Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 91 - 14. mai 2003 Nr. 91 - 14. mai 2003 9 Arbeiðarafeløgini herða nú verkfallið. Havnirnar eru stongd- ar, og eingin farmur verður lossaður úr farmaskipunum, sum liggja við bryggju. Fólk og fyritøkur hava tó funnið útav, at til ber at flyta farm við flogfari og fáa flutn- ingsfyritøkur, sum ikki eru í verkfalli, at flyta heim. Men tí hava arbeiðarfeløgini nú steðgað BLOKADA Edvard Joensen Flogvøllurin: Verkfallið á privata ar- beiðsmarknaðinum merkist nú eisini við portrini á flog- vøllinum. Blokaduvaktir syrgja fyri at eingin farmur sleppur úr flogførunum út um gyrðingarnar við vøllin. Síðan verkfallið varð lýst, hava vaktir syrgt fryi, at einki hevur verið lossað úr skipum, sum liggja við bryggju, ella tikið út av vørugoymslum ymsastaðni í landinum. Men tað hava summi funnið út av at umganga við at flyta farm til landið við flogfari. Tað hevur gingið fyri seg á tann hátt, at privatar flutn- ingsfyritøkur, sum hava bilar til endamálið, koyra farmin av flogvøllinum til móttakaran. Soleiðis hevur í ávísan mun borið til at fingið tað, ein hevur havt brúk fyri. Serliga eykalutir og smærri kolli. Men hetta verður nú steðgað, sigur Føroya Ar- beiðarafelag, og týsmorg- unin setti felagið vaktir við portrini á flogvøllinum. Boðini vóru greið, tað skuldi eingin farmur úr flogfarinum út um portrini. Týsmorgunin var bara eitt flogfar, sum kom í Vágar. Tað var flogfarið hjá Maersk, og har var eingin farmur við, varð sagt av flogvøllinum. Postur kom tó, og hann varð avgreiddur sum vanligt. Lossingarmenninir á flogvøllinum eru í verk- falli, so har eru stjórar komnir at bera kuffert um dagarnar. Blokada á flogvøllinum Tænastan hjá Bygdaleiðum er so vánalig, at fólk aftra seg við at brúka bussarnar, halda ferðafólk, sum tvær ferðir í tveir dagar vóru úti fyri, at tey ikki sluppu við bussinum hjá Bygdaleiðum SAMFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Tað ber ikki til at gera eina ferðaætlan, sum bara er skrivað á føroysk- um, um ein ætlar, at út- lendsk ferðafólk eiisni skulu brúka ruturnar, feðra- ætlanin umfatar. Tað halda nøkur dosnk ferðafólk, sum her fyri vóru í Føroyum í fýra dagar. Tey búðu í Vágum og høvdu keypt sær tað sonevnda »Travel Card« til bussarnar hjá Bygdaleiðum. Men tey høvdu ikki lagt uppfyri, at tey ikki skiltu tað, sum í feðraætlanini stóð. Men tað sum verri var, siga tey, var, at tað, tey skiltu, passaði heldur ikki, tá samanum kom. Tey dugdu at lesa tíðirnar, tá bussurin skuldi koyra frá steðgiplássinum beint við, har tey búðu. Men hóast tey vóru til tíðina við steðgi- plássið, kom eingin bussur. Tað vísti seg nevniliga, at hann farin einar átta minut- tir fyri tíðina, sum stóð í ferðaætlanini. Tíbetur fyri hesi fólkini var tann bussurin farin vestureftir, so hann var í oynni, og til bar so hjá stað- kendum fólki, sum kom fremmandafólkunum til hjálpar, at fáa bussin at koma aftur eftir teimum. Tey komu so fram tann dagin. Dagin eftir var verri vorðið. Tá skuldi ferðalagið fara útferð í Norðoyggjar og Eysturoynna og høvdi so lagt sær dagin soleiðis til rættis, at tey fóru við flog- bussinum úr Vágum fyrra- partin. Men aftur her var prent- ingin av ferðaætlanini orsøk til, at tey komu tvørt fyri. Tey sóu væl, at tað stóð ein tekning av einum flog- fari framman fyri tíðini, bussurin skuldi koyra. Men tey dugdu ikki at lesa á før- oyskum, at flutningsfelagið gjørdi vart við, at tað kundi henda, at bussurin ikki helt tíðina, um flogfarið ikki kom punktliga til sína ásettu tíð. Sostatt stóðu fólk við eitt steðgipláss frá klokkan 11 fyrrapartin og bíðaðu eftir einum bussi, sum kom trý korter seinni. Og tá fingu tey bara at vita, at hesin bussurin var fullur, og tók ikki eitt ferðalag við, sum ikki hevði boðað frá framm- aundan. Tað kom heldur eingin eykabussur, so tey máttu bíða eftir næsta bussinum, sum kom klokk- an hálvgum trý seinnapart- in. Úrslitið varð so, at fólk- ini komu ongantíð har, tey høvdu ætlað sær. Eitt annað er so, at flog- rutan kann í dag ikki brúkast, um ein ætlar sær úr Vágum í Eysturoynna. Tað skal skiftast so ofta á vegn- um, at tað hava fremm- andafolk ikki møguleika fyri at klára uttan holla veg- leiðing, vísa fólk í ferða- vinnuni á. Til tess passa ruturnar hjá Bygdaleiðum ov illa saman. Strandferðslan og harvið føroysk ferðavinna fer í seinna enda at missa upp á hesi viðurskifti, vísa donsku feðrafólkini á. Tey høvdu keypt sína ferð gjøgnum eina ferða- skrivstovu, sum hevði víst teimum á, at tey kundu keypa hetta góða »Travel Card« og so brúka bussar- nar, sum tey høvdu hug til eitt ávíst dagatal. Hugskotið var fínt og passaði væl til teirra ætlan- ir, søgdu tey. Men tað gjørdi restin av ferðaætl- anini so ikki. Og úrslitið verður, at ferðaskrivstovan fer at aftra seg við at upp- lýsa slíkt fyri fólki aftur, siga tey. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnignsleiðari á Strandfaraskipum Lands- ins, ásannar, at trupulleikar hava verið við tænastuni hjá Bygdaleiðum á onkrum økjum. Hann vísir til spar- ingarnar, stovnurin hevur fingið álagdar. Onkun- staðni mugu tær sígjast aft- ur, og tað verður so í hesum førum tænastan, sum versn- ar, sigur hann. Hann harmast um hesi ávísu dømini og sigur, at ar- beitt verður við at fáa ferðaætlanirnar prentaðar á fleiri málum. Eitt nú norður- lenskum og enskum, so í minsta lagi slíkar misskilj- ingar kunnu umgangast. Men enn er tað so ikki kom- ið so langt, ásannar hann. – Nakað hava vit bøtt um, men ikki nokk. Vit vóna, at tað fer at bera til, men tað eru fleiri ting, sum spæla inn, sigur hann. Fólk missir álitið á Bygdaleiðum Sibbaveitsla í Miðvági Ættarstevna verður í Miðvági eina viku eftir Vestanstevnu. Tað eru tey, sum ættað eru úr Sibban- um við Kirkjar í Miðvági, sum fara at hittast ÆTTARSTEVNA Ættfólk teirra Siggu Katr- inu og Hans Frederiks Hansen í Sibbanum við Kirkjar í Miðvági fara at hittast á stevnu tann 19. juli. Stevnan er fyri øll, sum ættað eru frá Siggu Katr- inu, fødd í Miðvági í 1864, og Hans Frederiki, føddur í Miðvági 1863. Sigga Katrina doyði í 1920, og Hans Frederik í 1931. Tey bæði áttu fimm børn, sum vuksu til og giftust og búsettust ymsa- staðni. Tvey í Miðvági, tvey í Kollafirði, og ein í Kanada. Tað eru eftirkomarar teirra, sum nú vilja hitast aftur á gamlari grund og seta hvørjum ørðum stevnu í bygdarhúsinum í Miðvági tann 19. juli klokkan 19.00 Tey, ið hug hava at lut- taka á stevnuni, kunnu venda sær til fyrireikarar- nar, sum eru: Johild Jo- hannesen í Klaksvík, sum hevur tlf. 456411, Hervør Petersen í Norðdepli, tlf 452066, Anna Elisa Jac- obsen í Miðvági, tlf. 332687 ella Torbjørn Sæ- búð í Hósvík, tlf 422567 ej Bussarnir, sum koyra flogrutuna, kunnu koyra óregluliga, alt eftir, hvussu flogferðslan er. Men tað vita fremmand ferðafólk, sum bara hava eina førosyka ferðaætlan, ikki NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 14. mai. Kristjan. Teir vita einki um nakað halgimenni við hesum navni. Navnið er latínskt, gjørt eftir grikska navninum Kristos, sum aftur er týðing av tí hebráiska Messiah, ið merkir salvaður. Fimm ættarlið 5. februar í ár fingu Poula Frida Ennistíg, Hoyvík, og Andras úr Pállstovu Petersen, Norðdepil, ein son, hann eitur Tróndur úr Pállstovu Ennistíg. Her sita frá vinstru: omman, Jórun Ennistíg, Hoyvík, langomman, Magnhild Jacobsen, Havn, olduromman, Frida Debes, Gjógv, við Tróndi, og mamman, Poula Ennistíg, Hoyvík. Hemming Petersen 35 ár hjá SEV 1. mai hevði Hemming Petersen í Klaksvík arbeitt 35 ár hjá Sev sum linju- maður í Norðoyggjum. Hemming er føddur 2. juli í 1938 í Klaksvík, sonur Rakul, f. Joensen, av Hús- um og Berint Petersen, vanliga nevndur Berint úr Svínoy. Áðrenn Hemming kom til SEV í 1968, ar- beiddi hann í kolonial- handlinum hjá J.F. Kjølbro á Stongunum. Ein stórur partur av teirra virksemi var at proviantera skip, hetta var áðrenn fyritøkan fekk sína egnu heilsølu. Hemming er giftur við Sáru, f. Klein, úr Hattarvík, og tey eiga tríggjar synir og eina dóttur. Ingun Gaardbo deildarleiðari á B6 1. mai varð Ingun Gaardbo sett sum deildarleiðar í B6 á Landssjúkrahúsinum. Ingun er fødd og uppvaksin á Toftum, dóttir Kirsten, f. Weihe, og Dánjal Petur Højgaard á Toftum. Hon varð útbúgvin sjúkrarøktar- frøðingur í 1988, og hevur hon arbeitt á B6 sum sjúkrarøktarfrøðingur síðan tá. Hon var í fleiri ár álitis- umboð í felagnum Før- oyskir Sjúkrarøktarar. Ing- un er gift við Eyðun Gaard- bo úr Runavík, og eiga tey døturnar Kirstin og Bar- baru. Familjan hevur búð í Runavík síðan 1988. Í døgunum 15.-18. mai verður familju- lega fyri brekað á Zarepta í Vatnsoyr- um. Legan er ætlað øllum, ið bera brek og familjum teirra. Frá 30. mai til 1. juni, verður ein lega fyri einlig LEGUR Magnus Gunnarsson Eins og undanfarin ár verð- ur familjulega fyri brekað á Zarepta í Vatnsoyrum í døgunum frá 15.-18. mai. Legan er ætlað øllum, ið bera brek og familjum teirra. Á leguni, sum verður myndað eftir, hvat luttak- ararnir ynskja, verður mill- um annað: fyrilestrar, pall- borð, samltalubólkar, tón- leikur, leikvenjing og fim- leikur, eisini verða andaktir og nógvur sangur. Legan verður sett hóskvøldið kl. 21.00. Familjulegan fyri brekað varð fyrstu ferð hildin í 1981, og hevur hon verið hildin hvørt ár síðan tá. ST hevði tá á fyrsta sinnið lýst árið 1981 av vera ár teirra brekaðu. Árið 2003 er nú av ES lýst sum ár teirra brekaðu, og hevur landsstýrið tikið undir við hesum við heitinum "Før- oyar fyri øll". Ein av fyri- reikarunum, Róland í Skorini, sigur: "Legurnar hava mangan verið hildnar í verkfallstíðum, men vit eru sera takksom fyri, at øll fakfeløgini altíð hava víst legunum, serliga familju- leguni fyri brekað, so stóra virðing og vælvild, at legan ikki hevur verið hindrað, hvørki viðvíkjandi at fáa mat til vega ella at flyta ferðafólk við breki, hjálp- arfólk ella avvarðandi teirra við Strandfaraskipum Landsins. Tað eru vit fak- feløgunum sera takksom fyri. Tað var serliga Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- & Naviga- tørfelag, sum slóðaði fyri hesum í fjør." Lega fyri einlig Frá 30. mai til 1. juni verður ein familjulega fyri einlig á Zarepta. Legan er serliga ætlað yngri einkjum og einkjumonnum og frá- skildum við børnum ella uttan. Legan er eisini fyri tey, sum ongantíð fingu ein maka. Fólk úr ymiskum samkomum koma vanliga til hesa leguna, sum er sera gevandi fyri tey vaksnu og børnini. Halldóra Krett í Havn skipar fyri hesi leg- uni. Áhugað kunnu tekna seg áðrenn 24. mai á tlf. 317698 ella teldupost: h- krett@post.olivant.fo. Almenna skráin hjá Zarepta byrjar Dýra biði- dag við familjuleguni fyri brekað. Síðan verða familjulegur, summarlegur, bíbliuskeið, hjúnastevna, kvinnu- og mansstevnur. Seinasta legan í almennu skránni er heystlegan, ið er frá 10. - 15. oktober. Vetrar- hálvárið eru eisini fleiri vikuskiftislegur, sum tær ymisku samkomurnar kring landið sjálvar skipa fyri. Familjulega fyri brekað á Zarepta n Lesið -tað loysir seg Savnsmynd C M Y K 9 8