týsdagur 13. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • týsdagur • 13. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Enn er nevndin í
Hondbóltssambandin
um óbroytt. Nýggjur
aðalfundur er ásettur
til 24. mai
AÐALFUNDUR
Jákup Mørk
Í hósdagsútgávu okkara
skrivaðu vit, at tað ivaleyst
fór at verða so, at øll
nevndin hjá Hondbóltssam-
bandinum fór at leggja frá
sær á aðalfundinum.
Hesin varð hildin leygar-
dagin, men enn eru tað so
somu persónar, sum manna
nevndina, tó at hetta bert er
fyribils skilst.
Talan var nevnliga ikki
um nakað uppskot til
nýggjar nevndarlimir. Sum
skilst, so komst hetta tó
ikki av, at tað ikki er gjør-
ligt at fáa fólk til nevndar-
arbeiðið, men heldur tí
onkur av teimum, sum iva-
leyst verða í uppskoti, vilja
hava nakað av eyka tíð at
umhugsa støðuna. Aðal-
fundurin tók tí undir við, at
nýggjur fundur verður hild-
in 24. mai.
Ongar broytingar
Annars vóru tvey puntk á
skránni. Framløga av rokn-
skapinum, sum vísti eitt
positivt úrslit, og so ætlaðar
broytingar í kappingarregl-
unum.
Hetta seinna var eftir
uppskoti frá Tjaldri, sum
vildi hava, at talið av út-
lendskum leikarum varð
lækkað úr trimum niður í
tveir. Í evstu løtu varð hetta
uppskotið tó tikið aftur av
runavíkingunum, og eru
kappingarreglurnar tí ó-
broyttar komandi árið.
Nevndarvalið útsett
Kyndil hevur
tryggjað sær 34 ára
gamla danan sum
venjara hjá besta
mansliðnum
HONDBÓLTUR
sportal.fo
Kyndil hevur sett 34 ára
gamla danan Jan Djur-
huus at venja mansliðið.
Avtalan er fyribils gald-
andi fyri kappingarárið
2003/04
Kyndil hevur verið
stak væl nøgt við hópin,
sum mannaði manslið
felagsins kappingarárið
2002/03, og verður tað tí
sami hópur, sum Jan
Djurhuus kemur at hava
ábyrgdina av. Helst kem-
ur onkur spælari afturat,
men er enn ongin enda-
lig avtala gjørd. Um-
framt skal Jan Djurhuus
eisini lata nakrar ung-
linga- og dreingjaspæl-
arar vera við í venjingini
hjá monnunum, sigur
Finnur Helmsdal, for-
maður í Kyndli.
Kyndil arbeiðir fram
vegis við at fáa venjara
til kvinnurnar, og hvørj-
ar skulu manna kvinnu-
liðshópin.
Jan Djurhuus skal
venja mansliðið hjá
Kyndli
13
12
Nr. 90 - 13. mai 2003
Reidar Nónfjall
Landsstýrið hevur nýliga
boðað frá,
at fremjast
skulu sparingar á fíggjar-
lógini fyri 2004 uppá 36
mió. kr., svarandi til 1% av
samlaðu
útreiðslunum.
Spurningurin í hesum
sambandi er, um vinnan
og húsarhald skulu fyri-
reika seg búskaparliga
uppá m.a. lægri vøkstur,
stagnatión,
niðurgongd
ella kreppu.
Tað er týdningarmikið,
at landsstýrið ikki fremur
búskaparpolitisk
tiltøk,
sum hava eina aðra ávirk-
an enn tilætlað og í staðin
skunda undir eina kreppu-
tilgongd - bara orsaka av
vantandi innliti í búskap-
in, vantandi rætningslinj-
um og fløktari politiskari
leiðslu.
Búskaparpolitikkur
higartil
Búskaparpolitisk
tiltøk
kunnu hava stóra ávirkan á
m.a. avleiddar vinnugreinar
í Føroyum - handlar, byggi-
feløg, edv-fyritøkur o.a.
Hesar vinnugreinar ganga
vanliga út frá rímuligum
stabiliteti í búskapinum og
ikki, at búskaparliga grund-
arlagið verður tikið undan
teimum frá einum árið til
eitt annað.
Tað er ikki líkamikið,
hvørji búskaparlig signalir
politiska skipanin sendir til
vinnuna, almenna sektorin
sjálvan og húsarhaldini í
hesum landinum. At spara
prosentvíst í rakstrinum,
skerja íløgur, lækka skattin
etc. hevur ymiska ávirkan á
búskapin. Nøkur tiltøk,
umvegis stýring á fíggjar-
lógini, hava við sær, at bú-
skapurin veksur og nøkur
hava við sær, at búskapurin
stendur í stað ella minkar.
Nøkur tiltøk kunnu serliga
raka vinnuna og í minni
mun húsarhaldini o.a. Nøk-
ur tiltøk fáa skjóta ávirkan
á búskapin, meðan onnur
tiltøk fáa ávirkan uppá
longri sikt. Tað er eisini
ymisk ávirkan á búskapin
ella eitt nú á gjaldsjavnan,
um tað almenna sparir lønir
ella aðrar rakstrarútreiðslur,
ella broytir íløgur ella
skattin.
Higartil er trupult at
síggja, hvønn búskapar-
politik landsstýrið veruliga
førir og ynskir at føra kom-
andi árini - boðskapirnir
eru ógreiðir og skiftandi.
Landsstýrið hevur latið
rakstrarútreiðslurnar
hjá
landinum vaksa ótálmað
seinastu árini, fremur síðan
skattalætta og nú skerjingar
og td. ikki útreiðslusteðg.
Landsstýrið noyðist síðan
at hækkað lønirnar á hvørj-
um árið uttan færri starvs-
fólk innan tað almenna.
Nøkur av tiltøkunum hanga
saman, td. skattalætti og
skerjingar í útreiðslunum,
meðan framhaldandi yvir-
tøkuútreiðslur og lønar-
reglueringar
og
lægri
ríkisveiting ikki hongur
saman við skattalætta, men
hongur saman við sparingar
uppá 1% o.a.
Spurningurin er hvørja
búskaparliga ávirkan ein-
støku tiltøkini hava og hvat
samlaða úrslitið verður.
Hesi tiltøk minna meira um
reaktiónseyðkenda leiðslu,
tvs. at næstan øll búskapar-
lig tiltøk taka støði í tí
meira stuttsiktaðu akuttu
politisku ella búskaparligu
støðuni og ikki, hvat er
rationelt at arbeiða við
uppá longri sikt.
Komandi búskapar-
politiska tiltak
Tað er ongin nýhugsan í
útspælinum frá landsstýr-
inum,
um
prosentvísa
skerjingar á fíggjarlógini í
2004. Talan er um eina
endurtøku av tiltøkum, sum
eru brúkt fyrr - uttan úrslit
fyri innihaldið og vavið á
almenna
sektorinum.
Tvørturímóti er hetta slagið
av tiltøkum besti møgu-
leikin hjá øllum ábyrgdar-
havandi at koma við undan-
førslum, um at fremja veru-
ligar broytingar innan tað
almenna. Tað er heldur
ongin motivatión hjá ein-
støku stovnunum at fremja
hetta slag av sparingum -
øll verða viðgjørd eins og
skulu bera seg eins at.
Skerjingar
yvir
allan
sektorin, sum hesar, verða
annars mest brúktar í
krepputíðnum, vegna vant-
andi politiska handlikraft,
vegna vantandi innlit í
almenna sektorin, herundir
vantandi innlit í rationali-
seringsmøguleikar. Haraft-
urat er talan um 1%, sum er
lítið í mun til stóra út-
reiðsluvøksturin seinastu
árini og nú støddina á al-
menna sektorinum. Tiltakið
er meira við til at leggja
royk yvir teir møguleikar,
sum eru fyri at broyta
lutfallið millum støddina á
almenna og privata sektor-
inum.
Hesi tiltøk ávirka kanska
óneyðugt tær tænastur, sum
veruliga tørvur er á og
virka væl, ella eiga at
styrkjast, meðan allar tær
tænastur, sum kanska ikki
brúk er fyri, hava nóg mik-
ið av peningi og liva sítt
egna lív. Vit kunnu illa
hugsa okkum, at ein vinnu-
lig fyritøka fremur skerj-
ingar á øllum virksemi-
økjum, eisini teimum, sum
framtíðar inntøkurmøgu-
leikar eru fyri - í staðin
velur fyritøkan at flyta ella
skerja tilfeingi á vónleysum
inntøku-økjum og geva nóg
mikið av tilfeingi til fram-
tíðar inntøkukeldur.
Við hesum fíggjarliga
tiltaki virkar tað eisini sum,
at fokus verður tikið burtur
frá øðrum neyðugum og
munadyggum
tiltøkum.
Harafturat kann ein spyrja,
hvørji tiltøk verða sett í
verk í 2005…. 2008. Tað er
nú einaferð soleiðis, at
bæði vinna og húsarhald
hugsað langtsiktað - 2 til 4
ár og kanska longur. Ein
vinnulig fyritøka ger ikki
íløgur við einari hóttan um
krepputíðir og útfrá, at
landið gongur á odda at
fráboða hesar kreppu-tíðir.
Tað eigur heldur ikki at
fráboðast, at "trøini vaksa
inn í himmalin", men tað
skal finnast ein hóskandi
og realistiskur millum-
vegur.
Neyðug politisk tiltøk
Løgtingið og landsstýrið
hava seinastu árini víðari
útbygt almenna sektorin og
hevur góðtikið øktar tæn-
astur og játtað tilhoyrandi
øktar útreiðslur, nokta fyri
at fremja lægri tænastu-
støði á ymsu økjunum, sett
nýggjar stovnar og tænastur
á stovn o.a. Tað er tí bara
politiska skipanin, sum
hevur ábyrgdina av bygn-
aðinum og støddini av
almenna sektorinum, sum
vit hava í dag. Tað er
politiska skipanin, sum skal
seta út í kortið, hvørjir
stovnar landið hevur tørv á,
hvat støðið skal verða í
virkseminum,
hvussu
stovnarnir
kunnu
reka
virksemið sítt mest effek-
tivt og bíligast, privatiser-
ingar o.a.
Spurningurin er m.a., hví
onki verður nevnt um
fylgjandi tiltøk - serliga nú
Føroyar skulu gerast bú-
skaparliga sjálvberandi:
• Bygnaðarbroytingar (td.
samanleggingar og avtøka
av óneyðugum stovnum
ella funktiónum)
• Sparikatalog
(ongin
hevur nakrantíð sæð og ella
hoyrt um innihaldið í hes-
um, men tað er nevnt ofta)
• Synergieffekt
(hvørjar
organisatoriskar broytingar
kunnu tryggja betri, fleiri
og bíligari avrik í umsit-
ingini sum heild)
• Privatiseringar (ongin
veit, hvat hendir, men stórir
forvæntingar eru um, at
nakað hendir)
• Lógarbroytingar (spara
pening, men bara tosað um
hetta í áravís)
• Langtíðar rakstrarætl-
an (rationaliseringar kom-
andi árini, byrjað í 2004)
• Langtíðar íløgurætlan
(hóskandi býtið av smærri
og størri íløgum runt um í
landinum og eftir tørvi).
Politiska skipanin hevur
brúkt
nógvar
milliónir
krónur at styrkja fíggjar-
stýringina hjá landinum og
hevur í løtuni nóg mikið av
stýringaramboðum at taka
skilagóðar avgerður útfrá,
herundir amboð við rokn-
skapar-upplýsingum
um
virksemi í almenna sektor-
inum. Landsstýrið hevur tí
eitt gott grundarlag at taka
avgerðir um neyðugar til-
lagingar og menning. Land-
sins búskapur og møguligar
sparingar kunnu ikki seriøst
viðgerast uppá nakrar vikur
í nov./des. á hvørjum árið,
tá fíggjarlógin kemur fyri í
tinginum.
Samanumtikið
Landsstýrið eigur at gera
ítøkjuligar
ætlanir
um,
hvussu almenni sektorurin
kann
rationaliserast
í
rakstrinum - øki fyri øki, og
brúka nógv meira tey stýr-
ingaramboð, sum eru tøk í
løtuni. Gevið samfelagnum
eina fullfíggjaða fráboðan
um málsetningar soleiðis at
neyðugar tillagingar verða
gjørdar í framtíðini. Í dag
eru búskaparligu útspælini
ikki nøktandi og ongin veit
meira enn nakrar mánaðir
fram, einstakir stovnur fáa
álagt sparingar o.a.
Um so er, at niðurgongd
verður í búskapinum, so
eigur landsstýrið í staðin at
seta gongd á almennar
íløgur,
sum
mótvirka
møguligari kreppu. Tað er
neyðugt, at íløgurnar koma
heildini í Føroyum til góðar
og ikki bara lokalum økj-
um.
Tað er ikki nóg mikið hjá
politisku leiðsluni at brúka
sonevndu salami-metoduna
til at fremja sparingar. Tað
hevur heldur onga ávirkan
á stóru heildina at taka
einstakar stovnar burturúr
og uttan nærri at greiða
hesum stovnum frá enda-
málinum og hvat skal skjer-
ast. Hetta hevur heldur onki
við veruliga leiðslu at gera
og bara slørar veruligu
trupulleikarnar, sum heild.
Landsstýrið eigur at sjón-
liggera síni mál, um nøkur
eru, og hava nógv størri
konsekvens í polit-iska
arbeiðinum.
Politiska
leiðslan eigur erliga at
greiða frá, hvussu hon ætlar
at náa teimum málum, sum
sett verða, hvørjar loysnir
ætlanin er at velja og hvørj-
ar avleiðingar standast av
valdu loysnunum.
Politiska leiðslan kann
ikki einasamøll loysa teir
trupulleikar, sum samfelag-
ið hevur ella fær, og taka
ímóti øllum avbjóðingum.
Menningin av samfelag-
num kann einans gerast í
tøttum samstarvi við vinn-
una og borgarar landsins -
men fyrst er neyðugt at
kenna koyriætlanina kom-
andi árini hjá lands-stýrin-
um.
Eitt er vist og tað er, at
Føroyar verða ikki búskap-
arliga sjálvberandi við, at
landið sparir 1% ella 36
mió. kr. á fíggjarlógini fyri
2004 - og verða tað heldur
ikki uttan greið mið og mál
komandi árini.
Búskaparpolitikkur í 2004 - ógreiðir boðskapir
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
So koma tey – kendi
danski prædikumaðurin
Hans Berntsen og kona
hansara Inge verða í
Føroyum í døgunum 15.-
17. mai 2003.
Hans Berntsen og kona
hansara Inge fara at tala
– og biðja fyri sjúkum.
Tey hava verið í Føroyum
fleiri ferðir áður og nú
kemur so »Volvo-mað-
urin« aftur hendanvegin í
nakrar dagar.
Fyrsta tiltakið verður
hóskvøldið 15. mai kl. 20
í auluni í Kommunu-
skúlanum
í
Havn.
Fríggjadagin 16. mai
verða Hans og Inge í
Skúlahøllini í Trongis-
vági kl. 18. Og leygar-
dagin 17. mai verða tey í
Skúlahøllini í Trongis-
vági kl. 20.
Hans & Inge Berntsen
ferðast regluliga kring
Danmark, har tey tosa og
biðja fyri fólki. Nú á
páskum vóru tey í Grøn-
landi – í Nuuk – og tað
gekk ikki stillisliga fyri
seg. Bara eitt kvøld vóru
1200 fólk møtt upp fyri
at lurta og verða biðin
fyri – 1200 fólk er um-
leið 10% av íbúgvunum í
grønlendska høvuðsstað-
num.
Hans Berntsen, sum
leggur stóran dent á at
kunna biðja persónliga
fyri fólki, slapp at biðja
fyri
nógvum
fólkum
hesar dagarnar í Nuuk –
og nógv ivasom gjørdust
smílandi. Tey upplivdu
persónliga, at bein teirra
vuksu til rætta longd,
deyv hoyrdu og ein
drongur
kundi
tveita
høkjurnar og ganga eftir
bøn – og tað størsta
plussið – fleiri hundrað
fólk vildu gerast kristin.
Nú ber so til at síggja
Hans Berntsen in action í
Føroyum – so tú, sum
lesur hetta tíðindaskrivið
– og annars øll, eru
vælkomin til eitt ella
fleiri
av
tiltøkunum.
Møguleiki verður fyri
persónligari forbøn fyri
tey, sum ynskja tað.
Hósdagin 15. mai kl.
20: í auluni í Kommunu-
skúlanum í Havn
Fríggjdagin 16. mai kl.
18: í Skúlahøllini í
Trongisvági
Leygardagin 17. mai
kl. 20:
í Skúlahøllini í
Trongisvági
Hans Berntsen í Føroy-
um 15.–17. mai 2003
Í samband við bygnaðar-
broytingina í Norður-
lendska Mentanargrunn-
inum, sum varð framd í
fjør, fingu sjálvstýrandi
økini í Norðurlandaráð-
num hvør sín lim, meðan
hini londini hava hvør
sínar tveir limir.
Í stýrinum fyri Norður-
lendska Mentanargrunn-
in sita nú 13 limir.
Undan hesi broyting
skiftu tey trý sjálvstýr-
andi økini, Áland, Grøn-
land og Føroyar, triðja
hvørt ár limin sínámill-
um.
Jógvan við Keldu er
valdur í stýrið fyri tvey
ár. Føroyskur eykalimur
er Heðin Mortensen.
Nú í vikuni hevði
stýrið fund, har peninga-
játtanir vóru til viðgerð-
ar. Tríggjar føroyskar
verkætlanir vóru við-
gjørdar, sum allar fingu
pening.
Jógvan við Keldu nýggjur
limur í Norðurlendska
Mentanargrunninum
C
M
Y
K
12