vitjanini.
Hann hevði tvær fram-
førslur - eina í Platform í
Havn og eina í Mentunar-
húsinum í Fuglafirði.
Ætlanin var, at Razz
skuldi koma til landið
nakað herfyri, men vegna
sjúku noyddist hann at av-
lýsa, men hann kom so og
hevði tvær framførslur.
Razz gjørdist kendur, tá
hann vann barna Melodi
Grand Prix í 2002.
-HR
Razz búði á Hotel Vágum, meðan hann var í Føroyum.
Talan var kortini um ein stuttan steðg
C
M
Y
K
7
6