Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 13. mai 2003 19 Næststørsta kappróðrarfelagið í landinum fekk ikki eykaaðalfundin leygardagin at taka undir við, at FM stevna skal vera á eystara armi á Skálafjørðinum á hvørjum ári FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Lagið er einki serligt í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Teir hava arbeitt við og vónað, at hini feløgini fóru at taka undir við, at FM kappróður skal vera á hvørjum ári á Eystanstevn- uni. Tað vildi aðalfundurin í Róðrarsambandinum, sum varð hildin 29. mars, ikki taka undir við. Og leygar- dagin staðfesti eykaaðal- fundur, har spurningurin um sjeyndu FM stevnuna var tann einasti á skránni, avgerðina, sum varð tikin síðst í mars. Tað vil við øðr- um orðum siga, at Skála/- Strendur og Vestmanna skulu skiftast um sjeynda FM kappróðurin, og at tær tríggjar bygdirnar í Vágum skulu skiftast um Vestan- stevnuna. Harvið er støðan hjá Runavík verri, enn hon var, áðrenn teir í Kappróðrar- felagnum NSÍ av fyrstan tíð komu við uppskotinum um sjeyndu FM stevnuna. Hig- artil hevur FM kappróður verið annað hvørt ár í Runavík, og hitt árið hevur verið skipað fyri stevnu utt- an FM kappróður. Tað ber sjálvandi framvegis til, men nú er støðan tann, at tann dagin, tá ið Eystanstevnan higartil hevur verið hildin, verður FM kappróður hinu- megin fjørðin! Hetta er sjálvandi beiskur biti at svølgja hjá Kappróðrarfel- agnum NSÍ, sum – burtur- sæð frá Havnar Róðrarfelag – man vera tað størsta og mest virkna í landinum. Men tað er fólkaræðið inn- an kappróðurin, sum hevur tikið avgerðina um, hvussu FM kappingin í kappróðri skal skipast, og harvið verður tað. Ikki til at rokna út Tað var Kappróðrarfelagið NSÍ, sum hevði tikið stig til eykaaðalfundin, sum var fyrrapartin leygardagin. Ásetingarnar siga, at um meiri enn helmingurin av feløgunum ynskja tað, so skal Róðrarsambandið kalla inn til eykaaðalfund. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði fingið seytjan av teimum um tríati feløgun- um at skriva undir uppá, at tey vildu hava eykaaðal- fund. Á fundinum leygardagin møttu nítjan limafeløg. Nevndin í Róðrarsamband- inum hevði tvær atkvøður. Talan var um skrivliga at- kvøðugreiðslu, og tíggju vóru fyri uppskotinum at FM stevna á hvørjum ári skuldi vera í Runavík, og at ein FM kapping annað hvørt ár skuldi vera í Vest- manna og annað hvørt ár í Fuglafirði. Ellivu vóru ímóti hesum uppskoftinum. Ásetingarnar siga, at um tað hevði staðið á jøvnum, so hevði atkvøðan hjá RSF verið avgerandi. Undan atkvøðugreiðsluni var orðaskifti í ein stívan tíma. Orðaskiftið snúði seg millum annað um, hvussu tað skuldi vera við fulltrú- um. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði fulltrú frá tveimum feløgum við á fund, men teir fingu ikki loyvi at nýta tær. Nevndin í RSF vísti til ásetingarnar og ÍSF sið- venju, og so taldu fulltrú- irnar ikki við. Á fundinum síðst í mars varð atkvøtt við at rætta hondina upp. Hesa ferð var atkvøðugreiðlsan skrivlig. – Atkvøðugreiðslan vísti, at tað ikki er samband mill- um, at feløgini tóku undir við eykaaðalfundinum og tí, sum tey atkvøddu á fundinum, staðfestir Hannis Joensen, formaður í RSF. Hann veit at siga, at tað ikki akkurát vóru somu feløgini, sum møttu hesa ferð, og sum møttu á aðal- fundinum fyri hálvum øðrum mánað síðani. Av fyri hesa ferð Formaðurin í RSF sigur, at aftur hesa ferð vildi nevnd- in ikki leggja seg út í, um FM róðurin skuldi vera her ella har. – Leikluturin hjá okkum var at syrgja fyri, at upp- skotið, sum var til atkvøðu- greiðslu, var sambært áset- ingarnar hjá RSF. Uppskot- ið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ gekk út uppá, at FM kappróður skuldi vera á Eystanstevnu fjúrtan dagar eftir Norðoyarstevnu, og at FM kappróður skuldi vera fyrsta vikuskifti í juli annað hvørt ár í Fuglafirði og í Vestmanna. Hetta hevði verið í andsøgn til grein tvey, sum sigur, at feløgini boða frá, nær teirra stevnur eru, og at RSF ásetur nær kappingarnar skulu vera, um ósemja er millum feløg- ini. Tí settu vit broytingar- uppskot fram, sum var í samsvari við tað hjá NSÍ, men sum var øðrvísi orðað. Tað var hetta uppskotið, sum var til atkvøðu- greiðslu, men sum fall. Hvussu verður nú? – Nú vendist ikki aftur. FM kappróður verður á vestara armi á Skálafjørð- inum í ár og í Vestmanna næsta ár. Samtyktin, sum nú er gjørd tvær ferðir, verður galdandi, inntil tað á aðalfundi møguliga verður samtykt okkurt annað, sigur RSF formaðurin. Tær sjey FM kappingarn- ar í kappróðri í ár vera hesar: Norðoyarstevna 31. mai, á Skála/Strondum 14. juni, á Kollafirði 21. juni, á Jóansøku 29. juni, á Varma- keldu 5. juli, á Vestan- stevnu í Sandavági 12. juli og á Ólavsøku 28. juli. Vejle, Hvidovre og B93, sum hevur Anders Nygaard á liðnum, taptu hesa ferð, og Christian Høgni slapp upp í part síðstu løtuna DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Heldur ikki í næstbestu donsku deildini høvdu undanvind í vikuskiftinum. Óli Johannesen og Hvid- ovre høvdu vitjan av Ran- ders Freja, sum hevur Atla Gregersen í hópinum. Hó- ast Hvidovre var á odda í steðginum, so fóru gestirnir við øllum stigunum. Teir vunnu 3–1, og nú stendur á gomlum nøglum í Hvid- ovre, sum er næstniðast og tykist hava kós ímóti niðurflytingini. Dreymurin hjá Vejle eftir eitt ára fráveru aftur at sleppa upp í part í bestu deildini kámaðist nógv í vikuskiftinum. Fyrrapartin sunnudagin var Vejle og vitjaði í Herfølge, og nú skal vilja meiri enn illa til, um gamla meistaraliðið ikki eftir summarsteðgin- um verður partur av super- liguni. Talan var um rættu- liga undirhaldandi uppgerð, sum Herfølge vann 5–2. Heimaliðið var á odda 2–0, tá ið tíggju minuttir vóru farnir, og tá ið dysturin var seytjan minuttir gamal, var støðan 2–2. Seinna Vejle málið skoraði fyrrverandi NSÍ spælarin, Ulrik Ball- ing, við hendinga góðum fluktskoti við vinstra beini. Eftir steðgin setti Her- følge alt upp á pláss. Teir skoraðu trý mál afturat og vunnu 5–2. Vejle var undan dystinum og er framvegis á triðja plássi. Men munurin frá Herfølge og niður til næstu hóttanirnar niðanfyri uppflytingarstrikuna øktist, og harvið skal vilja meiri enn illa til, um Herfølge ikki eftir summarsteðginu- m verður í superliguni. Christian Høgni Jacob- sen var á beinkinum hjá Vejle. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Christian Høgni loysti Ulrik Balling av í álopinum, men hann fekk einki mál. Ta løtuna, sum hann var á vøllinum, var heimaliðið greitt omaná. Undan hesum dystinum hevði Vejle vunnið seks ferðir á rað. Hetta var fyrsta tapið hjá Vejle, síðani teir fyrr í vár skiftu venjara. Tapið hjá Vejle hevði við sær, at Frem kundi styrkja um sín møguleika at flyta upp, og tað eydnaðist. Frem var á útivølli í Fredericia, har teir vunnu 2–0, og nú eru teir seks stig framman- fyri Vejle. Eitt av liðunum, sum saman við Hvidovre ríður um niðurflytingar strikuna, er B93. Gamla stórfelagið á Eysturbrúgv hevði vitjan av B1909 úr Odense, sum vann sannførandi 3–1. Troystarmálið hjá B93 kom ikki fyrrenn í evstu løtu. Tað skoraði Anders Ny- gaard. Í fjør taldist hann millum spælararnar hjá B68. Hann var málsøkin stuðul í steypakappingini og í fyrstu umførunum í landskappingini, men eftir at hann tíðliga í kappingini varð skaddur, hevði hann sera ilt við at koma fyri seg aftur. AC Horsens, sum hevur Johan B. Hansen á linum, hevði vitjan av HIK, sum er aftast í deildini. Horsens vann 4–2. Runavík er stóri taparin í kappróðrinum – Nú vendist ikki aftur. FM kappróður verður á vestara armi á Skálafjørðinum í ár og í Vestmanna næsta ár. Tað er samtykt ikki minni enn tvær ferðir av aðalfundinum hjá RSF Balling og Nygaard á talvuna 19 18 Nr. 90 - 13. mai 2003 Undan seinnu oyggja- uppgerðini er einki avgjørt, um tað verður GÍ ella NSÍ, sum skal vera annar parturin í finaluni LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Eysturoyggin fer at eiga eitt umboð í ólavsøkufinaluni. Um tað verður GÍ ella NSÍ verður ikki avgjørt fyrrenn sunnudagin. Undan tí dyst- inum er GÍ eitt vet betri fyri, men fyrimunurin er einki at tosa um. Um NSÍ annað árið á rað skal vinna seg í finaluna, so skulu teir gera mál í Sarpigerði næsta sunnudag. Um einki mál verður skorað sunnudagin, so verður tað GÍ, sum verð- ur finaluliðið. Dysturin í Runavík end- aði 1–1. Um tað stendur á jøvnum eftir tveir dystir, so eru tað útivallarmálini, sum gera av, hvat liðið skal í finaluna, og GÍ tryggjaði sær sunnudagin eitt mál á tí kontoini. Popczynski høvuðsleikari Gøtumenn vóru ikki komn- ir til Runavíkar fyri at hava ábyrgdina av leikliga undir- haldinum. Heilt eyðsýnt var tað, at teir sóu hesa upp- gerðina sum 1. hálvleik í tveimum dystum, og teir lupu ongantíð framav. Í 1. hálvleiki var Popc- zynski fremstur, og so var Magnus Skoralíð eitt vet aftanfyri, og í 2. hálvleiki var útgangsstøðan heilt greitt 4–5–1. Ungu menn- inir á miðvøllinum royndu at stríðast, og úrslitaliga komu teir væl burturúr tí. Men tað vóru álopsdygdir- nar hjá spælandi venjaran- um, sum tað varð dúvað mest uppá. Verjan royndi seg ofta við longum send- ingum, og NSÍ verjan hevði av góðum grundum stóra virðing fyri Popczynski, sum tykist vera eins væl fyri nú, sum hann var, tá ið hann hevði ábyrgdina av FM liðnum hjá VB. GÍ hevði fáar og smáar royndir á NSÍ málið. Í 1. hálvleiki var Jens Martin Knudsen í NSÍ málinum einu ferðina ikki heilt vísur í, um bólturin var farin í málið ella ikki, tá ið Pop- czynski hevði roynt seg við lumpisligum langskoti, og so var tað, í síðstu løtu, at Popczynski sjálvur fekk til- tuskað sær brotsspark, sum hann setti í netið. Megnaðu ikki at varðveita NSÍ legði bragdliga fyri. Teir settu hol á beinanvegin, og tað kundi kanska havt boðað frá, at heimaliðið skuldi leggja unga mótstøðuliðið undir støðugt trýst og fáa tey málini, sum kundu havt við sær, at uppgerðin næsta sunnudag ikki hevði so stóran týdning. Men soleiðis gekst tað ikki. Málinum bilti einki. Sonni L. Petersen snittaði við høvdinum langa send- ing framum verjuna, hann megnaði at renna eitt sindur úr høgru og frá mótstøðu- monnunum, og tá ið hann var komin um brotsteigar- markið eitt sindur til vinstru, langaði hann til við vinstra beini, og bólturin sang í netinum aftanfyri Jazek Przybylski. Í 1. hálvleiki megnaði NSÍ onkra ferðina at spæla seg ígjøgnum í borðunum. Men í flestu førum var talan um langar sendingar fram til Petersen brøðurnar. Hjá teimum var tað torført, um teir ikki í fyrstu atløgu fingu tamarhald á, tí lotið bar við sær, at tað – hóast teir eru kvikir – ikki var lætt at renna bóltin uppaftur. Sonni L. Petersen hevði gyltan møguleika undan steðginum at økja um heimaleiðsluna. GÍ kiksaði í uppspælinum, Helgi stakk bóltin fram til Sonna, sum gjørdist púra leysur. Hann setti ferð á, men tøvdi eitt lítið vet, tá ið hann skuldi leggja til, og so eydnaðist tað framúr skjóta Poul Andreas Jacobsen at tveita seg fram og takla. Eftir steðgin hevði NSÍ lotið ímóti. Teir noyddust at skifta fólk, og teir megnaðu ikki at varðveita trýstið, sum kundi borið týdningar- mikla 2–0 málið við sær. Jónstein Petersen, sum var væl upplagdur, hevði eina roynd, sum fór dygst oman- fyri, og so var tað, at GÍ javnaði við brotssparki. Hjá NSÍ líkist støðan nógv henni, tá ið teir í fjør spældu seg í finaluna. Ta ferðina var úrslitið 0–0 í Runavík, men so vann NSÍ á Svangaskarði. Nú eiga teir torføra grannauppgávu í Gøtu. Og hvørki GÍ ella NSÍ kunnu metast sum favorittar. Fyrrra hálvfinalan NSÍ–GÍ 1–1 (1–0) 1–0: Sonni L. Petersen 1–1: Krzystof Popczynski br Dómari: Oddmar Andreas- sen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen GÍ: Jazek Przybylski – Poul Andreas Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Han- sen, Bárður á Lakjuni – Jónreid Dalheim, Høgni Madsen, Símun Samuel- sen, Símun Louis Jacobsen – Krzystof I (Popczynski, Magnus Skoralíð NSÍ–GÍ 1–1 (1–0): Ólavsøkan hongur í leysum lofti Við javnleiki í fyrra dystinum er enn púrasta opið, hvørt tað verða NSÍ ella GÍ, sum koma víðari til finaludystin NSÍ spælararnir høvdu svørt syrgibind um armin, tá ið teir sunnudagin spældu hálvfinalu á heimavølli ímóti GÍ, og tað var tøgn við Løkin fyrsta minuttin, eftir at dómarin hevði bríkslað fyrstu ferð. Felagið, spælararnir og áskoðararnir mintust Sofus Hansen, sum doyði næst- síðsta mánadag bara 49 ára gamal. Sofus var við, tá ið NSÍ fyrstu ferð kom uppí fótbóltin. Hann var málverji í 2. deild og eisini, tá ið liðið í 1976 fyri fyrstu ferð royndi seg í 1. deild. Fótbóltsvøllurin í Runavík varð tikin í nýstlu í 1972. Fyri ta tíð snúði tað mesta í NSÍ – umframt kappróðurin – seg um hondbólt, og har var Sofus eisini við. Sofus lærdi til maskin- smið hjá Mekanik í Runa- vík, og so leyk hann maskinistprógv í Havnini. Hann sigldi bæði á fjar- leiðum og undir Føroyum, hann var maskinmaður á Bakka, hann hevði fleiri onnur størv, og hesa síðstu tíðina var hann hjá FJM í Runavík. Sofus var sonur Karl Johan, sum var ættaður av Kinn í Lamba, og Jó- honnu, sum var av Toft- um. Sofus var giftur við Klaru, sum er av Skipa- nesi. Tey búðu á Glyvr- um. Børnini eru Kári, sum var á NSÍ miðvøllin- um sunnudagin, Mortan, Jóhanna og Kartin. - jh Mintust Sofus í Runavík Formaðurin heldur, at venjarin vísir gott hegni at leggja lunnar undir nýtt lið, sum eigur at hava góðar møguleikar at standa seg næstu árini ÆTTARLIÐSSKIFTI Jóannes Hansen Vit arbeiða við at mynda nýtt FM lið. Tað er GÍ formaðurin, Jógvan Greger- sen, sum vit hava á tráðnum. Hóast liðið hjá honum sunnudagin telvaði seg í góða støðu at røkka steypa- finaluni, so heldur hann ikki, at tað kann roknast við, at GÍ fer at vinna FM í ár. – Liðið er evnaríkt, men talan er fyri tað mesta um blaðungar spælarar. Við at spæla við í týdningarmikl- um dystum fáa teir royndir- nar, sum eru partur í menn- ingini, og tað rokna vit við fer at síggjast aftur kom- andi árini, er vónin hjá Jógvani Gregersen. Fleiri av royndu spælar- unum hjá GÍ vóru ikki við í Runavík. Gidek hevur trup- ulleikar við lærinum, og Súni Olsen hevur trupul- leikar við knænum. Men GÍ formaðurin roknar við, at teir báðir vera tøkir, tá ið KÍ hóskvøldið kemur til Gøtu at spæla fyrsta landskapp- ingardystin á árinum. Tá verður Hans Pauli Petersen, sum var leikbannaður hesa ferð, eisini tøkur, og so vóna teir í GÍ, at Poul Ennigarð, sum hevur verið skaddur í meiri enn ein mánað, verður tøkur hósdagin. Unga liðið Sunnudagin vóru fýra ung- lingaspælarar ímillum teir fyrstu ellivu hjá GÍ: Magn- us Skoralíð, Høgni Mad- sen, Símun Louis Jacobsen og Símun Samuelsen, og tveir afturat – Kaj Ennigarð og Hanus Jacobsen –komu á vøllin síðstu løtuna, tá ið tíðin skuldi dragast út fyri at varðveita javnleikin. – Popczynski hevur 24 spælarar at taka av. Tíggju av teimum eru unglinga- spælarar, og venjarin vísir ungu monnunum álit. Um tað er ein spælari, sum ikki venur trý tey fyrstu kvøld- ini í vikuni, tí hann er skaddur, so smæðist venjar- in ikki at taka ein ungan mann framum. Tað hevur góða ávirkan við sær, tí harvið síggja ungu mennin- ir, at tað verður roknað við teimum, heldur GÍ formað- urin. Av teimum tíggju ung- lingaspælarunum eru tað tveir, sum higartil í ár ikki hava verið á vøllinum. Teir eru Bjarni Justinussen, sum er sonur gamla stórspælar- an hjá GÍ, Símun Petur Justinussen, og Páll Rói Poulsen. At GÍ eigur nógvar ungar og evnaríkar fótbóltsspæl- arar, sæst aftur á avrikunum í unglingadeildini. Har hev- ur liðið spælt seg í finaluna ímóti EB/Streymi. Finalan verður spæld mikudagin 18. juni. Í hálvfinaluni vann GÍ samanlagt 8–4 á NSÍ. Hvussu tað verður í bestu deildini millum hesi bæði feløgini fæst at síggja sunnudagin. GÍ ætlar sær at vinna FM C M Y K 18