Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tíðin nærkast í stórum fetum, tá tær endaligu próvtøkurnar á teimum ymsu miðnámsskúlun- um verða. At fara til próvtøku er nakað, sum teimum fægstu dámar, og tað er ein ávísur spenningur millum næmingar- nar, dagarnar uppundir eina próvtøku. Tú fært 20 minuttir til eina framløgu, og síðani verður tú vigaður, mátaður, tugdur og at enda spýttur út aftur við einum tali. Eitt tal, sum kemur at fylgja tær í tínum prógvi rest- ina av lívinum. Kanska eitt av- gerðandi tal, men hinvegin – kanska als ikki. Próvtøkur eru órættvísar. Tað vita øll. Tú kanst hava klárað teg ómetaliga væl ígjøgnum alt árið, og so hevur tú ein ringan dag, júst hendan dagin, tú skalt til próvtøku. Tað er ikki bara sum at siga tað at fyrireika seg til eina próv- tøku. Skráin teir dagarnar er lestur, lestur, lestur og meira lestur. Rættiliga einfalt, men strævið. Tey, sum hava verið til próvtøk- ur, kenna tað aftur. Tú kemur innar í hølið, og skalt taka eitt pappírspetti ella velja tær eitt tal. Hetta talið er eisini rætti- liga avgerðandi fyri, hvussu úr- slitið gerst, tí kemur tú upp í onkrum, sum tær ikki dámar so væl, so er dómurin fallin. Tankarnir aftaná mala eisini ofta um, hví eg ikki tók pappír- ið, sum lá høgrumegin, ella tað sum lá í horninum. Ella hví valdi eg ikki nummar 8 ístaðin fyri nummar 11. Men hvussu víkir og vendir, so hevur tú nú 20 minuttir til at sannføra próvdómararnar um, at tú skalt hava eitt 11, 10 ella 9 tal. Súrt, kann onkur kanska hugsa. At tú skalt hava gingið í skúla í so langa tíð, og tað tær verður givið, eru nakrir fáir minuttir til at fáa tín endaliga dóm. Men so eirindaleys er próvtøkan í veruleikanum. Men tá ein fer innar í eitt próv- tøku høli, so er tað so ymiskt, hvussu tað gongur. Tey flestu er sera nervøs, og tað gongur ikki so væl í byrjanini, men so líðandi kemur gongd á prátið, og tá nakrir minuttir eru farnir, so gongur tað bara heilt væl. Men so eru tað eisini tey, sum klappa totalt í, tá tey eru kom- in at sita. Tá er tað uppgávan hjá læraranum og próvdóm- aranum at royna at fáa næm- ingin at slappa av og kenna seg so mikið tryggan í skúla- stovuni, at próvtøkan kann fara fram. Sambært lestrarveg- leiðara og lærara, sum ph_1 hevur tosað við, so gongur tað sum oftast. Men sjálvandi kemur tað fyri,at neyðugt er við einum time-out, so næm- ingurin kann summa seg og byrja av nýggjum. Øll vita, at tað eru nógvir nerv- ar upp á spæl til eina próv- tøku, men tað er ikki nakað galið í tí. Nervar kunnu vera góðir, tá ein skal til próvtøku, tí tað gevur eyka orku og kon- sentratiónin fer í topp. Til tykkum øll, sum skulu til próvtøku í teimum komandi døgunum ella vikunum skal her frá okkum ljóða eitt ynski um góða eydnu. Vit skriva: Tróndur Vatnhamar úr Havn er vorðið eitt kent andlit, síð- an hann var vertur fyri Prix Føroyar sendingunum í SvF fyri tveimum árum síðani. – Tað fellur mær natúrligt at vera á skerminum, og tá eri eg veruliga á heimavølli, sigur bulmikli sjónvarps- verturin Samrøða Stefan í Skorini – Tað byrjaði í veruleikanum við Atlantic Radio á sinni, har eg og Jens Tummas Næs høvdu eina sending, sum kallaðist A-liðið, greiðir Tróndur Vatnhamar frá, tá hann verður spurdur, hvussu hans- ara yrkisleið innan fjølmiðlaheimin byrjaði. Atlantic Radio fekk tó ein bráðan enda, men so vóru boð eftir Tróndi í SvF, sum vildi hava hann at standa fyri Prix Føroyar sending- unum í 2001. Hetta gekk somikið væl, at hann varð biðin aftur í ár. Eisini varð A-liðið úr útvarpi sam- eint í sjónvarpi, tá Tróndur og Jens Tummas stóðu á odda fyri undir- haldssendingini Botninum. – Eg haldi, at vit brutu upp úr nýggjum við sendingunum í Atlan- tic Radio. Tí varð eg eisini biðin at gera sendingar fyri SvF. Tað var nakað nýtt og ótraditionelt, og fleiri slíkar sendingar hava verið á skránni aftaná, sigur Tróndur. Kennir seg væl á skermi – Tað fellir mær ógvuliga nattúrligt at gera sjónvarp, og eg elski tað stutt sagt. Mær nýtist ikki at liva meg inn í ein leiklut, tá eg standi frammanfyri upptøkutólinum. Man skal kenna seg væl á skermi fyri at gera sjónvarp, tá man stillar seg sjálvan fram soleiðis. Annars nyttar tað einki, sigur Tróndur. Tey flestu munnu vera samd um, at Prix sendingarnar í 2001 vóru væleydnaðar, tá Tróndur fekk fríar teymar at gera, sum hann vildi. Hesar sendingarnar vóru mest skemt afturvið tónleiki. Sendingar- nar í ár eru tó broyttar soleiðis, at Tróndur skuldi vera tann meira seriøsi tíðindamaðurin. – Sendingarnar í ár blivu í so turrisligar, og eg eri persónliga ikki væl nøgdur við tær. Ætlanin var, at tónleikurin skuldi vera berandi í sendingunum, men hann var snøgt sagt ikki nóg góður til eina so langa sending, sigur Tróndur Vatnhamar. Tað síðsta stóra prosjektið, sum Tróndur hevur verið við til at fram- leiða, var undirhaldssendingin Botnurin. Hetta konseptið við spurnarkapping og undirhaldi blandað saman var eisini óroynt í Føroyum, og tí gjørdist úrslitið kanska hareftir. Tróndur sjálvur er ikki heilt nøgdur við hesa sending- ina, hóast nakrir glottar vóru at hóma. Kent andlit Um at vera kendur sigur Tróndur: – Eg eri ikki kendur. Bruce Willis er kendur. Í Føroyum er man bara al- mennur persónur. Ein- asta broytingin er, at børn kunnu finna uppá at rópa eftir mær í bý- num. Í løtuni arbeiða Tróndur og aðrir við einum nýggjum prosjekti í SvF, men hetta er enn bert á tekniborðinum. Hetta er ein ungdómssending, men enn er óvist hvussu verður við henni, og tí vilja fyrireikararnir ikki siga nakað serligt um hana. 2 Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003 Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003 3 Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn blaðið kemur út. Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn 254 mm breiðar og 70 mm høgar. Navn: Tróndur Vatnhamar Føðingardagur: 12.01.1980 Starv: Vertur og fótbóltsspælari Yndisorð: jill Hvat vildi tú verða, tá tú vart stór, tá tú vart lítil? Brandmaður ella timburmaður. Vangamyndin: Tróndur Vatnhamar 12011980 Skermtrølli› Tróndur á heimavølli: – Eg elski at vera á skerminum Hendurnar upp ella buksurnar niður 1. Kall ella Føroya Tele? - Kall 2. Jolly ella Coca Cola? – Coca Cola 3. Rás 2 ella Útvarp Føroya? – Útvarp Føroya 4. Quality Street ella Roses? – Quality Street 5. Siemens ella Nokia? – Nokia 6. Loysing ella samband? – Loysing 7. Flúgva ella sigla? – Flúgva 8. Føroya Bjór ella Restorff? – Restorff 9. Fótbóltur ella hondbóltur? – Fótbóltur 10. Dimmalætting ella Sosialurin? – Dimmalætting 11. Tomat ella agurk? – Tomat 12. Svart ella hvítt? – Svart 13. Pizza ella grill? – Pizza 14. Fløgu, plátu ella band? – Fløgu 15. Kaffi ella te? – Kaffi 16. Jakka ella frakka? – Jakka 17. Lissur ella karalás? – Lissur 18. Rock ella popp? – Rock 19. Mamma ella babba? – Mamma 20. MacIntosh ella PC? – PC 21. Per ella Poul? – Per 22. Um tú vart ein bilur, hvat slag skuldi tú so verið? – Ein VW Golf 23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg, og hvør skuldi als ikki sloppið at koyrt? – Nelson Mandela skuldi sloppið at koyrt meg, men George Bush hevði ikki sloppið #1 Kristina Háfoss – Eg elski at vera á skerminum, tí tað fellur mær natúrligt, sigur sjónvarpsverturin Tróndur Vatnhamar MYND: Jens Kr. Vang C M Y K 14