Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 90 - 13. mai 2003 Hvørki Todi Jónsson ella Jón Rói Jacobsen vóru á vøllinum í vikuskiftinum, tá ið FCK fekk fult á úti- vølli, meðan Brøndby meiri enn hálvsnáv- aði á heimavølli ÚTISETAFELØG Jóannes Hansen Stríðið um meistaraskapin í donskum fótbólti stendur millum FCK og Brøndby. Fyri viku síðani var Brønd- by omaná. Nú er tað FCK, sum eigur møguleikan at verja fremsta plássið. Felags fyri bæði FCK og Brøndby er, at tey hava ein føroyskan spælara ímillum teir, ið verða vigaðir, tá ið besta liðið verður sett. Í vikuskiftinum var tað fe- lags fyri bæði liðini, at tey ikki høvdu føroysku spæl- ararnar á besta liðnum. Felags fyri bæði liðini er framvegis, at tað er upp til tey sjálvi at gera av, um tey skulu vinna meistaraskap- in. Munurin er tvey stig, og í næstsíðsta umfarinum, sum verður spælt miku- dagin 18. juni, skal FCK vitja í Brøndby. Mest harmuligt var tað leygardagin hjá Toda Jónsson, sum hóast hann hevur havt alt tað, sum hugsast kann, ímóti sær, kortini við strevi og stríði í vár hevur megnað at vunn- ið seg so mikið fram, at tað í síðstu viku var ilt at síggja nakran annan møguleika, enn at Todi skuldi verða millum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK leygardagin vitjaði í Farum. Men ólukkutíð fyri Toda Jónsson, so var hann ikki førur fyri at spæla leygar- dagin. – Undir venjing í síðstu viku fekk eg ein lítlan løst í lærið. Eg royndi at venja fríggjamorgunin, men tá varð skjótt staðfest, at tað var eingin møguleiki hjá mær at verða tøkur leygar- dagin, tíverri, sigur Todi Jónsson. Og tað er væl skiljandi, at hann harmast. Jón Rói Jacobsen hevur verið millum lítið og einki á Brøndby liðnum, síðani hann var í Føroyum og spældi landsdystir ímóti Kasakstan, og Jón Rói var ikki á Brøndby liðnum, sum sunnudagin spældi ímóti AGF. Zuma skoraði Tað eydnaðist FCK leygar- dagin at koma úr Farum og aftur til Keypmannahavnar við øllum stigunum. Men tað sá leingi illa út. FCK hevði í fyrra umfarinum meiri spæl og størri møgu- leikar enn gestirnir, men teir fingu einki mál. Í 2. hálvleiki hevði Farum betri tak á spælinum, enn teir høvdu havt í fyrra umfarin- um, men teir fingu einki mál. Sigursmálið fekk FCK, tá ið tað bara restaðu fýra minuttir. Væl upplagdi svenski FCK álopsmað- urin, Jörgen Pettersson, legði aftur til Zuma, sum úr meiri enn 20 metra fjar- støðu smekkaði til, og bólturin sang í netinum aftanfyri Farum málverjan. Zuma hevur ikki verið sannførandi síðani vetrar- steðgin. Hann hevur ikki skorað mál, og at hann hev- ur verið frustreraður hevur havt útvísing og leikbann við sær. Ivaleyst er tað møðin av at hava spælt fótbólt í næstan tvey ár utt- an hvíld, sum er farin at gera um seg. Summar-frí- tíðin í fjør var lítil og eing- in, tí Zuma var við suður- afrikanska landsliðnum í HM kappingini í Suður- korea og Japan. At Zuma ikki hevur verið so væl upplagdur, hevur havt við sær, at hann tær seinastu ferðirnar ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Sunnudagin varð hann skiftur inn í 2. hálvleiki, og tað var ein heppin innskift- ing, tí Zuma skoraði sigurs- málið. Hóast tapið so er Farum framvegis á triðja pláss- inum og harvið halda teir kósini fram ímóti bronsu- krónunum. AGF fekk javnleik Í Brøndby vóru sunnudagin 19.195 áskoðarar, sum stuðlaðu heimaliðnum, ið stríddist fyri at endurvinna fremsta plássið, sum FCK hevði tikið leygardagin. Tað eydnaðist ikki Brøndby at vinna trý stig og harvið oddasessin. Úrslitið ímóti botnlið- num úr Århus var 1–1. AGF var kroyst í botn fyrstu løtuna, men teir megnaðu at halda tætt, og tá ið ein hálvur tími var farin, komu teir á odda. Peter Graulund stútaði bóltin í kassan. Stutt undan steðginum stútaði sami spælari aftur bóltin í málið, men dómarin kolldømdi. Hann og linjuverjin mettu ikki, at bólturin stakk av tvørtrænum og inn um mál- strikuna, men heldur niður á strikuna. Upptøkurnar vístu, at tað átti havt verið dømt mál og harvið 2–0 til AGF, og so er spurningurin, hvussu tað hevði tørnað út. Í 2. hálvleiki helt Brønd- by fram at trýsta og spæla. Teir raktu bæði í uppstand- ara og tværtræ, og teir í AGF bjargaðu á strikuni. Men tað eydnaðist eina ferð Brøndby at fáa mál. Peter Foldgast stútaði í málið eftir innlegg. Javnleikurin hevði við sær, at Brøndby misti fet í oddastríðnum. Hóast teir megnaðu framúr javnleik í Brøndby, so eru teir í AGF framvegis niðanfyri niður- flytingarstrikuna. Men teir í Århus tykjast at hava fingið mót av nýggjum, og venj- arin sigst ikki sita so leysur í stólinum sum onkur annar. Tað eydnaðist ikki Molde at skjóta mál á heimavølli ímóti Stabæk, meðan tað gongur sum eftir ánni hjá Rosenborg og Sogndal NOREG Jóannes Hansen Við føroyskum eygum er sama skilið í norskum fótbólti, sum tað hevur verið higartil í ár. Aftur í vikuskiftinum var Jákup Mikkelsen á beinkinum hjá Molde, og aftur hesa ferð meiri enn hálvsnávaði før- oyska liðið í norskum fót- bólti. Molde hevði vitjan av Stabæk, og úrslitið var mál- leysur javnleikur. Harvið varð tað greitt, at nú fimm umfør eru farin av Tippu- liguni, hevur tað bara eina ferð eydnast Molde at fáa fulla úrtøku. Eddie Gustafsson var í Molde málinum, og í norsku pressuni verður mett, at hann var millum teir fremstu hjá Molde. Tvær ferðir bjargaði svenski málverjin, tá ið mótstøðumenn komu einsamallir ímóti honum. Tað gongur sum eftir ánni hjá Rosenborg. Hesa ferð var meistaraliðið úr Tróndheimi á vitjan hjá Viking í Stavanger, sum tapti 2–0. Harvið hevur Rosenborg fingið fimtan stig í fimm teimum fyrstu umførunum. Sogndal hongur uppi í Rosenborg. Hesa ferð hevði gamla føroyska felagið vitj- an av Brann úr Bergen. Í fjør var um reppið at Brann flutti niður, og teir stríðast við sama trupulleikan í ár. Sogndal vann 2–0. Í báðum førunum var Håvard Flo málskjútti. Lyn hevði ikki vunnið í fýra teimum fyrstu umfør- unum. Men tað eydnaðist hjá teimum, tá ið uppflyt- ararnir úr Aalesund vitjaðu. Lyn vann 2–1. Odd vann á heimavølli 3–1 ímóti Vålerengen, og Bodø/Glimt vann 3–1 á heimavølli ímóti Bryne. Gestirnir hildu seg at hava havt mesta spælið og størstu møguleikarnar. Heimaliðið skoraði mál í tveimum teimum fyrstu atsóknunum, sum teir høvdu á málið hjá gest- unum. FCK styrkti um sína støðu Ferðin í Molde er lítil Todi Jónsson var ikki við á vøllinum, tá FCK endurvann oddasessin í superliguni við sigri á Farum Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK 27 14 - 8 - 5 41 26 15 50 2 Brøndby (M) 27 13 - 8 - 6 51 28 23 47 3 Farum 27 14 - 2 -11 41 47 -6 44 4 FCM 27 10 - 9 - 8 41 34 7 39 5 OB (S) 27 9 -10 - 8 44 39 5 37 6 Esbjerg 27 9 - 9 - 9 51 51 0 36 7 Viborg 27 8 - 9 -10 44 45 -1 33 8 AB 27 8 - 9 -10 33 39 -6 33 9 AaB 27 10 - 3 -14 35 42 -7 33 10 Silkeborg 27 8 - 8 -11 41 39 2 32 11 AGF 27 8 - 7 -12 38 49 -11 31 12 Køge 27 8 - 3 -16 39 60 -21 27 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Herfølge 24 18 - 3 - 3 58 27 31 57 2 Frem 24 15 - 4 - 5 53 31 22 49 3 Vejle 24 13 - 4 - 7 50 40 10 43 4 Fredericia 24 11 - 7 - 6 35 20 15 40 5 Randers F. 24 11 - 4 - 9 48 41 7 37 6 HFK Sønderj. 24 9 - 8 - 7 46 42 4 35 7 Skjold 24 10 - 4 -10 40 31 9 34 8 Ølstykke 24 8 - 8 - 8 48 44 4 32 9 Brønshøj 24 9 - 4 -11 39 40 -1 31 10 FC Aarhus 24 9 - 3 -12 37 42 -5 30 11 AC Horsens 24 7 - 7 -10 35 40 -5 28 12 B 93 24 7 - 5 -12 34 42 -8 26 13 B 1909 24 6 - 7 -11 41 55 -14 25 14 B 1913 24 6 - 6 -12 28 47 -19 24 15 Hvidovre 24 6 - 5 -13 28 50 -22 23 16 HIK 24 5 - 5 -14 30 58 -28 20 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja), Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen (Hvidovre), John Heri Dam (Hvidovre) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Rosenborg 5 5 - 0 - 0 13 1 12 15 2 Sogndal 5 4 - 1 - 0 11 5 6 13 3 Odd Grenland 5 4 - 0 - 1 10 7 3 12 4 Viking 5 3 - 1 - 1 10 4 6 10 5 Stabæk 5 2 - 2 - 1 7 3 4 8 6 Bodø/Glimt 4 2 - 1 - 1 6 4 2 7 7 Molde 4 1 - 2 - 1 6 3 3 5 8 Lyn 5 1 - 2 - 2 6 9 -3 5 9 Vålerenga 5 1 - 1 - 3 7 10 -3 4 10 Tromsø 4 1 - 1 - 2 6 9 -3 4 11 Bryne 5 1 - 0 - 4 6 11 -5 3 12 Lillestrøm 4 1 - 0 - 3 2 9 -7 3 13 Brann 5 0 - 2 - 3 4 14 -10 2 14 Aalesund 5 0 - 1 - 4 7 12 -5 1 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) C M Y K 20 Nr. 90 - 13. mai 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Dávid verður sitandi Íslendski forsætisráðharrin, Dávid Oddsson, sleppur at halda fram sum stjórnarleiðari aftan á altingsvalið leygardagin. Teir báðir stjórnarflokkarnir, Sjálfstæðis- flokkurin og Framsóknarflokkurin, fingu 51,4 prosent av atkvøðunum og 34 av teimum 63 limunum í Alting- inum. Á valinum fyri fýra árum síðani fingu flokkarnir 57 tingsessir. Størstu framgongdina á valinum leygardagin hevði tann sosialdemokratiska Samfylkingin. Flokkurin fekk meiri enn 30 prosent av atkvøðunum, og hetta er fyrstu ferð í meiri enn 70 ár, at ein íslendskur flokkur hevur fingið meiri enn 30 prosent. Dávid Oddsson hevur verið forsætisráðharri seinastu tólv árini, og hann er tann stjórnarleiðarin í Evropa, sum hevur sitið longst í leiðarasessinum. Nú fær hann so fýra ár afturat. Leingja freistina Síðani yvirgangsatsóknirnar í USA 11. september í 2001 hava myndugleikarnir í Bretlandi tikið fleiri fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við yvirgangsfelagsskapir. Samstundis avgjørdu myndugleikarnir, at teir kunnu hava fólk sitandi í varðhaldi í sjey dagar uttan at skuld- seta tey, og nú hevur stjórnin skotið upp at leingja hesa freistina til fjúrtan dagar. David Blunkett, innanríkis- ráðharri, sigur, at tað er neyðugt at leingja freistina, tí nógv av málunum eru so torgreidd, at løgreglan má fáa betri stundir til at avgreiða tey. Uppskotið hjá stjórnini kemur til viðgerðar í parla- mentinum 20. mai, men longu nú ávara mannarætt- indafelagsskapir og onnur ímóti tí. Mannarættinda- felagsskapurin Liberty sigur, at uppskotið hjá stjórnini er illa umhugsað og óneyðugt. Felagsskapurin heldur, at myndugleikarnir eiga heldur at bøta um arbeiðs- møguleikarnar hjá trygdar- og fregnartænastunum. Sviar í verkfalli Umleið 46.000 starvsfólk hjá 60 svenskum kommun- um fóru í verkfall á midnátt sunnukvøldið. Verkfallið ger, at barnagarðar og skúlar eru stongdir, eingin reingerð er á almennum skrivstovum, og rusk- savningin er steðgað. Allar kommunalar ítróttar- og svimjihallir eru eisini stongdar. Samstundis ávara myndugleikarnir um, at verkfallið kann elva til trupulleikar við vatnveitingini, og í summum førum rakar verkfallið eisini heilsuverkið. Í gjár fóru 5.000 elektrikarar í samhugaverkfall. Á seinasta semingsfundinum sunnudagin buðu kommunurnar sær til at lata heilsu- og røktarstarvsfólki og starvsfólkinum í barnagørðunum fimm prosent meiri í løn, men tað vildu fakfeløgini ikki góðtaka. Prestar vilja hava yvirtíð Prestarnir í donsku fólkakirkjuni tíma ikki at arbeiða meiri enn 37 tímar um vikuna, fáa teir ikki yvirtíð fyri eykaarbeiðið. Kristeligt Dagblad skrivar, at nakrir av prestunum hava gjørt av at senda myndugleikunum arbeiðsseðlar og at krevja yvirtíð fyri tað, sum er oman fyri 37 tímar um vikuna. Blaðið skrivar eisini, at ósemja er í Presta- felagnum um ætlanina, og at nógvir prerstar bera ótta fyri, at hetta kann enda við, at myndugleikarnir fara at halda eyga við, hvussu nógv teir einstøku prestarnir ar- beiða. Játta myndugleikarnir prestunum yvirtíð, fer tað at síggjast aftur. Jesper Yde, sum er nevndarlimur í Prestafelagnum, sigur við Kristeligt Dagblad, at í summum førum snýr tað seg um meiri enn 10.000 krónur um mánaðin. Teir fyrstu amerik- ansku serfrøðingar- nir, sum komu til Irak at leita eftir hópoyð- ingarvápnum, fara nú heimaftur. Teir funnu eingi vápn. IRAK Árni Joensen Avgerðin at lata serfrøðing- arnar fara heimaftur er ein ósigur fyri George W. Bush, forseta, sum seinastu mánaðarnar hevur hildið uppá, at Irak hevði hópoyð- ingarvápn, og at amerikan- ararnir fóru at finna tey. Júst hópoyðingarvápnini vóru eisini grundgeving forsetans fyri at leypa á Irak. - Vit halda ikki, at vit fara at finna nøkur tílík vápn, sigur heryvirmaðurin Tom Barid við blaðið Washing- ton Post. Hann hevur seinastu tíð- ina arbeitt saman við einum liði av vápnaserfrøðingum, sum nú hava fingið boð um at stinga í sekkin og at fara heimaftur. Leiðarin hjá ser- frøðingunum, obersturin Robert Smith, sigur við Washington Post, at teir komu til Irak at leita eftir evnafrøðiligum og lívfrøði- ligum vápnum, men mugu ásanna, at teir einki hava funnið. Eygleiðarar siga, at hendan ásannanin er ringur biti hjá Colin Powell, uttan- ríkisráðharra at svølgja. Víst verður á, at tann 5. februar legði Powell eina røð av "prógvum" fyri ST- trygdarráðið, har hann segði Irak hava fleiri hundr- að tons av lívshættisligum lívfrøðiligum og evnafrøði- ligum vápnum. Samstundis segði hann seg kunna prógva, at Irak hevði rakett- ir, sum kundu løðast við hópoyðingarvápnum, og at irakar vóru í ferð við at gera eina kjarnorkubumbu. Summir amerikanarar halda, at tað eydnaðist irak- um at beina fyri teimum seinastu ólógligu vápnun- um, áðrenn amerikanarar og bretar tóku seg fram. Gevast at leita eftir ólógligum vápnum Tann brosandi Amr- ozi brosaði ikki, tá hann kom fyri rættin í Indonesia í gjár. Hann er ákærdur fyri at hava útvegað spreingievnið til ta ógvusligu spreinging- ina á Bali í oktober í fjør, sum kravdi 202 mannalív. RÆTTARMÁL Árni Joensen Mekanikarin Amrozi er tann fyrsti, sum kemur fyri rættin í sambandi við ta ógvusligu bumbuspreingingina, sum kostaði 202 mannalív á friítíðaroynni Bali tann 11. oktober í fjør. Indonesisku myndugleikarnir vilja vera við, at tað var Amrozi, sum útvegaði bumbumonnunum spreingievnið til bumburnar. Undir avhoyringunum hjá løgregluni skal Amrozi hava sagt, at ætlan hansara var at beina fyri so nógvum amerikanarum sum gjør- ligt, og at han einans iðrar seg um, at bumbuatsóknin kostaði fleiri avstraliu- monnum enn amerikanar- um lívið. Amrozi hevur verið um- røddur sum tann brosandi yvirgangsmaðurin, tí hann hevur altíð verið brosandi, men so var ikki, tá hann møtti í rættarhølinum í gjár. Hann sat tigandi og lýddi á, meðan ákærin las tað 33 síður langa ákæruritið. Verjar hansara hava eisini sagt, at verður hann funnin sekur, kann hann fáa deyðarevsing. Rættarmálið er á Bali, og myndugleikarnir skipaðu fyri umfatandi trygdartil- tøkum á fyrsta rættarfund- inum. Meiri enn 300 løg- reglumenn stóðu á varð- haldið við dómhúsið, og aðrastaðni á oynni stóðu næstan 3.000 løgreglu- menn til reiðar. Myndug- leikarnir hava eisini sent fleiri spreingiserfrøðingar til oynna. Umleið 30 fólk, øll mus- limar, eru tikin í sambandi við atsóknina á Bali. Tann brosandi yvirgangsmaður- in kann fáa deyðarevsing Tann brosandi yvirgangs- maðurin brosaði ikki, tá hann møtti í rættarhølinum á Bali í gjár 21