Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 1993síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Flakavirkið á Sandi fellur fyri saneringsknivinum: Ein kata- strofa fyri okkum --Nýggja havnina á Sandi kostar 40 milliøni Skattainntøkan frá arbeidinum å flakavirkinum er grundarlagid undir havnini. Uttan flakavirkid er inntøku- grundarlagið burtur, sigur Eydun Vid- erø, bygdaráðsformaður á Sandi Utvarpið visti týsdagin at siga, at flakavirkið á Sandi fór at vera eitt av teimum 11 flakavirkjunum, sum ikki fór at lata uppaftur, tá komandi saneringsætlanir gerast veruleiki. Hóast fíggingargrunnurin og kredittfelggini enn ikki eru liðug við saneringsæt- lanunum visti útvarpið at siga um 11 virkið, sum ikki lata uppaftur. Skelkaður -Eg gjørdist sera skelk- aður av at hoyra tíðindini í útvarpinum. Hetta var sum at fáa knýttan neva frammaná. Stødan hjá sands Kommunu er heilt einføld, vit hava gjørt eina iløgu í havnina, sum so at siga bert er basera inntøku frå flakavirkinum. Inn- tøkugrundarlagi5 hjá kom- mununi fellur burtur, letur virkið ikki uppaftur, sigur Eyðun Viderø. --Tað sum ørkymlar er, at sambært saneringsætla- nunum, so sleppir eitt virkið, sum er lauð aftur ongantíð at lata uppaftur ing í virkið og vilja arbeiða fyri tíð, so sleppa vit ikki at lata virkið upp- aftur. Hetta er ein kata- strofa fyri okkum, sigur Eyðun Viderg. Havnin skal fíggjast av ti virksemi sum er í havn- ini. Letur flakavirkið ikki uppaftur, so er inntgku- grundarlagið hjá havnini burtur, so einfalt er tað, sigur Eyðun Viderg, bygdarrådsformadur. Fisk år Alaska Nakað av arbeiði hevur verið á flakavirkinum á Sandi seinasta mánaðin. Eitt felag við Ólavur Ja- cobsen úr Vík á odda hev- ur leigað virkið. Felagið hevur gjøgnum norðmenn keypt frystan tosk úr Alaska, hesin er síðan unaður, flaktur og salt aður. Talan var um eina roynd uppá 90 tons og ætlanir eru at keypa meira fisk úr Alaska Flakavirkið á Sandi hev- ur verið einasta stóra ar- beiðsplássið á Sandi, so tað merkist í húsarhald- inum, at tad ikki letur upp- aftur. jústinus FRAMSYNING KS-TIMBURHUS TYPA A1 í JOANSGØTU 9 (Eystan Gil) Tórshavn Leygardagin 24. april, kl. 12—18, og sunnudagin 25. april, kl. 14—18, visa vit fram nyggja KS-TIMBURHUSID, sum eru eini føroysk sniðhús, ið eru bygd upp á staðnum. Komið og síggið eini lyklakár sethús, har dentur er lagdur á góðsku! MBURHÚS hip ge Fa i >