Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 91 - 14. mai 2003 Nr. 91 - 14. mai 2003 11 TÍÐINDASKRIV Fríggjadagin varð fúta- forboð sett móti býráðnum í sambandi við bygging av einum heimi fyri minnis- veik við Vallalíð. Ósemjan millum Olju- málaráðið og kommununa er um, hvussu eitt brot í almennu byggisamtyktini skal skiljast. Hetta brotið er soljóð- andi: " Í sambandi við bú- staðirnar skal tó bera til at gera rúm til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treyta av at hetta ikki er til ampa ella spillur dámin á økinum sum sethúsabýl- ingur." Meirilutin í býráðnum, ivast ikki í, at tað er rætt at gomul og veik eiga at búga har onnur fólk búgva. Somuleiðis fastheldur meiritutin, at orðingin: "At gera rúm til" merkir at pláss skal kunna verða fyri t.d. einum heimi fyri minn- isveik í vanligum bústaðar- øki í býnum.. Oljumála- ráðið sigur hinvegin, at gera rúm fyri merkir, at eitt av verandi húsum, skal lata rúm til endamálið, td. at kjallarin ella annar partur av bústaðnum skal rúma einum stovni. Ikki skal verða farið í smálutir í hesum tíðinda- skrivið, men skal bert verða sagt frá, at vit kunnu ikki annað enn taka fútaforboð- ið til eftirtekar. Vit meta at býráðið hevur einki skeivt gjørt. Býurin kann ikki liggja lamin, møguliga meira enn eitt ár, til Føroya Rættur hevur talað. Tí er samgongan komin til ta niðurstøðu, at vit beinan- vegin vilja útgreina tekstin av omanfyri nevnda brotið í byggisamtyktini, so eingin ivi kann taka seg upp, hvat ætlan býráðsins er. Tí er kallað saman til fund í Byggi- og Býarskip- anarnevndini longu í dag, har málið er, at umskriva og tíðiliggera merkinkina "at gera rúm fyri" í almennu byggisamtyktini, og at mæla býráðnum til at broyta ásetingarnar í al- mennu byggisamtyktini samsvarandi. Eyka býráðsfundur verð- ur í morgin, týsdagin 12. mai kl. 18.00, fyri at sam- tykkja broytingina í byggi- samtyktini. Hetta verður gjørt, fyri at m.a. tey minn- isveiku ikki skulu verða fyri vanbýti, av tí at býráðið og Oljumálaráðið ikki kunnu verða samd um merkingina av orðinum: Rúm. Tórshavn 12.05.2003 Vegna Meirilutan Jan Christiansen, Borgarstjóri Í seinastuni hava vit oftani hoyrt Oljumálaráðið nevnt í fjølmiðlunum. Hetta stavar so ikki frá nógvum virksemi í sambandi við oljuleiting við Føroyar. Tað eru aðrar uppgávur, sum eru lagdar á Oljumálaráðið, ið eru orsøkin til umrøðuna, tó so at tær eisini eru jarðbundnar uppgávur. Men hvat hendir so á oljuøkinum. Er oljan bara gloymd ella er hon so væl goymd, at vit mugu brynja okkum við toli og aftur toli! Eftir dvalalíknandi støðu nú í eina tíð tykist nú at koma røringur í aftur. Italski oljurisin Agip er farin at ressast og setir skjótt klørnar í Marimas – sum er prospektið - tað staðið í undirgrundini, har serfrøðingarnir halda, at oljan er goymd. Í hvussu er hava teir brúkt drúgva tíð og nógvan pening at finna fram til júst rætta staðið - lokalitiónina – at seta borin í. Nú skal tað so verða. Tann 15. juni verður borurin umborð á tí framkomna boriskipinum Belford Dolphin settur í gongd við beinari kós móti føroysku undirgrundini. Hvussu djúpt borurin skal niður vita bara serfrøðingarnir hjá Agip og Dolphin Drilling og so Oljumálaráðið. Men eftir øllum at døma verður talan um eina djúpa boring, kanska eins djúpa sum tann hjá Amerada Hess longur syðri. Ætlanin var annars, at Agip skuldi bora í fjør, men óvantaðu úrslitini hjá hinum fyristøðufeløgunum gjørdu, at italiufólkini bóðu um at fáa meiri tíð til sínar kanningar. Nú sleppa tey so at royna seg. Tá hugt verður eftir teimum seinastu boringunum í grannalagnum sær tað kanska ikki alt ov bjart út. Tey úrslitini hava ikki verið nóg góð, tó at tað er staðfest, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undir- grundini. Hyggja vit so eftir økinum, sum varð tillutað Agip, so var tað ikki júst tað økið, sum gravgangur varð eftir at fáa. Úrslitini frá brunnum í grannalagnum eitt nú hjá BP báðumegin við lisensin hjá Agip venda fingurin "niðureftir". Ein høvuðstrupulleikin tykist vera mangul uppá tak ella "seal" sum kann goyma oljuna. Nettupp hesin trupulleikin varð nógv umrøddur á oljuráðstevn- uni seinast. Vit mugu so bara krossa fingrar fyri, at Agip er meira heppið og at tað við at brúka meiri tíð til sínar kanningar og evaluering av øðrum brunnum rakar rætt. Neyvan er nakað at ivast í, at bæði føroyingar og altjóða oljuvinnan seta sítt álit á italsku oljusnillingarnar, sum hava borið orð fyri at kunna finna olju har og tá aðrir høvdu mist trúnna. Vitandi at tað er ikki nógv virksemi knýtt at bari eini boring, so mugu vit tó seta okkara álit á, at útlendska oljufelagið livir upp til bæði andan og setningin í før- oysku lóggávuni um at brúka føroyskar vørur og tænastur í tann mun hesar eru kappingarførar. Tað má so eisini vera uppgávan hjá okkara oljumyndugleikum at tryggja, at ikki bert nøkur men øll tey útlendsku olju- feløgini, sum virka á landgrunninum, liva upp til endamálið við førayska kai-kantinum. Komandi tíð fer at vera enn ein avgerandi roynd fyri Føroyar sum kom- andi oljutjóð. Kortini standa fýra aðrar boringar og bíða, til rætta høvið býðst. DAGSINS MEINING Sosialurin G(l)oymda oljan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hvar er Ísland Sjúrður Hansen Hvat er Ísland í Norð- urlandahúsinum í dag, ein valdag? Ella skal brøðra- og systratjóðin bara sigla sín egna sjógv? Og hvat siga bløðini, flokkarnir? Atli S. Justinussen Árnafjørður Nú er tað í Føroyum vorðið til vana ella óvana, at verk- fall er. Tað er ótrúligt, at tað skal bera til at lýsa eitt verkfall so skjótt, partarnir máttu samráðast í minsta lagi 2-3 vikur eftir 1. mai. Øll kunnu vit vera samd um, at tað fæst ov lítil úr- tøka, á niðastu linju, tað er jú tann linjan, sum er av- gerandi. Politikkararnir løgdu fyri nøkrum árum síðani støði við at hækka sína egnu løn, og eftirfylgjandi skuldu øll hava nógv meira løn. Og úrslitið er tað sama, fyri løntakaran, tí eftir løn- arhækkan, hækka allir prís- ir og tænastur, so eg vænti, at løntakarin hevur minni eftir á niðastu linju/netto og kappingarførið hjá tí før- oysku vinnuni skerjist. Fiskivinnan liggur mest sum øll still og missir í millióna upphæddum fyri hvønn dag, sum fer, og arbeiðarin missir eisini pening, tá einki arbeiði er. So tað mugu allir partar seta seg saman eftir hetta verkfallið, arbeiðsgevarar, politikarar og verkafeløg- ini, har tey mugu leggja eina linju fyri tann føroyska búskapin, so at øll fáa sum mest burturúr hvørjari vunnari krónu. Tí hetta førir bara ein veg, og tað er beint tann øv- ugta vegin. Og tað mest syndarliga haldi eg vera, at tann, sum fer at svíða mest eftir verkfallið, eru tey eldru, pensjónistarnir, sum hava bygt hetta landið upp, tí tey fáa ikki hægri pen- sjón, sjálvt um allar vørur og tænastur fara upp, so nú er tíðin komin, at aðrir bollar mugu koyrast í supp- una. So var aftur verkfall! Mikkjal Hansen Hósvík Fólkaatkvøðan um komm- unusameiningina var ikki meira enn liðug, tá ið bygd- arráðsformaðurin í Hósvík spjaldraði tey, ið vilja varð- veita Hósvík sum eina kommunu, sum afturhalds- sinnað tvørball, sum lótu gamalt agg avgera, hvar krossurin varð settur á atkvøðuseðlinum. Síðan tá hava fleiri greinar verið at sæð í bløðunum, har tey, ið settu krossin við NEI á atkvøðuseðlinum, verða skammiliga niðurgjørd av fleiri bygdarráðslimum og eisini øðrum. Sagt verður, at tey hava staðið aftarlaga í røðini, tá Várharra útlutaði vit og skil. Jónhild Her- mansen nýtir negativt ladað heiti sum gravar-bakka- persónar, merktir av elli og klandri, um tey. Og Martin Sømark sigur úrslitið koma óvart á seg og vil vera við, at tað var eitt serligt slag av sambandsmonnum, sum stemmaði nei. Ein sera áhugaverd teori, sum gevur Sambandsflokkinum stóra framgongd í Hósvík og eisini við Gjógv. Seinast í greinini stuðlar hann upp undir undirskriftainnsavn- ingina, sum er farin í gongd í Hósvík. Eisini verður róð uppundir, at veljarin hevði atkvøtt øðrvísi, um man kendi úrslitið av valinum áðrenn, møguliga fyri at rættvísgera eina kolldøm- ing av fólkaatkvøðuni seinni. Henda tilgongd sýtir eina ófrættakenda intole- ransu og tvørrandi virðing fyri meirilutanum av velj- arunum og fólkaræðinum, sum sjálvt sonevndi Bag- dad Bob hevði øtast um. Nei, bygdarráðslimir eiga at góðtaka fólkaat- kvøðuna og taka ímóti av- bjóðingunum, sum fram- tíðin hevur við sær – tað er tað, sum tit eru vald til – og ikki koma við fleiri eitrandi úttalilsum, sum undirgrava og spjaða bygdarfólkið, trivnaðinum í bygdini til miklan ampa. Ja-arar noy(ð)a Heimið fyri minnisveik við Vallalíð - Semingsstovnurin segði blankt nei til at geva okkum somu lønarhækk- ing, sum vit fingu fyri tveimum árum síðan, sigur for- kvinnan í Føroya Arbeiðarafelag VERKFALLIÐ Vilmund Jacobsen Forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag, Ingeborg Vinther, sigur, at undir s e m i n g s r oy n d u n u m argumenteraði varasem- ingsmaðurin, Suni Schwarts Jacobsen, betur enn nakar arbeiðsgevari fyri sjónarmiðjunum hjá arbeiðsgevarunum. - Suni Schwartz var ógvuliga partískur. Eg haldi ikki, eg nakrantíð áður havi hoyrt ein sem- ingsmann argumenterað so væl fyri sjónarmiðu- num hjá arbeiðsgevarun- um, sum hann rann ørindi fyri undir sem- ingsroyndunum. Ingeborg er sannførd um, at varasemingsmað- urin er ógegnigur og ikki egnaður at sita í sem- ingsstovninum. Spurd, hvussu sem- ingsmaðurin, Høgni Høgnesen, royndist, sigur hon, at hann var hampiligur, bæði í orð og tal. Svakligt - Semingsstovnurin segði, at semingsupp- skotið skuldi niður um tær 10 krónurnar í tvey ár, sum vit fingu við seinastu samráðingar. Saman við pensjóns- gjaldinum, fingu vit meira enn 10 krónur fyri tveimum árum síðan. Ingeborg sigur, at fe- løgini á ongan hátt kundu fara niður um tað, sum seinasti sáttmálin gav. - Tað hevði verið púrasta svakligt, sum hon tekur til. Starvstíðin Eitt annað, sum feløgini hava lagt stóran dent á undir samráðingunum, er, at starvstíðin fylgir við úr einum arbeiði í annað. - Tað er eitt ófrávíkiligt krav, at hevur ein flaka- kvinna upparbeitt sær starvstíð á einum virki og tískil hevur eina betri tímaløn, eiga fyrimunir- nir sjálvsagt at fylgja við, um hon fer í starv á einum øðrum virki, sigur Ingeborg Vinther, for- kvinna í FA. Semingsuppskotið, sum arbeiðarafeløgini vrakaðu, gav kr. 3,20 um árið í tvey ár, og tá er pensjónin íroknað. Hetta uppskot vrakaðu feløgini blankt. - Suni Schwartz Ja- cobsen hevur ikki gjørt vart við, at hann situr í eini tvístøðu og er ógegningur. Tí meta vit, at hann hev- ur brotið grundleggj- andi rættarregluna um, at ein persónur sjálvur skal gera vart við møguligar spurn- ingar um ógegni hjá sær sjálvum, siga ar- beiðarafeløgini, sum eru í verkfalli í kær- uni til Vinnumála- ráðið VERKFALL OG KÆRA Vilmund Jacobsen Arbeiðarafeløgini, sum eru í verkfalli, hava kært vara- semingsmannin, Suna Schwartz Jacobsen, til Vinnumálaráðið. Tvær or- søkir eru til kæruna. Onnur er framferðin hjá Suna undir semingsroyndunum. Hin er, at feløgini meta mannin ógegnigan og vísa til hansara tilknýti til ar- beiðsgevararnar gjøgnum starvið á grannskoðarafyri- tøkuni, KPMG. Í fyrsta lagi vísa feløgini til tað, tey kalla, "løgnu mannagongdina, sum vara- semingsmaðurin brúkti undir semingsroyndun- um…" - Tá ið semingsmenninir, Høgni Høgnesen og Suni Schwartz Jacobsen, møttu á Hotel Føroyum um mid- náttarleitið, 30 apríl, upp- lýsti varasemingsmaðurin, at hann skuldi uttanlands seinni í vikuni. Tí mælti hann til, at semingsroyndir og eitt møguligt verkfall vórðu útsett til 12. mai 2003. Feløgini halda, at vara- semingsmaðurin í veruleik- anum ikki var til reiðar at átaka sær semingsroynd- irnar, hóast hann hevur verið vitandi um, at fleiri sáttmálar fóru úr gildi, 1. mai 2003. Sambært semingslógini - Vit boðaðu frá, at fyri okkum hevði tað alstóran týdning, at roynt varð at fáa semju um nýggjan sáttmála skjótast tilber. Tí kundu feløgini ikki taka undir við, at eitt møguligt verkfall varð útsett longri enn ta vikufreist, sum ásett er í semingslógini Feløgini siga, at hóast semingsmaðurin visti, at Altjóða Arbeiðaradagur var 1. mai, og at fleiri av fak- felagsumboðunum skuldu halda røðu hendan dagin, boðaði hann kortini frá, at semingin byrjaði beinan- vegin, og at fakfelagsum- boðini ikki skuldu fara av hotellinum. Um hetta mundið var klokkan júst farin av midnátt, 1. mai. - Vit vístu beinanvegin á, at vit ikki kundu góðtaka hesar ordrar frá varasem- ingsmanninum, tí sambært siðvenju, er ongantíð sam- ráðst ella roynd seming sjálvan arbeiðaradagin. Tá varasemingsmaðurin fekk boð um, at fakfeløgini vóru samd um ikki at royna seming 1. mai, broytti hann støðu og mælti til at hava fyrireikandi fund við bæði arbeiðsgevarafeløgini og fakfeløgini, fríggjadagin 2. mai. Feløgini siga, at næsti til- burðurin, har Suni Schwartz leyp fram av, var tá ið hann brádliga kom brestandi inn í hølir okkara og sera harðliga átalaði for- mannin í Havnar Arbeiðs- mannafelag, tí hesin hevði úttalað seg til Sjónvarp Føroya og feløgini sum heild fyri at hava kunn- ingartilfar á heimasíðuni hjá feløgunum. Í kæruni til Vinnumála- ráðið gera feløgini staðiliga vart við, at tey onga avtalu høvdu gjørt um ikki at úttala seg til fjølmiðlarnar. - Men vit høvdu játtað, at vit ikki úttalaðu okkum um sjálvar semingsroyndirnar, so leingi semingin helt fram, siga tey. Undrunarvert Feløgini siga, at tað undir semingsroyndunum undr- aði fakfelagsumboðini, at varasemingsmaðurin var so altráur eftir at føra fram tey sjónarmið, sum arbeiðsgev- arafeløgini høvdu sett fram undir samráðingarfundun- um. Somuleiðis legði hann fram ymiskt tilfar, sum skuldi stuðla uppundir sjónarmiðini hjá arbeiðs- gevarunum. Á hinari síðuni var hann sera íðin at finna grundgevingar, sum talaðu ímóti sjónarmiðunum hjá fakfeløgunum. - Fólk byrjaðu at tosa um, at her var okkurt, sum ikki ruggaði rætt. Tá ið seming- in var um at verða liðug, fingu vit upplýst, at Suni Schwartz Jacobsen ella virki hansara er grannskoð- ari hjá Føroya Arbeiðsgev- arafelag. Feløgini hava seinni fing- ið váttað, at tveir av størstu kundunum hjá Suna Schwartz Jacobsen ella virki hansara eru Føroya Banki og Føroya Fiskavirk- ing, umframt at virkið hjá Jógvan Páll Joensen eisini er kundi hansara. Í kæruni, siga feløgini, at Jógvan Páll Joensen, sum er nevndarformaður í Før- oya Banka og Leivur Michelsen, sum er fíggjar- stjóri á Føroya Fiskavirk- ing, sum nevndarlimir í Arbeiðsgevarafelagnum, luttóku báðir á semings- fundunum. Suni ógegnigur - Suni Schwartz Jacobsen hevur ikki gjørt vart við, at hann sat í einari dupult- støðu, har hann øðrumegin borðið hevði umboð fyri tvey av størstu viðskifta- fólkum sínum. Tá ið tað er púra greitt, at hann hevur verið ógegningur, meta vit, at hann hevur brotið grundleggjandi rættarregl- una um, at ein persónur sjálvur skal gera vart við møguligar spurningar um ógegni hjá sær sjálvum. Feløgini meta hetta málið vera rættiliga álvarsligt, og fyri teirra viðkomandi er eingin ivi um, at semings- uppskotið, sum varð lagt fram, skilliga ber brá av teirri tvístøðu, sum vara- semingsmaðurin er í. - Tí meta vit tað vera rætt at boða frá, at vit ikki hava álit á varasemingsmannin- um. Feløgini heita á Vinnu- málaráðið um at taka hetta mál upp. Tey halda tað vera átaluvert, um Suni Schwarts Jacobsen - tá ið hann var í uppskoti til varasemingsmann - ikki gjørdi vart við vandan við teirri tvístøðu, hann eftir øllum at døma fór at koma í, tá ið nevndarlimir í Ar- beiðsgevarafelagnum tald- ust millum størstu við- skiftafólk hansara. Arbeiðarafeløgini í verk- falli, sum hava skrivað und- ir kæruna, eru Føroya Ar- beiðarafelag, Havnar Ar- beiðsmannafelag, Havnar A r b e i ð s k v i n n u f e l a g , Klaksvíkar Arbeiðsmanna- felag og Klaksvíkar Ar- beiðskvinnufelag. - Vit vóna, at Vinnumála- ráðið tekur undir við okk- um og heldur, at ein per- sónur, sum so skilliga hev- ur áhugamál at røkja fyri annan partin á arbeiðs- marknaðinum, ikki eigur at sita í semingsstovninum, siga feløgini. Varasemings maðurin var partískur - Suni Schwartz Jacobsen argumenteraði betur enn nakar arbeiðsgevari fyri sjónarmiðjunum hjá arbeiðsgevarunum, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Arbeiðarafeløgini hava ikki álit á varasemingsmanninum Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava ikki álit á varasemingsmanninum, Suna Schwartz Jacobsen, tí tey halda, at hann er ógegnigur. – Nevndarlimir í arbeiðsgevarafeløgunum teljast millum hansara størstu viðskiftafólk í grannskoðarafyritøkuni, KPMG Suni Schwartz á fundi SEMING OG VERKFALL Vilmund Jacobsen Sosialurin royndi at fáa fatur á varasemings- manninum, Suna Schwartz Jacobsen, fyrrapartin í gjár, men tá ið vit hittu hann í telefonini, sat hann á fundi og hevði tískil ikki stundir at gera viðmerkingar til tað, sum arbeiðarafeløgini føra fram í kæruni til Vinnumálaráðið. Vit fáa væntandi eina viðmerking frá Suna Schwartz Jacobsen til blaðið í morgin. C M Y K 11 10