týsdagur 13. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
11
Vit síggja í hesum døgum, at samgongan hevur
ein politikk, ið miðar eftir at leggja so nógv
sum møguligt út til kommunurnar at umsita.
Summar kommunur eru ivaleyst førar fyri at
umsita nógv, og helst meir enn tær gera í løtuni,
meðan aðrar ikki makta meir, enn tað tær um-
sita í løtuni. Kanska kunnu størri kommunalar
eindir bøta um hetta, men hvussu er við
pengunum?
Í farnu viku sást, at sama landsstýri, ið vil
leggja meiri ábyrgd á kommunurnar, ikki hevur
so frægt álit á kommunalar felagsskapir, at
hesir kunnu samráðast um løn sjálvir. Hvat
Karsten Hansen hevur hugsað fyri sær vita vit
ikki, men hansara sýtan at góðkenna SEV sátt-
málan ber ikki boð um økt kommunalt sjálv-
stýri. Hyggja vit at orðunum hjá Høgna Hoydal
og halda tey ímóti gerð Karsten Hansens, so
mugu vit bert konstatera, at orð og gerningar
ikki hanga saman.
Hví er so umráðandi at leggja meir út til komm-
unurnar at umsita? Tað má ikki verða so, at
landsstýrið, fyri at lætta um á fíggjarlógini,
turkar alla fíggjarliga ábyrgd á kommunurnar.
Tað má heldur ikki verða so, at landspolitikarar
kunnu sleppa at skáka sær undan ábyrgd við at
siga, at hetta og hatta er ein kommunalur
trupulleiki. Hetta hava vit mangan sæð í spurn-
inginum um barnaansing. Barnaansing er ikki
bert ein kommunalur trupulleiki. Um barna-
ansingin ikki er nøktandi, so kostar tað arbeiðs-
marknaðinum og harvið samfelagnum pening,
og tá er tað ein samfelagstrupulleiki, óansæð
hvør ikki er sína uppgávu vaksin.
Tað verður tosað um, at kommunur skulu hava
alla fíggjarligu ábyrgdina av fólkaskúlanum.
Fólkaskúlin
verður
ongantíð
bert
ein
kommunalur trupulleiki, tí um hann ikki riggar,
ja so missir alt samfelagið sum heild, og harvið
er tað ein landspolitisk ábyrgd, hvussu enn víkir
og vendir. Eisini má landið broyta skipanina við
kommunala íløgukarminum, um smærru
kommunurnar skulu hava nakran livandi kjans
at lyfta nakrar uppgávur í samband við fólka-
skúlan, og so leingi hetta ikki hendir, so verður
neyvan talan um flyting av stórvegis ábyrgd.
Ikki um talan er um eina ábyrgdarfulla sam-
gongu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ábyrgdarbýtið millum
land og kommmunur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eilif Samuelsen
Føroya Lærarafelag hevði
sín árliga aðalfund seinasta
leygardag. Eftir at hava
verið á nærum hvørjum
fundi síðani 1958 bar mær
ikki til at vera á fundinum
hesaferð, men í Sosialinum
týsdagin stóð at lesa røðan,
sum landsstýrismaðurin í
undir vísingar málum,
Høgni Hoydal, helt á fund-
inum.
Eftir í innganginum at
hava lifrað hóskandi fyri
lærarafjøldini, loyvir hann
sær at siga sína erligu hugs-
an um fólkaskúlan. Bæði
um ítøkilig viðurskifti og
um tær politisku visiónir-
nar frameftir, og at tær
sjálvandi fara at vera
merktar av hansara polit-
isku sannføring, altso, hetta
verður ein politisk tala.
Høvuðsboðskapurin er,
at vit hava ein danskan
skúla, og at vit mugu stríð-
ast fyri at fáa ein føroyskan
skúla. Hetta er ein mantra,
sum vit hava fingið tútað
oyruni full av frá fyrst og
fremst tjóðveldisfólki eina
hálva øld. Men alla hesa
hálva øldina hava tey ikki
megnað at koma við nakr-
ari ítøkiligari atgerð ella
nøkrum ítøkiligum kon-
struktivum hugskoti, sum
var øðrvísi enn tey, sum í
dag hava hevjað føroyska
fólkaskúlan og føroyska
skúlaverkið sum heild upp í
tær hæddir, har tað í dag er.
Og hyggja vit at førleikan-
um hjá føroyska fólkinum í
dag, og sum fólkið hevur
ognað sær við at ganga í
føroyskar skúlar, sum eru
riknir eftir føroyskum lóg-
um, sum vit føroyingar
hava gjørt, so eru tey flestu
á einum máli um, at hóast
alt kann gerast betri so við
og við, so stendur ikki so
heilt illa til kortini.
Hvat skapar positivan
anda?
Landsstýrismaðurin grem-
ur seg um, at viðurskiftini
rundan um skúlan hava
verið merkt av einum
negativum anda. Er tað
veruliga ikki gingið upp
fyri honum, at hann sjálvur
hesi seinastu fimm gullár-
ini hevur sitið við lyklinum
til at skapa fólkaskúlanum
betri materiellar umstøður,
so hann kann koma at
standa í einum meira posi-
tivum ljósi?
At Lærarafelagið hevur
verið ónøgt hesi árini síðani
kreppuna fyrst í nítiárun-
um, tá ið lønirnar vórðu
skerdar við yvir 8 %, og at
felagið hevur brúkt megin-
partin av síni orku síðani
uppá at fáa lønirnar upp-
aftur, er lítið at undrast á.
Ónøgdin stavar ikki so
nógv frá teimum vanligu
lønarsamráðingunum um
generellar lønarhækkingar,
men um at felagið eisini
skuldi kempa fyri at fáa ta
lovaðu normaliseringina av
teimum 8 %, sum bita fyri
bita máaði av teimum gene-
rellu lønarhækkingunum
og teimum serligu krøvun-
um, sum altíð eru ein partur
av lønarsamráðingunum.
Landsstýrið frá 1994-98
kom til eitt samfelag, sum
júst hevði verið og lutvíst
framvegis var í djúpari bú-
skaparkreppu. Og í tí fram-
haldandi endurreisingarar-
beiðinum vóru umstøður-
nar at veita fíggjarligar
kompensatiónir sera av-
markaðar, hóast hugurin
var góður, ja, við hvørt so
góður, at tað stóðust álvars-
ligar frustratiónir burturúr.
Støðufestið gjørdi, at allar
strikur í diagrammunum
hjá búskaparfrøðingunum,
sum ynskiligt var skuldu
ganga á skák uppeftir, fóru
at venda tann vegin, og tað
hava tær gingið til nú.
Tað
landsstýrið
fekk
samtykt eina heilt nýggja
fólkaskúlalóg, sum setti í
verk nógv nýskapandi, sum
hevur sett rættiliga ferð á
pedagogisku menningina í
fólkaskúlanum. Landsstýr-
ismaðurin gramdi seg í røð-
uni um, at tað hevði verið
so nógv stríð hjá politiska
myndugleikanum
um
frymlar og prosentir og
promillur og niðurskurðir
og krónur og oyru. Sjálv-
andi mátti tað verið øllum
greitt, at ein nýggj fólka-
skúlalóg, sum hevur umfat-
andi nýskapanir við sær, og
sum er framtíðarlítandi, fer
at útloysa krøv frá avvarð-
andi fakfelag um mótvirði
fyri økta arbeiðsbyrði.
Hetta eru krøv, sum eru
rættvís og sum fíggjarmála-
stýrið og felagið mugu
samráða seg fram til semju
um.
Komið og stríðist um
framtíðina eitur ein yvir-
skriftin í røðuni. Beinan-
vegin fara vit at hugsa um
ta manipulerandi áeggjan-
ina frá seinasta fullveldis-
valstríði: Komið og byggi
land! Hvør skal siga, vit
fullveldisfólk byggja land.
Øll hini, sum ikki hoyra
upp í tann hópin byggja
ikki land, ergo svíkja tey
sítt land.
Hvat er tað so, landsstýr-
ismaðurin bjóðar til? Jú, nú
má tað vera innihaldið,
menningin, atgerðarætlanin
og krøvini til okkum sjálv,
sum vit skulu brúka orkuna
til.
Tað tykist, sum lands-
stýrismaðurin hevur lítla
hóming av, hvat ið er farið
fram, og hvat ið framvegis
fer fram í fólkaskúlanum.
Ongantíð
í
føroyskari
skúlasøgu hevur so nógv
fundarvirksemi og so nógv
orðaskifti verið millum
lærarar um júst innihald,
menning og ráðlegging,
sum hesa tíðina, síðani
nýggja skúlalógin kom í
gildi. Hetta orðaskifti og
fundarvirksemi hevur júst
verið grundarlagið undir
teimum
krøvunum
um
kompensatión fyri økta
arbeiðsbyrði og ynskinum
um ein nýggjan arbeiðs-
tíðarnorm,
sum
arbeitt
hevur verið við síðan 1996.
Ov seinur á
sjóvarfallinum
Landsstýrismaðurin sigur,
at málið fyri at menna ein
føroyskan skúla liggur í at
hava minni sentralstýring
og at sleppa undan einum
stívum bygnaði, har øll
orkan fer til at tosa um
smálutir og prosent og
niðurskurð.
Hertil er at siga, at tað
sum Lærarafelagið fyrst og
fremst tosar við landsstýrið
um, tað eru lønar- og onnur
tænastuviðurskifti. Hetta er
høvuðsuppgávan hjá einum
fakfelag. Haraftrat hevur
Lærarafelagið frá byrjanini
lagt stóran dent á eina aðra
uppgávu, og tað er tann
pedagogiska, har felagið
gjøgnum tíðirnar hevur
havt týðandi ávirkan á allar
lógir og aðrar reglugerðir,
og gjøgnum Lesiætlanar-
nevndina, seinni Ráðlegg-
ingarnevndina, hevur felag-
ið kanaliserað niðurstøður-
nar frá tí støðuga orðaskift-
inum um menning fólka-
skúlans til leiðbeinandi
lesiætlanir og regluverk
annars.
Nýggja fólkaskúlalógin
stovnsetti skúlastýri, júst
fyri at desentralisera stýr-
ingina av skúlunum, størri
ábyrgd varð løgd á skúla-
leiðslurnar, og í § 3 í skúla-
lógini fær tann einstaki
skúlin sjálvur ábyrgdina
fyri undirvísingardygdini,
og skúlin ger sjálvur av,
hvussu hann skipar og
leggur sína undirvísing til
rættis. So landsstýrismað-
urin er eitt sindur seinur við
sínum slóðbrótandi nýtonk-
um.
Burtursæð frá, at nú
skulu lærarar í framtíðini
ikki seta krøv til myndug-
leikarnar, men til sín sjálvs,
so er einasta nýhugsanin,
sum eg dugi at fáa eyga á,
tá ið hann sigur, at í fram-
tíðini skulu sáttmálasam-
ráðingarnar snúgva seg um
innihaldið og virðið í und-
irvísingini, heldur enn um
arbeiðstíð og niðurskurðir.
Hvat man Føroya Lær-
arafelag halda um, at tað nú
verður slutt við at sam-
ráðast um lønar- og ar-
beiðsviðurskifti, men í
staðin at kempast má fyri at
sleppa at menna innihaldið
og virðið í undirvísingini?
Er hetta profetisk tala um
Føroyar í framtíðini?
Profetisk tala
Gunnar Bjarnason
landbúnaðarfrøðingur
Hvønn leygardag hevur
Sosialurin eitt blað innlagt,
"Vikuskiftið". Tað er ætlað
til undirhalds- og hugna-
lesnað um vikuskiftið.
Eg plagi stundum víð
áhuga at lesa hetta blaðið,
og tað gjørdi eg eisini 26.
apríl 2003.
Síða 3 var ikki øll hugna-
lesnaður. Har stóð frásøgn
um nakrar manns, sum
hava verðrar í eini skor.
Teirra meðaltøl vísa, at
25% av veðrunum koma
ikki aftur, og tað var ikki
gamansleikur at fáa seyðin
í skorina, hvørki fyri fólk
ella fæ.
Tað eru aðrar skorar, har
veðrar verða latnir niður í,
har úrslitið og viðurskiftini
eru á sama støði, so hasir
skulu ikki dømast av mær,
meira enn aðrir. Viður-
skiftini í nógvum høgum
eru ikki stórt betur, sjálvt
um seyðurin ikki dettur
oman, og støðan er ikki
tespulig á øllum traðunum
við seyði.
Tað at ein skor kastar
25% av veðrunum av sær,
mann hava sína grundir.
Tað at lombini úr nógvum
høgum mest sum ongantíð
koma uppum 30 pund
hevur eisini sínar grundir.
Vit hava ein sokallaða
djóraverndarlóg, sum eins
tað sama kann takast av
aftur. Eftir øllum at døma
virkar hon meira sum ein
lóg at tryggja, at eingin
sum
hevur
ábyrgd
av
húsdýrum,
skal
kunna
dømast fyri misrøkt av
húsdýrum. Hon stuðular í
hvussu ikki er undir at betra
um røktina av húsdýrunum.
Eg spyrji bara, hvar er
markið hjá okkum føroy-
ingum fyri misrøkt av seyði
og húsdýrum?
Eingin
undrast
yvir
mátan vit hava seyð og hús-
dýr uppá í Føroyum. Fjøl-
miðlarnir skriva bara um
hugna, mentan, og um
friðaligt og góðsligt bygda-
lív. Tað er ofta langt millum
tað bløðini skriva, og tað,
sum verðuliga gongur fyri
seg við húsdýrum. Loft-
miðlarir eru einki petti
betur enn skrivaðu miðl-
arnir at romatisera "før-
oyska" seyðahaldið út um
alt mark.
Tað fellur eftir øllum at
døma fjølmiðlunum sera
tungt at viðgera tyngjandi
viðurskifti "hjá tí vanliga
manninum".
Er tíðin ikki komin til at
vit fara at broyta hugburð
um hvussu vit hava hús-
dýrini, ikki minst seyðin?
Seyðurin í yvirskipaðu
høgunum hevur tað ikki
gott nú lombini koma, og
veðrarnir í hasi skorðini
hava tað neyvan hugnaligt
frá nú av, og til teir verða
svavdir í heyst, ella til 4.
hvør teirra liggur sundir-
brotin á onkrari hellu.
Til:
Verkamannafeløgini
Att. Ingeborg Vinther,
form., FA
Tjarnadeild 5, Tórshavn
Viðv. skrivi tykkara til
m.a. Fólkaflokkin 6. mai
2003.
Fólkaflokkurin takkar fyri
bræv tykkara í gjár og tekur
fult undir við, at í einum
fólkastýrdum landi sum
Føroyum við fríu markn-
aðarbúskapi hava partarnir
á arbeiðsmarknaðinum ful-
lan og heilan rætt til at
samráða
seg
fram
til
setanar- og lønaravtalur.
Samstundis ásanna vit, at
lógin, sum SEV virkar
undir, áleggur landsstýris-
manninum í fíggjarmálum
og ongum øðrum at sam-
tykkja ella havna teimum
lønaravtalum,
sum
el-
felagið ger við síni starvs-
fólk.
Annars ynskir Fólka-
flokkurin øllum tykkum,
sum samráðast, gott sam-
ráðingarhegni, eitt friðar-
ligt vár og góðar avtalur,
sum tæna øllum Føroya
fólki til gagns og sóma.
Vinarliga
Óli Breckmann,
v/ tingbólkin
VIÐMERKINGAR
Fólkaflokkurin og sáttmálasamráðingar
Magni Laksáfoss
Landskassaroknskapurin
fyri fíggjarárið 2002 vísti
eitt avlop á 191 mill.
áðrenn avdráttir – ella
knappar 50 mill. eftir
avdráttir. Hetta er nógvur
peningur, men als ikki nokk
í einum so avbera góðum
ári, sum 2002 vísti seg at
vera. Avlopið átti verði
minst 200 - 300 mill. eftir
avdráttir og ikki einans 50
mill.
Útlitini fyri 2003 eru
munandi verri enn fyri
2002. Væntandi verður
onki avlop í ár.
Tá fíggjarlógin fyri 2002
varð samtykt vísti hon eitt
avlop á 371 mill. Í leypi av
2002 komu nógvar eyka-
játtarnir, so vegna vánalig-
ari stýring kom avlopið við
eykajáttanum niður á 70
mill. í desember 2002.
Endaliga roknskaparúrslit-
ið vísti seg at liggja á 191
mill. – heilar 180 mill.
lægri
enn
upprunaliga
fíggjarlógin.
Tá skal eisini takast
hædd fyri, at fleiri óvænt-
aðar inntøkur vístu seg í
síðstu løtu, sum vóru við til
at lyfta úrslitið uppeftir.
Akkurát nokk til
avdráttir
Longu tá valið var á vári
2002 vísti Sambandsflokk-
urin á, at tað var um reppið
at fíggjarlógin fór at hava
nóg stórt avlop til av-
dráttirnar.
Tá avtornaði vísti tað
seg, at tað akkurát var nokk
til avdráttirnar. Knappar 50
mill. vóru eftir tá avdrátt-
irnir vóru goldnir.
Sanniliga mugu vit siga,
at gott var at eyka inntøkur
komu í síðstu løtu, sum
góvu eitt avlop á lands-
kassaroknskapinum.
Tær knappar 50 mill. eru
settar inn í Landsbankan.
Peningurin í
Landsbankanum
Landskassin hevur lógar-
bundna skyldug at hava
15% av BTÚ innistandandi
í Landsbankanum. Av tí at
búskaparvøkstur
hevur
verið seinastu árini (og
harvið er BTÚ vaksið) er
hetta kravið vaksið við 130
mill., soleiðis at tað í dag
skulu standa minst 1.515
mill. í Landsbankanum.
Samstundis eru einans 50
mill. settar inn í bankan –
tvs. at tøki peningurin í
Landsbankanum er ikki
vaksin men minkaður við
(130-50 = 80 mill )
Tilsaman er nú minni enn
900 mill. tøkar í Lands-
bankanum – restin er pen-
ingur, sum landskassin
hevur bundið seg til at hava
innistandandi.
Kravið næsta ár veksur
við umleið 150 mill. – tvs.
at avlopið á fíggjarlógini í
ár má vera minst 300 mill.
fyri at vera nokk til av-
dráttir og til at økja tøka
peningin í Landsbankan-
um.
Útlitini fyri 2003
Fíggjarlógin fyri 2003 varð
samtykt á heystið 2002 við
einum avlopi á 240 mill.
Tvs. at samtykta avlopið er
ikki nokk til avdráttir og til
at nøkta kravið um inni-
standandi í Landsbankan-
um.
Longu nú eru eyka-
játtarnir fyri omanfyri 70
mill. samtyktar í løgtingin-
um. Tvs. at longu nú er
avlopið á fíggjarlógini við
at nærkast 160 mill., sum
júst er nokk til avdráttirnar
av skuldini (gjaldast skulu
148 mill. í avdráttum í
2003)
Harafturat er inntøku-
síðan á fíggjarlógini yvir-
mett. T.d. er mett at skatta-
inntøkurnar vaksa meiri
enn 9 pct. meðan vøksturin
í skattainntøkum higartil í
ár hevur verið 3,7% í mun
til sama tíðarskeið undan-
farna ár - tá er hædd ikki
tikin fyri skattalættanum og
møguligum avleiðingum av
verkfallinum.
Samtykti
skattalættin er 3,4% av
skattainntøkunum, so í
veruleikanum er vøksturin
einans 0,3% higartil í ár.
Eyðsæð er, at inntøkur
koma at mangla í ár.
Landskassaavlopið 2003
Sum grundgivið er fyri
omanfyri, kann ikki roknast
við at yvirskotið á lands-
kassanum verður nøktandi.
Roknast kann við, at úr-
slitið á Landskassanum
verður munandi verri enn í
2002 – hóast tekin eru um
at 2003 eisini fer at vera eitt
rímiliga gott ár - búskapar-
liga sæð.
Man skal vera super-
optimist, um man roknar
við at avlopið verður stórt
nokk til avdráttirnar. Eg
vildi heldur mett, at avlopið
fer at liggja millum eitt hall
á 100 mill. til eitt avlop á
100 mill – alt eftir hvussu
restin av árinum fer at laga
seg.
Bjørn Patursson
form. Bóndafelag
Føroya
Bæði lógaruppskotini:
Lóg um Búnaðargrunn
og broytingarnar til lóg
um landsjørð vóru send
aftur til landsstýris-
mannin frá vinnunevnd
løgtingsins.
Tygnarlig og tolin fólk
sum starvast innan um-
sitingina í landbúnaðin
siga, sum við ein munn,
hetta var seinstu ferð, nú
kunnu
politikararnir
sjálvir gera síni uppskot
um teir ynskja broyt-
ingar, vit finna okkum
ikki í at verða hildin fyri
tað turra spott ferð eftir
ferð! Tá tað snýr seg um
landbúnað og serstakliga
festijørð ber einki til, alt
verður bókstaviliga kasta
aftur í høvdið á lands-
stýrismanninum. Soleið-
is hevur verið og soleiðis
var eisini á hesum sinni.
Landsstýrismaðurin
Bjarni Djurholm hevur
víst vilja at gera batar.
Men landsins hægsta
vald løgtingslimir eru
fulkomiliga líkasæl um
støðu
landbúnaðarins,
sjálvt um teirra egnu
grannskoðarar vísa á tað
pínligu støðu festijørðin
virkar undir. Sum vant
verða lovorð søgd og
skriva og í samgongu-
skjalinum stendur bein-
leiðis at støðan hjá festi-
bóndunum skal betrast.
Men so skjótt atkvøður-
nar eru taldar hendur
einki meir. Uppskot sum
koma fyri løgtingið um
landsjørð verða súlta við
barnsligum undanførsl-
um, løgtingið tekur av-
gerðir í óðum verki uttan
at hugsa um fylgjurnar.
Arbeiðið er so illa lagt til
rættis at nevndirnar eru
stressaðar. Tað einasta
sum fær viðgerð og und-
irtøku eru eftir hondini
uppskot um at egna sær
sjálvum meir løn og pen-
sión. Sjálvt Tjóðveldis-
flokkurin sum bæði í
skrivt og talu lovar bót og
bata, eins og stendur fyri
sjálvbjargni, stendur sum
kálvur í flóðri tá møgu-
leikin býst. Tíðin verður
heldur brúkt á danatingi,
til klandur um persónlig
áhugamál og um hvat
grót skal fyllast í hvat
grótkast. Nei við so
vánaligum politikarum
skulu vit ikki rokna við
at byggja nakað land!
Nevndir við serfrøð-
ingum hava gjørt álit
aftaná álit, broytingar
aftaná broytinar, uppfylt
ynski eftir ynski, -frá
politisku flokkumum, tað
manglar bara at standa á
høvdinum á tinghúsvøll-
inum. Umboð fyri vinn-
una, ráðgevarar og ser-
frøðingar hava verið á
fundi eftir fund, skriva
síður upp og síður niður,
men eftir øllum at døma
so hirða tey sum skulu
taka avgerðirnar ikki so
frætt sum at seta seg inn í
málini. Nú skuldu so øll
hesi fólkini brádliga í
summarfríð, bestu ársins
tíð, og so var bert at
finna uppá onkra lunk-
aða undanførslu og blaka
landsstýrismanninum
uppskotini aftur. Sera
sera skuffandi og mótfal-
landi. Úrslitið er at
myndugleikans egnu fólk
nú siga sum við ein
munn at nú er nokk!
Nevndin í Bóndafelag-
num hevur ikki endaliga
viðgjørt
málið,
men
felagsins evsta mál er at
betra um karmarnar hjá
bóndunum. Ikki kann
hugsast, at nevndin tekur
avgerð um at kasta frá
sær so lætt. Felagið hevur
miðvíst arbeitt við at
betra um kor vinnunar
hesi 45 árini felagið
hevur á baki og tað hevur
nokk ongantíð verið so
nógv brúk fyri einum
aktivum fakfelag sum
júst nú. Formaðurin ferð
at seta seg í samband við
landsstýrismannin fyri at
vita hvørja støðu hann
hevur til málið og hvørjar
ætlanir landsstýrismað-
urin hevur. Tingið kemur
saman aftur á Ólavsøku
og hendan fagra vár –og
summartíðin
gongur
skjótt.
Jú, lættast var at
kasta frá sær!
Akkurát nokk til avdráttir
Húsdýravælferð
C
M
Y
K
11
10