týsdagur 13. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
9
Eingin rentulækking - á hes-
um sinni
Týsdagin 6. mei og hósdag-
in 8. mei høvdu ávíkavist am-
erikanski tjóðbankin (FED)
og
evropiski
miðbankin
(ECB) mánaðarliga rentufund
teirra. Meðan avgerðin hjá
FED hevði sera positiva á-
virkan á lánsbrævamarknaðir-
nar, var ávirkanin frá ECB
minni, og meira negativ.
Hvørgin bankin broytti rent-
una. Sjáldsamt var, at grund-
gevingin hjá FED tók støði í
væntandi prísvøkstrinum í
USA. FED metir, at búskap-
urin fer at betrast sum frálíð-
ur, men sagt varð eisini, at
ógvusliga fallið í kjarnuprís-
vøksturinum
(prísvøkstur
undantikið orka og matvørur)
er um at gerast ein hóttan
móti rakstraravlopinum hjá
amerikanskum
virkjum.
Heldur gongdin fram, vil
FED lækka metlágu rentu
teirra uppaftur meira. Hetta
fekk lánsbrævarenturnar at
fella sera nógv dagarnar eftir
fundin í USA. Samstundis
viknaði dollarin uppaftur
meira mótvegis evruni.
Eftir fundin hjá ECB varð
slakað eitt vet viðvíkjandi
prísvakstrarmálinum á 2%.
Illa stendur enn til í evropiska
búskapinum, men ECB metir
at búskapurin fer at koma seg
seinni í ár. Hesi viðurskifti
gjørdu at evropisk lánsbrøv
fullu eftir tíðindafundin hjá
ECB. Hóast evropiska rentan
ikki var lækkað, er stórt sann-
líkindi fyri at lækkingin kem-
ur í juni - bæði í Evropa og
Føroyum.
Partabrøv eru sum heild
fallin seinastu vikuna, eitt nú
orsakað av gongdini á láns-
brævamarknaðinum. Í vikuni
hava bæði Danske Bank og
Nordea kunngjørt roknskap-
ir. Meðan roknskapurin hjá
Danske Bank var góður hevði
Nordea ikki nakað positivt at
vísa á. (meira kann lesast um
hetta í Útliti og Ráki hósdag-
in, sí www.kaupthing.fo)
Vit meta framvegis, at láns-
brøv komandi tíðina kunnu
standa seg væl, hóast rentur-
nar eru sera lágar. USA hevur
í seinastuni havt størri ávirk-
an á marknaðirnar enn E-vr-
opa og hendan gongd kann
halda áfram. Serliga metingin
um amerikanska prísvøkstur-
in stimbrar long lánsbrøv og
stutt (varlig) lánsbrøv fara at
standa seg hampuligt orsakað
av komandi rentuniðurseting-
um.
Eftir roknskapirnar fyri
fyrsta ársfjórðing 2003, hevur
tað víst seg, at áhugin er vaks-
in fyri partabrøvum. Hesi fara
tó neyvan at hækka ógvusliga
restina av árinum. Tá tekin
um, at búskapirnir betrast,
gerast sjónligari, kunnu parta-
brøv tó hækka eitt vet. Hóast
sveiggini á partabrævamarkn-
aðunum seinastu tíðina eru
minkaði, er váði kortini við-
víkjandi komandi partabræv-
agongdini.
Marknaðarrák
Vika 19, 2003
www.kaupthing.fo
Í tubbaksroyki er:
A)
Kolsúrni (eiturgass, sum fer í blóðkyknurnar í
staðin fyri súrevni - er lívshættisligt í stórum
mongdum)
B)
Benzen
C)
Formaldehýd
D)
Hydrogen cyankalium
E)
Blýggj (eitrandi tungmetal)
F)
Øll omanfyri nevndu evni
Svar F: Tann, sum roykir ein sigarettpakka um dagin,
hevur í eitt ár anda hesi eiturevni í seg 50 - 60 túsund
ferðir. Tað eru umleið 4.000 evni í tubbaksroyki, og nøk-
ur tey hættisligastu eru: Kolsúrni, Benzen, Formaldehýd,
Hydrogen cyankalium, og Blýggj.
Keldu: http://www.ashline.org/ASH/cigsmoke/
Hvussu nógv tjøra legst í lunguni hjá einum fólki, sum roykir
20 sigarettir um dagin?
Umleið:
A)
1 súpiskeið um árið
B)
3 súpiskeiðir um árið
C)
240 ml um árið
D)
240 ml yvir fimm ár
Svar C: Upp til umleið 240 ml av tjøru um árið leggjast
í lunguni hjá einum sum roykir 20 sigarettir um dagin.
Keldu: http://www.tarwars.org Curriculum: Experiments and Activities
Sigarettstubbar eru ein av teimum størstu rusktrupulleiku-
num. Hvussu langa tíð tekur tað at niðurbróta ein
sigarettstubba?
A)
Eina viku
B)
1 mánað
C)
1 - 5 ár
D)
10 ár
Svar C: Tað tekur 1 - 5 ár at niðurbróta ein sigarett-
stubba.
Fakta: Á stóra ruddingardegnum í Australia (Clean Up
Australia Day) eru sigarettstubbar tann størsti bólkurin
av ruski, sum verður tikin upp, og í 2002 vóru sigarett-
stubbarnir 13,5% av øllum innsavnaða ruskinum. Filtrið
er gjørt av plastevni og verður tí niðurbrotið seint.
Keldu:
http://www.nswcc.org.au/cncrinfo/cncrsmrt/tobasmok/environment.htm#2bo
ttom
http://www.cigarettelitter.org/index.asp?PageName=Facts
Børn, sum eru passivir roykjarar, eru í vanda fyri at fáa:
A) Millumoyrnabruna
B) Bronkitis
C) Fleiri og ógvisligari astmatilburðir
D) Øll omanfyrinevndu
Svar D: Óvirkin royking er ein álvarsom hóttan móti
heilsuni hjá børnum.
Pinku- og smábørn hjá roykjarum kenna tær mest álv-
arsomu fylgjurnar av óbeinleiðis royki. Hesi børn eru í
øktum vanda fyri sjúkum í andaleiðini til dømis lunga-
bruna og bronkitis. Børn, sum anda óbeinleiðis royk í
seg, eru eisini í størri vanda fyri at fáa niðursetta lunga-
funktión og ertan í andaleiðini, til dømis hosta, slím og
trongd. Óvirkin royking kann eisini føra við sær, at væta
verður savnað í miðoyranum, og er hetta tann mest van-
liga orsøkin til, at børn verða skurðviðgjørd. Børn, sum
hava astma eru í serligum vanda. Óbeinleiðis roykur er
orsøk til, at børn, ið hava astma, fáa fleiri og meira álv-
arsamar astmatilburðir, og børn, ið hava astma, verða
meira asmatisk orsakað av óbeinleiðis royki.
Fyribyrgingarráðið
www.fyribyrg.fo
Spurnarkapping
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Niels Winther
formaður í BLF
BLF, Búskapar-Løgfrøð-
ingafelag Føroya, hevur
havt aðalfund, og nýggj
nevnd varð vald. Í henni
sita: Atli Leo, Esther Dahl,
Hans Ellefsen og Niels
Winther, sum halda áfram í
nevndini, og Durita Eliasen
og Sigurð Ó. Vang, sum eru
nývald. Úr nevndini eru
farnir Bergur Berg og
Hilmar Høgenni. Nevndin
hevur skipað seg við Niels
Winther sum formanni,
Esther Dahl sum nevndar-
skrivara og Atla Leo sum
kassameistara.
Niels Winther er úr
Havn, sonur Annelise og
Mads Winther. Hann 33 ára
gamal, útbúgvin stjórn-
málafrøðingur og hevur
arbeitt í Vinnumálaráðnum
seinastu fimm árini.
Dagurin
13. mai. Ingenuus. Rómverskur kristin hermaður, sum
keisarin Decius læt drepa.
Leitar eftir vin-
konu frá Hull í 60-
unum
Við Norrønu í gjár komu
eini svensk hjún, Mar-
gretha og Lennart Peters-
son. Ein orsøk til vitjanina
er at Margretha, f. Olsson,
sum ung arbeiddi á sjó-
manskirjuni í Hull í Ong-
landi. Hetta var í 1960/61.
Har kom hon at kenna eina
føroyska gentu, sum búði
hjá mostur síni í Hull, har
hon passaði børn. Hon
heldur at gentan var úr
Havn. Um kvøldarnar hitt-
ust einir 5-6 norðurlendskir
ungdómar, sum búðu har á
leið, inni á svensku sjó-
manskirkjuni. Har komu
Margretha og henda før-
oyska gentan at kennast
sera væl. Margretha hevur
ikki havt samband við før-
oysku gentuna síðan tá,
men hon hevur ongantíð
gloymt hana, og vónar hon
at hitta hana, meðan tey eru
her, ella at fáa at vita hvar
hon bleiv av. Hon heldur at
gentan er umleið 60 ár í
dag. Tað hava nokk ikki
verið nógvar føroyskar
gentur, sum hava ansað
børnum í Hull fyrst í 60-
unum, so vónandi kann
onkur av lesarum okkara
hjálpa Margrethu Petersson
at finna vinkonuna, áðrenn
hon og maðurin fara avstað
aftur við Norrønu fríggja-
morgunin. Tey búgva á
Hotel Føroyum, og teirra
fartelefonnummar er
0046705438018
SportsWear -
nýggjur ítróttar-
handil á Argjum
18. mars læt ein nýggjur
ítróttarhandil upp á Argj-
um. Talan er um ítróttar-
handilin SportsWear á
Argjavegi 53. Tað eru teir
báðir Hans Eivind Olsen og
Jóhan Stenberg á Argjum,
sum eiga handilin, ið
selur
ítróttarútgerð
av
merkjum sum t.d. Hummel,
Prostar, Lotto, Asics. Eisini
hava teir originalar ítróttar-
troyggjur til børn og vaksin
til sera kappingarførar prís-
ir. SportsWear letur útgerð
til t.d. fótbóltsfeløg og róð-
rarfeløg. Teir prenta eisini á
klæðir, bæði ítróttar- og
arbeiðsklæðir. Eigararnir
av handlinum hava báðir
annað arbeiði og hava tí
fólk at passa handilin. Hans
Eivind Olsen er sølumaður
hjá Havnar Timburhandli
og Jóhan Stenberg er fólka-
skúlalærari. Teir hava selt
ítróttarútgerð síðan 1997.
Niels Winther, formaður í
BLF
Mynd: Jens Kristian Vang
Margretha og Lennart Petersson
Mynd: Jens Kristian Vang
Nú verkfallið hevur
vart í nakrar dagar, er
ein av avleiðingun-
um, at brennievni er
við at ganga undan.
Til dømis er ongin
dieselolja at fáa í
Havn, og lítið bensin
er eftir
BRENNIEVNI
Magnus Gunnarsson
Enn hava vit ikki merkt tað
serliga væl í ferðsluni, at
verkfall er, men nú fara
olju- og bensingoymslurnar
at tømast. Til dømis í Havn
er ongin dieselolja at fáa á
olju-og bensinstøðunum,
og av bensini er heldur ikki
nógv eftir. Frá Shell og
Statoil verður sagt, at teir
fyltu tangarnar upp áðrenn
verkfallið. Tey sum koyra
við
dieselbilum
kunnu
freistast til at brúka diesel-
olju úr oljutanganum heima
við hús til bilin, men hon
kann einans brúkast til teir
gomlu dieselbilarnar. Á
teimum nýggju dieselbilun-
um eru innspræningpump-
urnar sera viðbreknar, so
tað verður rátt frá at brúka
vanliga
dieselolju,
teir
skulu brúka ta nýggju reinu
dieseloljuna. Annars eigur
tað at standa í instruk-
tiónsbókini fyri bilin, hvat
fyri olju hann kann brúka.
Ikki øll øki í landinum
verða líka hart rakt, á
summum bygdum fæst olja
og bensin. Bussarnir hjá
Bygdaleiðum koyra sum
vanligt, og Bussleiðin í
Havn koyrir, so leingi
nøkur olja er.
Bussarnir koyra so leingi
nøkur olja er
Langar bíðirøðir hava verið við servicestøðirnar
Mynd: Jens Kristian Vang
Hans Eivind Olsen og Jóhan Stenberg
Mynd: Jens Kristian Vang
Silvurbrúdleyp
Í dag, 13. mai, hava Sólfríð og Adolf Jacobsen í
Klaksvík silvurbrúdleyp. Vælkomst verður undir
Klakki 13 frá kl. 18.00.
C
M
Y
K
9
8