týsdagur 13. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 13. mai 2003
15
Talvið hesa vikuna
Peter Heinie Nielsen (2625) — Vassily Ivanchuk
(2704)
11th Sigeman & Co (6), 05.05.2003
1.d4 Rif6 2.c4 g6 3.Ric3 d5 (Grunfeldindiska
byrjanin) 4.cxd5 Rixd5 5.e4 Rixc3 6.bxc3 Bg7 7.Bc4
c5 8.Rie2 Ric6 9.Be3 0—0 10.0—0 Bd7 (Aðrir
møguleikar hjá svørtum eru eitt nú cxd5, Ria5 ella
Bg4, sum er vælkent) 11.Rb1 a6 12.dxc5 Ria5
13.Bd3 Fc7 14.f4 Rfd8 15.c6! Fxc6 16.Bb6 Bg4!?
(Sera djarvt telvað av Ivanchuk! Hann letur ein
býtismun fyri aktivt spæl. Hin møguleikin var Rdc8
17.Bxa5 Fc5+ 18.Kh1 Fxa5) 17.Bxd8 Rxd8 18.h3
Fc5+ 19.Kh2 Ric4 (Møguliga ein feilur. Fe3 sær
gott út) 20.hxg4 (Svartur hevur rók minni, men hevur
bundið hvítan væl niður. Men nóg væl? 20...Rie3
21.Fd2 Ric4
Støðan eftir 21...Ric4
22.Fd1 (Ein síðsti møguleiki hjá hvítum er Fe1, sum
svartur síðani svarar aftur við Rxe3. Støðan er eftir
hetta kanska heldur óklár, men telduforritið Fritz 7
gevur í øllum førum hvítum góðan fyrimun) 22...Rie3
23.Fd2 Ric4 24.Fd1 og javnleikur eftir trýleiks-
endurtøku regluni
Ukrainski stórmeistarin Vassily Ivanchuk,
vann sera sannførandi tí eftirhondini tiltiknu
Sigeman kappingina, sum í ár bleiv leikt bæði
í Svøriki og Danmark
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Seinastu mongu árini hevur 34 ára gamli Vassily Ivanchuk
verið ein av fremstu telvarunum í heiminum. Hann trein
av álvara inn á talvpallin tá hann vann í Linares í 1991
framanfyri Kasparov. Eitt stutt skifti var Ivanchuk
næstfremstur á altjóða ratinglistanum.
Seinasta árið hevur ukrainska stjørnan tó havt nøkur
misjøvn úrslit, og er hann í skrivandi løtu nummar tólv á
ratinglistanum við 2704 ratingstigum. Serliga eru tað
nervar Ivanchuks, sum er størsti múrur hansara, og er
hann tí av somu orsøk heldur óstøðugur. Spennandi varð tí
at síggja, hvussu hann fór at megna at standa ímóti trýst-
inum sum tann hægstrataði telvari í Sigeman kappingini.
Dani gav Ivanchuk mótstøðu
Fyrstu fimm umførini blivu leikt í Malmø, og 6-9.
umførini vórðu leikt í Keypmannahavn. Hetta er fyrsta
royndin at samansjóða kappingina á hendan hátt. Orsøkin
er tann, at Dansk Skak Union í ár bleiv 100 ár. Síðani
fyrstu kappingina í 1993, hevur annars verið telvað í
Malmø.
Kappingin fevndi um tíggju luttakarar og níggju umfør.
Heili níggju stórmeistarar og ein svenskur tittuljagstari.
Umframt Ivanchuk, kunnu nevnast sterkasti telvari í
norðanlondum, Peter Heine Nielsen úr Danmark, eins og
Jan Timman, Emil Sutovsky, Curt Hansen og Luke
McShane eru stór nøvn.
Tað vísti seg skjótt, at teir einastu, ið nøkunlunda
kláraðu at fylgja við Ivanchuk, vórðu Peter Heine og
McShane úr Onglandi. Men eftir næstseinasta umfar varð
greitt, at kappingin nærum var avgjørd, eftir at Ivanchuk
hevði lagt seg eitt stig fremstan. Við at leika ein skjótan
javnleik í seinasta umfari ímóti vælkenda Tiger Hillarp-
Persson úr Svøriki, vann Ivanchuk loksins oddastríðið.
Endaliga støðan:
Ivanchuk (2704)
7,0 av 9
Peter H. Nielsen (2625)
6,0
Luke McShane (2592)
5,5
Curt Hansen (2610)
4,5
Tiger Persson (2474)
4,5
Sune B. Hansen (2537)
4,5
Emil Sutovsky (2652)
4,5
Johnny Hector (2553)
4,0
Jan Timman (2578)
4,0
Bengt Lindberg (2392)
0,5
29 ára gamli Peter Heine telvaði væl, og fekk eitt
uppiborið annað pláss við ongum tapi og seks stigum.
Hann hevur veruliga ment seg seinastu tvey árini og ikki
verður tað heilt óvæntað um hann um stutta tíð nærkast
topp 10 í heiminum.
McShane, sum undan seinasta umfar lá á øðrum plássi
saman við Peter Heina, tapti ímóti einum vælleikandi Curt
Hansen í síðsta talvinum. McShane er einans 19 ár, og
hevur eftir kappingina beint omanfyri 2600 í rating.
Tiger hevði eina frálíka kapping. Var næstlægst rataður,
men vísti av álvara tenn og dirvi. Curt Hansen og Jan
Timman bjargaðu teirra æru við at vinna seinastu tvey
umførini.
Seks lið kenna av
álvara hóttanina av
niðurflyting undir
sær, og millum hesi
eru stórfeløgini í
Ålborg og Århus
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Sunnudagin 22. juni verður
greitt, hvør hevur vunnið
danska meistaraskapin í
fótbólti, hvør skal umboða
Danmark í Europa Cup
kappingunum, og hvørji tey
bæði feløgini vera, sum
skulu tungu leiðina niður í
næstbestu deildina.
At tað verður FCK ella
Brøndby, sum fer at taka
ímóti DM steypinum, er
eingin ivi um. Tað skal vilja
heilt illa til hjá Farum, um
teir í fyrstu royndini nakr-
antíð í bestu deildini ikki
fara at vinna bronsukrónur-
nar. Um teir ikki fara at
megna tað, so er í løtuni
størsta hóttanin at finna í
FCM, men hon er ikki
serliga stór.
Í botninum er spenning-
urin rættuliga stórur. Køge
er aftast við 27 stigum. Teir
eru, nú tað eru seks umfør
eftir at spæla, fimm stig frá
bjargingar plássinum, og
tað er ilt at fáa eyga á,
hvussu teir skulu sleppa
undan niðurflyting. Men
Køge hevur ikki heilt slept
endanum.
Sunnudagin
høvdu teir vitjan av FCM,
sum er nummar fýra. Dyst-
urin endaði 1–1. Undan
hesum umfarinum hevði
Køge tapt fimm ferðir á
rað.
Hóast teir fingu 1–1 í
Brøndby, so eru teir í AGF
framvegis næstaftast, men
teir hava gott mót um, at tað
skal eydnast næststørsta
býnum í Danmark at varð-
veita liðið hjá sær í super-
liguni.
Kostar 20 milliónir
At tað skal eydnast OB úr
triði størsta býnum at varð-
veita sítt lið í bestu deildini
er tað lítil ivi um. Verri
stendur tað til hjá AaB, sum
er úr fjórði størsta býnum í
Danmark. Ålborgensarnir
vóru sunnudagin í Odense,
og teir vórðu sendir til hús
við 3–1 tapi. At tað gongur
av skriðuni hjá AaB sást
eitt nú í, at teir gjørdu
sjálvmál, tá ið OB skoraði
til 1–0, og eisini tá ið teir í
OB øktu til 3–0, hjálpti ein
fótur hjá AaB til.
Í donsku pressuni verður
nógv skrivað og tosað um, at
venjarin hjá AaB kanska fer
at fáa sekkin í hesi vikuni.
Stjórin í felagnum rann ikki
undan veruleikanum, tá ið
hann eftir tapið í Odense tók
bestikk av støðuni. Um AaB
ikki megnar at halda seg í
superliguni, so fer tað at
kosta felagnum tjúgu milli-
ónir krónur, var metingin
hjá honum.
Viborg styrkti um sína
støðu, tá ið teir á heimavølli
vunnu 3–0 á AB, sum síðsta
tíman stríddist við tíggju
monnum. Svenski Viborg
venjarin, Benny Lennarts-
son, rósti sínum spælarum
og staðfesti samstundis, at
enn eru ikki – so plagar
maðurin at taka til – allar
súðir syftar.
Silkebog er triði aftast,
og teir iðraðu seg. Í 2.
hálvleiki løgdu teir seg
framum 2–0 ímóti Esbjerg,
men Esbjerg kom afturí-
aftur og javnaði. Serliga
meint mundi tað kennast í
Silkeborg, at Steffen Han-
sen, sum Silkeborg síðsta
vetur ikki metti at vera nóg
góðan til teirra lið, skoraði
seinna málið hjá Esbjerg.
Í finaludystinum
fekk Heðin hevnd
fyri tapið móti Hans
Thomassen, eftir at
hesin seinni hevði
funnið holkapping-
ina mikudagin
GOLF
tíðindaskriv
Hetta
vikuskiftið
varð
kappast um klubbmeist-
araheitið
í Tórshavnar
Golfklubba. Við tað at tað
bert er tann eini golf-
klubbin í Føroyum, kann
hetta meistaraheitið eisini
metast sum óalment før-
oyameistaraheiti í golf.
Kappast var yvir 36 hol í
tveir dagar, leygardagin og
sunnudagin. Og tað eydn-
aðist Heðini Weihe at
endurvinna meistaraheitið.
Heðin brúkti 169 sløg upp
á tey 36 holini, 81 sløg
leygardagin og 88 sløg
sunnudagin. Nummar tvey
gjørdist Hans Thomasen,
ið einans hevur spælt golf í
eitt hálvt ár, við 179 sløg-
um, meðan formaður golf-
klubbans, Harald Eiriks-
toft, gjørdist nummar trý
við 191 sløgum.
Nummar fýra var René
Dahl Olsen, nr. 5 Jón
Niclasen, nr. 6 Julius Jo-
hannesen, nr. 7 Regin
Andreasen og nr. 8 gjørdist
Janus Norðberg.
Við
meistaraheitinum
fekk Heðin Weihe svara
aftur fyri tapið móti Hans
Thomasen
í
sokallaðu
holkappingini, ið er ein
kapping eftir cup-skip-
anini. Hans og Heðin
spældu finaluna miku-
kvøldið, og tá vann Hans
3-2, tað vil siga, at hann
hevði vunnið trý hol fleiri
enn Heðin, tá tvey vóru
eftir at spæla.
Hjá kvinnunum varð
klubbmeistaraheitið spælt
seinasta vikuskifti, og her
vann Sigrun Samuelsen
framman fyri Juliannu
Klett. Sokallaðu Tinga-
neskappingina vann Jette
Eirikstoft.
Kappast hevur eisini
verið um sokallaða Smyril
Line Cup. Ta kapping-ina
vann Rói Christiansen.
Tórshavnar Golfklubbi
gevst nú at spæla golf á
breytini á Vatnaskørðum, tí
nú skal grasið hjá Hoy-
víksbóndanum hava frið at
vaksa. Spælast kann aftur,
tá bóndin hevur sligið,
væntandi um ólavsøku-
mundið.
Heðin Weihe »føroyameistari« í golf
Elitan sigraði
Tað er framvegis eldur í botninum
15
14
Nr. 90 - 13. mai 2003
Øðrvísi fær niður-
støðan neyvan verið,
eftir at B36 vann
greiðan sigur á KÍ í
fyrru hálvfinaluni
teirra millum
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
KÍ vann dystin á áskoðara-
plássunum
sunnudagin.
Nýstovnaða viðhaldsfelag-
ið gjørdi sítt til, at karm-
arnir kring fyrru hálvfinal-
una millum B36 og KÍ vóru
góðir, og við áhaldandi róp-
um sínum royndu teir alla
tíðina at halda høvdið høgt.
Men tað var sum so eisini
tað einasta, sum KÍ fekk
burtur úr dystinum. Á vøll-
inum sjálvum var veru-
leikin ein heilt annar. B36
vann dystin 4-1, og hava
harvið meira enn hálvt ann-
að beinið í finaludystinum.
Tað var tíðliga greitt, at
setningurin hjá KÍ fyrst og
fremst var at binda um
heilan fingur. Leikbann og
skaðar høvdu við sær, at tað
langt í frá var sonevnda
ideal-uppstillingin, sum Jan
Joensen kundi senda á
vøllin, og hetta var ivaleyst
eisini ein av orsøkunum til
verjukenda útgangsstøðið.
Júst skipanin av verju-
partinum er annars nakað,
sum KÍ hevur havt sínar
trupulleikar við higartil í ár,
men tað var so avgjørt ikki
nakað, sum tú legði til
merkis í Gundadali. Serliga
var defensivi parturin av
miðvøllinum væl skipaður,
soleiðis at B36 miðjan ikki
fekk skapt yvirtalsstøður
niðaneftir vøllinum, og við
trygga Alexander Djord-
jevic í miðverjuni var stýr-
ingin á hesum eisini í lagi.
Við tað at KÍ legði seg
somikið aftarliga, gav hetta
B36 eina náttúrliga greiða
yvirvág í spælinum, men
hóast bólturin fyri tað
mesta ferðaðist á KÍ, hálv-
uni, so var tó avmarkað,
hvussu nógv teir skaptu av
møguleikum.
Einstaka
ferðirnar var um reppið, at
leikarar gjørdust leysir,
men leingi sá út til, at tað
bara skuldi gerast næstan
og so ikki meira.
Man á hálva tímanum
kom hol á. John Petersen
lyfti bóltin inn um KÍ verj-
una, har Julian og Alex-
ander kapprunnu eftir leysa
bóltinum. Endin varð at teir
báðir fóru bóltandi eftir
vøllinum, men Jákup á
Borg hevði eisini fylgt við,
og einsamallur við mál-
verjanum kundi hann við
einum hørðum skoti senda
bóltin í kassan.
Skipanin fór
Eitt var, at KÍ við hesum
málinum nú stóð við einum
verri útgangsstøði við atliti
til finalustríðið. Annað var
– og tað hevði alstóran
týdning fyri dystin – at
Alexander Djordjevic bekl-
aði fótin somikið illa í
støðuni, sum førdi til málið,
at tað var ikki hugsingur
hjá honum at spæla allan
dystin. Haltandi rann hann
á vøllinum seinasta korter-
ið undan steðginum, men
har var einki at gera.
Hetta noyddi KÍ at fremja
nakrar umskipanir í steðg-
inum, og tað var skjótt
greitt, at hesar ikki vóru til
tað betra. Missurin av
Alexander merktist sra væl
í verjuni, har stórur partur
av stýringini fór av lagi, og
ikki minst var tað tungt fyri
miðvøllin, at Jan Andrea-
sen nú varð tikin longur
aftur á vøllin.
Hinvegin koyrdi B36
bara víðari í sama lag, og
tað var eisini heilt skjótt, at
málmøguleikarnir
komu
bóltandi. Heðin av Lakjuni
var nær við at opna ballið,
tá hann sendi ein reina
Carlos upp undir tvørtræið,
men ta ferðina sluppu
gestirnir tó við skrekkinum.
Tað sluppu teir tó ikki
løtu seinni. Við einum
Allan Mørkøre og Jákup á
Borg høvdu valt sær eitt
álop burtur úr fótbólts-
lærubókini, og eftir at hava
tagað vinstra verjuborð hjá
KÍ sundur, varð bólturin
sendir inn til ein púra leys-
an John Petersen, og púra
kaldur plaseraði hann bólt-
in í málið.
Og so skrædnaði av álv-
ara. Jákup kundi økja til 3-
0, tá hann brádliga gjørdist
leysur og slapp framvið
bæði verjuleikara og mál-
verja, og alt bendi á, at
talan skuldi gerast um
sannan stórsigur.
KÍ hevði snøgt sagt einki
nevnivert at bjóða uppá
frameftir vøllinum, men
við fyrsta skipaða álopin-
um seinastu trý korterini,
fingu teir brádliga eina lítla
vón. Gott samanspæl á
miðjuni endaði við, at Atli
Danielsen varð sendur av-
stað í høgru, og høga inn-
leggið frá honum sveimaði
beina leið aftur í handara
málhorn, meðan Tróndur
Vatnhamar ikki fekk gjørt
annað enn bara at hyggja at
bóltinum.
Málið gav KÍ eina lítla
vón. Bara tað at hava skor-
að á útivølli kann viga
nógv, tá úrslitini skulu
leggjast saman, og eina løtu
var eisin ilíkt til, at teir nú
eisini ætlaðu sær meira enn
bert tað eina málið. Spælið
varð flutt nakað niðan á
vøllin, men veruligir møgu-
leikar varð talan ikki um,
og ístaðin hevði B36 hópin
av
kontramøguleikum.
Hesir sóu tó út til at gerast
úrslitaleysir, men í seinasta
minuttinum av vanligu leik-
tíðini varð trumfurin settur
á.
KÍ verjan var snøgt sagt
óskipað, tá B36 kontraði í
vinstru. Eitt langt skift til
høgru
spældi
innskifta
Berg Midjord fullkomuliga
leysan, og uttan at nakar
klaksvíkingur var nærhend-
is, kundi hann halda beina
kós móti málinum og skjóta
sítt fyrsta mál fyri besta
B36-liðið.
Hetta fjórða málið mundi
sum so eisini punktera
seinastu vónina hjá KÍ um
eitt finalupláss á ólavsøku.
Gaman í eru framvegis 90
minuttir eftir at spæla, og
ein 3-0 sigur kann sjálvandi
ikki útilokast, men grundað
á dystin sunnudagin er í
øllum førum ilt at síggja,
hvussu KÍ skal megna
hetta. Fyrst og fremst tí
styrkismunurin tóktist øgi-
ligur sunnudagin, og hóast
eitt nú Ove Nysted og
Arnold Joensen verða tøkir
til ta tíð, er illa hugsandi, at
tað ikki verður B36, sum er
annars parturin í ólavsøku-
finaluni.
B36-KÍ 4-1 (1-0):
1-0 :Jákup á Borg
2-0: John Petersen
3-0: Jákup á Borg
3-1: Atli Danielsen
4-1: Bergur Midjord
B36: Tróndur Vatnhamar –
Allan Mørkøre, Pól Thor-
steinsson, Fróði Clement-
sen, Kenneth Jacobsen –
Jákup á Borg, Julian Johns-
son, Klæmint Matras, Heð-
in á Lakjuni – Sonni Jo-
hansen, John Petersen
KÍ: Carsten Joensen – Alti
Danielsen, Sámal Eyðfinn
Akursmørk,
Alexander
Djordjevic, Símun Joensen
–
Harley
Bertholdsen,
Allan Joensen, Jan Andrea-
sen, Jan Joensen, Hjalgrím
Elttør – Erling Fles
B36-KÍ 4-1 (1-0):
Havnin fær umboð á ólavsøku
B36 hevur í øllum førum hálvt annað bein í steypafinaluni eftir greiða sigurin sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14