mikudagur 14. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003
Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003
5
– Próvtøkur ræðist eg øgiliga illa.
Eg havi altíð nógvar nervar áðrenn, og tað
byrjar fleiri dagar frammanundan. Vit hava eisini so
nógvar próvtøkur, tilsamans 11 í tali, so tað er ræðuliga
stutt millum próvtøkudagarnar, og tað styttir um lesitíðina.
Men vit hava nokk so langa lesitíð ímillum skrivligu og
munnligu próvtøkurnar, so tað er bara at vóna, at tað er nokk.
Tann dagin eg skal upp havi eg altíð mega nógvar nervar, og
tá haldi eg, at tað hevur alvorliga nógv at siga, hvussu
lærarin er. So eg kann ikki siga annað enn, at tær
skrivligu próvtøkurnar eru so nógv betur
fyri meg enn tær munnligu.
Maria Thorgeirsson,
2. p, HF Klaksvík:
– Eg hati próvtøkur, tí man gongur runt
og hevur nervar í langa tíð. Her tosi eg sjálvandi um
tær munnligu próvtøkurnar, tær skrivligu eru onki at hava
nervar fyri sum so.
Tað ringasta er fyrireikingartíðin. Til tíðir fái eg onki burtur úr ta løtuna, siti
bara og bíði eftir at sleppa inn, so tá kundi eg líka so væl verið hana fyri uttan.
Men hon er sikkurt góð at hava kortini.
Onkuntíð kann tað vera nokk so provokerandi, at man situr við dundrandi nervum,
og so kemur onkur og sigur, tvass, tað gongur nokk og er so róligur, sum ein kann
vera, men eg haldi ikki, at tað er nakað, sum eg hugsi so nógv um vanliga. Summi
eru bara rólig, meðan onnur ikki eru tað.
Eg haldi eisini, at tað hevur sera nógv at siga, hvussu lærarin er. Tí um
hann er róligur og vísir einum, at man er á rættari leið ella kanska
tosar róliga við ein og ikki spyr so fløktar spurningar
beinanvegin, so lætnar tað fyri einum, og tað
gerst lættari at vera til próvtøku.
Gunnvør Joensen,
2. p, HF Klaksvík:
– Nervøsitetur er gott, sigur Kári Purkhús, lærari og lestr-
arvegleiðari. Hann sigur, at allir næmingar eru nervøsir, tá
teir skulu til próvtøku, men tað er gott, tí tað gevur eyka
orku.
Kári sigur, at tað er av týdningi, at næmingur, sum hevur
nervar ikki kemur inn og letur sum um hann er púra cool.
– Bæði lærari og próvdómari vita, at nærmingarnir eru
nervøsir, og vit eru har fyri at hjálpa. So vit royna at hjálpa
at fáa eitt prát í gongd, um tað gongur striltið við tí.
Næmingurin kann eisini hjálpa sær sjálvum við bara at
siga okkurt, tá hann er innkomin. Tað kann til dømis bara
vera, at hann er nervøsur, tí so skjótt tann fyrsti setningur-
in er sagdur, so kann man siga, at glið er komið á, greiðir
Kári frá.
Kári greiðir somuleiðis frá nøkrum dømum um, hvussu ein
kann fyrireika seg til próvtøku.
Eitt er at seta seg niður í einum lesibólki. Hann sigur, at
tað er av alstórum týdningi, at ein næmingur tá hevur
góðan arbeiðsmoral og hevur lisið alt ígjøgnum. So kunnu
tey í lesibólkinum skiftast um at leggja fram fyri hvørjum
øðrum, tí tað er lættari hjá trimum at fáa eyga á trupul-
leikar enn hjá einum, ið situr einsamallur í einum kamari
og lesur.
Kárisigur eisini, at tað er av stórum týdningi, at ein næm-
ingur ikki leggur alt annað til síðis fyri tað, um hann lesur
til próvtøku.
– Tað er bara at halda fram við ítrivum, sum ein
møguliga hevur, tí tað er altíð gott at sleppa burtur frá
bókunum eina løtu. Og her kann líka sigast afturat, at ein
næmingur má ikki lesa meira enn seks tímar um dagin, tí
heilin orkar ikki meira enn tað, og tá er skjótt at gerast í
ørviti av øllum tekstinum. Man skal loyva sær steðgir í
millum og halda fram í gerandisdegnum við teimum
vanligu tingunum júst sum aðrar vanligar skúladagar, sigur
Kári. Hann heldur eisini, at tað er skilagott at gera sær
eina skrivliga lesiætlan, har ein ger sær greitt, nær ein skal
lesa, arbeiða, íðka eitthvørt ella bara halda frí.
Til eina próvtøku er sjálvsálit eisini sera týdningarmikið.
Og tað eru mong, sum koma í eina ónda ringrás, hvat tí
viðvíkur, men eisin hetta hevur Kári eitt uppskot um,
hvussu ein kann royna at hjálpa sær sjálvum. Til dømis
kann ein hugsa positivt og skriva ymiskt positivt upp á lítl-
ar lepar og heingja teir runt í húsinum, so teir síggjast og
so lesa teir.
– Hetta ljóðar kanska býttisligt, men tey eru mong, sum
siga, at tað hjálpir.
Og at enda um ein hevur trupulleikar við at sovna, so
hjálpa andadráttarvenjingar, tá ein hevur lagt seg. Tað
gongur stutt sagt út uppá at suffa. Ein andar djúpt inn
einar fimm, seks ferðir heldur ondini nøkur sekund og
andar so útaftur.
– Tað skuldi hjálpt einum at sovna, sigur Kári og leggur at
enda afturat, at próvtøkuótti er ikki tað sama sum ner-
vøsitetur. Nervøsitetur er normalt, men próvtøkuótti er ein
sálarligur trupulleiki.
Nervar skulu til
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, hevur onki ítøkiligt svar
fyri, hví ein gerst so fjálturstungin beint áðrenn eina próv-
tøku.
– Próvtøkuótti er eitt løgið fyribrygdi. Nógv dugnalig fólk
líða undir próvtøkuótta, og tað eru ikki altíð sibbarnir. Eg
havi eisini merkt til tað sjálvur. Nú eri eg ikki nakað flogvit,
men tað kemur fyri hjá øllum, sigur Eyðun Joensen.
Sálarfrøðingurin sigur, at tað skal so nógv afturat bara tí
munnligu framløguni. Sjarma, hvussu væl tú dugir at tosa
og føra teg fram, hvussu tú selur teg sjálvan og annað
hevur nógv at siga.
Eyðun hevur sjálvur starvast sum lærari í fleiri ár. Bæði á
HF og á Føroya Læraraskúla.
– Í míni tíð var tað nógv øðrvísi, tí tá skuldu næmingarnir
bara sita niðri og lurta og tiga. Nú verða næmingarnir
tiknir meira við í undirvísingina og skulu leggja fram, og
haldi eg, at hetta hevur hjálpt nógv. Fyrireikingartíðin,
sum tú fært beint áðrenn próvtøkuna, ger eisini nógvan
mun, sigur Eyðun Joensen, sum fleiri ferðir hevur sitið
hinumegin borðið - antin sum próvdómari ella próvhoyr-
ari.
– Eg havi stóra virðing fyri próvtøkuóttanum. Tað er ein
myta, at tað eru bara tey, sum klára seg illa, sum verða
bangin. Tann óvanda støðan, har tú í tí dagliga ert vanur
við at sita og lurta, og har tú síðani skal tosa fyri teg sjálv-
an.
At tað nú er vorðið lógarbundið, at næmingarnir skulu
gera verkætlanir og leggja tær fram, heldur Eyðun verða
serstakliga gott.
– Men tann víðagitni svarti klappurin fer ofta fyri, og tað
er løgið. Fólkini duga síni ting í tí dagliga, men tá tey so
skulu leggja alt fram fyri próvdómaranum og próvhoyrara-
num, fer tann svarti klappurin fyri, og so fær man eitt
fimm tal, sigur sálarfrøðingurin.
Tað, sum tó eisini hevur nógv at siga er, at próvdómari og
próvhoyrarin (lærarin), hava ein opnan hugburð til próv-
tøkuna tá hon byrjar. Kropsmál spælir ein týðandi leiklut.
Og har liggur ein stór ábyrgd eisini á próvhoyraranum.
– Næmingurin hevur ikki bara skyldina. Tryggheitskenslan
hevur nógv at siga. Eitt lítið nikk, tá næmingurin er komin
í gongd og er á rættari leið ella okkurt annað hjálpir væl.
Men nakað heilt annað, sum eisini hevur týdning í próv-
tøkuni, er, at próvdómarin hevur gott orð á sær.
– Onkrir próvdómari verður kallaður ”slaktarin” ella
”bøðilin”. Og tað hevur nógv at siga, tá ein skal upp. Um
tað er ov ringt orð á dómaranum, so lættir tað ikki um
nervarnar.
Men endaligu ráðini frá Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi, eru,
at lærarar og próvdómari skulu ikki leita eftir veikleikun-
um, men heldur tosa um tað, næmingurin veit og harvið
minka um nervarnar.
– Eg havi roynt at viðgera próvtøkuótta onkuntíð. Tað eru
nógv hondgreb, men onki av teimum kann brúkast til øll.
Tá klappurin fer fyri...
C
M
Y
K
17
16