mikudagur 14. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 91 - 14. mai 2003
Nr. 91 - 14. mai 2003
5
– Tað eru so nógvir
verkfalsbrótarar til
arbeiðis, at skal
verkfallið virka til
fulnar, verða vit helst
noydd til at blokera
vegirnar, sigur Hans
Joensen í Havnar
Arbeiðsmannafelag
VERKFALLIÐ
Áki Bertholdsen
Nú er mangt, sum bendir á,
at arbeiðarafeløgini í
verkfalli eisini fara at blo-
kera vegirnar rundanum
Havnina.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag, sigur, at tíverri eru tað
nógv fólk, sum als ikki
virða verkfallið og tí verða
tey helst noydd at herða
tiltøkini.
– Eg vænti, at vit verða
noydd at blokera vegirnar
fyri at fáa verkfallið at
virka til fulnar, sigur hann.
Men hann leggur afturat,
at hann harmar harmast
stórliga um, at tað skal
verða so galið
– Tað var ongantíð ætl-
anin at blokera vegirnar, tí
endamálið var at raka van-
lig fólk minst møguligt.
Hann dugir kortini ikki at
síggja aðrar útvegir í løtuni.
– Vit hava stórar trupul-
leikar av fólki, sum bróta
verkfallið.
Hann sigur, at tey annars
høvdu væntað, at verkfallið
fór at verða rættiliga effek-
tivt, nú Havnin eisini er við
í tí.
– Men mínar royndir av
hesum verkfallinum eru, at
nógva staðni gongur ar-
beiðið at kalla sum vanligt
tí at tað eru so nógv, sum
ikki virða verkfallið.
– Tí haldi eg, at tað verð-
ur neyðugt at herða verk-
fallið úti um landið eisini,
m.a. við at blokera vegirnar
fyri at forða fyri vøruflutn-
ingi.
Tað, sum harmar hann
mest, er at tað eisini eru
limir í øðrum fakfeløgum,
sum bróta verkfallið.
– Vit vita, at bæði í timb-
urhandlum, á heilsølum og
aðrastaðni, hava fólk tikið
verkfalsrakt arbeiðið upp
og tí verða nógvar vørur av-
greiddar at kalla sum van-
ligt.
Hann vísir eisini á, at
bæði vøruvognar og lastbil-
ar koyra dúgliga við vørum
úr Havnini út á bygd.
– Tíverri er virðingin fyri
verkfallinum ógvuliga lítil
nógva staðni. Og tá ið stuð-
ulin er so lítil, sum hann er,
vænti eg at tað verður neyð-
ugt at blokera vegirnar, skal
verkfallið fáast at virka til
fulnar.
Annars var upprunaligi
taktikkurin at forða fyri, at
blokera inni í sjálvari
Havnini so at vørur ikki
sluppu út av goymslunum
og sostatt skuldi tað gerast
óneyðugt at blokera veg-
irnar .
Men
Hans
Joensen
ásannar nú, at hetta er
miseydnað fyri ein stóran
part, tí virðingin fyri verk-
fallinum er so lítil og at tey
tí verða noydd at herða til-
tøkini við blokadum uttan
fyri Havnina fyri at forða
fyri flutningi úr Havn út um
landið.
Hann skoytir uppí, at
effektivari eitt verkfall er,
styttri verður tað. At bróta
verkfallið førir bara til eitt
og tað er at draga tað út,
heldur hann.
Stórur munur
Hans Joensen sigur annars,
at tað er rættiliga stórur
munur á, hvussu verkfallið
verður virt.
– Summar heilsølur og
fyritøkur hava givið starvs-
fólki greið boð um at virða
verkfallið og at akta verk-
falsvaktir.
– Hinvegin eru aðrar
fyritøkur, sum brúka hvørt
høvi at flyta vørur. Hvørja
ferð, vit hava givið undan-
tak til okkurt, brúka tey
høvi til at fylla vøruvognin
við øllum møguligum øðr-
um vørum.
– Eitt nú hava sjúkrahús,
ellis og røktarheim ogaðrir
stovnar, fingu undantaks-
loyvi at fáa matvørur, men
hetta misbrúka summar
heilsølur til at fylla aðrar
vørur í vøruvognarnar í
sama viðfangi.
– Hetta hevur so bara
gjørt tað, at vit fullkomiliga
hava mist álitið á summum
heilsølum og fyritøkum, so
at tær eru blokeraðar heilt.
Verkfallið harðnar:
Fara helst
at blokera
vegirnar
Á Skansabryggjuni í Havn royndi verkfalsvaktir at ansa eftir,
at vøra ikki varð útflýggjað
Mynd: Jens Kristian Vang
HERVERK
Stefan í Skorini
Enn ber ikki til at siga,
hvussu nógvan pening
herverkið í skúlanum við
Ósánna fer at kosta.
Týsdagin ruddaðu fólk
framvegis upp, eftir at
onkur sunnunáttina hevði
tømt eldsløkkjarar í skúl-
anum.
Serkønir
teknikarar
skulu kanna øll tey elek-
tronisku tólini fyri at vita,
um tey rigga. Tí ganga í
øllum førum nakrir dagar,
áðrenn tað verður greitt,
hvussu stórur skaðin er í
krónum og oyrum.
Mánadagin og týsdagin
var skúlin stongdur, og
skúlastjórin Símin Petur
Hjelm vónaði týsmorg-
unin, tá vit høvdu hann í
telefonini, at hann lat
uppaftur
mikudagin.
Uppruddingararbeiðið er
tó so umfevnandi, at tað
framvegis var ivasamt,
um skúlin lat uppaftur
sum
ætlað.
Møguliga
sleppa næmingarnir ikki í
skúla fyrr enn hósdagin.
Herverk í Ósaskúlanum:
Skaðin ikki upp-
gjørdur enn
Hvørki SEV ella
Maskinmeistarafelagi
ð hevur tikið stig til
at loysa knútin teirra
millum, nú Fíggjar-
málastýrið ikki góð-
kennir nýggja sátt-
málan. – Vit hava
møguleika at taka
okkara menn heim,
um sáttmálin ikki
verður hildin, sigur
Jógvan Nybo, formað-
ur í Maskinmeistara-
felagnum
SÁTTMÁLAKNÚTUR
Stefan í Skorini
Eingin hevur tikið stig til at
loysa trupulleikarnir mill-
um Maskinmeistarafelagið
og SEV. SEV sigur, at tað
fer aftur til tann gamla
sáttmálan, næstu ferð lønir
verða
goldnar,
meðan
maskinmeistararnir
ikki
góðtaka hetta undir nøkrum
umstøðum.
– Tað, sum kann henda,
er, at um SEV ikki heldur ta
avtalaðu lønina, hava vit
møguleikan at taka okkara
menn til hús, tí so er
sáttmálaloysi, sigur Jógvan
Nybo.
Hann dugir tó ikki at
siga, um hetta verður aktu-
elt. Avleiðingin er, at
streymurin verður slitin um
alt landið.
SEV hevur boðað frá, at
tað ikki hevur annað val,
enn at fara aftur til tann
gamla sáttmálan, nú tann
nýggi er ikki góðkendur.
Formaður
felagsins,
Jógvan Nybo, heldur hin-
vegin, at støðan er av-
klárað, tí partarnir hava ein
sáttmála. Trupulleikin er tó,
at SEV ikki hevur ætlanir
um at halda hendan sátt-
málan.
Hetta kann tykjast heldur
løgið, tá Fíggjarmálastýrið
vil ikki góðkenna sáttmál-
an, og SEV sigur, at tað
ikki ætlar at gjalda lønir
eftir honum, so leingin
Karsten Hansen ikki vil
góðkenna hann.
– Tá tú undirskrivar ein
nýggjan sáttmála, so er
tann gamli ikki til longur.
Tí kanst tú ikki fara aftur til
ein gamlan sáttmála. So
kundi man eisini farið aftur
til sáttmálan frá 1985, sigur
Jógvan Nybo. Hann leggur
afturat, at framferðin hjá
landsstýrismanninum ikki
kann góðtakast, tí hann
skerjir samráðingarrættin
hjá fakfeløgunum.
Jógvan Nybo sigur, at
felagið ikki hevur havt
nakað samband við SEV, og
at tað ikki hevur nakrar
ætlanir um at seta seg í
samband við SEV.
Tískil sæst eingin loysn á
hesi heldur torskildu trætu
millum teir tríggjar partar-
nar. Um einar tvær vikur
skulu lønir gjaldast mask-
inmonnunum hjá SEV, og
tá kemur tað helst til skarp-
skeringar.
Takið lógina til
eftirtektar
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
mælir Maskinmeistarafel-
agnum til at fara aftur til
samráðingarborðið.
– Teir eiga nú at arbeiða
fyri at fáa ein sáttmála, sum
kann setast í verk, sigur
Karsten Hansen, sum mælir
teimum til at fara aftur til
samráðingarborðið. Nakað,
sum
maskinmeistararnir
harðliga vísa aftur. Karsten
Hansen leggur tó dent á, at
Fíggjarmálastýrið
og
Maskinmeistarafelagið ikki
hava nakað samband sín
ámillum.
Karsten Hansen vísir á, at
SEV er ein kommunalur
felagsskapur, og at allir
lønarsáttmálar, ein slíkur
felagsskapur ger, skulu
góðkennast av landinum
sambært galdandi lógum
og reglugerðum. Tá hesin
sáttmáli ikki verður góð-
kendur,
má
nýggjur
sáttmáli
skrivast,
sigur
hann og mælir Maskin-
meistarafelagnum til at
taka lógina til eftirtektar.
– SEV hevur tikið hesa
støðuna til eftirtektar, tí teir
meta seg ikki hava heimild
at gjalda lønir eftir einum
sáttmála, sum ikki er góð-
kendur av Fíggjarmálastýr-
inum. Tí kann hesin sátt-
málin ikki nýtast, sigur
landsstýrismaðurin.
Karsten Hansen ímyndar
sær, at løgmaður ella ting-
menn fara at kalla tingið
saman, um maskinmeistar-
arnir leggja arbeiðið niður.
Maskinmeistarafelagið:
Tekur møguliga sínar menn heim
Óvissa valdar viðvíkjandi maskinmeistarunum, sum arbeiða í el-verkunum hjá SEV. Teir halda seg til ein sáttmála, sum Fíggjar-
málastýrið ikki góðkennir, meðan SEV heldur seg til ein annan. Vandi er fyri, at maskinmeistararnir leggja arbeiði niður vegna
sáttmálaloysi
Karsten Hansen mælir
Maskinmeistarafelagnum til
at taka lógina til eftirtektar,
tí Fíggjarmálaráðið hevur
heimild til ikki at góðkenna
lønarsáttmálar
Felagið hjá sinnis-
veikum í Føroyum
vísir á tørvin á bú-
staðum til tey sinn-
isveiku. Núverandi
støða kann ikki góð-
takast, tí tørvurin er
sera stórur
SINNISVEIK
Stefan í Skorini
– Størsta málið fyri
framman hjá Sinnisbata
er at útvega teimum psyk-
iskt sjúku bíligar íbúðir,
so at tey hava ein bústað,
eftir at tey eru útskrivað at
psykiatrisku deild. Bú-
staðarmøguleikarnir hjá
hesum bólkinum í samfel-
agnum eru í løtuni ógvu-
liga
vánaligir,
sigur
Svenning av Lofti, for-
maður í Sinnisbata.
Avleiðingin av vantandi
bústaðarmøguleikunum
hjá sinnisveikum er, at tey
vera verandi á psykiatr-
isku deild, hóast viðgerð-
in er liðug. Bústaðar-
møguleikarnir hjá teimum
sinnisveiku mugu betrast
beinanvegin, sigur for-
maðurin.
Landsstýrismaðurin við
almanna- og heilsumálum
Bill Justinussen, legði
fram álit á tingi viðvíkj-
andi heildarpsykiatri í
Føroyum, og felagið gleð-
ist um, at man nú hevur
ein leist at ganga eftir.
Felagið hevur fyri stutt-
um ársaðalfund, har støð-
an hjá teimum sinnis-
veiku á ymsum økjum
lýst. Felagið vísir á, at eis-
ini er tørvur á einum
virknishúsi, har sinnis-
veik, ið ikki eru før fyri at
arbeiða, kunnu fáa ein
innihaldsríkan gerandis-
dag. Trupulleikin er, at
fleiri teirra einki hava at
gera eftir lokna viðgerð.
At enda ger felagið vart
við, at enn er eingin sam-
skipari av psykiatriska
økinum settur.
– Hetta er ein lyklaper-
sónur fyri okkara viðkom-
andi, og tað er sera
umráðandi, at hetta starvið
verður sett beinanvegin,
sigur Svenning av Lofti,
formaður í Sinnisbata.
Sinnisbati eftir-
lýsir bústaðum til
sinnisveik
C
M
Y
K
5
4