mikudagur 14. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 91 - 14. mai 2003
Nr. 91 - 14. mai 2003
7
Onki
húsrúm
til sálar-
sjúk
Hóast hann er út-
skrivaður, so noyð-
ist hann at vera
innlagdur, tí onki
íbúðartilboð er til
fólk sum hann. Tað
verður ov lítið
gjørt fyri sálarsjúk
frá almennari síðu,
heldur Ingi sum er
sálarsjúklingur
ÍBÚÐATROT
Ingi Rasmussen
Tað eru ov fá tilboð til
sálarsjúklingar.
Tað heldur 26 ára gam-
li klaksvíkingurin Ingi,
sum hevur fingið stað-
fest sjúkuna skisofreni.
Hóast hann er útskrivað-
ur av psykiatrisku deild,
so noyðist hann at vera
innlagdur í óásetta tíð.
Hann hevur ongastaðni
at fara, og sambýlini til
endamálið eru fullsett.
– Fleiri fólk liggja á
psykiatrisku deild í ára-
vís, hóast tey eru liðugt
viðgjørd, tí tey hava
ongastaðni at fara. Tað
er
niðursetandi
og
mannminkandi. Hóast
vit vera væl viðfarin, so
er tað stressandi at
búgva soleiðis. Tað er
ov vánaligt av okkara
politikarum,
og
eg
haldi, at nú má tíðin
vera komin, at teir
vakna og syrgja fyri at
fáa fleiri íbúðir og sam-
býli til fólk sum okkum,
sigur Ingi.
Hann kundi hugsað
sær at komið víðari. At
fingið nýggjar avbjóð-
ingar og verið slúsaður
út aftur í lívið uttan fyri
teir hvítu veggirnar á
sjúkrahúsinum.
– Eg veit væl, at tað
kostar pengar, men vit
hava eins góðan rætt at
liva í hesum landinum
sum onnur. Og pengar-
nir eru líka væl farnir til
okkara sum til so nógv
annað, sigur Ingi.
Hann stendur uppskriv-
aður til sambýlið á Sól-
teigum í Havn og bíðar
eftir, at tað verður pláss
fyri sær. Men tað áttu
eisini at verið sambýli
aðrastaðni enn í Havn.
– Fyri meg hevði tað
verið allarbest, um eitt
sambýli var í Klaksvík.
So hevði eg trivist væl,
sigur Ingi.
Skisofreni rakar umleið eitt prosent av fólkin-
um. Tað vil siga, at millum 450 og 500 føroying-
ar hava sjúkuna skisofreni. Upprunaliga merkir
skisofreni sálarklúgving.
Skisofreni rakar bæði kyn líka ofta og byrjar
vanligast, tá fólk eru millum 20 og 25 ár.
Skisofreni kann menna seg sníkjandi ella kann
koma fram í sambandi við psykosu.
Skisofreni er aloftast ein sjúka, sum tekur langa
tíð, men tað kemur fyri, at fólk knappliga gerast
frísk. Nøkur koma fyri seg eftir fyrstu psykot-
isku hendingina. Onnur koma fyribils fyri seg
og uppliva kanska ein nýggjan tilburð fáar mán-
aðir ella ár seinni.
Skisofreni er ein psykotisk líðing. Orðið
psykosa merkir ein sinnisstøða, har tú meir ella
minni missir sambandið við veruleikan.
PSYKOTISK SJÚKUEYÐKENNI
Tankagongd: Tú kanst hava ilt við at savna teg,
fylgja við í eini samrøðu ella minnast vanlig
ting. Psykotiski persónurin kann siga setningar,
sum eru óskiljandi.
Rangar hugmyndir: Ímyndingar, sum ikki
samsvara við veruleikan. Tær kunnu ikki broyt-
ast. Mest vanligu rangmyndirnar eru forfylging,
stórlæti, hypokondri og religión.
Gykl: Undir einari psykosu kanst tú hoyra,
síggja, føla, lukta ella smakka okkurt, sum ikki
er til ella kann forklárast.
Broyttar kenslur: Kenslurnar kunnu broytast
uttan nakra serliga orsøk, tá tú ert psykotiskur.
Tú kanst føla teg løgnan og avskornan frá um-
heiminum. Alt kann ganga seint fyri seg. Stórar
broytingar í sinnalagnum eru vanligar.
Broyttur verimáti: Undir einari psykosu upp-
førir tú teg øðrvísi enn vanligt. Tú kanst vera
óvanliga virkin ella dólskur. Tú kanst knappliga
flenna ella gerast óður uttan orsøk. Nógv av-
byrgja seg og missa áhugan fyri at vera saman
við vinum og familju.
HVAT ELVIR TIL PSYKOSU
Tað er óvist, hvat elvir til psykosur, men okkurt
bendir á, at tær koma av lívfrøðiligum ávum,
sum gera persónin viðbreknan og íbæran til at
fáa psykotiskar upplivingar.
Sjúkueyðkenni koma ofta í samband við
strongd, rúsevnismisnýtslu ella stórar broytingar
í sosialum viðurskiftum. Avbjóðingar við at
flyta heimanífrá, nýtt arbeiði, útbúgving ella
byrjanin til eitt sjálvstøðugt lív kunnu vera tað
trýstið, sum fær psykosuna fram.
Eftir øllum at døma kann strongd, vreiði, burtur-
vísing og ógvuslig stúran frá umhvørvinum gera
sjúkueyðkennini verri.
Fakta um skisofreni
Ein dagin, hann
koyrdi biltúr við
einum vinmanni, fór
hann at hoyra hótt-
andi røddir. Tríggjar
dagar seinni varð
hann innlagdur og
hevur verið á psykiatr-
isku deild síðan. Tað
ræður um at kenna
sína sjúku, so hon
kann takklast.Vit hava
tosað við Inga um at
vera sálarsjúkur, at
hoyra røddir og at
kenna seg forfylgdan
SÁLARSJÚKA
Ingi Rasmussen
»Liv altíð lívið við handl-
ing!«
Vit sita tveireinir í einum
rúmi á psykiatrisku deild á
Landssjúkrahúsinum. Fyri
mær at hoyra er púra kvirt
rundan um okkum, men
ungi maðurin hinumegin
borðið hoyrir eina rødd
rópa eftir sær, meðan vit
práta saman.
– Onkuntíð eru tað mildar
kvinnurøddir, men beint nú
er tað ein harðmælt mans-
rødd, sigur hann og smílist
eitt sindur umberandi gjøg-
num rundu brillugløsini.
Vit fylla sitrónvatn í gløs-
ini úr kannuni, sum sjúkra-
systirin hevur borið okkum.
Vit sita í vitjanarstovuni.
Her er ein sofa og eitt sofa-
borð. Eitt útvarpstól, nakrar
plantur og myndir á vegg-
inum megna ikki at gera tað
heilt heimligt. Men tað er
heldur ikki sjúkligt. Vit sita
við eitt borð við vindeygað.
Á borðinum liggja hálv-
gomul donsk vikubløð og
eitt øskubikar við stubbað-
um sigarettum.
Yvirav mær situr 26 ára
gamli klaksvíkingurin Ingi.
Hann hevur fingið at vita,
at hann hevur sjúkuna ski-
sofreni.
Tað byrjaði fyri trimum
árum síðan, tá hann koyrdi
biltúr í Klaksvík við einum
vinmanni. Knappliga hoyrdi
hann hóttandi røddir fyri
sær, sum róptu: »Handling!
Ella fert tú av landinum«.
– Eg bleiv sjálvandi
sjokkeraður. Okkurt rugg-
aði ikki rætt. Tað visti eg
beinanvegin. Eg segði tað
við mammu, ommu og
abba. Tey sendu boð eftir
lækna, sum gav mær vali-
um, so eg kundi sova.
Tríggjar dagar seinni varð
eg innlagdur á psykiatrisku
deild í Havn, greiðir Ingi
frá.
Her hevur hann verið
síðan.
Røddirnar kámast
Síðan hann var 24 ár, hevur
hann næstan uttan íhald
búð á psykiatrisku deild í
Havn. Ella rættari. Hann
hevur
verið
innlagdur.
Bæði á lukkaðu og opnu
deildini. Av og á hevur
hann eina stutta tíð verið
heima í Klakvsík, men
hvørja ferð hevur hann
fingið afturstig eftir fáum
døgum ella vikum.
Ígjøgnum viðgerð og ter-
api hevur hann fingið at
vita, at hann hevur skiso-
freni, men sjálvur vil hann
ikki rættiliga kennast við
tað spjaldrið.
– Eg síggi ikki meg sjálv-
an sum skisofrenan. Eg eri
paranoid, men eg eri ikki
tveir ella fleiri persónar. Eg
hoyri røddir, men medisinið
ger, at tær eru blivnar nógv
kámari nú. Onkuntíð eru tær
næstan heilt burtur. Beint nú
hoyri eg eina heldur harða
mannfólkarødd rópa, men
tað eri eg so vanur við, sigur
Ingi og letur meg líkasum
skilja, at eg ikki skal óttast
røddirnar, tí tær eru partur av
hansara lívi.
Hann festir sær í enn eina
sigarett. Hetta er tann triðja
eftir lítlari løtu, og hann við-
gongur, at hann roykir nak-
að illa. Eg spyrji, hvussu
hann upplivir sjúkuna.
– Fyri tað mesta eru tað
tankar um forfylging. Tá eg
gangi úti, føli eg, at onkur
hyggur eftir mær. Fólk lúra
meg av. Tá bilar koyra forbí
um kvøldarnar, føli eg, at
teir njósnast. Eg veit væl, at
teir ikki gera tað, men tað
følist allíkavæl soleiðis,
sigur Ingi.
Eitt eyka skump
Áðrenn hann sjálvur gjørd-
ist sjúkur, kendi hann mest
sum onki til sálarsjúkur.
Okkurt hevði hann lisið um
skisofreni, men hann festi
seg ikki við tað, tí tað var
óviðkomandi. Hann helt, at
skisofren vóru fullkomiliga
vitleys og skiftu millum
persónar. Sjálvur kennir
hann seg nøkulunda nor-
malan. Nú hevur hann
fingið tætt samband við
sálarsjúk fólk, og tað er ein
nýggjur heimur.
– Mín gerandisdagur er
sjálvandi nógv broyttur,
síðan eg gjørdist sjúkur. Eg
havi verið nógv innlagdur í
trý ár, og fái ikki arbeitt
longur. Fyrr arbeiddi eg á
Kósini og var eisini onkran
túr við Nærabergi. Nú fái
eg invalidpensjón. Eg havi
lært at kenna nógvar aðrar
sjúklingar, ið hava tað líka
sum eg, ella nógv verri enn
eg. Sjálvandi ilskast man
onkuntíð inn á hvønn ann-
an, men annars eru øll fitt,
sigur Ingi.
Síðsta árið hevur hann
gingið á Skisofreniskúlan-
um, sum Johanna Andrea-
sen og Oddbjørg Johansen
hava tikið stig til á psykiatr-
iska deplinum.
Skúlin byggir á kognitiva
terapi. Málið er at sjúkling-
arnir koma at kenna sína
sjúku betur. Teir skulu skúl-
ast í at vera sínir egnu tera-
peutar. Tað skal gera tað
lættari at liva við sjúkuni,
geva betri lívsgóðsku og
færri innleggingar.
– Skúlin hevur lært meg
betur at takkla mína støðu.
Eg havi lært um sjúkuna,
og hvat hon inniber. Tað
hevur givið mær eitt eyka
skump. Eg havi fingið
størri sjálvsálit, og tað
hevur eisini hjálpt at tosa
við onnur, ið hava tað sum
eg, sigur Ingi.
Eitt sumpalív
Sálarsjúk eru umgird av
tøgn og tabu. Fólk ræðast
tað, sum tey ikki kenna, og
kunnu tí venda sær frá
teimum, sum gerast sjúk.
Ingi dugir ikki at siga,
hvussu fólk síggja seg. Ella
hvussu hann sjálvur sær
seg. Men hann vil gjarna
bróta tøgnina, og tí stendur
hann fram.
Hann var sum onnur ung,
greiðir hann frá. Ballaðist
helst nakað illa, spældi við
einum heavy metal orkestri,
ið var við til Prix–Føroyar í
1999, spældi play-station,
lurtaði eftir tónleiki, ar-
beiddi og hevði vinir.
– Eitt typiskt sumpa-lív,
sigur hann og flennir
spakuliga.
Vinirnar sær hann ikki so
nógv til longur. Teir eru í
Klaksvík, og hann er í Havn,
men teir hava ikki vent
honum bakið, hóast hann er
vorðin sjúkur. Teir taka tað
púra róligt, heldur hann.
At sálarsjúkan ikki er
viðfødd, er hann sannførdur
um.
– Tað kann raka øll. Tað
veldst um, hvussu opin tú
ert yvir fyri tí. Um tú hevur
lágt sjálvsvirði, ert tú sár-
bærur, men er sjálvsálitið
gott, ert tú sterkari og klár-
ar at standa ímóti. Eg haldi,
tað var stress, sum útloysti
sjúkuna í mínum føri. Eg
var perfektiónist. Arbeiðið
skuldi gerast ordiligt. Eg
havi kanska sett ov hørð
krøv til mín sjálvan, sigur
Ingi grundandi.
Ein rustað patrón
Ingi býr nú á tí opnu psyki-
atrisku deildini, Deild 3.
Hann kemur og fer, sum
hann vil. Málar abstraktar
ella surrealistiskar myndir,
lurtar eftir tónleiki, situr
við telduna og spákar túrar.
Ta tíðina hann var á lukk-
aðari deild, slapp hann
ongan veg.
– Tað var nokk fyri at
verja meg ímóti mær sjálv-
um. Ongin visti, hvat eg
kundi finna uppá, men eg
havi ikki havt teir heilt stóru
sjálvmorðstankarnar. Tá eg
einaferð gekk ein túr í
haganum, fann eg einaferð
eina rustaða patrón. Henni
havi eg onkuntíð hugt at og
hugsa um, hvat eg kundi
brúkt hana til. Men tað er
ikki veruligt. Hvør kann
eisini taka lívið av sær við
einari rustaðari patrón, hugsi
eg so. Eg havi bara havt
tankar um at taka mítt lív,
men eg havi ongantíð ætlað
tað ordiligt, sigur Ingi.
Hansara viðgerð er liðug
á hesum sinni. Tíðin er
komin at fara víðari. Hann
kundi hugsað sær at slopp-
ið á eitt sambýli at búð,
men hann sleppur ikki, tí
onki pláss er til hansara. Til
hann sleppur framat, má
hann bara sláa seg til tols
við at vera innlagdur.
– Eg eri nokk ikki førur
fyri at búgva fyri meg
sjálvan í egnari íbúð enn. Á
einum sambýli kundi eg
lært at klárað meg sjálvan.
Lært grundleggjandi ger-
andisting aftur. Gera mat,
vaska klæði og fingið ein
dag við innihaldi at virka.
Síðan kundi eg farið víðari.
Kanska í egna íbúð, sigur
Ingi og droymir seg burtur.
Tamarhald á tilveruni
Sum øll onnur hevur Ingi
dreymar um framtíðina.
Framtíðin snýr seg um at
fáa tamarhald á tilveruni.
At fáa kærleika og meining
inn í lívið.
– Fyri meg snýr tað góða
lívið seg um at fáa eina
íbúð. Um tíggju ár havi eg
vónandi uppbygt eitt stórt
og sterkt ego. Eg kundi
hugsað mær, at eg búgvi
fyri meg sjálvan. Eg havi
kanska eina damu og gott
samband við mínar vinir.
Havi eitt arbeiði og eri
kanska farin aftur til skips.
Eg vil gjarna klára meg
sjálvan, sigur Ingi.
Vit sita yvirav hvørjum
øðrum. Fimta sigarettin er
sløkt. Vit eru kanska ikki so
ólíkir kortini. Men hann
hoyrir røddir, sum eg ikki
hoyri. Tú skalt liva eitt
virkið lív, siga tær.
Forfylgdur av røddum
At trøini ikki vaksa inn í himmalin, veit Ingi. Men tað er farið
at spíra. Hann hevur fingið vónina aftur og droymir um
framtíðina
Mynd: Ingi Rasmussen
C
M
Y
K
7
6