Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 91 - 14. mai 2003 Nr. 91 - 14. mai 2003 3 Kamilla Ravnsfjall vann í næstseinasta umfarinum av kapp- ingini um at gerast ársins songrødd 2003 SONGRØDD Tíðindaskriv Leygarkvøldið var næst- seinasta umfarið av Ársins Songrødd 2003. Vinnarin hesaferð var Kamilla Ravnsfjall, og nr.2 bleiv Rúna á Rógvi Simonsen. Tær báðar verða millum finalistarnar ið verða at hoyra tann 24. mai í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði. Seinasta umfarið verður leygarkvøldið 17. mai í Klaksvík, og tað verður í KÍ høllini. Eisini har er fulteknað. Kamilla vann sang- kappingina í Havn Kári Sverrisson inn- stillaður til tónleika- virðisløn Norður- landaráðsins TÓNLEIKAVIRÐISLØN Norðurlandaráðið kunn- gjørdi mánadagin nøvnini á teimum, ið eru innstillað til tónleikavirðislønina í ár Hesi eru innstillað: Úr Danmark: Pierre Dørge & The New Jungle Orchestra Outlandish, úr Finnlandi: Kimmo Pohjonen Gjallar- horn, úr Føroyum: Kári Sverrisson, úr Grønlandi: Anna Kuitsi, úr Íslandi: Duo Sigurður Flosason og Pétur Grétarsson, úr Noreg: Mari Boine og Solo Ciss- okho, úr Svøríki: Ellika Frisell og Ziya Aytekin. Virðislønin er upp á 350.000 krónur, og verður latin á norðurlandaráðs- fundinum seinast í Kári innstillaður Stórstrítan, sum vig- aði 17 gram, og sum í síðstu viku fekk mikla umrøðu, tí hon hevði flogið úr Danmark til Føroya, lumpaði fuglafrøðingarnar. Hon kom til Føroya við Norrönu… FUGLAR Eirikur Lindenskov Fríggjadagin skrivaðu vit um eina stórtítu (dk: mus- vit), sum hevði sett met við at flúgva úr Danmark til Føroya. Tað var Zoologisk Muse- um í Keypmannahavn, sum sendi út eitt tíðindaskriv, eftir at Jens Kjeld Jensen í Nólsoy hevði fingið ring- merkta fuglin í fuglafelluna í Nólsoy. Men hesin lítili og fitti fuglurin, ið einans vigaði 17 gramm, hevur lumpað fuglafrøðingarnar so eftir- trykkiliga. Danska gratisavísin, Ur- ban, skrivar í dag, at ein ferðamaður hevur sæð fuglin umborð á Norrønu á veg úr Hanstholm til Før- oya tann 12. apríl. Urban hevur spurt Jesper Johannes Madsen á Zoo- logisk Museum, og hann svara skelkaður: – So hevur hann snýtt okkum…! Hesin lítli fitti fuglurin lump- aði fuglafrøðingarnar so eftir- trykkiliga. Teir hildu, hann hevði sett met, tí hann hevði flogið til Føroya. Nú vísir tað seg kortini, at hann er komin til Føroya við Norrönu – og hevur flogið um Nólsoyarfjørð… Stórtítan snýtti fuglafrøðingarnar Arbeiðarafeløgini, sum eru í verkfalli, eru um at drukna í umsóknum um undantaksloyvi til alt ímillum himmal og jørð VERKFALL Áki Bertholdsen – Eitt lík sum skal jarðast. – Ein pylsuvognur, um manglar ketsjupp og sinn- opp. Hetta eru bara tvey av málunum, sum arbeiðara- feløgini, ið eru í verkfalli, hava verið noydd til at taka støðu til hesa vikuna, verk- fallið hevur lagt alt landið lamið. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at feløgini í verkfalli eru um at drukna í umsóknum um undantaks- loyvi til alt ímillum himmal og jørð. Dømini omanfyri eru bara tvær umsóknir burtur- úr rúgvuni, sum feløgini hava tikið støðu til. Svarið uppá tað fyrru umsóknina var ja. – Tað eru býttheitir at biðja um undantaksloyvi til at jarða lík. Sjálvsagt fer ongin at nokta einum menniskja at sleppa í jørð- ina, sigur Ingeborg Vinther, so tað er óneyðugt at biðja um slíkt. Hinvegin verður kanska heldur turrligt at eta úr pylsuvogninum, tí spurn- ingurin er, um hann fær útvega sær ketsjupp og sinnopp, so leingi verkfall- ið er. Annars sigur Ingeborg Vinther, at feløgini hava eisini fingið umsókn um at geva undantaksloyvi til vøggustovur, barnagarðar, skúlar og aðrar stovnar, so tey sleppa at vaska á stovn- unum fyri at sleppa undan at lata teir aftur. Tað sleppa tey heldur ikki og tískil eru allir dag- stovnar og skúlar antin stongdir, ella verða tað fyrsta dagin. Ingeborg Vinther sigur, at skal verkfallið verða so eff- ektivt sum gjørligt, er tað umráðandi, at undantøkini verða so fá sum gjørligt og sostatt er tað at kalla bert neyðsynjararbeiðið, sum sleppur at halda fram ótarn- að, eitt nú á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum o.s.fr. Og neyðsynkararbeiðið umfatar eisini arbeiðið at taka deyðan fisk í onkrum alibrúki, sum er rakt av sjúku. Men fiskurin skal leggjast á frystigoymslu, hann skal ikki frystast. Og so sleppa skipini hjá Strandferðsluni og Norrøna at sigla, eins og mjólkar- flutningurin og -arbeiðið at mjólkarvirkinum heldur ikki er steðgað. Onki samband Annars er onki samband ímillum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini í verkfalli. Ingeborg Vinther sigur, at tey hava ikki hoyrt frá semingsmonnunum enn. Men hon heldur lítið um at lønarkrøvini í Føroyum verða samanbornar við lønarkrøvini uttanlands, sum eru nógv lægri. –Hetta kann ikki samanberast. Tá ið sosialir ágóðar og aðrar sømdir, sum eru í grannalondum okkara, verða tald við, er lønin væl hægri enn í Føroyum, sigur Ingeborg Vinther. Søktu um loyvi til at jarða eitt lík C M Y K 3 2