týsdagur 13. mai 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 90 - 13. mai 2003
Nr. 90 - 13. mai 2003
23
Hús til sølu
Sethúsaognin Dalagøta 17 verður lýst til sølu,um
hóskandi boð fæst.
Grundøkið, matr. nr. 790 i, Tórshavn er 280 m2 til
støddar.
Húsini eru í tveimum hæddum, tey eru stoypt og
klødd við eternit.
Samlaða búøkið er 147 m2.
Í miðhæddini eru gangur, baðiverilsi, kamar,
stova, køkur, spískamar, hjallur og goymslurúm.
Í kjallaranum eru wc,baðiverilsi og gangur í gerð.
Harafturat er lítið kamar, stova og fýrrúm.
Húsini liggja væl fyri í friðarligum umhvørvi nær
miðbýnum.
Byggiár 1957.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda
sær til
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
Tlf. 31 11 45
Att: Fríða Patursson, adv.
Kvívíkar Skúli
Søkir eftir lærara til skúlaárið 2003/2004
Vegna avlopstímar, lækkað tímatal o.a. er eitt tíðar-
avmarkað starv við Kvívíkar Skúla, skúlaárið
2003/2004 leyst at søkja, starvið er eitt 0,45 starv.
Førleikakrøv:
Lærara, ið serliga kann undirvísa í tónleiki, svimj-
ing/fimleik og annars øllum lærugreinum.
Um skúlan:
Kvívíkar Skúli er ein fýraflokkaður skúli við næming-
um frá 1. til 7 árgang. Fimm lærarar eru við skúlan
og kemur tú at vera ein teirra. Skúlin er væl
útgjørdur við fimleikarahøll, svimjihyli og telduhøli.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 18.1 -
27.4.
Meira fæst at vita hjá skúlaleiðaranum, Bjarna
Heinesen, tlf. 421291 fartlf. 211504.
Umsóknir við prógvi og viðmælum skulu sendast til
Kvívíkar Skúlastýrið í seinasta lagi 23. mai 2003.
Kvívíkar Skúlastýrið
Att: Jan Andreasen
Postboks 15 • FO-340 Kvívík
Kvinnuskeið um
sjálvsmenning
Skeiðið, sum er fyri allar kvinnur, verður hildið í
Slættanesgøtu 5 í Havn í døgunum 31.mai og 1.
juni kl. 09.00-17.00 báðar dagar. Luttakaratalið er
avmarkað til í mesta lagi 18 luttakarar. Kostnaður
1850 kr. Skeiðleiðari verður Anette Sundby.
Áhugaðar kunnu venda sær til Sigrún Mohr, tlf.
315298, ella Anette Sundby, tlf. 0045 45424650,
telduadr: email@anettesundby.dk
Til sølu
Sethúsini Tróndargøta 16, Tórshavn, verða við
hesum lýst til sølu.
Húsini verða nýtt til umsitingina hjá Havnar
Handverkarafelag, og húsini eru eisini innrættaði
til sama endamál.
Talan er um eini eldri,smærri og vælhildin sethús.
Móti eystri er urtagarður. Ein leyst standandi
garaga er á stykkinum út ímóti Magnus Heina-
sonargøtu. Hon treingir til eina hjálpandi hond.
Húsini eru innrættaði soleiðis:
Stovuhædd: Inngongd,lítið wc,stórt rúm íroknað
køkur.
Loftshædd: Eitt stórt fundarhøli.
Kjallari: Lágur kjallari við betonggólvi.
Nærri fæst at vita við at venda sær til:
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
Tlf. 31 11 45
Att: Óla Jákup Kristoffersen,
e-mail ojk@advlaw.fo
ella Elin Svínoy, e-mail els-advlaw.fo
-har
tað hendir
www.sosialurin.fo
Maskinstjórar til
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum maskinstjóri við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið
verða lýst leys til setan skjótast gjørligt.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur:
• Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í
maskinrúmunum og rúmum, sum beinleiðis hava samband við maskinrúm,
umframt rúm har maskinútbúnaður er
• Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum,
kranum og davitum
• Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl.III/2 as Chief Engineer)
• Heilsuváttan fyri sjófólk
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 31.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er maskinstjóri.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum,
skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26.mai 2003 kl.
1200.
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við ElmarHøjgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
1. meistarar til
Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum 1. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða hervið
lýst leys til setan 1. juni 2003.
Størvini fevna m. a. um hesar uppgávir:
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra
• Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum
beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður
er
• Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv:
• Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/2 as Chief Engineer) ella
vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1.stigi (STCW-regl.III/2 as 2nd Engineer)
við útbúgving, sum gevur rætt til vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri.
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 28.lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.Tænastu-
staðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 1. meistari.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum,
skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. mai 2003 kl. 1200.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið
postsmoga 347
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Elmar Højgaard,deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
23
22