týsdagur 13. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
17
Um vikuskiftið kom
fløga út við barna-
sangum eftir Alex-
andur Kristiansen.
Hetta varð heiðrað
saman við føðingar-
dagsbarninum í
Sortudíki um viku-
skiftið
BARNAFLØGA
Ingi Rasmussen
Har Norðurlandahúsið í
dag stendur við Sortudíki,
varð áður bøur og mýri-
lendi við sóljum.
Sunnudagurin
stóð
eisini í tekni sóljurnar í
Norðurlandahúsinum.
Um kvøldið fylti Guðrun
Sólja Jacobsen stóra salin
heilar tvær ferðir. Um
dagin var eisini sóljudans-
ur, men tað hevði onki við
ta nú víðagitnu stjørnuna
at gera.
Í sambandi við at fløg-
an »Sóljudansir« við løg-
um og yrkingum eftir
Alexandur
Kristiansen
kom út hendan dagin,
vóru løg av fløguni fram-
førd í Klingruni.
Spælimenninir
við
Kristian Blak á odda
spældu undir, og barna-
familjur høvdu leitað sær
niðan í góðveðrinum.
Sangararnir
Kinna
Poulsen, Unn Patursson,
Kári Sverrisson og Herluf
Lutzen gjørdu sítt til, at
sangirnir hjá Alexandur
Kristiansen
komu
til
heiður og æru. Á gólvin-
um stóðu sóljutyssi í gløs-
um,
Norðurlandahúsið
bjóðaði bomm, og børnini
hugnaðu sær óført.
Fuglfirðingurin Alex-
andur hevur gjørt nógvar
yrkingar fyri børn millum
ár og dag, men hetta er so
fyrstu ferð, at hann eisini
hevur sett løg til og givið
tað út á fløgu. Yrkingar-
nar eru ofta smásøgur ella
orðaspøl við einum stutt-
ligum enda.
Norðurlandahúsið hev-
ur verið ein treytaleyst
succes, og húsið er fyri
øll, var ein partur av boð-
skapinum, nú Húsið í
stórum stíli helt 20 ára
føðingardag um viku-
skiftið. Sunnudagin sást,
at eisini børnini sleppa
upp í part, og gott hevði
verið, um hendan succes-
in var endurtikin av og á.
Tí tað var týðiligt, at eis-
ini tey smæstu stórtrívast
á gólvinum, har gular
sóljur áður vóru.
Sóljudansir í
Sortudíki
Unn Patursson setti dám á dagin, tá sóljudansirnir hjá
Alexandur Kristiansen vórðu framførdir Norðurlanda-
húsinum sunnudagin
Mynd: Ingi Rasmussen
Feðgarnir báðir
Stabbi og Tongul
Fóru til Áir
At Keypa ein ongul
Men krambagentan
var starblind og deyv,
tí teir komu aftur
ongul í reyv
Alexandur
Kristiansen
Tað hava neyvan verið
størri stjørnur í Norð-
urlandahúsinum enn
tey í Stjerne for en
aften. Sjálv konsertin
kundi tó verið betri
UMMÆLI
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Jens Kr. Vang
Salurin í Norðurlandahús-
inum
var
karmur
um
stjørnukonsert tvær ferðir
sunnukvøldið. Tiltakið var
slúsað upp í tjúgu ára hald-
ið hjá mentanarborgini, og
tað mundi eisini vera tað
best umtókta.
Til hesa fyrstu konsertina
var
suðuroyardialektin
týðulig.
Væl
omanfyri
helvtin av áhoyrarunum
vóru suðuroyingar, og hetta
var eisini nakað tey úr Suð-
uroy og restin av salinum
hevði glett seg til.
Og hóast nógvir góðir og
kendir tónleikarar hava stað-
ið á palli í salinum í Norður-
landahúsinum, so hevur hús-
ið valla hýst størri stjørnum.
Ì Føroyum er einki sum
Stjerne for en aften og
Guðrun Sólja Jacobsen.
Og hetta kvøldið vóru tey
kanska meira enn nakrantíð
stjørnur.
Konsertin byrjaði við
einari føroyskari stjørnum
av Tvøroyri, Brandi Enni.
Hann hevur verið ein sind-
ur á palli í seinastuni við
ymisk høvi.
Hann nýtti tvær ymsar
uppstillingar.
Eina
við
tveimum dansarum og eina
við tónleikarum á pallin-
um. Hann virkaði ógvuliga
væl upplagdur á pallinum.
Hansara framførsla og út-
stráling eru frálík. Ein væl
vand framførsla, sum ikki
minti heilt lítið um tær, ein
sær frá ungdómsstjørnum
úti í heimi.
Men at sita í Norður-
landahúsinum og lurta eftir
einari fløgu, meðan nøkur
fólk toyggja seg á pallinum,
er ikki 195 kr. vert á nakran
hátt. Tónleikurin sum var
live var sjálvandi munandi
betri, men kortini ikki nak-
að upplivilsi, sum hevur
uppiborðið tað heilt stóra
lýsningarorðið.
So var ein hálvur tími far-
in og umvegis eitt frásøgu-
fólk kom fyrst Martin
Pedersen á pallin, eftir at tær
báðar kórgenturnar, Christ-
ina Elisabeth og Noomi,
høvdu sungið eyðkennis-
lagið til Stjerne for en aften,
har bert tann eina mikrofon-
in var tendrað. Hann endaði
ikki millum tríggjar teir
bestu í Stjerne for en aften,
men hann hevur gjørt vart
við seg, og føroyingar tóku
hann eisini til sín.
Hann vísti seg at riggað
ógvuliga væl á pallinum.
Hann úrstrálaði sjálvsálit
sum fáur, og bilar ikki bein-
leiðis við at syngja heldur.
Hann sang U2, Elvis, Mike
and The Mechanics og
sjálvandi eisini “Feel” hjá
Robbie Williams.
Og sangirnar hevði mann
hoyrt fyrr, og tað var stutt-
ligt at síggja tað, sum fyrr
hevði verið í sjónvarpinum
á pallinum, men heldur ikki
nógv meira var tað ikki.
Jacob Andersen hevur
eina ótrúliga rødd við mátti
og megi. Maðurin hevur
spælt fleiri ferðir áður í
Føroyum, men tað munnu
vera fá, sum minnast hann,
men hesa ferð fer tað nokk
ikki at knípa so nógv við
minninum. Hann sang fram-
úrskarandi væl, og hann
útfoldaði seg rættiliga. Men
sum við nógvum øðrum
hetta kvøldið var heildin eitt
sindur skøvað. Tað at síggja
“Are you gonna go my way”
hjá Lenny Krawitz í Norður-
landahúsið var eitt upplivilsi
í sær sjálvum, men hann
hevði hug at druknað í
samlaðu ljóðmyndina.
Sum heild var tað øgiliga
hart, og tað vóru fleiri løg,
sum duttu heilt burtur-
ímillum. Eitt nú duétin við
Guðrun Sólju Jacobsen og
Jacob Andersen við sangin-
um, sum Jacob sjálvur
hevur gjørt, virkaði illa
samansett í ljóðmeldrinum
sunnukvøldið.
Men Jacob Andersen góð-
ur, so er Guðrun Sólja líka
góð ella betri. Hennara
talent kann tað ikki setast
spurnartekin við, og hon
vísti sunnukvøldið fleiri
spennandi síður av sær
sjálvari. Stóra upplivilsið
var, tá hon sang Weak hjá
Skunt Anansie. Hesin skuldi
av einari ella aðrari orsøk
vera ein duét við Martin
Pedersen, uttan at hetta gav
stórvegis meining.
Annars sang hon bæði
Hero og Promise Me, og við
heimadómarabrillunum fast
á nøsini, so var hon bjartasta
stjørnan sunnukvøldið.
Tað er uttan iva lítið høpi
í at skriva ummæli um nak-
að, sum er ein treytaleys
succes. Sunnukvøldið lýstu
stjørnurnar, og tað skal
eingin ivi vera um, at tey
eru stjørnur. Størsta tón-
leikaliga hendingin – í øll-
um førum í rútmiskum tón-
leiki – í Føroyum eru nak-
að, føroyingar týðuliga eru
ernir av. Og tað er væl skilj-
andi, og vónandi heldur
stjørnusúsið eisini fram
kvøld eftir kvøld.
Men skal rætt vera rætt, so
var hetta langt frá onkrari av
teimum heilt góðu kon-
sertunum í Norðurlanda-
húsinum. Konsertin kundi
verið
munandi
meira
raffinerað og nógv minni
rótut. Eitt gott publikum
upplivilsi, men ikki eitt
heildarupplivilsi í stjørnu-
hæddum.
Stjørnudust
Guðrun Sólja Jacobsen og Jacob Andersen syngja bæði frálíka væl. Tey vóru stjørnur meira enn nakrantíð sunnukvøldið
Martin
Pedersen
lýsti næstan
av sjálvs-
álitinum,
sum gera
hann til ein
rættan
entertainer
Føroysku kórgentur-
nar vórðu róstar upp
um skýggja av sang-
arunum í Stjerne for
en aften
KONSERT
Heri á Rógvi
Orkestrið, sum spældi til
Stjerne for en aften kon-
sertirnar um vikuskiftið,
hevði valt tveir føroyskar
kórsangarar.
Talan var um tríggjar
framførslur – eina í Ment-
unarhúsinum í Fuglafirði
og tvær í Norðurlandahús-
inum.
Og tær báðar kórgentur-
nar Christina Elisabeth og
Noomi vóru róstar upp um
skýggja av luttakarunum.
Bæði Martin Pedersen og
Jacob Andersen hildu fyri,
at tær báðar vóru heilt ein-
falt fantastiskar.
Kapelmeistarin
Gorm
Bullow, sum millum annað
hevur verið kapelmeistari
við danska Melodi Grand
Prixið, segði seg vera heilt
ovfarnan av støðinum í
Føroyum og hjá teimum
báðum kórsangarunum.
Heilt fantastiskar
Christina Elisbeth Mørkøre v.m. og Noomi Háberg Hansen sungu kór fyri stjørnurnar
sunnukvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang
Martin Pedersen og
Jacob Andersen vóru
heilt ovfarnir av før-
oysku áhoyrafjøldun-
um, sum teir spældu
fyri um vikuskiftið
PRÀT
Heri á Rógvi
Tey vóru fyri hvønn annan.
Tað vil siga áhoyrararnir
vóru glaðir fyri Jacob And-
ersen og Martin Pedersen,
og hinvegin vóru Martin og
Jacob eisini ógvuliga glaðir
fyri føroysku áhoyrara-
fjøldina.
– Føroyingar eru villir.
Tað er feitt, sigur Jacob
Andersen, og Martin Peder-
sen er samdur við honum.
– Tú merkir væl, at tey
"lada" upp til hesar kon-
sertinar. Tey geva veruliga
okkum nakað aftur, sigur
Martin Pedersen.
Hetta er fyrstu ferð, at
Martin er í Føroyum, men
Jacob hevur spælt í Føroy-
um áður. Fyri tveimum ár-
um síðani var hann í
Føroyum við bólkinum Yo-
tak. Bólkurin spældi m.a. í
Kagganum og í Platform.
Tað eru kanska ikki so
nógv, sum minnast Jacob
frá tí túrinum, men hann
minnist væl túrin.
– Umborð á Norrønu á
veg til Føroya skrivaði eg
ein sang, sum eg og Guðrun
sungu sum duét í kvøld
(sunnukvøldið, blðm.). Eg
helt tað vera so upplagt, og
eg vóni eisini, at Guðrun
syngur hann saman við mær
á míni komandi útgávu.
Rætti vinnarin
Vóru teir báðir bergtiknir
av føroysku áhoyrarfjøld-
ini, so eru teir eisini berg-
tiknir fyri Guðruni Sólju
Jacobsen.
– Skalt tú vera ein góður
vinnari, so mást tú eisini
vera ein góður tapari, og eg
haldi tað vera fult uppibor-
ið, at Guðrun vann, sigur
Martin Pedersen.
– Og eitt ella annað stað
vistu vit eisini, at hon fór at
vinna, sigur Jacbo Ander-
sen.
Teir siga seg báðir nýta
nógv at ferðast runt og
spæla í Stjerne for en aften
høpi. Til oktober mánað eru
teir knýttir at hesum, og eft-
ir tað, mugu teir klára seg
sjálvar.
Og teir ásanna, at tað er
neyðugt at halda seg framat.
– Í hesari vinnuni kanst
tú skjótt verða gloymdur. Tí
er neyðugt at tú heldur teg
ígongd og gert nakað við
tað, og tað er tað, vit royna
at gera, sigur Martin Peder-
sen.
Men støðan sum stjørna
er ikki alt.
– Eg havi spælt í 15 ár
uttan at gerast kendur, og
eg skal nokk spæla 15 ár
afturat, um so eg verði ver-
andi kendur ella ei, sigur
Jacob Andersen.
Plátusáttmáli
Viðvíkjandi útgávum er
støðan hjá teimum báðum
eitt sindur ymisk. Jacob
Andersen hevur fingið ein
plátusáttmála við Univer-
sal, sum Guðurn S. Jacob-
sen eisini hevur sáttmála
við. Hann fer at gera eina
fløgu í næstum við mest
egnum sangum.
Martin Pedersen vil eisini
fegin gera eina fløgu, men
hann hevur ikki enn fingið
nakran plátusáttmála.
Men báðir ætla at halda
fram við tónleikinum. Tað
er vist, siga teir.
Føroyingar eru villir
Jacob Andersen og Martin
Pedersen søgdu seg vera púra
bergtiknar av føroysku
áhoyrarfjøldini. Og fyrt tað
kundu teir gott geva ein muss
Mynd: Jens Kristian Vang
Managerin hjá Guðr-
uni Sólju Jacobsen
heldur, at hon hevur
tey sermerki, sum
bert veruligar stjørn-
ur hava, og møguleik-
arnir eru nógvir,
heldur hann. Fyrsta
stakfløgan kemur á
marknaðin í juli
PRÀT
Heri á Rógvi
John Christoffer er manag-
er hjá Guðruni Sólju Jacob-
sen og hinum í Stjerne for
en aften. Hann er ein
royndur harri, sum millum
annað er manager hjá Stig
Rossen.
– Eg varð biðin av Dan-
marks Radio um at vera
manager hjá teimum fyri at
hjálpa
teimum
ígongd.
Hetta skal eg fyribils gera í
eitt hálvt ár, sigur John.
Tað merkir eisini, at hann
hevur nógv at gera við
komandi
útgávuna
hjá
Guðruni Sòlju Jacobsen.
Hann dugir tó ikki at siga,
júst nær fløgan kemur út,
men miðjað verður ímóti, at
fyrsta stakfløgan kemur út í
juli. Hetta er eftir ynskir frá
plátufelagnum.
– Vit vita ikki enn, hvør
sangurin
á
stakfløguni
verður,
men
vit
hava
spildurnýggjan
sang
í
huganum, sum er frálíka
góður, lovar John.
Talent
Sum manager er tað kanska
ikki so undarligt, at John
Christoffer heldur nógv um
Guðruna, men hann metir
veruliga, at hon hevur
nakað serligt.
– Guðrun hevur talent.
Eins og við teimum stóru
stjørnunum, so hoyrir tú, at
hon er nakað serstakt.
Møguleikarnir eru nógvir
við tílíkum talenti, sigur
John.
Fyrsta útgávan í juli
John Christoffer, manager, trýr upp á evnini hjá Guðruni
Sòlju
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
17
16