Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003 Sosialurin Nr. 91 - 14. mai 2003 7 Robbie Williams skjótt á heysin Pengarnir hjá Robbie Williams hava fingið bein at ganga á. 900 milliónir eru ikki bara so at brúka upp á ein seinnapart, men longu nú hevur Robbie megnað at brúkt ein stóran part av sínari ogn upp á skeivar íløgur, húsakeyp í USA, konufólk, foreldrini og eina sera stóra nýtslu. Og nú sær út til, at sølan av fløgum er á veg niðureftir, samstundis sum sangskrivarin Guy Chambers er rýmdur. Alment verður sagt, at Chambers fór, tí hann ikki fekk nóg mikið av pengum, men keldur vilja nú heldur vera við, at tað var tí, at Robbie Williams ikki setur prís upp á mannin, sum hevur skrivað hitt sum millum onnur ”Feel”. Andvekur í Malibu Meg Ryan, sum hevði andvekur í Seattle orsakað av Tom Hanks, hevur nú aftur andvekur. Men hesuferð í veruleikanum og av einum øðrum manni í einum øðrum býi. Maðurin er John Cusack, og tað letur til, at Meg er fallin fyri honum við stórum bókstavum. Í øllum førum vórðu tey sædd á eini strond í Malibu, har tey fjasaðu og tvætlaðu sum eitt annað tannáringapar, meðan tey gingu túr. Síðani gekk leiðin heim í summarhúsið hjá Cusack beint við, har tey ótu ein italienskan døgurða saman. Vinir ver›a elskandi Trúfastir hyggjarar hjá sendirøðini Vinir hava nú í longri tíð havt mistanka um, at eitthvørt romantiskt er í ferð vit at henda millum Rachel og Joey, tí tað letur til, at kenslurnar millum tey bæði, Jennifer Aniston og Matt LeBlanc, gerast heitari og heitari gjøgnum partarnar. Men tó hevur tað higartil ongantíð verið nakað ímillum tey, men nú fara hyggjarar endiliga at fáa tann fyrsta mussin teirra millum at síggja. Joey fær Rachel at hjálpa sær við eini leikluti, sum hann hevur í Days of our Lives, sum hann er við í. Í partinum, sum tey bæði so venja saman, er ein romantisk sena, har tvey kyssast. Og Joey heldur, at tey eisini skulu kyssast fyri at gera venjingina meiri nátúrliga. Amerikonsku fjeppararnir vóru ovurhondsfegnir, men fingu tó ein skelk, tá tað gjørdist greitt, at talan bert var um ein dreym hjá Rachel. Men kanska er vón fyri framman, tí tá Rachel vaknaði, viðgekk hon fyri sær sjálvari, at hon hóast alt hevur kenslur fyri Joey. topp.10/ps2 spøl 01. The Getaway 02. Splinter Cell 03. Midnight Club 2 04. Medal of Honor - Frontline 05. Lord of The Rings - The Two Towers 06. ISS 3 07. GTA - Vice City 08. Hitman 2 09. The Sims 10. Soccer Slam topp.10/dvd 01. Die Another Day 02. Swept Away 03. Windtalkers 04. Lone Star State of Mind 05. Sunshine State 06. Mr. Deeds 07. xXx 08. Bourne Identity 09. Spirit 10. Out Cold topp.10/cd rom 01. Championship Manager 4 02. Heroes III - Bestseller 03. Thief II - Bestseller 04. Splinter Cell 05. Port Royal 06. Delta Force - Black Hawk Down 07. Anno 1503 08. Medal of Honor - Allied Assault 09. Splinter Cell 2 10. Rayman 3 topp.10/fløgur 01. Ymiskt – Woman VI 02. Ymiskt – Stjerne For En Aften 03. Ymiskt – Re:Play 2 04. Ymiskt – Now 3 05. Makrel – Stinkar 06. Linkin Park – Meteora 07. Celine Dion – One Heart 08. Madonna – American Life 09. Robbie Williams – Escapology 10. Ozzy Osbourne – The Essential <n‡tt - n‡tt> Shubidua Heiti: 200 Skeringar: 200 Plátufelag: CMC Records MGP 2003 Heiti: MGP 2003 Skeringar: 10 Plátufelag: Universal Woman VI Bólkar: Kelly Rowland, t.A.T.U., Anastacia, Robyn, Pink, Kelly Osbourne o.o. Skeringar: 20 Plátufelag: Universal/Sony Music HIP HOPS Bólkar: Eminem, Big Brovaz, Nelly, JA Rule, Missy Elliott o.o. Skeringar: 18 Plátufelag: Universal The Salton Sea Hon var á tí skeiva staðnum tað skeiva tíðspunktið, og so var hon ikki meira. Konan hjá jann tónleikaranum Danny Parkers varð myrd, og Danny kundi einki gera fyri at hindra tí. Nú er tann niðurbrotni trompetleikarin farin í hundarnar og er heimleysur í Los Angeles. Ella er hann? Í heiminum hjá Danny er einki – og serliga Danny ikki, sum mann skuldi trúð. Val Kilmer hevur høvuðsleiklutin í hesum filmi, sum spælir í fleiri heimum samstundis. Windtalkers Veraldarbardagi, Stillahavið. Samskiftið er uppskriftin upp á sigur, men við einum undantaki hava japanarnir knekkað allar kodur. Undir tí brutala stríðnum um Saipan fáa teir harðu US Marines Joe Enders og Ox Anderson sum uppgáva at vera lívverja hjá navajo indiánarunum Ben Yahzee og Charlie Whitehorse. Heruin hevur útviklað eina ómøguliga kodu at knekka grundað á teirra elligamla navajo mál, og Yahzee og Whitehorse eru í eindini, sum skal vinna Stillihavskríggið. Tá teir tosa, er tað eingin, sum skilir teir. Boðini hjá Enders og Anderson eru at verja koduna við øllum miðlum, men sum dagarnir ganga, so verða teir í iva um teir eru førir fyri at gera tað, sum í síðsta enda er neyðugt, um kodan skal ikki skal enda hjá fíggindanum. Filmurin er bygdur á veruligar hendingar. Die Another Day James Bond er á einari vandamiklari missión í Norður Korea, men fyri eina ferð skyld gongur okkurt galið, og Bond má vera fjúrtan mánaðir í svárari pínu í einum fongsli í Norður Korea. Yvirraskandi verður hann blandaður saman við tí svaka drápsmanninum Zao, sum bæði hevur sadistiskar tendensir — og eitt andlit til gimsteinar. Men plágurnar steðga ikki so, tí tá Bond kemur aftur til bretarnar, halda øll — íroknað M — at hann hevur svikið tey, og tey geva honum eina kalda móttøku. So tá spor eftir Zao vísa seg í Kuba, fylgir Bond teimum og í Kuba hittir hann tí vøkru, men vandamiklu, Jinx, sum er amerikanskur agentur. Tey skiljast aftur eftir ”tætt” samstarv, men skjótt eru tey aftur á slóðini saman — hesa ferð í Íslandi. Her hevur tann loyndarfulli millióningurin, Gustav Graves bygt eina luksus borg av ísi., har hann beinleiðis í sjónvarpi ætlar at bjóða heiminum eina gávu, men tað er ein gáva, ið heimurin kann vera fyri uttan... X-MEN 1,5 Talan er um eina serliga DVD útgávu av tí upprunaliga X-MEN filminum. Høvuðsleiklutir: Ian Mckellen, Halle Berry, Patrick Stewart Longd: 100 minuttir Prod. ár: 2000 <n‡tt - n‡tt> So nú eru ikki bara hyggjararnir spentir upp á, hvat fer at henda. Tað eru Rachel og Matt eisini, tí tey vita heldur ikki, hvat fer at henda framyvir, tí handritini verða skrivað í seinastu løtu til hvønn partin. Courteney Cox bi› barn Nú siga tey, at tað er okey hjá Courtney Cox og David Arquette. Courteney er nú við barn, og tað gongur væl. Cox og Arquette hava annars roynt og roynt, men til onga nyttu. Courteney Cox, 38 hevur enntá verið ígjøgnum alskyns kanningar og viðgerðir fyri at gerast við barn. Tað hevur fleiri ferðir verið við at oyðilagt hjúnalagið hjá teimum báðum, men nú smílist eydnan til teirra. Courteney er nú komin tríggjar mánaðir, og vit krossa øll fingrarnar fyri, at teirra barnaverkætlan skal eydnast til fulnar hesuferð, sigur ein vinkona. Beckham betri enn Bond Manchester United og møguliga komandi Real Madrid spælarin, David Beckham er deiligari enn James Bond. Tað halda 29.000 bretskar kvinnur í øllum førum. Í eini internet atkvøðugreiðslu hava 29.000 bretskar kvinnur kosið fótbóltsstjørnuna til tann mest sexuta mannin í Stórabretlandi. Sjónleikarin, Hugh Grant og megastjørnan, Robbie Williams eru takklaðir langt oman á listan, har tann harðasta mótstøðan kemur frá James Bond – Pierce Brosnan. Men sjálvt James Bond endaði langt aftanfyri Beckham, tá tað kom til sjálvar atkvøðurnar. Halt hol, Justin! Karrieran hjá amerikansku poppsildini, Britney Spears er nú sambært nýggjasta slatrinum úr Hollywood, hótt! Og tað er ongin annar enn fyrrverandi drongur hennara, Justin Timberlake, sum er kendur úr bólkinum N´Sync og sum fyri stuttum gav eina fløgu út, sum er hennara hóttan. Hann hevur longu einaferð knúst allar ætlanir um eina endurlansering av popp-prinsessuni, hvørs fólkatokki er við at fella. Í veruleikanum skuldi tað vera stilt rundan um Britney tað seinasta hálva árið, tí hon hevði verið alt ov nógv frammi. Men tað oyðilegði Justin skjótt við at fortelja alt og øllum um sítt brotna hjarta eftir at tey fóru hvør til sítt. Nú hava Britney og plátufelagið Jive Record lagt eina nýggja ætlan. Hon krevur bara, at Justin heldur munn teir næstu fáu mánaðirnar. Hvør veit, hvat skal til fyri at yvirtala hann? Arga› og ólukkulig Ongin sjónleikari er í løtuni so ”hot” sum 35 ára gamla Nicole Kidman. Hon er vøkur, tilbiðin av monnum kring allan heim, og so hevur júst vunnið sín fyrsta Oscar fyri filmin ”The Hours”. Men lívið hjá Kidman hevur ikki altíð bjóða tilbiðing. Tvørturímóti. Longu tá Nciole var 11 ára gomul var hon 175 cm høg og í skúlanum varð hon argað og fekk eyknevnið ”Stalky”, sum merkir klantrasligur. – Eg brýggjaði meg ikki um at vera tann, eg var. Eg var høg og eg var ikki gentan, sum fekk allar dreingirnar, fortelur Kidman, sum vaks upp í einum forstaði uttanfyri Sydney saman við lítlusystrini Antonia og foreldrunum, Anthony og Janelle. – Foreldur míni uppaldu meg til at vera ein einstaklingur og taka mínar egnu avgerðir, sigur Kidman, sum hevði tørv á stuðlinum frá foredlrunum, tí hon ígjøgnum allan sín barndóm var øðrvísi. Umframt at vera høg hevði hon við síni ljósu húð trupulleikar við at tola tí sterku avstralsku sólina, so tá hini børnini runnu uttanfyri og spældu, helt bleika Nicole seg inni fyri at venja seg til at gerast ein betri sjónleikari. Men eisini har hevði Nicole trupulleikar við útsjóndini. – Tá eg fór til upptøkuroyndir varð eg avvíst, tí eg var ov høg, fortelur sjónleikaraindan, sum tó endiliga fekk sín fyrsta leiklt í 1983 tá hoon var 16 ára gomul í ungdómsfilminum ”BMX Bandits”. Harfrá klappaði alt sum tað skuldi, og 20 ár, eitt hjúnarband, tvey børn og fleiri filmar seinni, er tann reyðhærda sjónleikaraindan á toppinum á síni karrieru. Tann klantrasligi tannáringurin er vorðin ein rættilig stjørna. Leysatí›indi: Russell Crowe nýtti 12 milliónir krónur upp á tað flotta og stílfulla brúdleypið hjá sær og konuni Danielle Spencer herfyri. Sostatt er tað kanska onki at siga til, at tey spardu meira upp á útreiðslurnar upp á brúðarreisuna. Tey ferðaðust í bili runt í Queensland í Avstralia, har tey búðu á minni flottum motellum og ótu fast-food. Matt LeBlanc hevur júst gingið við til ein hjúnasáttmála við unnustu sínari, Melissa McKnight. Parið hevur gjørt av at gifta seg í summar. Hon hevur tvey børn frammanundan, sum Matt hevur tikið til sín, sum hansara egnu. Men hann er púra sjúkur eftir at geva teimum eitt systkin skjótt. Catherine Zeta-Jones og Michael Douglas hava gjørt av, at teirra nýfødda dóttur skal eita Carys Zeta Douglas Claudia Schiffer vil so fegin verða sjónleikari, men hon kann ikki vænta sær nakra hjálp frá manni sínum, filmsleikstjórin Matthew Vaughn. – Eg kundi ikki droymt um at tikið konu mína við í mínar egnu filmar. Tílíkt eigur ein ikki at blanda saman, segði hann vit eitt blað herfyri. topp.10/fløgur 01. James Bond – Die Another Day 02. Spirit 03. Windtalkers 04. Harry Potter 2 05. xXx 06. Swept Away 07. Mr. Deeds 08. A Beautiful Mind 09. The Sum of All Fears 10. The Bourne Identity C M Y K 19 18