Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 91 - 14. mai 2003 Grønland og Danmark skrivað í vikuni undir eina prinsipp avtalu AVTALA Heri á Rógvi Tá Per Stig Møller er liðug- ur at tosa við føroyingar um uttanríkismál, so fer hann til Grønlands at undirskriva eina sokallaða prinsipp av- talu við grønlendska heimastýrið. Neyðugt var at bíða eina viku við undirskriftunum, tí Greenpeace hevur sett ljóskastaran á umhvørvis- trupulleikarnar á Thule støðini. Avtalan slær fast, at grønlendingar skulu vera við og fáa nágreiniliga kunning, tá uttanríkis sam- ráðingar og avtalur verða gjørdur, ið víðvíkja Grøn- landi. Avtalan fer ikki at merkja, at Grønland nú sjálvt sleppur at samráðast, tí uttanríkismál hoyra til donsku stjórnina at umsita. Heldur ikki fær grøn- lendska heimastýrið øll síni ynski uppfylt, men avtalan er meira ein staðfestin av, at grønlendingar skulu fáa meira at siga, og hetta eis- ini er ætlanin hjá donsku stjórnini. Strangari umhvørviskrøv í sambandi við støðina í Thule er ein av orsøkunum til, at grønlendingar hava viljað skrivað undir hesa avtaluna. USA skal fáa greitt at vita, at ein skipað endurbyggingarætlan skal gerast fyri umhvørvið við støðina í Thule. Fundirnir millum Per Stig Møller og føroyskar myndugleikar gingu væl, og einki ósemja var at fáa eyga á VITJAN Heri á Rógvi Danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller var á fyrsta sinni sum uttanríkisráð- harri í Føroyum á stuttari arbeiðsvitjan mánadagin og týsdagin. Tað er ætlanin, at uttanríkisráðharrin skal koma til Føroya eina ferð um árið. Orsøkin er fyrst og fremst tann, at uttanríkis- mál ikki eru føroyskt máls- øki, og sostatt skulu føroy- ingar kunnast um ymisk viðurskifti. Og soleiðis var eisini hesaferð. Steðgurin í Før- oyum var smáar 30 tímar, og uttanríkisráðharrin klár- aði tríggjar fundir og nakrar máltíðir, áðrenn hann setti fór aftur til Danmarkar við flogfari hjá donsku verjuni. Av tí at Danmark átti for- mansskapin í ES seinasta ár, so var Per Stig Møller ikki í Føroyum tá. Umframt at vitja hjá ríkisumboðnum og útferðir, m.a. í Haldórsvík, so var Per Stig Møller á fundi við løgmann, landsstýrið og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Dagsskrá Á dagsskránni á fundinum við løgmann vóru nógv ymisk mál. Fyrst og fremst kunnaði danski uttanríkis- ráðharrin um ymisk uttan- ríkisviðurskifti, sum við- víkja Føroyar og Grøn- landi. Tosað varð eisini um støðuna hjá Føroyum í mun til ES. Per Stig Møller heldur, at tað kanska meira er ein spurningur um tíð, áðrenn Føroyar gerast part- ur av ES. Hetta tí at ES veksur skjótt, og flestu av londunum rundanum Før- oyar gerast partur ella eru partur av ES. Annars tosaðu Per Stig Møller og Anfinn Kalls- berg um millum annað Russland og NATO. Báðir tveir hildu, at talan hevði verið um ein góða og gevandi fund. Teir báðir hittast aftur komandi ár. Høvisk vitjan Danski uttanríkis- ráðharrin heldur tað vera upplagt, at føroyskar fyritøkur luttaka í endur- byggingini av Irak VITJAN Heri á Rógvi Eg haldi tað vera upplagt, at føroyskar fyritøkur, í tann mun tað er møguligt, eisini eru við í arbeiðinum at endurbyggja Irak. Soleiðis segði danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, á tíðindafundi í sambandi við vitjan sína í Føroyum. Uttanríkisráðhar rin greiddi frá, at danir hava fingið til uppgáva at standa fyri einum parti av upp- byggingini av Irak. Í tí sam- bandi var danska vinnulívið farið í holt við at finna hóskandi fyritøkur. Og hesi kunnu væl hugsandi eisini vera føroyskar, segði Per Stig Møller. Hann legði eina við, at tað vera tey bestu og bílig- astu tilboðini, ið verða vald út, og føroyingar fáa ongar sersømdir. Ynski úr Føroyum Ynski um at føroyskar fyri- tøkur kunnu gera seg gald- andi í Irak kemur úr Føroy- um. Tað var Vinnumálaráð- ið, ið nevndi hetta fyri Vinnuhúsinum, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum. Síðani hevur Vinnuhúsið arbeitt eitt sindur við mál- inum og hava tosað við før- oyskar fyritøkur. Og áhugi er til staðar. – Ordrabøkurnar eru ikki so fullar nú, sum tær hava verið. Harumframt er tað oftani trupult at gera seg galdandi uttanlandst, uttan at tú hevur okkurt at vísa, sigur Jan Mortensen. Tískil kann tað gerast sera áhugavert hjá føroysk- um fyritøkum at royna nýggjar leiðir við hesum. Men talan er ikki um nakað konkret. Sæð aðrastaðni Jan Mortensen sigur, at danir hava gjørt nógv við at lata menningarhjálp, og hetta verður ofta kombiner- að við, at danskar fyritøkur loysa uppgávur í hesum londum. Og hesin leisturin er ein, ið Jan Mortensen fegin sær fyri sær í Føroy- um eisini. Í brævi til Vinnumálaráð- ið sigur Vinnuhúsið, at teir av fullum huga taka undir við møguleikanum, at víðka menningarhjálpina og lata føroyskar fyritøkur taka lut í uppbyggingar- arbeiðinum. – Tað er ikki vist, at tað verður Irak, men tað eru so nógv onnur støð, har upp- byggingararbeiðið skal ger- ast, og tað hevði verið skilagott, at føroysk menn- ingarhjálp og føroyskar fyritøkur eru við, sigur Jan Mortensen. Skapa møguleikar Arbeiðið, ið føroyingar fáa møguleikan at taka lut í Irak, verður mest entre- penørarbeiði. Jón Daniel- sen, stjóri í Articon, sigur, at teir ikki hava viðgjørt hetta konkret, men tað er ein upplagdur møguleiki. – Fyrst mugu møguleik- arnir skapast, og so fáa vit at síggja, sigur Jón Daniel- sen, sum heldur, at føroysk- ar fyritøkur áður hava víst, at tær kunnu standa seg uttanlands. Føroyskt Irak Per Stig Møller er ein royndur politikari. Hann hevur í nógv ár verið frammaliga í donskum politikki. Hann varð borin í heim í 1942, sonur fyrr- verandi fíggjarmálaráðharran, Poul Møller. Hann gjørdist stundent í 1961, og í 1967 gjørdist hann mag.art í litteraturvidenskab. Seks ár seinni gjørdist hann Dr.phil. Hann hevur verið limur í Fólkatinginum síðani 1984 fyri Det Konservative Folkeparti. Hann var hevur kortini verið aktivur í flokkinum heilt aftur í sekstiárunum. Frá 1990 til 1993 var hann umhvørvisráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüter. Eitt stutt tíðarskeið, 1997-1998, var hann formaður fyri Det Konservative Folkeparti. Ì nýggju stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen, sum tók við í november 2001, gjørdist hann uttanríkisráðharri. Umframt politiska yrkið hevur hann millum hann starvast hjá Danmarks Radio og verið viðmerkjari í Berlingske Tidende. Umframt at vera Dr.phil hevur hann eisini útgivið eina røð av bókum. Fakta Danski uttanríkisráðharrin. Per Stig Møller, var mánadagin og týsdagin á stuttari vitjan í Føroyum. Hann Mynd:Jens Kristian Vang. Avtalu við Grønland Próvtøkur: Nú má lesast! Vangamyndin: Tróndur Vatnhamar filmsummæli: Hollywoodslatur Høgna dámar best at vaska upp Vangamyndin: Tróndur Vatnhamar C M Y K 13 12